Ll. nr. 178 frá 22. desember 2009
um almenna heilsutrygd
Heilsutrygdarlógin 7)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Rætturin til veitingar
§ 1. Persónar, ið eru búsitandi í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært hesi lóg.
Stk 2. 5) Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann áseta nærri reglur um, at persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, kunnu fáa rætt til veitingar sambært hesi lóg.
Heilsutrygdarprógv
§ 2. 1) 4) Strikað
Kapittul 2
Veitingar
§ 3. Allir persónar, ið lúka treytirnar í lógini, hava rætt til ókeypis viðgerð hjá kommunulækna.
Stk. 2. Persónar í aldrinum 15 til 18 ár kunnu sjálvir velja kommunulækna uttan samtykki frá foreldrum ella verja.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um val av kommunulækna.
Stk. 4. 4) 6) Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um, at Heilsutrygd rindar útreiðslur til neyðugan tolk, herundir deyvatolk, í sambandi við viðtalu hjá kommunulækna ella serlækna.
§ 4. 6) Strikað
Endurgjald til ferðing til og frá lækna og jarðarmóður
§ 5. Endurgjald kann vera veitt fyri flutning til og frá kommunulækna í sambandi við sjúkraviðgerð ella kanning.
Stk. 2. Endurgjald fyri flutning til og frá serlækna verður bert veitt, um kommunulæknin hevur ávíst persónin til serlækna, og um henda sjúkraviðgerð ella kanning verður framd í Føroyum.
Stk. 3. Heilsutrygd veitir persónum, sum eru fevndir av lógini, endurgjald fyri flutning til og frá jarðarmóður.
Stk. 4. Endurgjald verður veitt, um flutningur fer fram við tí eftir umstøðunum bíligasta og fullgóða flutningsfarinum, og um flutningsseðil frá læknanum verður flýggjaður Heilsutrygd.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um endurgjald fyri flutning sambært stk. 1 - 4, og reglur um heintan og flutning av heilivági, blóðroyndir, fylgjarar til eldri fólk, óhjálpin og børn undir 18 ár og evstamark fyri endurgjaldi.
§ 6. Strikað 10)
Gravarhjálp
§ 7. Við deyða verður gravarhjálp veitt. Gravarhjálpin kann í mesta lagi vera 5.000 kr.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um útrokning og útgjald av gravarhjálpini. Ískoyti til gjald fyri ymiskar viðgerðir
§ 8. 6) Ískoyti kann verða veitt til gjald fyri viðgerð hjá:
- Tannlækna.
- Kiropraktori.
- Tannrøktara.
Stk. 2. Eftir ávísing frá lækna kann ískoyti verða veitt til gjald fyri viðgerð hjá:
- Fysioterapeuti.
- Ergoterapeuti.
- Sálarfrøðingi.
- Fótterapeuti.
Stk. 3. Eftir ávísing frá kommunulækna kann ókeypis viðgerð verða veitt hjá serlækna.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur og treytir um ískoyti, viðgerðarsløg og ókeypis serlæknaviðgerð sbrt. stk. 1-3.
Ískoyti til brillur
§ 9. Ískoyti verður veitt til gjald fyri brillur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur treytirnar fyri og støddina á ískoytinum sambært stk. 1.
Hjálparráð 4)
§ 10. 4) 10) Landsstýrismaðurin setur eina hjálparráðsnevnd at taka avgerð sambært reglunum í stk. 4 og 5.
Stk. 2. Hjálparráðsnevndin er mannað við trimum føstum limum: einum umboði frá Heilsutrygd, einum umboði frá Apoteksverkinum og einum umboði frá Sjúkrahúsverkinum. Harumframt einum ella fleiri serkønum limum við læknafakligari útbúgving. Heilsutrygd veitir skrivara og rindar kostnaðin av hjálparráðsnevndini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemi nevndarinnar, tá henda skal viðgera umsóknir um tilskot til hjálparráð.
Stk. 4. Heilsutrygd veitir ískoyti til hjálparráð, sum eru tilskotsheimilað í kunngerð.
Stk. 5. Heilsutrygd veitir ískoyti til hjálparráð, sum er liður í eini viðgerð, ella sum er til persónar, sum ikki hava varandi tørv á hjálparráði.
Stk. 6. Ískoyti verður veitt til gjald fyri hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hjálparráð sambært hesi grein, m.a. møguligt egingjald ella depositum fyri hjálparráð, hvussu stórt tilskot verður veitt til tað einstaka hjálparráðið, og hvørji hjálparráð tilskot verður veitt til.
Millumtjóðasáttmálar
§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera sáttmálar við onnur lond um sínámillum viðgerð, barnsburðar- og gravarhjálp til persónar, sum fyribils eru staddir uttanlands.
Stk. 2. Samsvarandi teimum í stk. 1 gjørdu sáttmálum, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um:
- at endurgjald kann verða veitt fyri viðgerð til aðrar heilsutrygdir í øðrum londum,
- at gravarhjálp kann vera veitt í øðrum londum.
Kapittul 3
Landsapotekarin 9)
§ 12. 4) 9) Landsapotekarin viðger umsóknir um tilskot til heilivág.
Stk. 2. Landsapotekarin kann útvega sær tann neyðuga fakkunnleikan til viðgerð av umsóknum um tilskot til heilivág.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemið hjá Landsapotekaranum, tá hesin skal viðgera umsóknir um tilskot til heilivág.
Heilivágur, sum er heimilaður tilskot
§ 13. 9) Tilskot verður veitt til heilivág, sum av Landsapotekaranum er lýstur at vera heimilaður tilskot. Landsapotekarin hevur dagføring av skránni við tilskotsheimilaðum heilivági um hendi
Vanligt tilskot
§ 14. Tilskot verður veitt til keyp av heilivági, fyriskipaðum á forskrift.
Treytað tilskot
§ 15. Tilskot til fyriskipaðan heilivág kann vera treytað av, at heilivágurin er ætlaður persónum við ávísum sjúkum ella bólkum av fólki.
Stk. 2. Tilskot til tey heilivágssløg, sum í skránni eru tilætlað ávísar sjúkur, er treytað av, at sjúklingurin hevur eina av teimum sjúkum, sum nevndar eru í sambandi við heilivágssløgini. Tilskotið verður bert veitt, tá læknin á forskriftina hevur viðmerkt treytað tilskot: (T).
Stk. 3. Tilskot til tey heilivágssløg, sum í skránni eru treytað av, at tey verða latin persónum, ið fáa fólkapensjón ella fyritíðarpensjón, verður bert veitt, tá ið læknin á forskriftina hevur viðmerkt pensjónistur: (P), ella tá henda upplýsing er skrásett hjá apotekinum.
Einstaklingatilskot
§ 16. 8) 9) Í ávísum førum kann Landsapotekarin, eftir umsókn frá lækna, gera av, um tilskot kann veitast einum ávísum sjúklingi til keyp av heilivági, kostískoyti o.a., sum ikki er lýst at vera heimilað tilskot sambært § 13.
§ 17. 8) Strikað.
Støddin á tilskotinum
§ 18. Støddin á tilskotum er ásett eftir tilskotsprísunum sambært § 21 til heilivág v.m., sum veittur verður sambært §§ 13- 17, og sum viðkomandi persónur hevur keypt innan fyri eitt ár frá fyrsta keypi. Eitt nýtt tíðarskeið byrjar, tá viðkomandi persónur aftur keypir tilskotsheimilaðan heilivág, eftir at gamla tíðarskeiðið er farið.
Stk. 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár undir 500 kr., verður einki tilskot veitt.
Stk. 3. 1) 4) 5) 9) Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár yvir 500 kr., er tilskotið:
- 40 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 500 kr. og upp til 1.000 kr.,
- 60 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.000 kr. og upp til 2.000 kr.,
- 75 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.000 kr. og upp til 5.300 kr.
- 100 % av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 5.300 kr.
- 100% av tí partinum, sum fer upp um 2.380 kr. fyri fyritíðarpensjónistar og persónar, sum eru fyltir 67 ár.
Stk. 4 4) 5) Børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald.
Stk. 5. 5) 9) Um ein persónur fyllir 18 ella 67 ár, ella gerst fyritíðarpensjónistur í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 2 og 3 fram til tíðarskeiðið endar.
Stk. 6. 5) 1. januar á hvørjum ári verða upphæddirnar í stk. 2 og 3 prístalsviðgjørdar í kunngerð.
Terminaltilskot
§ 19. Terminalsjúklingar fáa neyðuga heilivágin v.m. útflýggjaðan ókeypis frá tí degi, læknin skrivliga hevur váttað, at sjúklingurin væntast at liva í stutta tíð afturat, og at lekjandi viðgerð verður mett at vera nyttuleys.
Stk. 2. Váttanin frá læknanum skal sendast Landsapotekaranum og skal innihalda hesar upplýsingar:
- Navn, bústaður og p-tal hjá sjúklinginum.
- Navn og starvsstaður læknans.
- Váttan frá læknanum um, at sjúklingurin væntast at liva í stutta tíð afturat, og at lekjandi viðgerð verður mett at vera nyttuleys.
- Dagfesting fyri útskriving frá sjúkrahúsi til terminalrøkt.
- Undirskrift læknans.
Útjavnan
§ 20. Um ov stórt tilskot er veitt í sambandi við keyp av heilivági sambært reglunum í § 18, stk. 2 og 3, skal upphæddin útjavnast við komandi keypi av tilskotsheimilaðum heilivági. Útjavningin kann tó í heilt serligum førum verða útsett til næstu ferð, viðkomandi keypir tilskotsheimilaðan heilivág.
Stk. 2. Um ov lágt tilskot er veitt í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági sambært reglunum í § 18, stk. 2 og 3, skal upphæddin útjavnast við komandi keypi av tilskotsheimilaðum heilivági.
Stk. 3. Doyr sjúklingurin, fellur kravið sambært stk.1 um útjavnan burtur. Krøv í sambandi við ov lítið veitt tilskot skulu setast fram í seinasta lagi eitt ár eftir, at sjúklingurin er deyður.
Skipan av heilivági
§ 21. Landsapotekarin skipar heilivág, sum er ætlaður somu indikasjón og sum hevur líknandi viðgerðarárin, í tilskotsbólkar.
Stk. 2. 9) Fyri heilivág, sum verður skipaður í tilskotsbólk samsvarandi stk. 1, verður tilskotið ásett í mun til lægsta søluprís í bólkinum.
Landsapotekarin kann tó gera av, at ásettur tilskotsprísur skal standa við í ásetta tíðarbili, hóast bíligari heilivágur verður tøkur í ásetta tíðarbili.
Stk. 3. Um sjúklingur bert fær part av heilivági úr einum pakka (skamtluting), verður tilskotsprísurin ásettur fyri hvørja heilivágseind (eindartilskotsprísur) við støði í tilskotsprísinum eftir stk. 1.
Hækkað tilskot
§ 22. 9) Landsapotekarin kann, hóast ásetingarnar í § 21, í heilt serligum førum taka avgerð um at veita einum ávísum persóni hækkað tilskot samsvarandi § 18. Landsapotekarin tekur avgerð hesum viðvíkjandi seinast 14 dagar eftir móttøku av umsókn frá lækna.”
Kapittul 4
Fígging
§ 23. Útreiðslurnar í sambandi við hesa lóg verða, har annað ikki er tilskilað, goldnar av landskassanum.
Gjald 1)
§ 24. 1) 3) 7) 8) 10) Øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av hesi løgtingslóg, gjalda 175 kr. um mánaðin, umframt 0,70% av skattskyldugu inntøku sínari til Heilsutrygd.
Stk. 2. TAKS krevur gjaldið inn fyri Heilsutrygd. Heilsutrygd rindar kostnaðin av hesum.
Stk. 3. Rindar ein persónur, ið er umfataður av lógini, ikki gjaldið innan ásettu freist, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Lønareftirhald og panting kann eisini fara fram sambært reglunum í skattalógini.
Stk. 4. 1) Strikað
Umsiting av lógini
§ 25. Landsstýrismaðurin kann skipa ein stovn, Heilsutrygd, ið skal taka sær av at umsita lógina.
Upplýsingar
§ 26. Heilsutrygd kann krevja inn allar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at umsita lógina, m.a. hagtøl frá sjúkrahúsum, kommunum, klinikkum, læknum, tannlæknum v.m.
Samráðingar 4)
§ 27. 4) Fíggjarmálaráðið stendur fyri sáttmálasamráðingum við avvarðandi fakfeløg.
§ 28. 4) Strikað
Kærurættur
§ 29. 9) 10) Avgerðir tiknar av Heilsutrygd, Landsapotekaranum ella Hjálparráðsnevndini sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. 10) Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 3. 10) Avgerðir, tiknar av Kærunevndini í almanna-, familju og heilsumálum, eru endaligar í fyrisitingarligum høpi.
Kapittul 5
§ 30. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2010, sbr. tó stk. 2 og 4. Samstundis fer úr gildi Afsnit I í lovbekendtgørelse nr. 514 af 21. juli 1989 om den offentlige sygeforsikring, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 5 frá 25. januar 2001. Tó verður kunngerð nr. 10 frá 11. februar 2000 verandi í gildi.
Stk. 2. §§ 10 og 13 – 22 koma í gildi 1. apríl 2010. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 115 frá 21. mai 1993 um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 30. mars 2009. Frá 1. januar til 31. mars 2010 veitir Heilsutrygd stuðul til heilivág samsvarandi reglunum í løgtingslóg nr. 115 frá 21. mai 1993.
Stk. 3. Galdandi sáttmálar millum yrkisfeløg og sjúkrakassarnar verða yvirtiknir av Heilsutrygd og verða verandi í gildi, til teir verða uppsagdir, og nýggir sáttmálar eru gjørdir.
Stk. 4. § 2 kemur í gildi 1. januar 2011.
Stk. 5. 1) 3) Nevndin í hvørjum einstøkum góðkendum sjúkrakassa hevur ábyrgdina av, at øll fíggjarlig viðurskifti pr. 31. desember 2009 millum sjúkrakassan og landið, kommunulæknar, limir o.o. verða avgreidd sum skjótast. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av sjúkrakassanum.
Stk. 6. 2) 3) Fæið, sum er eftir í føroysku sjúkrakassunum, tá øll viðurskifti sjúkrakassanna eru avgreidd, verður latið sum stovnsfæ í Sjúkrakassagrunn Føroya. Endamál grunsins er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Grunnurin skal innan 1. apríl 2014 hava gjørt skrivligar leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til, og skal hava útgoldið alt fæið til Granskingargrunnin, ið hereftir hevur ábyrgd av umsitingini av fænum samsvarandi leiðreglunum, ið Sjúkrakassagrunnur Føroya hevur ásett.
Tórshavn, 22 desember 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður