Løgtingslóg nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar.
§ 1. Avseting til íløgugrunn samsvarandi reglunum givnum í hesi lóg kann verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni fyri tað inntøkuár, ið avsetingin verður gjørd ("avsetingarárið").
2. stk.6) Avseting til íløgugrunn kann fyrstu ferð verða gjørd fyri tað inntøkuár, sum er grundarlag fyri skattseting fyri skattaárið , og síðstu ferð fyri tað inntøkuár, sum er grundarlag fyri skattseting fyri skattaárið 1992 jfr. § 24 í skattalóguni, og fyri feløg nevnd í § 1 nr. 8-15 í skattalógini, verður avseting síðstu ferð gjørd fyri tað roknskaparskeið, sum fellur saman við ella endar í 1991, og fyri skattskyldugar einstaklingar, sum reka sjálvstøðugt vinnuvirki, verður avseting gjørd síðstu ferð fyri inntøkuárið 1991.
§ 2. Rætt til at avseta til íløgugrunn hava allir skattskyldugir einstaklingar, feløg, stovnar v.m., sum reka sjálvstøðugt vinnuvirki.
§ 3.1) 5) Avsetingar til íløgugrunnar kunnu bert verða nýttar til forskotsavskriving av útveganarútreiðslum viðvíkjandi maskinum, innbúgvi og tílíkum rakstrargøgnum, sum verða nýtt vinnuliga burturav, skipum til vinnuliga nýtslu og bygningum sambært § 17, 1. stk., litra a í løgtingslóg nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m. við seinni broytingum, sum skattlig avskriving kann verða gjørd av. Avsetingar til íløgugrunnar kunnu ikki verða nýttar til forskotsavskriving av útveganarútreiðslum av teimum í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m. nevndu ognum.
2. stk.2) Avsetingar til íløgugrunnar kunnu ikki verða nýttar til forskotsavskriving av maskinum, innbúgvi og tílíkum rakstrargøgnum, um útveganarpeningurin fyri hesi er 4.000 kr. ella minni.
3. stk. Avsetingar til íløgugrunnar kunnu ikki verða nýttar til forskotsavskriving av avráddum ella útroknaðum útveganarpeningi fyri ognir, sum enn ikki eru latnar ella fullgjørdar.
4. stk. Flyta samskattaðir hjúnafelagar ognir frá vinnuvirki hjá øðrum hjúnafelagnum til nýtslu í vinnuvirki hjá hinum hjúnafelagnum, so kann hin hjúnafelagin ikki nýta avsetingar til íløgugrunnar til forskotsavskriving av fluttu ognunum.
§ 4.3) 4) Avsetingin verður roknað av avlopinum av sjálvstøðugum vinnuvirki í avsetingarárinum - uppgjørdum eftir reglunum fyri uppgerð av skattskyldugari inntøku uttan skattafrádrátt og uttan avseting í rakstrargrunn við teim í hesi avlopsuppgerð viðtiknu rentuútreiðslum afturatløgdum og rentu- og vinningsbýtisinntøkum frádrignum. Avsetingin kann fyri tey í § 14 nr. 5 í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um landsskatt og kommunuskatt umrøddu feløgum v.m. í mesta lagi vera 35 % og fyri aðrar skattgjaldarar 20 %. Avsetingin skal í minsta lagi vera 5.000 kr.
2. stk. Ger hin skattskyldugi forskotsavskriving av avrádda byggipeninginum fyri skip eftir § 13 í avskrivingarlógini minkar avsetingin, sum hann kann gera sama inntøkuár við peningahædd, sum er jøvn við forskotsavskrivingina.
§ 5. Eftir at avsetingarárið er liðið, men áðrenn freistin er útrunnin fyri at lata inn sjálvuppgávu fyri avsetingarárið, skal á Føroya gjaldstovu vera sett inn á bundna konto peningahædd svarandi til avsetingina. Hjá skattskyldugum, sum skulu hava roknskap sambært galdandi lóggávu um partafeløg ella um bókhaldsskyldu, ella sum eru skyldugir at hava roknskap sambært kunngerð við heimild í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963, ella sum uttan at hava skyldu til tess hava roknskap, sum verður lagdur við sjálvuppgávuni, skal innskotið á bundna konto tó bert vera 50 % av avsetingini til íløgugrunn, treytað av, at avvarðandi roknskapir eftir tykki skattamyndugleikanna kunnu vera grundarlag fyri skattsetingini.
2. stk. Bundna kontoin verður nevnd "konto til íløgugrunn" og skal bera árit um navn og bústað hins skattskylduga og um roknskaparár virkisins og um avsetingarárið.
3. stk. Konto til íløgugrunn kann bert verða gjørd á Føroya gjaldstovu. Innskotið verður at renta við 5 % p.a. og rentan er skattafrí.
§ 6.4) Avseting til íløgugrunn kann ikki verða nýtt, fyrr enn 6 mánaðir eru farnir frá tí at hin sambært § 5 skylduga innseting á konto til íløgugrunn er gjørd.
2. stk. Avsetingin skal í heild vera nýtt, áðrenn 10 ár eru liðin frá avsetingarárinum. Henda freist kann eftir skrivligari umsókn verða longd av landsstýrinum ella honum, ið landsstýrið heimilar til tess, tá ið avvarðandi skjal prógvar, at hann ikki hevur ræði á orsøkunum til at nýtsla ikki er gjørd, áðrenn freistin er at enda.
3. stk. Hevur ein skattskyldugur sett av til íløgugrunn fleiri inntøkuár, kann avsetingin fyri ávíst inntøkuár ikki verða nýtt, fyrr enn allar eldri avsetingar eru nýttar.
§ 7. Nýtsla av avsetingum til íløgugrunnar til forskotsavskriving av ogn, sbr. § 3, kann bert verða gjørd fyri tað inntøkuár, ið skattlig avskriving eftir hinum reglunum í skattalóggávuni fyrstu ferð kann verða gjørd av somu ogn.
2. stk. Forskotsavskrivaða peningahæddin kann ikki verða drigin frá við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni.
3. stk. Tá ið avsetingar til íløgugrunnar eru nýttar til forskotsavskriving av ogn, skal skattlig avskriving av hesi ogn, eftir hinum reglunum í skattalóggávuni bert verða gjørd av útveganarpeninginum, tá ið forskotsavskrivaða peningahæddin er frádrigin.
§ 8. Tá skattskyldugur ynskir til fulnar ella lutvíst at nýta eina avseting til íløgugrunn, má hann lata inn fráboðan um hetta. Gjølligari fyriskipanir um hesa fráboðan, herundir hvørji próvskjøl skulu fylgja við og hvør stovnur skal viðgera hana, verða settar av landsstýrinum. Tá ið tað við viðgerðina av fráboðanini er staðfest, at treytirnar fyri nýtslu eru loknar, verður leysgivin av tí fæ, sum sett var á konto til íløgugrunn, tann peninganøgd, sum ætlan er at nýta í teimum førum, sum eru viðgjørd í § 5, 1. stk., 2. punktum, 50 % av peninginum.
§ 9. Er gjørd avseting til íløgugrunn, ikki nýtt ella ikki til fulnar nýtt til forskotsavskriving, áðrenn freistin, nevnd í § 6, 2. stk. er útrunnin, verður ikki nýtti peningurin og 5 % aftrat fyri hvørt ár frá enda avsetingarársins og til freistarlok lagdur aftrat skattskyldugu intøkuni fyri tað inntøkuár, ið freistin rennur út.
2. stk.6) Gjørd avseting til íløgugrunn, sum ikki verður nýtt sum nevnt í § 3, stk. 1, kann verða loyst, hóast freistin eftir § 6, stk. 2 ikki er útrunnin. Avsettir íløgugrunnar, sum verða loystir eftir hesum reglum, verða frígivnir á henda hátt:
- Íløgugrunnar, sum í roknskapi fyri tey roknskaparskeið, sum enda í ella fella saman við 1992, verða loystir eftir reglunum í hesum stk., verða frígivnir við 1/3 í 1993, 1/3 í 1994 og 1/3 í 1995. Útgjalding fyri hvørt árið verður aftaná 1. september.
- Íløgugrunnar, sum í roknskapi fyri tey roknskaparskeið, sum enda í ella fella saman við 1993, verða loystir eftir reglunum í hesum stk. verða frígivnir við ½ í 1994 og ½ í 1995. Útgjalding fyri hvørt árið verður aftaná 1. september.
- Íløgugrunnar, sum í roknskapi fyri tey roknskaparskeið, sum enda í ella fella saman við 1994, verða loystir eftir reglunum í hesum stk. verða frígivnir í 1995. Útgjalding verður aftaná 1. september 1995.
Tá íløgugrunnur verður loystur eftir hesum stk., verður avsetta upphæddin og 5% afturat fyri hvørt ár frá enda avsetingarársins og til enda av tí inntøkuári, tá upphæddin verður frágivin, løgd afturat skattskyldugu inntøkuni fyri tað inntøkuár íløgugrunnur verður loystur.
3. stk.6) Peningur, sum settur er á konto til íløgugrunn sambært § 5, er trygging av tí skattakravi, sum fylgir av stk. 1 og stk. 2. Peningurin kann ikki verða útgoldin fyrr enn skattakravið er goldið.
§ 10. Berst so á, at hin skattskyldugi doyr ella fer á húsagang, skal verða gjørd eftirskatting av avsetingum til íløgugrunnar, sum ikki eru nýttir, soleiðis at inntøka hins skattskylduga fyri avsetingarárini verður hækkað við avvarðandi upphæddum. Ásetanin í § 9, 2. stk., verður nýtt á samsvarandi hátt her.
2. stk. Somuleiðis verður atborið, um vinnuvirki verður niðurlagt ella latið av hendi, ella um felag v.m. verður avtikið uttan trotabúsviðgerð, tó so at skattaeftirgjaldingin í hesum førum ber rentu, sum er tann renta, ið geldur fyri konti til íløgugrunnar, fyri tíðina frá endanum av tí skattaári, ið eftirgjaldingin nemur.
3. stk. Tá ið vinnuvirki verður latið av hendi ella niðurlagt, kann líkningarráðið loyva, at avsetingin verður varðveitt við upprunaligu korunum, um so er, at ánarin innan 2 ár eftir sølu ella niðurløgu tekur við øðrum virki.
4. stk. Í teimum førum, tá ið ánari av vinnuvirki doyr, kann líkningarráðið loyva, at eftirlivandi hjúnafelagi tekur við avsetingini við treytunum, ið guldu fyri hin deyða, um so er, at virkið hoyrdi til felagsbúgvið og eftirlivandi hjúnafelagi tekur við felagsbúnum til at sita í óskiftum búgvi. Verður búgvið skift, kann samsvarandi loyvi verða givið einaarvingi eftir hin deyða.
§ 11. Um so er, at nýtsla verður gjørd av avseting til íløgugrunn - undantikin eru førini nevnd í 9. og 10. § - til annað endamál enn nevnt í 3. §, 1. stk., skal eftirskatting verða gjørd, soleiðis at aftrat skattskyldugu inntøkuni fyri avsetingarárið verður løgd avvarðandi peninganøgd, og tað skattaeftirkrav, ið kemur burturúr skal verða økt við 100 prosenta viðbót. Aðrar møguligar ognir, sum standa inni á konto til íløgugrunn viðvíkjandi avsetingarárinum tæna sum trygging av hesum kravi.
§ 12. Forskotsavskriving eftir hesi lóg verður, tá ið annað ikki er fyriskipað, javnmett við skattligar avskrivingar, sum verða gjørdar eftir lóg um skattligar avskrivingar v.m.
§ 13. Roknskapur hjá bókhalds- ella roknskaparskyldugum skulu fyri avsetingarárið og eftirfylgjandi ár verða settir upp soleiðis, at teir innihalda tær bókingar, sum eru neyðugar fyri eftirlit við gjørdum avsetingum til íløgugrunnar og við røttu nýtslu avsetinganna. Gjølligari reglur um hetta verða settar av líkningarráðnum.
§ 14. Avhending, veðseting ella annar rættarhandil viðvíkjandi gjørdum innskotum á konto til íløgugrunn kunnu ikki fara fram, eins og innskotini ikki heldur kunnu verða kravd av ognarum fyri skuld, smb. tó § 10.
§ 15. Rentur, sum verða aftratskrivaðar konto fyri íløgugrunn kunnu verða tiknar út sambært teimum reglum, ið landsstýrið setur um hetta.
§ 16. Er innskot á konto til íløgugrunn gjørt við 50 prosentum av avsetingini og ger líkningarvaldið av, at framlagdi roknskapurin ikki kann mynda grundarlag undir skattsetingini, smbr. § 5, 1. stk., 2. puntkum, verður játtaður frádráttur fyri íløgugrunns- avseting javnur við innskotið á kontoina.
2. stk. Hin skattskyldugi kann í teimum førum, sum nevnd eru í 1. stk., áðrenn mánaður er liðin frá avgerð líkningarvaldsins boða frá, at hann ynskir heilt at sláa av at gera avseting fyri hetta avsetingarár, ella at hann ynskir gjørdu avseting varðveitta alla sum hon er. Í fyrrnevnda førinum hevur hann, tá ið líkningin er broytt í samsvari við framsetta áheitan, rætt til at fáa leysgivið gjørda innskot á kontoina. Í seinna førinum skal hann innan mánað frá avgerð líkningarvaldsins við meiri inngjalding fáa heildarinnskotið á kontoina upp á peningahædd svarandi til gjørdu avsetingina henda inngjalding skal verða gjørd uttan mun til kæru um avgerð líkningarvaldsins.
3. stk. Meiri innskot á konto til íløgugrunn gjørd sambært ásetanunum í 2. stk. verða roknað sum gjørd samstundis við upprunaliga innskotið fyri avvarðandi avsetingarár. Renting byrjar tó ikki fyrr enn innskotið er gjørt.
§ 17. Landsstýrið setur gjølligari reglur um útinnan av hesi lóg og er heimilað at bera tær útreiðslur, sum av henni standast.
§ 18. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin og verður fyrstu ferð nýtt við skattaálíkningina fyri skattaárið.