Skriva út

Midlertidig bestemmelse nr. 26 frá 24. september 1945 for Færøerne om Inddrivelse af personlig landsskat.

§ 1. 1) Dómur um panting av persónligum landsskatti verður sagdur av sorinskrivaranum.

§ 2 1) Tá sorenskrivarin hevur heimilað panting av eftirstøðum av persónligum landsskatti, verður tað kungjørt av Toll- og Skattstovu Føroya í tí til rættarkunngerðir góðkenda blað við lýsing um heimilanina og um dagin fyri byrjan pantingarinnar; hesin dagur kann ikki verða ásettur til nakran dag fyrr enn eina viku eftir, at lýsingin hevur verið sett í blaðið. Nærri kunngerð ella boðan um pantingina til tann einstaka skuldaran er óneyðug.

§ 3. 1) Panting av persónligum landsskatti verður framd av persónum, sum stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur heimilað til tess.
Viðvíkjandi mótmælum verður farið fram sum ásett í gr. 7, 3. stk., í lóg nr. 85, 30. mars 1935.

§ 4. 1) Tey gjøld, sum standa samband við hesar pantingar, smbr. Kunngerð nr. 27, 24. september 1945, falla til landskassan, sum rindar allar útreiðslur til pantingarnar, herundir vitnisgjøld og ferðaútreiðslur, um ikki borgan fæst hjá rekvisitus. Útreiðslurnar til ta til pantingarnar neyðturvuligu hjálp til stjóra Toll- og skattstovunnar verða eisini goldnar av landskassanum.

§ 5. Reglurnar í lóg nr. 85, 30. mars 1935 verða við broytingum, sum fylgja av omanfyristandandi ásetanum, framvegis í gildi.

§ 6. Hesar ásetanir koma í gildi 1. oktober 1945.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 89 frá 15.11.1999, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í "midlertidig bestemmelse nr. 26 af 24. September 1945 for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen" úr gildi.