Skriva út

Løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.

§ 1. 1) Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at taka gjøld í sambandi við innkrevjing av skattum, avgjøldum, rokningum fyri almennar stovnar, afturhaldsskyldugum sosialum veitingum, alimentatión o.l.
2. stk. 1) 2) Toll- og Skattstova Føroya fremur panting fyri gjøld eftir stk. 1 eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.
3. stk. 1) 2) Toll- og Skattstova Føroya kann eftirhalda í A-inntøku skuldarans eftir reglunum fyri eftirhald í § 136 í samtíðarskattalógini.
4. stk. 1) 2) Toll- og Skattstova Føroya kann í serligum førum eftirgeva gjøld eftir hesi lóg.

§ 2. Føroya Landstýri ásetir í kunngerð tær upphæddir, sum verða kravdar sambært hesi lóg.

§ 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 76 frá 20.05.1996,
2) Broytt við ll. nr. 90 frá 15.11.1999, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan við seinni broyting úr gildi.
  • Kunngerðir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at