Løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald
I. Avgjaldsskyldug virki
§ 1.6) Avgjald verður goldið til landskassan av hesum virkjum, sum móti samsýning lata tænastur:
- Læknavirksemi, tannlækna- og annað dentalvirksemi, kiropraktik, fysioterapi og onnur verulig heilsurøkt.
- Tryggingarvirksemi.
- Banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemið.
2. stk. 6) Avgjaldsskyldan eftir stk. 1 fevnir tó ikki um Vinnuframagrunnin, Færøernes Realkreditinstitut, Húsalánsgrunnin, Búnaðargrunnin, Fíggjargrunnin frá 1992, Framtaksgrunnin.
§ 2. 8) Verandi virki, sum eru avgjaldsskyldug, skulu verða skrásett hjá TAKS.
§ 3. 8) TAKS útflýggjar virkjum fráboðan um, at tey eru skrásett eftir § 2.
2. stk. Fráboðan til skrásetingar skal fara fram í seinasta lagi 8 dagar, áðrenn virkið byrjar. Broytingar í skrásetingarviðurskiftunum skulu verða fráboðaðar í seinasta lagi 8 dagar aftaná, at broytingin er gjørd.
3. stk. 4) Um eitt virki ikki hevur deild ella líknandi her á landi skal tað verða skrásett við einum persóni, sum er búsitandi her á landi, ella við einum virki, sum hevur handilsstað her á landi. Ásetingarnar í 1. pkt eru ikki galdandi í tann mun, annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin (Hoyvíkssáttmálanum)II. Avgjaldssatsurin og avgjaldsgrundarlagið
§ 4. Avgjaldið er 2,5% av avgjaldsgrundarlagnum fyri virki nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1.
2. stk. 7) 8) Avgjaldið er 10% av avgjalds grund arlagn um fyri virki, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 2 og 12% av avgjaldsgrundarlagnum fyri virki, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 3.§ 5. Avgjaldsgrundarlagið er fyri tey í § 1, stk. 1, nr. 1 nevndu virkir útgoldin A-lønarupphædd hjá virkinum við avlopi av sjálvstøðugum vinnuvirki afturatløgdum ella undirskoti frádrignum, gjørt upp eftir reglunum fyri uppgerð av skattskyldugari inntøku.
2. stk. Avgjaldsgrundarlagið er fyri tey í § 1, stk. 1 nr. 2 og 3 nevndu virki útgoldna A-lønarupphæddin hjá virkinum í avgjaldstíðarskeiðnum.
3. stk. Í samband við uppgerð av lønarupphæddini, skal lønarsamsýning í naturalia viðroknast í lønarupphæddina í tann mun, tað gevur rætt til frítíðarendurgjald sambært frítíðarlógini.
4. stk. Virkir, sum bæði hava virksemi eftir § 1, stk. 1 og annað virksemi, skulu grundað á eitt økisuppbýti av virkinum, gera eitt býti av virkisins lønarupphædd og yvirskoti ella halli, sum viðvíkir tí avgjaldsskylduga partinum av virkinum, ávikavist restini av virkinum. Landsstýrið kann áseta nærri reglur fyri uppgerðina av avgjaldsgrundarlagnum eftir 1. og 2. pkt.III. Uppgerð og inngjalding av avgjaldinum
§ 6. Avgjaldstíðarskeiðið er ársfjórðingurin.
2. stk. 8) TAKS skal í seinasta lagi 7 dagar aftaná, at avgjaldstíðarskeiðið er úti, senda fyribils uppgerð og krav til avgjaldsskylduga virki um avgjaldsgrundarlagið og avgjaldsupphæddina.
3. stk. Grundarlagið fyri fyribils ársfjórðingsuppgerðini er útgoldna A-lønarupphæddin og 25% av fyribils skrásettu B-inntøkuni hjá sjálvstøðugt vinnurekandi.
4. stk. Avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið fellur til gjaldingar og skal inngjaldast í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðnum.
5. stk. 2) 5) Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
6. stk. Er síðsti rættstundis inngjaldingardagur ein leygardagur, sunnudagur ella halgidagur, verður freistin flutt til fyrsta gerandisdag.
7. stk. Er avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið minni enn 50 kr., kann sleppast undan at gjalda upphæddina.
8. stk. Endaliga uppgerðin og inngjaldingin av avgjaldinum, grundað á samlaða avgjaldsgrundarlagið, skal gerast eftir reglunum í § 7.§ 7. Fyribils uppgerðin og inngjaldingin av avgjaldi eftir § 6, skal regulerast í mun til tað samlaða avgjaldsgrundarlagið hjá virkinum. Reguleringin skal gerast aftaná, at inntøkuárið hjá virkinum er farið. Í samband við endaligu skattauppgerðina og inngjaldingina av avgjaldinum, er uppgerðartíðarskeiðið inntøkuárið hjá virkinum. Írestandi avgjaldið skal gjaldast í seinasta lagi leypandi mánað og 10 dagar aftaná, at kravið er útskrivað.
2. stk. Fer fyribils avgjaldsinngjaldingin hjá virkinum eftir § 6 uppum tað endaliga uppgjørda avgjaldið, verður tað ov nógv inngoldna avgjaldið afturgoldið í seinasta lagi 3 vikur roknað frá síðsta rættstundis innsendan av sjálvuppgávu, um so er, at sjálvuppgávan er innsend rættstundis.
3. stk. 8) Kann TAKS orsakað av viðurskiftum hjá virkinum ikki kanna avgjaldsgrundarlagið fyri viðkomandi uppgerðartíðarskeið, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, inntil viðurskiftini hjá virkinum ikki longur forða fyri eftirliti.
4. stk. 8) Útgjalding fer bert fram, um TAKS hevur móttikið sjálvuppgávu fyri undanfarin ár.
5. stk. Krav upp á avgjald og møguligar rentur fyri eldri uppgerðartíðarskeið verður mótroknað í sambandi við útgjalding, sjálvt um kravið ikki er forfallið.
6. stk. Afturgjaldingarupphæddir lægri enn 50 kr., verða ikki útgoldnar.
7. stk. 1) 8) Lønhæddaravgjald, ið ikki er goldið rættstundis, kann saman við rentum verða innheintað av TAKS við panting eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.
8. stk. Lønhæddaravgjald, ið ikki er goldið rættstundis, kann saman við rentum verða innheintað við eftirhaldi í A-inntøkuni hjá viðkomandi eftir reglunum í skattalógini um innheinting av skatti.§ 8. Fyriliggur sjálvuppgávan fyri eitt uppgerðartíðarskeið ikki rættstundis, verður avgjaldið hækkað fyri viðkomandi tíðarskeið við 1%, tó í minsta lagi við 300 kr. og í mesta lagi við 1.000 kr.
2. stk. 8) TAKS kann frítaka fyri hækking av avgjaldi eftir stk.1, tá ið serligar umstøður tala fyri hesum.§ 9. 8) Fyri virkir, sum bert verða rikin í stutta tíð, kann TAKS áseta, at uppgerðartíðarskeiðið er tað tíðarskeiðið, sum virkið verður rikið í. TAKS kann somuleiðis fyri tílík virki, stytta um freistirnar fyri at senda uppgerð og krav út, og fyri at inngjalda avgjaldið.
§ 10. 8) Um eitt virki fleiri ferðir ikki hevur goldið avgjaldið rættstundis, kann TAKS stytta avgjaldstíðarskeiðið umframt freistina fyri inngjalding av avgjaldinum. Sama er galdandi:
1) Um virki ella tess ánari:
a) í samband við úttøku ikki er førur fyri at rinda sína skuld.
b) hevur steðgað sínum gjaldingum,
c) er undir fríari akkord ella likvidatión ella
d) er undir konkursviðgerð ella samráðing er byrjað um tvangsakkord.2) Um deyðsbúgvið hjá virkisánara verður viðgjørt eftir kapitli III í skiftilógini.
§ 11. 8) Verður staðfest, at eitt virki hevur givið skeiva sjálvuppgávu soleiðis, at virkið hevur rindað ov lítið í avgjaldi, krevur TAKS virkið eftir tí skyldugu upphæddini til gjaldingar í seinasta lagi 14 dagar eftir uppkrav.
2. stk. 8) Kann støddin á tí avgjaldi, sum virkið skal rinda, ikki gerast upp við grundarlagi í roknskapum virkisins, ella tí, at sjálvuppgávan ikki verður latin inn, kann TAKS gera eina áseting grundað á meting av avgjaldsgrundarlagnum.
3. stk. Rindað verður eitt gjald uppá 50 kr. fyri áminningarskriv um rindan av avgjaldi.§ 12. Fyri rindan av avgjaldi eftir hesari lóg heftir tann ið, sum eigari, uppsitari ella líknandi, rekur virkið fyri egna rokning. Er eitt útlendskt virki skrásett við einum umboðsmanni her sambært § 3, stk. 3, bera hesin og virkið samábyrgd fyri rindan av avgjaldinum.
§ 13. 3) (Sett úr gildi)
IV Eftirlitsreglur
§ 14. 1) 8) TAKS hevur, um tað verður mett neyðugt, til eina og hvørja tíð móti hóskandi samleikaprógv uttan rættarúrskurð atgongd til at gera kanningar í hølum, sum verða brúkt av virkjunum, og til at kanna roknskapartilfar v.m. hjá virkjunum.
2. stk. 8) Handhavi hjá virkjunum og starvsfólk skulu vera TAKS til hjálpar í samband við kanningar, nevndar í stk.1.
3. stk. 8) Tilfarið, nevnt í stk.1, skal eftir umbøn útflýggjast ella innsendast TAKS.
4. stk. 8) Til umsitingina av hesi lóg verður heimilað TAKS at nýta persóntalið.§ 15. 8) Løgreglan veitir TAKS hjálp sambært reglum, ið verða ásettar eftir samráðing millum landsstýrið og landfútan.
2. stk. 8) Skattamyndugleikarnir á staðnum skulu geva TAKS upplýsingar um viðurskifti av týdningi fyri eftirlitið við uppkrevjan av avgjaldi, sum teir við skattligum eftirliti fáa kunnleika um.
3. stk. Landsstýrið kann áleggja skattamyndugleikunum á staðnum í samband við skattligar kanningar at útvega upplýsingar av týdningi fyri eftirlitið við uppkravdum avgjaldsupphæddum. Virkini skulu eftir umbøn lata skattamyndugleikunum sovorðnar upplýsingar.V Klagureglur 10)
§ 16. 10) Strikað
§ 17. 10) Strikað
VI Revsireglur
§ 18. Við sekt verður tann revsaður, ið við vilja ella av grovum ósketni:
- Gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella ikki gevur upplýsingar at nýta í samband við eftirlitið við uppkravdum avgjaldi ella eftirlitið við afturgjalding.
- Brýtur § 14, stk. 2 ella 3, § 15, stk. 3, 2. pkt.
2. stk. Í fyriskipanum sambært hesi lóg, kann sekt áleggjast tí, sum við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskipanunum.
3. stk. 8) Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja við tí í hyggju at sleppa undan at rinda avgjald til landskassan, verður sektaður ella fær fongsil í upp til 2 ár.
4. stk. Fyri lógarbrot, sum verða framd av partafeløgum, smápartafeløgum ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.§ 19. Verður eitt lógarbrot ikki mett at føra til strangari revsing enn sekt, kann TAKS boða viðkomandi frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarviðgerð, um so er, at viðkomandi viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar, at hann innan eina nærri ásetta freist, sum eftir áheitan kann verða longd, vil gjalda eina í fráboðanini tilskilaða sekt.
2. stk. Viðvíkjandi fráboðanini, umrødd í stk. 1, verða reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglusakum í nýtslu samsvarandi.
3. stk. Verður sektin goldin rættstundis, ella verður hon sambært góðkenning innheintað ella avsitin, fellur víðari rættarsókn burtur.
4. stk. 9) StrikaðVII Gildiskomureglur v.m.
§ 20. Landsstýrið kann áseta nærri reglur fyri fremjing av lógini, herímillum roknskaparreglur, og skipa fyri eftirlitsfyriskipanum.
§ 21. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1994 og er galdandi fyri útgoldna A-inntøku, veitt naturalia og yvirskot av sjálvstøðugum vinnuvirki frá hesum degi.
2. stk. Fyri virkir, fevnd av avgjaldsskylduni í § 1, og sum ikki nýta álmanakkaárið sum uppgerðartíðarskeið, er fyrsta uppgerðartíðarskeið hjá virkinum frá 1. januar 1994 til endan av inntøkuárinum. Viðvíkjandi yvirskoti ella undirskoti hjá virkinum, so sum nevnt í § 5, verður avgjaldsgrundarlagið fyri hetta uppgerðartíðarskeið roknað lutfalsliga svarandi til lutfallið millum longdina á hesum tíðarskeiði og inntøkuárið hjá virkinum.