Løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Lógarøki
§ 1. 1) Skyldu til at rinda tøkugjald sbrt. hesari løgtingslóg hava allar fyritøkur og allir einstaklingar, sum reka vinnuliga alivinnu í Føroyum. Sum alivinna verður roknað virksemi á smoltstøðum, aling av fiski í sjónum og kryvjing á landi.
Tøkugjald
§ 2. 4) Fyritøkur og einstaklingar, sum eru fevnd av § 1, skulu í sambandi við tøku av alifiski rinda avgjald til landskassan.
Stk. 2. Avgjaldsgrundarlagið er grundað á mánaðarligu tøkuna av alifiski í kruvdari vekt, faldað við miðal altjóða marknaðarprísinum í sama mánaði.
Stk. 3. Við átekning í fíggjarlógini til inntøkujáttanina í fíggjarárinum verður ásett, hvør altjóða marknaðarprísur verður nýttur.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð tey roknskapartøl, sum alifyritøkurnar skulu lata inn, so miðal framleiðslukostnaðurin fyri hvørt hálvár kann gerast upp.
Stk. 5. Við støði í skjali 1 almannakunnger landsstýrismaðurin hvørt hálvár, hvør miðal framleiðslukostnaðurin er.
§ 2 a. 4) Gjaldið eftir § 2 verður ásett sum ásett í skjali 2.
Stk. 2. Gjald verður ikki rindað av tøku, ið landsdjóralæknin hevur álagt alara at fremja, og sum ikki kann seljast til marknaðarvirði.
Stk. 3. Upplýsingar um mánaðarligu tøkuna av alifiski skulu innan 15. í mánaðinum aftan á tøkuna latast TAKS. Um upplýsingarnar ikki verða latnar TAKS innan ásettu freistina, verður sekt upp á kr. 1.000 løgd afturat tøkugjaldinum fyri avvarðandi mánað.
Stk. 4. Tøkugjaldið fellur til gjaldingar í fýra gjøldum ávikavist 1. februar, 1. mai, 1. august og 1. november við gjaldfreist tann 20. í mánaðinum. Verður gjaldið ikki goldið rættstundis, verður renta roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum.
§ 3. Strikað 1)
Kærumøguleikar
§ 4. 3) Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina
Stk. 2. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Pantiheimild
§ 5. Avgjald, skattur og sekt, sum stava frá hesi løgtingslóg, og eru fallin til gjaldingar, kunnu saman við rentum og innkrevjingarkostnaði verða innheintað við panting.
Stk. 2. TAKS fremur pantingina eftir reglunum í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt fyri innkrevjing av skattum.
Gildiskoma
§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi frá framløgudegnum. Men tó fær § 3 gildi frá 1. januar 2014.
Skjal 1 4)
Hátturin, ið verður nýttur til at finna miðal framleiðslukostnaðin
Framleiðslukostnaður =
+ Kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar
+ Goymslubroytingar
+ aðrir uttanhýsis kostnaðir
+ starvsfólkakostnaðir
+ av- og niðurskrivingarkostnaðir
÷ tøkugjaldið til landskassan.
Kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar: Kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar eru sum oftast uppgivnir í rakstrarroknskapinum sum ein serstakur postur. Tó upplýsa summar fyritøkur einans aðrar uttanhýsis kostnaðir í einum bruttoposti, har kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar eru innroknaðir. Í slíkum føri eru tað einans aðrir uttanhýsis kostnaðir, sum verða nýttir í útrokningini.
Goymslubroytingar: Her er talan um goymslubroytingar av lidnum vørum og vørum í gerð. Virðið á goymslubroytingunum er tað í rakstrarroknskapinum uppgivna virðið.
Aðrir uttanhýsis kostnaðir: Aðrir uttanhýsis kostnaðir eru uppgivnir í rakstrarroknskapinum. Summar fyritøkur uppgeva aðrar uttanhýsis kostnaðir í einum bruttoposti, sum eisini umfata kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar. Aðrar fyritøkur skilja ímillum aðrar uttanhýsis kostnaðir og kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar. Fyri útrokningina er tað umráðandi, at bæði aðrir uttanhýsis kostnaðir og kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar verða tiknir við.
Starvsfólkakostnaðir: Starvsfólkakostnaðir eru teir, ið eru uppgivnir í rakstrarroknskapinum.
Av- og niðurskrivingar: Tað eru av- og niðurskrivingarnar í rakstrarroknskapinum, sum skulu nýtast.
Tøkugjaldið til landskassan: Hjá alifyritøkunum er tøkugjaldið ein kostnaður, sum verður skrásettur í rakstrarroknskapinum, undir Aðrir uttanhýsis kostnaðir. Miðal framleiðslukostnaðin verður nýttur sum grundarlag í sambandi við uppgerð av tøkugjaldinum og tískil er tøkugjaldið í hesum høpi ikki at meta sum ein framleiðslukostnaður og verður tí trekt frá í útrokningini.
Miðal framleiðslukostnaðurin fyri kilo er samlaði framleiðslukostnaðurin/tøkan í kruvdari vekt.
Hetta roknistykkið verður gjørt fyri alipartin hjá alifyritøkunum í Føroyum. Uppgerðin verður gjørd við støði í
roknskapunum hjá føroysku alifyritøkunum.
Skjal 2 4)
Tøkugjaldsstigin, ið vísir, hvussu gjaldið er treytað av marknaðarprísinum
Gjaldið verður ásett soleiðis:
P = miðal altjóða marknaðarprísur í DKK pr. kg.
K = miðal framleiðslukostnaður í DKK pr. kg.
- Er P minni enn K, er gjaldið 0,5%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K, men minni enn K pluss 5 kr., er gjaldið 2,5%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 5 kr., men minni enn K pluss 15 kr., er gjaldið 5,0%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 15 kr., men minni enn K pluss 20 kr., er gjaldið 7,5%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 20 kr., men minni enn K pluss 25 kr., er gjaldið 10,0%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 25 kr., men minni enn K pluss 30 kr., er gjaldið 12,5%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 30 kr., men minni enn K pluss 35 kr., er gjaldið 15,0%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 35 kr., men minni enn K pluss 40 kr., er gjaldið 17,5%.
- Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 40 kr., er gjaldið 20,0%.
Talva 1
Prísur | Gjald |
P<K | 0,5% |
K P < K+5 | 2,5% |
K+5 P < K+15 | 5,0% |
K+15 P < K+20 | 7,5% |
K+20 P < K+25 | 10,0% |
K+25 P < K+30 | 12,5% |
K+30 P < K+35 | 15,0% |
K+35 P < K+40 | 17,5% |
P>K+40 | 20,0% |