Løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Gildisøki
§ 1. Henda løgtingslóg er galdandi fyri motorakfør, ið eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, tó undantikið prutl.
Kapittul 2
Virðisavgjald
§ 2. Fyri skrásetingarskyldug motorakfør, sbr. § 1, verður ásett eitt skrásetingargjald, ið er eitt virðisgjald.
Stk. 2. Avgjaldskylduga virðið er CIF-virðið á motorakfarinum við allari tí útgerð, motorakfarið hevur, tá tað stendur í føroyskari havn.
Stk. 3. Virðisavgjald verður goldið í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett.
Stk. 4. Fyri innflutt nýggj motorakfør, ið hava verið á goymslu her á landi í meira enn eitt ár, verður virðisavgjaldið lækkað 10% fyri hvørt byrjað ár, tó ongantíð meira enn 30%.
§ 3. Fyri persónvognar verður goldið 50% í virðisavgjaldi av avgjaldskylduga virðinum til og við 100.000 kr., og 75% verður goldið í virðisavgjaldi av avgjaldskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.
Stk. 2. 10) 14) Persónbilar við hybrid tøkni (HEV) ella plugin-hybrid tøkni (PHEV), og sum verða skrásettir frá 1. januar 2021, skulu rinda 30% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 kr. og 45% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.
Stk. 3. 10) 14) Persónbilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum verða skrásettir í:
1) 2025 skulu rinda 7,5% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 11,25% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000,
2) 2026 skulu rinda 15% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 22,5% av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000,
3) 2027 skulu rinda 22,5% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 33,75% av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000, og
4) 2028 og fylgjandi ár 30% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 45% av avgaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000.
§ 4. Fyri vøruvognar verður goldið 20% í virðisavgjaldi av avgjaldskylduga virðinum.
Stk. 2. Verður vøruvognur skrásettur sum persónvognur, áðrenn 10 ár (120 mánaðir) eru gingin frá skrásetingini sum vøruvognur, verður virðisavgjaldið goldið sbrt. § 3, stk. 1, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 120 mánaðunum.
§ 5. 3) Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3 er virðisavgjaldið 35% av avgjaldskylduga virðinum. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, ið hava verið endaliga skrásettar uttanlands, og eru yngri enn 5 ár, er virðisavgjaldið 35% av avgjaldskylduga virðinum sbrt. § 6. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, ið hava verið endaliga skrásettar uttanlands, og eru 5 ár og eldri, er virðisavgjaldið 65% av avgjaldskylduga virðinum sbrt. § 6.
§ 6. Fyri motorakfar, ið hevur verið endaliga skrásett uttanlands í minni enn 5 ár, verður avgjaldskylduga virðið niðurskrivað 10% árliga av upprunaliga virðinum á motorakfarinum, tá tað var spildurnýtt.
Stk. 2. Fyri motorakfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í 5 ár ella longri, er avgjaldskylduga virðið 50% av upprunaliga virðinum á motorakfarinum, tá tað var spildurnýtt.
§ 7. Undantikin virðisavgjaldi eru:
- 10) Hýru- og skúlaakfør. Fyri at skráseta motorakfar sum hýru- ella skúlavogn krevst loyvi frá Akstovuni. Verður hýru- ella skúlavognur skrásettur til privata nýtslu, áðrenn 20 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum hýru- ella skúlavognur, verður virðisavgjaldið goldið, sbrt. §§ 3-5, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 20 mánaðunum. Verður hýru- ella skúlavognur seldur til sama vinnuliga endamál, skal keyparin hava loyvi frá Akstovuni. Hesar ásetingar eru eisini galdandi fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, sum verða nýttar til skúlakoyring.
- Neyðsendarakfør og líkvognar. Verður neyðsendarakfar ella líkvognur skrásettur til privata nýtslu, áðrenn 36 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum neyðsendarakfar ella líkvognur, verður virðisavgjaldið goldið, sbrt. §§ 3 ella 4, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 36 mánaðunum.
- Smábussar til 10-19 fólk, føraran íroknaðan, sum eru góðkendir til vinnuligan ferðafólkaflutning. Verður smábussurin, sum er góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, skrásettur sum persónvognur, áðrenn 120 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum smábussur, góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, verður virðisavgjaldið goldið, sbrt. § 3, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 120 mánaðunum.
- Smábussar og persónvognar til fleiri enn 5 fólk, føraran íroknaðan, sum verða skrásettir til at koyra fólk á ellis- og røktarheimum, sambýlum, vardum bústovnum og vardum verkstøðum. Smábussurin ella persónvognurin skal við loyvi frá Akstovuni skrásetast í navni stovnsins. Verður smábussurin ella persónvognurin skrásettur til aðra privata nýtslu, áðrenn 72 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini í navni stovnsins, verður virðisavgjald goldið, sbrt. § 3, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 72 mánaðunum.
- Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg.
- Bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg.
- Tjaldbilar (autocamparar), ið upprunaliga eru verksmiðjuframleiddir sum tjaldbilar. Uppbygdir tjaldbilar, ið upprunaliga ikki eru verksmiðjuframleiddir sum tjaldbilar, skulu lúka fylgjandi treytir: Eginvektin skal vera oman fyri 2.500 kg., hæddin í tjaldkabinuni skal vera í minsta lagi 170 cm. Motorakfarið skal vera innrættað sum tjaldbilur við fast uppsettum køki og møguleika at reiða upp til í minsta lagi 4 verulig sovipláss. Tað skal ikki vera neyðugt at taka burtur ella flyta bilsetur fyri at nýta køkin.
- 1) 3) 10) 14) Motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, og sum eru skrásett í seinasta lagi 31. desember 2024.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur fyri motorakfør í stk. 1.
Kapittul 3
CO2-avgjald
§ 8. 5) Fyri skrásetingarskyldug motorakfør verður goldið CO2-avgjald. CO2-avgjaldssatsirnir verða ásettir við støði í kanningarhættunum, New European Driving Cycle, NEDC, og Worldwide Harmonized Light Vehicle Test Procedure, WLTP. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).
Stk. 2. CO2-avgjaldið verður goldið í landskassan, tá ið motorakfarið verður skrásett.
Stk. 3. 5) CO2-avgjaldssatsirnir eru ásettir í skjali 1.
Stk. 4. Er CO2-útlátið ikki upplýst fyri motorakfarið, skal motorakfarið gjalda 25% eyka í virðisgjaldi oman á virðisgjaldið sbrt. §§ 3 ella 4, stk. 1. Hetta er tó ikki galdandi, um motorakfarið rindar umhvørvisgjald sbrt. kapitli 4 í hesi lóg.
§ 9. Undantikin CO2-avgjaldi eru:
- Motorsúkklur sbr. § 5.
- Neyðsendarakfør og líkvognar undir 3.500 kg. Verður neyðsendarakfar ella líkvognur skrásettur til privata nýtslu, áðrenn 3 ár (36 mánaðir) eru gingin frá skrásetingini sum neyðsendarakfar ella líkvognur, verður CO2-avgjaldið goldið, sbrt. § 8, stk. 3.
- Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg.
- Bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg.
Kapittul 4
Umhvørvisavgjald á lastbilar, bussar og vøruvognar
§ 10. Fyri lastbilar, bussar og ávísar vøruvognar verður goldið umhvørvisavgjald, ásett eftir euronorminum.
Stk. 2. Umhvørvisavgjaldið verður goldið í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett.
Stk. 3. Umhvørvisavgjald á lastbilar, har heildarvektin er oman fyri 3.500 kg., verður ásett við euronorminum sum útrokningargrundarlagi.
Stk. 4. Umhvørvisavgjald á bussar, har heildarvektin er oman fyri 5.000 kg., verður ásett við euronorminum sum útrokningargrundarlagi.
Stk. 5. Umhvørvisavgjald á vøruvognar, sum ikki hava CO2-útlátið upplýst á typugóðkenningini, verður ásett við euronorminum sum útrokningargrundarlagi.
Stk. 6. 2) 5) Umhvørvisgjaldið verður rokanað við satsunum, ið eru ásettir í skjali 2.
Stk. 7. Er eingin euronormur upplýstur fyri motorakfarið, ið skal rinda umhvørvisavgjald sbrt. hesi grein, verður umhvørvisavgjaldsatsurin til euronorm I í stk. 6 nýttur sum útrokningargrundarlag til umhvørvisavgjaldið.
Kapittul 5
Burturbeiningargjald
§ 11. Burturbeiningargjald á 5.000,- kr. verður goldið í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett.
§ 12. Burturbeiningargjaldið verður afturgoldið úr landskassanum, tá motorakfarið verður burturbeint.
Stk. 2. Móttøkustøðin fær 1.000,- kr. av afturgoldna burturbeiningargjaldinum, tá motorakfarið verður endaliga burturbeint.
Stk. 3. Eigarin av motorakfarinum fær 4.000,- kr. av afturgoldna burturbeiningargjaldinum úr landskassanum, tá motorakfarið verður endaliga burturbeint.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur fyri útgjalding av burturbeiningargjaldinum.
§ 13. Motorakfør kunnu bert latast inn til góðkenda móttøkstøð til endaliga burturbeining.
§ 14. Motorakfør, ið vóru skrásett, áðrenn henda lóg kom í gildi, fáa burturbeiningargjald afturgoldið sbrt. § 12.
§ 15. Reglurnar um burturbeiningargjald eru ikki galdandi fyri motorsúkklur.
Kapittul 6
Uppbygging av motorakførum
§ 16. Skrokknummar má bert verða flutt, broytt, burturbeint ella ísett við loyvi frá Akstovuni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um avgjøld sbrt. hesi lóg, tá akfør verða uppbygd aftaná ferðsluskaða, slit, tering o.a.
Kapittul 7
Útflutningur av motorakførum
§ 17. Virðisgjaldið, ið er goldið sbrt. hesi lóg, fæst lutfalsliga afturgoldið, um motorakfarið verður tikið úr føroysku skrásetingini og flutt av landinum. Afturgoldna virðisavgjaldið verður lækkað 10% árliga við aldrinum á motorakfarinum.
Stk 2. Skrásetingargjald, ið er goldið sambært løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald av motorakførum, fæst lutfalsliga afturgoldið, um motorakfarið verður tikið úr føroysku skrásetingini og flutt av landinum. Afturgoldna skrásetingargjaldið verður lækkað 10% árliga við aldrinum á motorakfarinum
Stk. 3. 2) Virðisavgjaldið verður ikki afturgoldið fyri motorakfar, ið hevur verið skrásett í Føroyum í, meira enn 10 ár, um motorakfarið verður tikið úr føroysku skrásetingini og flutt av landinum.
§ 18. 3) Tá ið motorakfar verður tikið úr føroysku skrásetingini og flutt av landinum, verður burturbeiningargjald afturgoldið.
§ 19. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur fyri útgjalding av virðisavgjaldi og burturbeiningargjaldi, um motorakfar verður tikið úr føroysku skrásetingini og flutt av landinum.
§ 20. 4) Er skaði á motorakfarinum, sum verður tikið úr føroysku skrásetingini og flutt av landinum, skal virðið á skaðanum mótroknast, áðrenn møguligt virðisavgjald burturbeiningargjald verður afturgoldið.
Stk. 2. Virðið á skaðanum er kostnaðurin av at umvæla skaðan, sum tryggingarfelag metir og ger upp fyri eigarans rokning.
§ 21. Verður motorakfar, sum er útflutt og hevur fingið afturgoldið virðisgjaldið og burturbeiningargjaldið, flutt inn aftur til Føroyar, skal eigarin gjalda virðisgjaldið og burturbeiningargjaldið aftur í landskassan, sum varð afturgoldið, tá motorakfarið varð flutt av landinum.
Kapittul 8
Skjalprógv
§ 22. 3) Tann, ið letur eitt motorakfar skráseta, bilasøla, innflytari ella eigari, hevur skyldu at lata Akstovuni skjøl og upplýsingar, ið eru neyðug fyri at fáa motorakfarið skrásett.
Stk. 2. Tann, ið letur eitt innflutt, brúkt motorakfar skráseta, bilasøla, innflytari ella eigari, hevur skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum upp á skrokknummar frá framleiðara ella einum av framleiðaranum góðkendum umboði. Upprunavirðið skal gerast upp, grundað á listaprís uttan avgjøld.
Stk. 3. 13) Strikað.
Stk. 4. 13) Akstovan kann ímóti gjaldi útvega skjalprógv samsvarandi stk. 1 og 2. Kunnu teir í stk. 2 nevndu persónar og feløg ikki útvega skjalprógv fyri upprunavirðinum, kann Akstovan úr egnum skráum ímóti gjaldi útvega skjalprógv samsvarandi stk. 2 og kann samstundis við støði í upplýsingunum úr egnum skráum í serligum førum gera eina meting av upprunavirðinum sbrt. stk. 2.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri skjølum og upplýsingum í stk. 1 og 2, sum skjalprógva upprunavirði sambært § 2 og § 6.
§ 23. Eigarin av motorakfarinum hevur skyldu at lata skjøl og upplýsingar, ið eru neyðugir fyri at fáa burturbeiningargjaldið sbrt. hesi lóg afturgoldið, tá motorakfarið verður endaliga burturbeint.
§ 24. Eigarin av motorakfarinum hevur skyldu at lata skjøl og upplýsingar, ið eru neyðug fyri at fáa virðisgjaldið og burturbeiningargjaldið afturgoldið, tá motorakfarið verður útflutt.
§ 25. 3) Strikað
§ 26. Akstovan hevur heimild at fáa skjala- og annað tilfar útflýggjað, ið seljarin nýtir sum avgjaldsgrundarlag.
§ 27. Akstovan hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar frá Toll- og skattstovu Føroya til viðgerð av málum eftir hesi lóg.
Kapittul 9
Revsireglur
§ 28. Við sekt verður tann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni:
- Gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar til nýtslu fyri avgjaldseftirlitið hjá Akstovuni.
- Brýtur § 16, stk. 1.
- Brúkar eitt skrásetingarskyldugt akfar, sum er frítikið ella lutvíst frítikið fyri avgjald á ein hátt, sum ikki er í samsvari við treytirnar fyri frítøku eftir tí ásetingini, sum heimilaði frítøkuni.
- Brúkar eitt skrásetingarskyldugt akfar í Føroyum, sum er tikið úr føroysku skrásetingini eftir reglunum um afturgjald av virðisgjaldinum í sambandi við útflutning.
Stk. 2. Í reglum, ásettum við heimild í hesi lóg, kann revsing við sekt áleggjast tí, sum við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskipanunum.
Stk. 3. 12) Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja fyri at sleppa undan at gjalda til landskassan, verður revsaður við sekt ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 4. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 29. Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Akstovan kunna viðkomandi um, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um viðkomandi viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg tilreiðar innan fyri eina ásetta freist at gjalda eina sekt.
Stk. 2. 8) Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í stk. 1, verða reglurnar í rættargangslógini um innihald av ákæruriti brúktar.
Stk. 3. 8) Verður sektin rindað rættstundis, ella eftir, at hon er samtykt, antin gjøgnum innheinting ella við at viðkomandi á annan hátt hevur liðið revsing fyri hana, fellur málið burtur.
Stk. 4. Sektir eftir hesi lóg falla til landskassan.
Kapittul 10
Panting
§ 30. Gjøld sbrt. hesi lóg kunnu innheintast við panting. Peningurin fer í landskassan. Útreiðslur í sambandi við innheintan verða at rinda av tí, ið hevur framt brotið.
Kapittul 11
Skrásetingarskyldug motorakfør, ið ikki eru avgjaldskyldug sambært hesi lóg
§ 31. Akstovan kann í heilt serligum førum loyva útlendskt skrásettum motorakfari at koyra og virka í Føroyum í upp til 3 mánaðir uttan at avgreiða avgjald sbrt. hesi lóg.
Stk. 2. Akstovan kann loyva persónum, ið hava fyribils tilhald í Føroyum, at flyta inn motorakfar til egna nýtslu í upp til 1 ár, uttan at umskráseta og uttan at avgreiða avgjøld eftir hesi lóg. Hesi motorakfør mugu ikki nýtast vinnuliga.
§ 32. Undantikin avgjøldum sbrt. hesi lóg eru:
- Motorakfør hjá útlendskum stjórnarumboðum, ið hava sendiharratign her á landi.
- Motorakfør hjá útlendskum sendistovum og stovnum, ið samstarva á stjórnarligum støði.
- Motorakfør hjá millumtjóða verjusamgongum.
- Ellisakfør, sum eru yvir 25 ár og hava sama skap sum upprunaakfarið.
Kapittul 12
Kærumøguleikar
§ 33. 11) Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina..
Kapittul 13
Skiftisreglur og gildiskoma
§ 34. Henda løgtingslóg fær gildi 1. juni 2008. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald av motorakførum. Kunngerð nr. 21 frá 19. februar 2003 um skráseting av motorakførum verður tó verandi í gildi.
Stk. 2. Keypssáttmáli fyri spildurnýtt motorakfar, ið er fráboðaður Akstovuni áðrenn 1. juni 2008, verður viðgjørdur eftir higartil galdandi reglum. Tað er tó ein treyt, at motorakfarið er skrásett áðrenn 1. desember 2008.
Stk. 3. 5) Fyri persónbilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður CO2-avgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2019.
Stk. 4. 5) Fyri vørubilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður CO2-avgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2020.
Lm. nr. 155/2007
(útg. 23. mai 2008)
Skjal 1 5) 7)
Talva 1. CO2-avgjaldssatsirnir 9)
NEDC CO2-útlát (g/km) | NEDC CO2-avgjald (kr./g) | WLTP CO2-útlát (g/km) | WLTP CO2-avgjald (kr./g) |
Til og við 120 | 20,- | Til og við 140 | 15,- |
Yvir 120, men í mesta lagið 140 | 200,- | Yvir 140, men í mesta lagi 250 | 200,- |
Yvir 140, men í mesta lagið 180 | 300,- | Yvir 250 | 350,- |
Yvir 180 | 400,- | - |
Talva 2. CO2-avgjaldssatsir fyri vørubilar við heildarvekt á 2.700 kg og yvir 7) 9)
WLTP CO2-útlát (g/km) | WLTP CO2-avgjald (kr./g) |
Avgjaldssatsur pr. gramm | 80,- |
Skjal 2
Talva 1. Umhvørvissatsirnir 5) 9)
Euronormur | Umhvørvisavgjald (kr./kW) |
EuroVI | 20,00 |
Euro V | 30,00 |
Euro IV | 70,00 |
Euro III | 450,00 |
Euro II | 700,00 |
Euro I | 900,00 |