Løgtingslóg nr. 62 frá 20. mai 1996 um avgjøld í samband við panting
§ 1. 1) Fyri pantingar, framdar av Toll- og Skattstovu Føroya, verður kravt eitt grundgjald uppá kr. 300. Er kravið kr. 3.000 ella hægri, verður umframt kravt ½% av restkravinum í grundgjaldi.
2. stk. Verður pantað samstundis fyri fleiri krøv hjá sama skuldara, verða krøvini løgd saman, áðrenn avgjaldið verður roknað.
3. stk. Verður pantað fyri sama krav hjá fleiri skuldarum, verður avgjald roknað fyri hvønn skuldara. Hetta er tó ikki galdandi, um skuldararnir eru sambúgvandi hjúnafelagar, ella tá pantað verður í fastari ogn, sum skuldararnir eiga í felag.
§ 2. Um pantingin heilt ella partvíst verður framd uttan fyri skrivstovu pantifútans, ella skuldarin verður politiframførdur, verður eisini kravt eitt eykagjald uppá kr. 400.
2. stk. Verður ein av teimum í stk. 1 nevndu rættargerðum framd fyri fleiri krøv hjá sama skuldara, skal bert eitt eykagjald roknast.
3. stk. Fyri eykagjald eru somu reglur galdandi sum í § 1, stk. 3.
§ 3. Avgjald eftir § 1 verður roknað, tá komuboðið verður sent.
2. stk. Avgjald eftir § 2 verður roknað, tá pantingin verður framd.
3. stk. Avgjøld, sum verða roknað sum ein prosentpartur, verða avrundað upp til næsta krónutal, sum kann býtast við 10.
4. stk. Avgjøld eftir §§ 1 og 2 kunnu bert verða roknað eina ferð fyri sama krav hjá sama skuldara.
§ 4. 1) Avgjøld, ið ikki verða goldin beinanvegin, kunnu pantast av Toll- og Skattstovu Føroya eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.
2. stk. Avgjøld, ið ikki verða goldin beinanvegin, kunnu verða eftirhildin í A-inntøku skuldarans eftir reglunum fyri eftirhald í § 136 í samtíðarskattalógini.
3. stk. 1) Toll- og Skattstova Føroya kann í serligum førum eftirgeva avgjaldið.
§ 5. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer løgtingslóg nr. 10 frá 10. apríl 1953 um gjøld av panting úr gildi.