Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 87 frá 5. juni 1992

um rentuskatt (Rentuskattalógin)

§ 1. 1) Renta, sum føroyskir peningastovnar og postgiro geva av innistandandi peningi, herundir ábyrgdarpeningi í føroyskum sparikassum, og renta av føroyskum lánsbrøvum smbr. § 25, nr. 3, litra b í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, verður skattað eftir reglunum í hesi lóg.

§ 2. 2)3) Skyldu at gjalda rentuskatt eftir hesi lóg hava likamligir perónar og deyðsbúgv, sum hava rætt til tær rentuinntøkur, sum eru nevndar í § 1 í hesi lóg, og sum eru undir skattskyldu eftir § 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum.
2. stk. 5)Eisini hava Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, Menningargrunnur Ídnaðarins, Føroya Ídnaðargrunnur og Færøernes Realkreditinstitut skyldu at rinda rentuskatt eftir hesi lóg.
3. stk. 1)5) Tey í stk. 2 nevndu grunnar og stovnar hava skyldu til eisini at rinda 35% av rentum av innistandandi í útlendskum, heruppií donskum og grønlendskum peningastovnum v.m. og av inntøkum, sum útlendsk, heruppií donsk og grønlendsk, virðisbrøv kasta av sær.
4. stk. Landsstýrið ásetir nærri reglur fyri uppgerð og avrokning av rentuskatti eftir stk. 3.

§ 3. 1)2)3)5)Renta, sum verður tilskrivað konti hjá likamligum persóni og deyðsbúgvum, verður skattað við 35% p.a. roknað av tilskrivaðu rentuupphæddini og við 35% p.a., um kontohavarin er ein av teimum í § 2, stk. 2 nevndu grunnum ella stovnum. Rentuskattur eftir hesi lóg umfatar tó ikki rentu, umfatað av rentutryggingarlógini.
2. stk. Kontohavarin ber skattin, men verður hann av peningastovni ella postgiro kontohavarans vegna rindaður burturav tí tilskrivaðu rentuni.
3. stk. Peningastovnar og postgiro skulu í seinasta lagi tann 15. í mánaðinum aftaná rentutilskriving avrokna rentuskattin til landskassan.

§ 3a. 3) Kontohavarar, ið hava skyldu at rinda rentuskatt eftir § 2, stk. 3 av rentum av innistandandi í útlendskum peningastovnum, hava skyldu til at geva skattskyldugu rentuinntøkuna eftir hesi lóg upp til skattingar í seinasta lagi 15. februar og 15. august svarandi til rentutilskrivingina pr. 1. januar og 1. juli í sama ári.
Uppgerðin yvir skattskyldugu inntøkuna verður latin Toll- og Skattstovuni. Fer rentutilskriving á konto fyri innistandandi í útlendskum peningastovni bert fram eina ferð um árið, er freistin at lata uppgerð inn 15. februar aftaná rentutilskrivingina.
2. stk. Toll- og Skattstovan skrivar vegna landskassan út rokning fyri rentuskatt eftir § 2, stk. 3 við forfalsdegi til 1. í mánaðinum eftir, at uppgerðin er latin inn við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.
3. stk. Verður rentuskatturin ikki goldin landskassanum rættstundis, skal rindast 1,5% í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaða mánað frá og við forfalsdegnum at rokna.

§ 3b. 1)3) Skattskyldugur eftir § 2, stk. 3 skal í síðsta lagi 15. februar lata Toll- og Skattstovuni uppgerð yvir tær inntøkur, ið skattskyldugi í undanfarna álmanakkaári hevur havt sum avkast av útlendskum virðisbrøvum sbr. § 2, stk. 3.
2. stk. Toll- og Skattstovan skrivar út rokning fyri landskassans skattakrøv eftir § 2, stk. 3 sbr. stk. 1 í hesi grein. Skattakrøvini hava forfalsdag 1. í mánaðinum eftir, at uppgerðin er latin við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.
3 stk. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal gjaldast 1,5% í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við forfalsdegnum at rokna.

§ 4. Rentuskatturin eftir hesi lóg fer í landskassan.
2. stk. 3) Føroya gjaldsstova kann eftir áheitan frá Toll- og Skattstovuni við panting innheinta landskassans krøv eftir hesi lóg, ið ikki eru goldin rættstundis.

§ 5. 1) Ásetingarnar í §§ 3 og 4 eru eisini galdandi fyri rentu av føroyskum lánsbrøvum smbr. § 1.
2. stk. Renta av føroyskum lánsbrøvum verður skattað við 35 % p.a.
3. stk. Renta skal gevast upp til skattingar á sjálvuppgávuni fyri viðkomandi ár eftir reglunum í skattalógini.

§ 6. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um fyrisitingina av hesi lóg.

§ 7. Reglurnar í skattalóggávuni eru annars galdandi fyri rentuskatt eftir hesi lóg, har ikki annað er ásett í hesi lóg.
2. stk. Í reglum, sum ásettar verða við heimild í § 6, kann ásetast revsing við sekt fyri brot á ásetingarnar í hesum reglum.
3. stk. Sekt eftir hesi lóg fellur til landskassan.

§ 8. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1992 og verður galdandi fyri rentu, ið verður tilskrivað frá og við 1. juli 1992.
2. stk. 2) Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 4 frá 26. mars 1953 um inntøkuskatt av rentum av innistandandi peningi í føroyskum bankum og sparikassum.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 120 frá 13.12.1994
2) Broytt við ll. nr. 99 frá 18.05.1993, sum aftur er broytt við ll. nr. 106 frá 21.05.1993.
3) Broytt við ll. nr. 61 frá 10.05.1994
4) Broytt við ll. nr. 62 frá 10.05.1994
5) Broytt við ll. nr. 170 frá 22.12.1995