Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 40 frá 17. apríl 1986

um skatt av vinningi í samband við sølu av virðisbrøvum. (Virðisbrævaskattalógin)

§ 1. Reglurnar í hesi lóg fevna um virðisbrøv so sum partabrøv, pantibrøv, lánsbrøv, skuldarbrøv, lutaprógv v.m
2. stk. Vinningur ella tap í samband við avhending og sølu av virðisbrøvum verður roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni sambært reglunum í hesi lóg. Sama er galdandi fyri vinning ella tap, ið stendst av at siga frá sær ella avhenda serstøk rættindi, ið hava tilknýti til virðisbrævið. Innfrían og onnur avhending enn søla verða í hesi lóg javnsett við sølu, smbr. tó § 5.
3. stk. 3) Skattskyldan áliggur øllum teimum persónum, feløgum, stovnanum, deyðsbúgvum og grunnum v.m., sum í tí løtu, tey hava ásannað vinning ella tap við sølu av virðisbrøvum, eru undir fullari skattskyldu í Føroyum.

§ 2. Vinningur í samband við sølu av virðisbrøvum verður roknaður upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni, tá ið hin skattskyldugi hevur útvegað virðisbrøvini minni enn 3 ár frammanundan, at sølan er farin fram.
2. stk. 3) Tap við sølu av virðisbrøvum, sum eru útvegað minni enn 3 ár frammanundan at sølan er farin fram, kann bert dragast frá í staðfestum vinningi av virðisbrøvum. Tapið kann dragast frá 5 tey næstu árini. Í hesum tíðarskeiði kann tapið einans flytast til frádrátt fyri eitt seinni inntøkuár, treytað av, at tað ikki rúmast innan fyri ein møguligan nettovinning í samband við sølu av virðisbrøvum í einum inntøkuári frammanundan.
3. stk. Vinningur ella tap í samband við sølu av virðisbrøvum verður gjørt upp ájavnt við munin millum útveganarupphædd og søluupphædd fyri avvarðandi virðisbrøv. Virðisbrøv í grunnum, umframt serstøk rættindi, sum hava tilknýti til tílík virðisbrøv, verða roknað fyri at verða útvegað fyri 0 kr.

§ 2 a. Tá talan er um lánsbrøv er 3 ára reglan í § 2, stk. 1 og 2 og í § 4 ikki galdandi, men verður vinningur í samband við sølu ella innfrían av lánsbrøvum tá skattaður við tí til eina og hvørja tíð galdandi avgjaldi á rentum av lánsbrøvum sambært rentuskattalógini uttan mun til ognartíð.
2. stk. Vinningur eftir stk. 1 skal gevast upp til skattingar á sjálvuppgávuni fyri viðkomandi ár eftir reglunum í skattalógini.
3. stk. Tap við sølu ella innfrían av lánsbrøvum kann bert dragast frá í staðfestum vinningi av lánsbrøvum og annars samsvarandi ásetingunum í § 2, stk. 2, pkt. 2 og 3.

§ 3. Vinningur ella tap í samband við sølu av virðisbrøvum, sum eru útvegað sum liður í vinnuliga virksemi skattgjaldarans, verður roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni.

§ 4. Vinningur ella tap í samband við sølu av virðisbrøvum, sum er staðfest meira enn 3 ár eftir, at virðisbrøvini eru útvegað, verður ikki roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni, sbr. tó § 3.

§ 4. a. 3) Av vinningi í sambandi við sølu av partabrøvum, sum fer fram trý ár ella seinni aftaná útveganina av partabrøvunum, verður eitt avgjald latið í teimum førum, sum eru nevnd í 2. og 3. stk. eftir reglunum í § 4c.
2. stk. Avgjaldsskylda eftir 1. stk. fyriliggur, tá ið hin skattskyldugi selur partabrøv í einum partafelag, har viðkomandi onkuntíð innanfyri tey seinastu 5 árini undan partabrævasøluni hevur átt 25% ella meira av partapeninginum ella rátt yvir meira enn 50% av atkvøðuvirðinum. Við uppgerð av partapeninginum í einum felag verður sæð burtur frá felagsins egnu partabrøvum.
3. stk. Í sambandi við avgerðina av, um hin skattskyldugi, herundir deyðsbúgvið hjá tí skattskylduga, hevur átt í minsta lagi 25% av partapeninginum í einum felag ella rátt yvir meira enn 50% av tí samlaða atkvøðuvirðinum, verða tald við tey partabrøv, sum hjúnafelagin hjá tí skattskylduga samstundis átti, og somuleiðis hansara foreldur og abbar og ommur, umframt børn og barnabørn og hjúnafelagar hjá hesum ella deyðsbúgv eftir nevndu persónar. Partabrøv, sum ein fyrrverandi hjúnafelagi til teir í 1. pkt. nevndu persónar hevur átt, og partabrøv, sum ein núverandi hjúnafelagi til teir í 1. pkt. nevndu persónar hevur selt áðrenn giftuna, verða ikki roknað við. Herumframt verða partabrøv tald við, sum hoyrdu til feløg, um so er at nevndu persónar frammanfyri, orsakað av partabrævaogn, viðtøkum, avtalu ella felags leiðslu, hava havt eina avgerandi ávirkan.
4. stk. Tap við avhending av partabrøvum, sum fer fram trý ár ella seinni aftaná útveganina av partabrøvunum, kann í teimum førum, har vinningur vildi verið avgjaldsskyldugur eftir 2. og 3. stk., bert dragast frá í staðfestum vinningi við sølu av høvuðspartaeigarapartabrøvum aftaná meira enn 3 árs ognartíð, sbr. eisini reglurnar í § 2.

§ 4. b. 3) Um hin skattskyldugi onkuntíð innanfyri tey seinastu 5 árini undan avhendingini sjálvur ella saman við teimum í § 4a, 3. stk. nevndu persónum hevur átt partabrøv ella hevur rátt yvir atkvøðuvirðinum sum nevnt í § 4a, stk. 2 og 3, verður vinningur ella tap í sambandi við søluna gjørt upp sum munurin millum útveganarupphædd og søluupphædd fyri avvarðandi partabrøv.

§ 4. c.3) Av vinningi, sum verður uppgjørdur eftir § 4b, og sum er avgjaldsskyldugur eftir § 4a, verður latið eitt avgjald uppá 25%. Við avhending aftaná 10. árið aftaná útveganina av partabrøvunum, verður einki avgjald latið av vinningi.
2. stk. Tað áliggur tí skattskylduga, at rinda tað í 1. stk. nevnda avgjald til Føroya Gjaldstovu. Rindan av avgjaldinum verður roknað at vera rættstundis, tá ið goldið verður í seinasta lagi ein mánað aftaná sølu av partabrævi.
3. stk. Um avgjaldið ikki er goldið rættstundis sambært 2. stk., skal renta rindast av avgjaldinum við 1% um mánaðin frá gjaldkomudegi at rokna til goldið verður.
4. stk. Renta sambært 3. stk., kann ikki verða frádrigin í skattskyldugu inntøkuni. Reglurnar í § 135, 3. stk. í samtíðarskattalógini um rættin at panta avgjaldið við afturatkomnum rentum, er galdandi í hesum føri.
5. stk. Avgjaldið verður býtt við 40% til avvarðandi kommunu og 60% til landskassan.

§ 5. Tá ið vinningur ella tap í samband við útlutan av virðisbrøvum úr einum deyðsbúgvi til hjúnafelaga, arvingar og legatarar, verður uppgjørt, verður ásannaður vinningur og ásannað tap ikki roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni hjá búnum.
2. stk. Tá ið virðisbrøv verða útlutað úr einum deyðsbúgvi, kemur móttakarin av útlutingini í skattligu støðuna hjá tí deyða.
3. stk. Við teimum avmarkingum, sum tilskilaðar eru í 1. og 2. stk., verða reglurnar um skattseting í samband við deyða í samtíðarskattalógini at nýta í samband við sølu av virðisbrøvum.

§ 5. a. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um fyrisitingina og útinningina av hesi lóg.

§ 5. b. Reglurnar í skattalógini, herundir eisini revsireglurnar, eru annars galdandi fyri skatt av vinningi og frádrátti av tapi eftir hesi lóg, har ikki annað beinleiðis er ásett í lógini.
2. stk. Í reglum, sum ásettar verða við heimild í § 5 a, kann ásetast revsing við bót fyri brot á ásetingarnar í hesum reglum.
3. stk. Bót eftir hesi lóg fellur til landskassan.

§ 6. Henda lóg fær gildi frá og við 16. december 1985.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 50 frá 26.05.1988
2) Broytt við ll. nr. 104 frá 21.05.1993
3) Broytt við ll. nr. 122 frá 13.12.1994