Løgtingslóg nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a.
Kapittul 1 4)
Samanlegging
§ 1. 1) Tá partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg ella sparikassar, sum eru skrásett í Føroyum, leggja saman, kunnu ásetingarnar í hesum kapittli nýtast. Sama ger seg galdandi fyri tryggingarfeløg, ið eru skipað sum sínámillum feløg.
2. stk. Um so er, at feløgini nýta møguleikan í stk. 1, verða felagsluttakararnir settir í skatt eftir § 9 og § 11.
3. stk. Tað er samanlegging, tá eitt ella fleiri feløg lata einum øðrum felagi alla sína ogn ella tá feløg leggja saman til eitt nýtt felag.
4. stk. 2) 5) Strikað
§ 2. Fyri at kunna nýta ásetingarnar um skattseting í hesi lóg, er tað ein fyritreyt, at felagsluttakararnir í felagnum, sum letur sína ogn til eitt annað felag, bert fáa partabrøv, innskotsprógv, lutaprógv ella ábyrgdarprógv afturfyri í felagnum, sum tekur ímóti ognini. Tó kunnu teir fáa upp til 10% av áljóðandi virðinum í tøkum peningi. Um tað ikki er nakað áljóðandi virði, so av bókaða virðinum.
2. stk. 4) Ásetingarnar í stk. 1 eru tó ikki galdandi fyri teir kapitalpartar í innskjótandi felagnum, sum móttakandi felagið eigur.
§ 3. 4) Strikað
§ 4. 4) Strikað
§ 5. 4) Tann dagur, sum byrjunarfíggjarstøðan hjá móttakandi felagnum er sett upp fyri í sambandi við samanleggingina, er tann skattligi samanleggingardagurin. Fyri at kunna nýta ásetingarnar í hesi lóg, skal samanleggingardagurin vera tann sami dagurin, sum roknskaparárið hjá móttakandi felagnum byrjar.
§ 6. 4) Um samanleggingin verður framd á tann hátt, at eitt móðurfelag yvirtekur alla ogn og alla skuld hjá einum dótturfelagi, kann landsstýrismaðurin í skattamálum áseta reglur, ið greitt nevna hvørjir upplýsingar skulu latast viðvíkjandi samanleggingini.
2. stk. Landsstýrismanninum í skattamálum er heimilað at áseta reglur, sum greitt siga frá, hvørjar aðrar upplýsingar viðvíkjandi samanleggingini, sum móttakandi felagið skal lata TAKS.
3. stk. Fyri at kunna nýta ásetingarnar í hesi lóg, er tað ein treyt, at tey skjøl og tær upplýsingar, sum nevndar eru í stk. 1 - 3, verða latnar TAKS í seinasta lagi 6 mánaðar eftir samanleggingardagin.
4. stk. Um fíggjarstovnar leggja saman eftir § 204 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, skulu skjølini og tær upplýsingar, sum nevndar eru í stk. 1 og 2, verða latnar TAKS í seinasta lagi 1 mánað eftir samanleggingardagin.
5. stk. Undir serligum viðurskiftum kann Toll- og Skattaráð Føroya loyva, at víkt verður frá tíðarfreistini í stk. 4 og 5.
§ 7. 4) Skattskylduga inntøkan hjá innskjótandi felagnum, verður gjørd fyri tíðarskeiðið, frá seinasta vanliga roknskaparári til samanleggingardagin, líka mikið hvussu langt hetta tíðarskeiðið er. At felagið heldur uppat í sambandi við samanleggingina, hevur onga ávirkan á skattaálíkningina. Um so er, at innskjótandi felagið hevur eitt roknskaparár, sum endar áðrenn 31. desember, og samanleggingardagurin liggur ímillum henda dag og 31. desember, verður innskjótandi felagið sett í skatt síðstu ferð fyri alt tíðarskeiðið frá roknskaparárinum frammanundan og til samanleggingardagin.
2. stk. 4) Móttakandi felagið hevur skyldu at lata sjálvuppgávuna inn fyri tíðarskeiðið sum nevnt er í stk. 1. Móttakandi felagið ábyrgist fyri møguligum skatta- og avgjaldskrøvum og fyri øllum sektarkrøvum, sum heimilaði eru í skatta- og avgjaldslógávuni at seta ímóti tí innskjótandi felagnum. Móttakandi felagið yvirtekur øll krøv, sum innskjótandi felagið hevði eftir galdandi skatta- og avgjaldslógum.
§ 8. 4) 5) Ogn og skuld hjá innskjótandi felagnum, verða tikin við í skattuppgerðini hjá móttakandi felagnum, sum um móttakandi felagið hevði ognað sær tær fyri ta upphædd og á tí degi, sum innskjótandi felagið ognaði tær. Skattliga verður móttakandi felagið roknað at hava gjørt tær skattligu av- og niðurskrivingar, sum innskjótandi felagið hevur gjørt.
2. stk. 4) At ogn ella skuld fer frá innskjótandi felagnum til móttakandi felagið í sambandi við samanleggingina, smb. stk. 1, 1. pkt, hevur onga ávirkan, tá støða skal takast til, um ognin ella skuldin er ognað í spekulatiónsendamáli ella í vinnuligum endamáli.
3. stk. 4) 5) Tá almenn lánsbrøv, veðskuldarbrøv hjá einstaklingum ella krøv, sum móttakandi felagið hevur yvirtikið við samanleggingina, verða avhendaði ella innloyst, verður úrslitið skattliga viðgjørt á sama hátt hjá innskjótandi felagnum, sum tað skattliga hevði verið viðgjørt hjá uppathaldandi felagnum.
4. stk. 4) Samanleggingin hevur ikki ávirkan á ogn og skuld sum móttakandi felagið hevði undan samanleggingini, um tað kann ávísast, at móttakandi felagið hevur ognað sær tær. Bæði í skattaroknskapinum og í ársroknskapinum skulu hesar ognir og skyldur vísast sum serligir roknskaparpostar. Um hetta ikki verður gjørt, tekur TAKS støðu til, um tað eru reglurnar fyri innskjótandi felagið ella fyri móttakandi felagið, sum skulu nýtast í hesum førinum.
5. stk. 4) Hevur eitt av feløgunum, tá lagt verður saman, hall frá undanfarnum árum, kunnu hesi hall, óansæð regluna í § 33, nr. 5 í skattalógini, ikki verða drigin frá í skattskyldugu inntøkuni hjá móttakandi felagnum. Hetta er tó ikki galdandi, tá eitt móðurfelag verður lagt saman við eitt dótturfelag, sum tað hevur verið samskattað við fram til samanleggingardagin og fimm tey seinastu árini undan hesum. 2. pkt. er ikki galdandi, um móttakandi felagið ella fasta rakstrarstaðið í skattafríari umskipan beinleiðis ella óbeinleiðis hevur móttikið ogn ella skuld frá feløgum, sum ikki vóru partur av samskattaskaranum, tá ið hallið varð stovnað.
6. stk. 4) Í sambandi við samanlegging kann hall í einum av samanløgdu feløgunum frá samanleggingardegnum og til tann dagin, samanleggingin er samtykt í øllum samanløgdu feløgunum, ikki minka um skattskyldugu inntøkuna í móttakandi felagnum soleiðis, at henda inntøka verður minni enn positivu nettokapitalinntøkurnar við ískoyti av inntøkum frá útleigan av avskrivingarskyldugum rakstrargøgnum og skipum. Hallið verður gjørt upp, áðrenn skattligar avskrivingar og niðurskrivingar. Hall fyri sama tíðarskeið í einum av samanløgdu feløgunum kann ikki minka um skattskyldugu inntøkuna í móttakandi felagnum, um so er, at móttakandi felagið ella feløgini tann dagin, samanleggingin er samtykt, í avgerandi mun eru uttan fyri fíggjarligan váða í vinnuligum virksemi ella í vinnuligum virksemi í einum ella fleiri dótturfeløgum, har felagið eigur í minsta lagi 25% av partabrævakapitalinum. 1.-3. pkt. er ikki galdandi, um tey feløg, sum luttaka í samanleggingini, sum hava hall sambært 1.-3. pkt., eru í samtaki saman frá samanleggingardegnum til tann dagin, samanleggingin varð samtykt í nevndu samanløgdu feløgum. Tey feløg, har sami partaeigaraskarin beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% av partabrævakapitalinum í hvørjum felagi ella beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í hvørjum felagi, verða roknað at vera í sama samtaki.”
§ 9. 4) Um partaeigarar í innskjótandi felagnum verða samsýndir við øðrum enn við partabrøvum í móttakandi felagnum, verður tað roknað sum partabrævasøla. Søluprísurin verður settur til kursvirðið samanleggingardagin, smb. § 5.
2. stk. 2) Um partabrøv í innskjótandi felagnum verða seld, sum nevnt í stk. 1, verður henda partabrævasølan skattliga viðgjørd eftir lóg um skatt av kapitalvinningi.
3. stk. 4) Um partaeigari hevur fleiri partabrøv í innskjótandi felagnum enn tey, sum verða mett sum seld eftir stk. 1, og eru partabrøvini ikki útvegaði samstundis, verða tey fyrst útvegaðu roknaði sum seld. Partabrøv, sum eru ognaði samstundis, men sum ikki hava somu rættindi, ella har nøkur eru útvegaði við vinnuligum endamáli, verða roknaði sum seld eftir lutfallinum á kursinum á partabrøvunum samanleggingardagin, smb. § 5.
§ 10. 4) Partabrøv, sum móttakandi felagið letur ógilda í sambandi við samanleggingina, verða ikki tikin við, tá felagið verður sett í skatt, hvørki tá tað snýr seg um vinning ella um hall.
2. stk. 4) Um móttakandi felagið fær egin partabrøv í sambandi við samanleggingina, verður vinningur ella tap, tá hesi partabrøvini verða ógildað, ikki tikin við, tá felagið verður sett í skatt.
§ 11. 2) 4) Partabrøv í móttakandi felagnum, sum partaeigarar fáa sum samsýning fyri partabrøvini í innskjótandi felagnum, verða skattliga viðgjørd sum um tey vóru útvegaði, tá tey upprunaligu partabrøvini vórðu útvegaði og fyri somu upphædd. Um partabrøvini í innskjótandi felagnum vórðu útvegaði í vinnuligum endamáli, verða partabrøvini í móttakandi felagnum roknaði sum útvegaði í vinnuligum endamáli. Partabrøvini í móttakandi felagnum koma undir reglurnar í lóg um skatt av kapitalvinningi.
2. stk. 4) Eru umbýtt partabrøv ikki útvegað samstundis, ella eru nøkur partabrøv útvegaði sum liður í vinnu partaeigarans, verður hvørt einstakt partabræv roknað sum umbýtt við samsvarandi partabræv í móttakandi felagnum. Parturin verður roknaður eftir partabrævakursinum samanleggingardagin, jbr. § 5. Um tey móttiknu partabrøvini hava ymisk rættindi í felagnum, verður útrokningin gjørd serskild fyri hvørt partabrævaslagið.
Kapittul 1.a.
Kloyving
§ 11 a. 5) Tá ið eitt felag verður klovið, kunnu feløgini verða skattað sambært ásetingunum í § 11 b, stk. 1, um bæði innskjótandi og móttakandi felagið lúka treytirnar fyri at verða nevnd feløg eftir løgtingslóg um parta- og smápartafeløg. Tað er ein fyritreyt fyri at nýta ásetingarnar, at TAKS hevur loyvt hesum. TAKS kann áseta treytir fyri at geva loyvi og krevja, at ávís skjøl verða latin TAKS áðrenn freistirnar, sum eru nevndar í § 6, stk. 3, ella § 6, stk. 4. Tá ið eitt felag verður klovið, kunnu tey feløgini, sum eru nevnd í 1. pkt., verða skattað eftir ásetingunum í § 11 b, stk. 1, uttan at loyvi er fingið til tess frá TAKS, sbr. tó 5.-10. pkt. Fyritreytin fyri at kunna nýta 4. pkt. er, at feløg, sum eftir kloyvingina eiga í minsta lagi 10% av kapitalinum í einum av luttakandi feløgunum, ikki avhenda partabrøv í felagnum ella feløgunum, áðrenn 3 ár eru liðin, eftir at kloyvingin varð samtykt. Uttan mun til 5. pkt. kunnu partabrøvini í einum luttakandi felagi í nevnda tíðarskeiðinum avhendast í sambandi við skattafría umskipan av nevnda felagsluttakara ella luttakandi felagi, um tað í sambandi við umskipanina ikki verður samsýnt við øðrum enn partabrøvum. Í tílíkum førum eru treytirnar í 5. pkt. galdandi fyri restina av tíðarskeiðinum fyri felagsluttakaran, ávikavist luttakandi felagið ella feløgini í sambandi við skattafríu umskipanina. 4. pkt. er ikki galdandi, um innskjótandi felagið hevur fleiri enn ein felagsluttakara, og ein ella fleiri av hesum hava verið felagsluttakarar í minni enn 3 ár, uttan at hava havt ræði á meirilutanum av atkvøðunum, og samstundis eru ella við kloyvingini verða felagsluttakarar í móttakandi felagnum, har teir tilsamans hava ræði á meirilutanum av atkvøðunum. 4. pkt. er ei heldur galdandi fyri kloyving, sum er fevnd av stk. 3, um ein felagsluttakari, ið verður skattaður av partabrøvunum í innskjótandi felagnum eftir § 3 í lóg um skatting av kapitalvinningi, og sum samstundis kann móttaka skattafrían vinning av partabrøvunum í innskjótandi felagnum, fær aðra samsýning enn partabrøv í móttakandi felagnum ella feløgunum. 4. pkt. er ei heldur galdandi, um ein persónur ella eitt felag, ið hevur avgerandi ávirkan í innskjótandi felagnum, ikki hevur fulla skattskyldu í Føroyum, ella sambært ásetingunum í einum tvískattasáttmála ikki er heimahoyrandi í Føroyum.
Stk. 2. Tað er kloyving, tá eitt felag flytur ein part av ella alla sína ogn og skuld til eitt ella fleiri verandi ella nýggj feløg og við sama lutfalli sum higartil letur sínum felagsluttakarum partabrøv ella innskotsprógv, umframt møguliga tøka upphædd sum javnandi ískoyti. Tað er ein treyt fyri at nýta stk. 1, 4. pkt., at virðið á partabrøvum ella innskotsprógvum, umframt eitt møguligt javnandi ískoyti, er í samsvari við handilsvirðið á fluttari ogn og skuld. Tað er eisini ein treyt fyri at nýta stk. 1, 4. pkt., at lutfallið millum ognir og skyldur, ið verða fluttar til móttakandi felagið, er í samsvari við lutfallið millum ognir og skyldur í innskjótandi felagnum. Tað er at enda ein treyt fyri at nýta stk. 1, 4. pkt, at reiður peningur ikki verður latin feløgum, sum í sambandi við kloyvingina eiga í minsta lagi 10% av kapitalinum í innskjótandi felagnum.
Stk. 3. Heldur innskjótandi felagið ikki uppat í sambandi við kloyvingina, skulu ognir og skuld, sum verða flutt til móttakandi felagið ella til hvørt av móttakandi feløgunum, vera ein deild í fyritøkuni, sbr. § 12, stk. 2.
Stk. 4. Í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan verður latin inn fyri tað inntøkuárið, tá ið kloyvingin eftir ásetingunum í stk. 1, 4. pkt. er framd, skal móttakandi felagið boða TAKS frá, at felagið hevur luttikið í kloyving uttan loyvi frá TAKS. Um partabrøv verða avhendað í einum av luttakandi feløgunum soleiðis, sum tað er ásett í stk. 1, 5. pkt., skal verða boðað TAKS frá hesum í seinasta lagi ein mánað eftir avhendingina.
§ 11 b. Verður eitt felag klovið, eru § 5, § 6, stk. 2, 3 og 5 og § 8 eisini galdandi. § 7, stk. 1 og § 10 eru eisini galdandi, um felagið heldur uppat í sambandi við kloyvingina. Um innskjótandi felagið ikki heldur uppat í sambandi við kloyvingina, telja vinningur og tap av ognum og skuld hjá felagnum ikki við í skattskyldugu inntøkuni hjá felagnum. Eitt móttakandi felag kann einans yvirtaka tann partin av skattligu avskrivingunum, niðurskrivingum og avsetingunum hjá innskjótandi felagnum, sum viðvíkja yvirtiknum ognum.
Stk. 2. Heldur innskjótandi felagið uppat, hava móttakandi feløgini skyldu at lata sjálvuppgávu inn fyri innskjótandi felagið fyri tíðarskeiðið frá ársloki í seinasta vanliga roknskaparári og til kloyvingardagin. Móttakandi felagið ella feløgini ábyrgjast solidariskt fyri møguligum skatta- og avgjaldskrøvum og fyri øllum sektarkrøvum ímóti innskjótandi felagnum, sum eru heimilað í skatta- og avgjaldslóggávuni. Heldur innskjótandi felagið uppat, yvirtekur móttakandi felagið øll krøv, sum innskjótandi felagið sambært galdandi skatta- og avgjaldslógum hevði ímóti skattamyndugleikunum viðvíkjandi viðbót, endurgjaldi og avlopsskatti.
Stk. 3. Verður eitt felag klovið, og verða feløgini skattað sambært ásetingunum í stk. 1, verða felagsluttakararnir í innskjótandi felagnum skattaðir sambært ásetingunum í 2.-12. pkt. Um innskjótandi felagið og móttakandi felagið ella feløgini ikki hava sama kloyvingardag, verður kloyvingardagurin fyri innskjótandi felagið nýttur. § 9, stk. 2 og 3 eru galdandi samsvarandi. Partabrøvini í innskjótandi felagnum verða roknað sum umbýtt við partabrøv í móttakandi feløgunum sambært lutfallinum millum kursvirðið á partabrøvunum í hvørjum einstøkum móttakandi felagi og samlaða kursvirðinum á partabrøvunum í móttakandi feløgunum kloyvingardagin. Heldur innskjótandi felagið uppat í sambandi við kloyvingina, er § 11 galdandi fyri partabrøvini í hvørjum einstøkum móttakandi felagi. Heldur innskjótandi felagið ikki uppat í sambandi við kloyvingina, verða partabrøvini hjá luttakarunum roknað sum vórðu tey útvegað í móttakandi felagnum ella feløgunum samstundis sum partabrøvini í innskjótandi felagnum. Útveganarupphæddin fyri partabrøvini í innskjótandi felagnum áðrenn kloyvingina verður býtt lutfalsliga fyri samlaðu innistøðuna eftir kloyvingina. Býtt verður sambært lutfallinum millum kursvirðið á partabrøvunum í innskjótandi felagnum og hvørt av móttakandi feløgunum kloyvingardagin og hinumegin samlaða kursvirðið á partabrøvunum í bæði innskjótandi felagnum og móttakandi feløgunum kloyvingardagin. Um partabrøvini í innskjótandi felagnum vórðu útvegað við vinnuligum endamáli, verða partabrøvini í móttakandi felagnum ella feløgunum eisini roknað sum útvegað við vinnuligum endamáli. Hava partabrøvini í innskjótandi felagnum ikki somu skattligu støðu, ella eru tey ikki útvegað samstundis, verður lutfalsligt býti gjørt fyri partabrøvini í móttakandi felagnum ella feløgunum. Lutfallið verður roknað sambært partabrævakursinum í innskjótandi felagnum kloyvingardagin. Um tey móttiknu partabrøvini hava ymisk rættindi í felagnum, verður útrokningin gjørd serskild fyri hvørt partabrævaslagi.
Stk. 4. Í sambandi við innlating av sjálvuppgávuni fyri tað inntøkuárið, tá kloyvingin fer fram, lata felagsluttakararnir í innskjótandi felagnum eina uppgerð inn fyri útveganarupphæddina á partabrøvunum í móttakandi felagnum ella feløgunum, sum verður gjørd sbrt. stk. 3. TAKS ásetur útveganarupphæddina.
Kapittul 2
Ognir, fluttar millum feløg
§ 12. 2) 4) Tá ið ognir verða fluttar úr einum felagi í eitt annað, kunnu feløgini nýta reglurnar í § 13 í hesi løgtingslóg, um feløgini lúka treytirnar fyri at verða nevnd feløg eftir løgtingslóg um parta- og smápartafeløg, um feløgini eru skrásett í Føroyum, og um feløgini ikki verða roknað sum glærar eindir. Sama ger seg galdandi fyri tryggingarfeløg, ið eru skipað sum sínámillum feløg.Tað er ein treyt fyri at nýta skattaásetingarnar í hesi lóg, at TAKS hevur loyvt, at ognirnar verða fluttar. TAKS kann áseta serligar treytir fyri at geva loyvi. Tá ið ognir verða fluttar, kunnu feløgini, sum eru nevnd í 1. pkt., nýta ásetingarnar í § 13 í hesi løgtingslóg, uttan at TAKS hevur loyvt, at ognirnar verða fluttar, sbr. tó 6.-8. pkt. 5. pkt. er treytað av, at innskjótandi felagið ikki avhendar partabrøv í móttakandi felagnum í einum tíðarskeiði á 3 ár eftir, at tað er samtykt at flyta ognirnar. Uttan mun til 6. pkt. kunnu partabrøvini í móttakandi felagnum í nevnda tíðarskeiði avhendast í sambandi við skattafría umskipan av innskjótandi ella móttakandi felagnum, um tað í sambandi við umskipanina ikki verður samsýnt við øðrum enn partabrøvum. Í tílíkum føri er treytin í 6. pkt. galdandi fyri felagsluttakaran ávikavist luttakandi feløgini í restini av tíðarskeiðinum í komandi skattafríu umskipanini.
2. stk. 4) At flyta ognir frá einum felagi til eitt annað er, tá allar ognirnar í einum felagi ella ein ella fleiri deildir í felagnum verða fluttar til eitt annað felag, uttan at tað fyrra felagið verður niðurlagt, treytað av at tað felagið, sum letur ognirnar frá sær, fær partabrøv ella innskotsprógv í móttakandi felagnum. Við eina deild í einum felagi skilst øll ogn og øll skuld í einum parti av felagnum, sum er ein sjálvstøðug eind í samlaða bygnaðinum, t.v.s. er ein eind, sum kann virka sjálvstøðugt við teimum hentleikum, sum hoyra til eindina.
3. stk. 4) Í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan verður latin inn fyri tað inntøkuárið, tá ið ognir verða fluttar til felagið eftir ásetingunum í stk. 1, 4. pkt., skal móttakandi felagið boða TAKS frá, at felagið hevur luttikið í flyting av ognum uttan loyvi frá TAKS. Um innskjótandi felagið avhendar partabrøv, sum nevnt í stk. 1, 5. pkt., skal verða boðað TAKS frá hesum í seinasta lagi 1 mánað eftir avhendingina.
§ 13. Vinningur ella tap, sum stendst av, at ogn og skuld verða flutt frá einum felagi til annað, skulu ikki takast við í skattauppgerðina hjá tí felagnum, sum letur ognina frá sær.
2. stk. 4) Tá ogn og skuld verða flutt frá einum felagi, skulu § 5, § 6, stk. 1, 3, 4 og 6, og § 8 nýtast. Móttakandi felagið yvirtekur bert tær skattligu avskrivingarnar, sum gjørdar eru á ognir hjá tí deildini, sum er flutt. Avsetingar í íløgugrunn, sum ikki eru nýttar, kunnu flytast heilt ella lutvíst, og tann tilsvarandi parturin av innistandandi á konto í Føroya Gjaldstovu fylgir tá við. Um bert ein partur av avsetingunum í íløgugrunn verður fluttur, eru tað tær elstu avsetingarnar, sum verða fluttar fyrst.
3. stk. 4) Partabrøvini ella innskotsprógvini í móttakandi felagnum, sum felagið, ið letur ognirnar frá sær, fær afturfyri, verða settar til tað virðið, sum svarar til tað skattliga virðið á ogn og skuld, sum verður flutt, tann dagin flutt verður. Tað skattliga virðið verður gjørt upp eftir ásetingunum í § 4, stk. 3 í Umskipanarlógini (løgtingslóg nr. 47. frá 2. mai 1986 um umskipan av persónligum riknum vinnuvirki til partafelag).
Kapittul 3
Aðrar ásetingar
§ 14. 5) Avgerðir eftir hesi løgtingslóg verða tiknar av TAKS. Avgerðirnar kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
§ 15. Henda lóg kemur í gildi tann 1. januar 1998, og er galdandi fyri samanleggingar frá hesum degi.