Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)


1. KAPITTUL
Skattskyldan

§ 1. Fulla skattskyldu hevur:

  1. Hvør persónur, ið hevur bústað í Føroyum.
  2. 1) 2) 25) 56) 88) Sendifólk Føroya uttanlands, sum ikki eru fevnd av nr. 1 ella 4, umframt sambúgvandi hjúnafelagar teirra og heimabúgvandi
    børn, sum eru undir 18 ár við inntøkuársins byrjan, tá hesi ikki eru skyldug til at rinda inntøkuskatt til annað land eftir reglunum fyri harbúgvandi persónar.
  3. 3) 25) Lesandi og lærlingar uttanlands, sum áðrenn lestur ella læru hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár. Landsstýrismaðurin í skattamálum fær heimild til við kunngerð at áseta nærri reglur um heitið lesandi, lærlingar, próvførslur o.a. í hesum sambandi.
  4. 4) Hvør persónur, ið uttan at hava bústað her, innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið dvølur her í minst 180 dagar, annaðhvørt hann hevur verið burtur ímillum ella ikki.
  5. Hvør persónur, sum er við føroyskum skipi, tá hann seinast hevur verið skattskyldugur eftir reglunum í nr. 1-4.
  6. 5) 71) Fulla skattskyldan hjá persóni, sum er settur í skatt eftir reglunum í nr. 5, fellur tó burtur frá tí degi, viðkomandi persónur við sýndum skjølum kann sanna at vera búsitandi uttanlands og at vera settur í inntøkuskatt í øðrum landi, Danmark ella Grønlandi, eftir reglum, ið galda fyri búsett har.
  7. Deyðsbúgv, sum verða tikin til skiftisviðgerð í Føroyum.
  8. 3) Partafeløg og onnur feløg, skrásett í Føroyum, har ikki allir felagsmenn ábyrgjast persónliga fyri skuldbindingar felagsins. Luttakarar í feløgum, sum nú koma undir nevndu reglur og sum eru stovnað fyri 20. apríl 1972, verða framvegis undir higartil galdandi skattareglum viðvíkjandi rakstri av ognum, ið eru útvegaðar fyri 20. apríl 1972 eins og skipsbyggisáttmálum, gjørdum fyri nevnda dag, meðan rakstur av ognum, útvegaðar frá hesum degi koma undir omanfyri nevndu reglur, og skal roknskapurin verða lagdur til rættis eftir hesum.
  9. 15) 20) 23) 29) Tryggingarfeløg, vinnurekandi grunnar sambært lóg nr. 286 frá 6. juni 1984 om erhversmæssige fonde, smb. kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsmæssige fonde, Framtaksgrunnur Føroya og Fíggingargrunnurin frá 1992.
  10. Fastognalánsfeløg, útlánsfeløg og onnur veðlánsfeløg eins og sparikassar og lánsgrunnar, har einans stovnarar ella ábyrgdarmenn eiga lut í avlopinum, somuleiðis onnur tílík feløg v.m. í tann mun, tey reka vinnu, ið er uttanfyri samtyktir teirra, haruppií rakstur, burturleigu av ella tað at lata annan hava í hondum fastogn.
  11. Keypssamtøkur, sum hava til endamáls at keypa, útvega ella framleiða limunum vørur og tænastur til eginnýtslu, og sum - burtursæð frá vanligari rentu av innskoti limanna - býta avlopið sundur millum limirnar í mun til, hvussu nógv teir hava keypt av vørum og tænastum.
  12. Framleiðslu- og sølufeløg, sum hava til endamáls at hagreiða, góðska ella selja framleiðslu limanna, og sum - burtursæð frá vanligari rentu av innskoti limanna - býta avlopið sundur millum limirnar í mun til, hvussu nógv teir hava latið felagnum av úrdráttum til hagreiðingar, góðskingar ella sølu.
  13. Keypsfeløg, sum hava til endamáls at keypa, útvega ella framleiða limunum vørur og tænastur, sum bert verða nýttar vinnuliga av limunum, og sum - burtursæð frá vanligari rentu av innskoti limanna - býta avlopið sundur millum limirnar í mun til, hvussu nógv teir hava keypt av vørum og tænastum.
  14. Onnur feløg, felagsskapir, legat og aðrar stovnanir í tann mun, tey hava inntøku av vinnu, har uppií rakstur, burturleigu av ella tað at lata annan hava í hondum fastogn. Avlop, sum hesi feløg, felagsskapir, legat og aðrar stovnanir vinna við at lata vørur, tænastur v. m. til limir, verður ikki mett at vera vinnuligt.
  15. 6) Íløgufeløg, í tann mun tey hava inntøku av vinnu, her uppi í vinning við keyp og sølu av virðisbrøvum, rentutilskriving, v.m.
  16. 7) Sparikasssar, ið hava fast rakstrarstað í Føroyum.
  17. 42) 67) Føroya Realkreditstovnur, Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, Húsalánsgrunnurin og Búnaðargrunnurin.

Stk. 2. 56) Feløg og grunnar o.t., fevnd av stk.1, eru fult skattskyldug í Føroyum, hóast tey eru skrásett í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, um veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum.
Stk. 3. 56) Persónar, feløg og grunnar o.t., sum sambært tvískattasáttmála eru heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, kunnu bert draga frá útreiðslur, sum viðvíkja inntøkum, sum Føroyar sambært sáttmálanum kunnu skatta.“

§ 2. Avmarkaða skattskyldu hevur hvør persónur, og hvørt felag v.m., sum ikki kemur undir fyrimælini í 1. §, og deyðsbúgv undir skiftisviðgerð uttanlands, í tann mun tey her nevndu:

a) hava inntøku her í landinum av slíkum slag, sum er umrøtt í 60. §, 1. stk. nr. 1, og stavar frá virksemi her á landi,
b) hava inntøku her í landinum, sum sambært 60. §, 1. stk., nr. 2-7 er A-inntøka, ella smb. 60. §, 2. stk. verður at rokna sum A-inntøka,
c) 4) 33) fáa gjald fyri nýtslugjald (royalty) úr Føroyum. Málberingin nýtslugjald merkir í hesi grein gjalding av øllum slag, sum fæst sum samsýning fyri at nýta ella hava rættin til at nýta hvønn ein upphavsrætt til bókmentalig, listarligt ella vísindaligt verk, heruppií spælifilmar, filmar og bond til útvarps- og sjónvarpssendingar, øll einkarrættindi, vørumerki, mynstur ella fyrimyndir, tekningar, loyniligan formála ("formel") ella framleiðsluhátt ella fyri upplýsingar um ídnaðar-, handils- ella vísindaligar royndir.
d) sum eigarar ella sameigarar reka ella taka lut í vinnu, ið hevur fast rakstrarstað í Føroyum, ella sum á annan hátt eiga lut í avlopinum av slíkari vinnu, ella sum samløgumenn ella samútgerðamenn eiga lut í samløgufelag ella samútgerðarfelag, ið er skrásett í Føroyum,
e) sum ánarar, samánarar, nýtarar ella inntøkunjótarar fáa inntøku ella avgjald av fastogn í Føroyum,
f) fáa inntøku við at lata annan hava í hondum virki ella fasta ogn í Føroyum,
g) 5) 56) fáa vinningsbýti úr Føroyum ella fáa avhendingarupphæddir fevndar av § 5 í kapitalvinningsskattalógini.
h) 8) fær inntøkur stavandi frá arbeiði, sum er gjørt her í landinum, sum sambært § 60, 1. stk., nr. 8 skal roknast sum A-inntøka,
i) 4) fær inntøkur, sum ikki eru umfataðar av litra a), b), d) ella h), fyri arbeiði, gjørt í Føroyum fyri vinnuvirki, sum eru umfatað av litra d) og 3. stk.,
j) 9) 33) 56) hava inntøku av slíkum slag, sum í § 60, stk. 1, nr. 1 umrøtt, og sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett við heimstaði í Føroyum. Skip, tó ikki fiskiskip, sum eru skrásett við heimstaði í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, verða javnmett við skip, sum eru skrásett við heimstaði í Føroyum, um tey við ongari manning verða leigað av føroyskum reiðaravirki. Skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, sum við ongari manning verða leigað til reiðaravirki í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi til ferðafólka- og/ella farmaflutning, verður ikki mett sum skip, skrásett við heimstaði í Føroyum. 1. pkt. er ikki galdandi, um talan er um inntøku frá virksemi umborð á fiskiskipi, sum siglir uttan fyri føroysku landleiðirnar, og sum fiskar av kvotum, sum reiðaríið sjálvt hevur útvegað sær.
k) 83) (Sett úr gildi)
l) 35) fáa inntøku fyri arbeiði innt umborð á flogfari, sum er rikið av persóni ella felagi fevndum av § 1.
m) 95) fáa vinning ella tap við sølu ella aðrari avhendan av partabrøvum og øðrum virðisbrøvum fevnd av § 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini.

2. stk. 48) Skattskyldan fevnir einans um tílíkar inntøkur, sum nevndar eru í 1. stk., og bert tær útreiðslur, sum standast av at vinna hesar inntøkur, kunnu verða frádrignar.
3. stk. 4) Reglurnar í 1. stk., litra d) eru eisini galdandi fyri byggi-, nýgerðar-, innleggingar ella uppsetingarætlanir, ið vara longur enn 30 dagar. Sama er galdandi fyri virksemi, sum fevna um ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra persónliga hjálp í sambandi við slíkar ætlanir.

§ 3. Undantikin skattskyldu eru

a) kongur og drotning,
b) ættarmenn kongs, sum eru komnir av donskum kongum í fyrsta liði, ella sum sambært 11. § í grundlóg ríkisins fáa árspening eins og hjúnafelagar teirra. Teir skulu tó svara skatt av inntøkum, ið teir hava av vinnu uttan fyri ríkistænastuna, og sum teir sjálvir reka ella taka lut í,
c) danska ríkið, landskassi Føroya eins og tær stovnarnir, har ið inntøkur og útløgur eru fyriskipaðar í fíggjarlógum danska ríkisins ella løgtingsins, og virki og stovnanir, sum eru ogn landsins ella kommununar, og sum verða rikin fyri landskassans ella kommunanna rokning,
d) útlendskir sendikonslar og sendistarvsmenn í konsultænastu, tá teir ikki eru ríkisborgarar. Tó eru hesir skyldugir at gjalda skatt av tílíkari inntøku, sum nevnd er í 2. §,
e) kirkjur, ið eiga sjálvar seg viðvíkjandi kirkjuhúsum við grund og kirkjugarði,
f) tjóðbanki Danmarkar.
g) 55) Íløgufeløg, ið eru skrásett í Føroyum, og sum umsita íløgur fyri íleggjarar. Treytað av, at hesi íløgufeløg eru fevnd av fyriskipanini “Lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger m.v.”. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta nærri reglur fyri, hvørji íløgufeløg ikki koma undir skattafrítøkuna.

2. stk. 25) 28) 56) Toll- og Skattaráð Føroya kann gera av, at persónur, sum verður skattaður eftit § 1, fær fult ella partvíst skattafrælsi, um so er, at inntøkan er fingin í sambandi við kirkjulig ella manngóð endamál í øðrum landi. Áður enn avgerð er tikin, fær Toll- og Skattaráð Føroya sær álit í málinum frá viðkomandi bygda(r)ráð.
3. stk. 25) 28) Toll- og Skattaráð Føroya kann gera av, at tey feløg og stovnanir v.m., sum nevnd eru í 1. § 1. stk. nr. 9, 10 og 14, fáa fult ella avmarkað skattafrælsi, um so er, at inntøkan eftir stovnanarskipan, lógum ella samtyktum teirra einans skal verða nýtt til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál. Áður enn avgerð er tikin, fær Toll- og Skattaráð Føroya sær álit í málinum frá bygda(r)ráðnum, sum málið kemur við.
4. stk. 5) 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum kann við kunngerð áseta nærri reglur viðvíkjandi veiting av skattafrælsi eftir stk. 2 og 3 í hesi grein.
5. stk. 28) 46) 99) Avgerðir hjá Toll- og Skattaráð Føroya eftir stk. 2 og 3 kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.

§ 4. 25) 40) 64) 65) Hjúnafelagar verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Um skattskyldug inntøka hjá øðrum hjúnafelagnum er undir skattafría botnfrádráttin í kommunuskattinum og hjá hinum yvir, verður ein javning gjørd, so at tann lægra inntøkan verður hækkað við upp til kr. 30.000, og tann hægra verður lækkað samsvarandi.
Stk. 2. Uppgerðin av skattskyldugu inntøkuni hjá hjúnafeløgum fer fram eftir teimum reglum, sum ásettar eru í hesi lóg fyri uppgerð av skattskyldugu inntøkuni. Reka hjúnafelagar í felag sjálvstøðugt vinnuvirki, skal úrslitið av vinnuvirkinum takast við í uppgerðina í skattskyldugu inntøkuni hjá hjúnunum í mun til luttøku teirra í rakstrinum. Er annar hjúnafelagin í starvi hjá hinum hjúnafelagnum verður frádráttur fyri lønarútreiðslur bert góðkendur í tann mun samsýningin svarar til veruliga arbeiðsavrikið. Um hjúnini hava skattskylduga inntøku, ið stavar frá ognum í hjúnabandinum, skal hvør teirra taka við í skattskyldugu inntøkuuppgerðina ta inntøku, ið stavar frá egnum ognum.
Stk. 3. Í teimum í stk. 2 nevndu førum verður landsstýrismaðurin í skattamálum heimilaður til við kunngerð at fyriskriva neyvari reglur fyri, hvussu uppgerðin av skattskyldugu inntøkuni hjá sambúgvandi hjúnafeløgum, sum báðir eru skattskyldugir eftir § 1, skal verða framd.
Stk. 4. Í samband við sundurlesing ella skilnað millum sambúgvandi hjúnafelagar verður sambúgvið skattliga mett sum uppathildið samstundis sum sundurlesing ella skilnaður fer fram.
Stk. 5. Tá ið hjún slíta sambúð sína uttan at talan er um sundurlesing ella skilnað, verður sambúgvið skattliga mett sum uppathildið við endan á tí inntøkuári, tá ið sambúgvið helt uppat.
Stk. 6. Tá ið hjún eftir at hava slitið sambúgv gerast sambúgvandi aftur, verða tey frá somu stund eisini skattliga mett sum sambúgvandi.
Stk. 7. Um skattskyldan eftir § 1 fellur burtur hjá tí eina ella báðum hjúnafelagunum, verður sambúgvið skattliga mett sum uppathildið, tá ið skattskyldan fellur burtur.

§ 5. 28) 33) Børn verða sett sjálvstøðugt í skatt av allari inntøku síni.
2. stk. Um børn, sum fyrst í inntøkuárinum ikki hava fylt 16 ár, hava vinnu í vinnuvirki foreldranna, stjúk - ella fosturforeldranna, kunnu hesi ikki draga lønina til børnini frá, tá ið tey gera skattskyldugu inntøkuna upp. Lønin skal heldur ikki takast við í skattskyldugu inntøkuni hjá børnunum.
3. stk. Tá inntøkan hjá børnum, ið búgva heima og sjálv eru skattskyldug, verður mett til skatt, verður ikki talt upp í tað, sum tey fáa til uppihald, heilt ella lutvíst frá foreldrunum, uttan so at hetta er viðurlag fyri starv í virki foreldranna ella vinnu, og tað tí er drigið frá skattskyldugu inntøku teirra.
4. stk. Hevur eitt barn fingið eina innløguveiting ella ogn sum gávu frá foreldrum, stjúk- ella fosturforeldrum, verður vinningur av hesi innløguveiting ella vinningurin av ognini tikin við í skattskyldugu inntøkuni hjá gevara, um hann er undir fullari skattskyldu. Hetta er tó bert galdandi til endan á tí álmanakkaári, ið barnið fyllir 18 ár, ella giftist.
5. stk. 6) 11) 37) (Sett úr gildi)

2. KAPITTUL
Nær skattskyldan tekur við og heldur uppat

§ 6. Skattskyldan stendur við í tí tíðarskeiði, har treytirnar í 1. og 2. § eru loknar, tó við teimum undantøkum, ið nevnd verða niðanfyri.
Stk. 2. 25) (Sett úr gildi)

§ 7. Hjá persónum, sum fáa sær bústað í Føroyum uttan at seta búgv her, tekur skattskyldan sambært 1. § nr. 1, tó ikki við fyrr enn teir setast í búgv her.
Stk. 2. 56) (Sett úr gildi)

§ 8. Hjá persónum, sum nevndir eru í 1. § nr. 4, tekur skattskyldan við frá tí degi, sum treytar skattskyldu, tá teir av fyrstan tíð komu higar til lands.

§ 9. 25) (Sett úr gildi)

§ 10. 25) (Sett úr gildi)

§ 11. Doyr skattgjaldari, fellur skattskyldan burtur frá tí degi, hann er deyður.

§ 12. 25) (Sett úr gildi)

§ 13. 25) Doyr giftur persónur, og velur eftirsitandi hjúnafelagin í beinleiðis sambandi við andlátið at sita í óskiftum búgvi við felagsbúnum, verður eftirsitandi hjúnafelagin at seta í skatt av allari inntøku hjúnanna í tí inntøkuári andláti var.
Stk. 2. Gjørd verður ein álíkning av inntøkuni hjá tí deyða og ein av inntøkuni hjá tí eftirsitandi hjúnafelaganum fyri hetta inntøkuár.
Stk. 3. Eftirsitandi hjúnafelagin kemur skattliga fult og heilt í stað hins deyða.

§ 14. Í øllum øðrum førum, enn tá eftirsitandi hjúnafelagin jvb. 13. § velur at sita í óskiftum búgvi, er skatturin hjá tí deyða av inntøkuni í inntøkuárinum, tá andlátið var, endaligur við gjaldingini av tí fyribilsskatti, sum fall til gjaldingar undan andlátinum, ella sum skuldi verið eftirhildin í inntøkum, sum eru vunnar fyri deyðadagin.
2. stk. 25) Búgvið ella líkningarvaldið kunnu tó krevja, at endalig álíkning verður gjørd fyri tíðarskeiðið frá byrjanini av inntøkuárinum til andlátið. Er tann endaligi álíknaði skatturin fyri áðurnevnda tíðarskeið við afturatløgdum írestandi skatti o.ø. sambært 78. § og við frádrátti fyri eitt møguligt skattaendurgjald, sum tilskilað í 79. §, minst 5.000 kr. hægri enn tann inngoldni fyribilsskatturin í sama tíðarskeiði, skal búgvið gjalda henda munin. Er tann inngoldni fyribilsskatturin minst 100 kr. hægri enn tann endaliga álíknaði skatturin fyri sama tíðarskeið við afturatløgdum írestandi skatti o.ø., sambært 78. §, og við frádrátti fyri eitt møguligt skattaendurgjald, sum tilskilað í 79. §, kann búgvið krevja henda mun afturgoldnan.
3. stk. 2) 25) Til tess, at líkningarvaldið kann gera av, um ein endalig álíkning skal fara fram, skal búgvið innan 6 mánaðir eftir andlátið lata líkningarvaldinum eina uppgerð yvir ogn og skuld við andlátið, og eina uppgerð yvir inntøkur hins deyða frá inntøkuársins byrjan til andlátið. Verður seinni enn 4 mánaðir eftir andlátið avgjørt, hvussu búgvið skal viðgerast, skal uppgerðin tó latast líkningarvaldinum innan 2 mánaðir eftir, at avgerðin er tikin.
4. stk. 25) Um búgvið ynskir eina endaliga álíkning, skal tað boða líkningarmyndugleikunum frá hesum, og lata inn vanliga sjálvuppgávu innan ta freist, sum ásett er í 3. stk.
5. stk. 25) Krav líkningarvaldsins um eina endaliga álíkning skal vera reist innan 6 mánaðir eftir andlátið. Er uppgerðin líkningarvaldinum í hendi seinni enn 4 mánaðir eftir andlátið, skal kravið tó verða reist innan 2 mánaðir eftir móttøkuna. Setur líkningarvaldið fram krav um eina endaliga álíkning, skal verða boðað búnum frá hesum innan 2 mánaðir eftir, at tann uppgerð, ið nevnd er í 3. stk. er komin skattavaldinum í hendur.
6. stk. Viðvíkjandi ognum, sum kunnu avskrivast, verður í teirri uppgerð, ið nevnd er í 3. stk. tilskilað tað skattliga virði, sum ognin varð ásett til við endan á seinasta inntøkuári. Harumframt kann roknast lutfalslig avskriving fyri tíðina fram til andlátið, eftir somu reglum, sum hin deyði hevði kunnað nýtt í inntøkuárinum. Fyri maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn verður saldovirðið, áðrenn avskriving verður gjørd, javnað við útveganar- og søluupphæddunum á ognum, sum eru útvegaðar ella seldar eftir at seinasta inntøkuár er endað.
7. stk. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum setur annars nærri reglur um uppgerðarháttin. Krevjast kann, at búgv, sum verða skift privat, skulu lata uppgerð inn. Hetta fer fram á tann hátt, at áløgd verður daglig sekt, sum skiftirætturin ásetur. Verður uppgerðin ikki latin inn rættstundis, er harnæst heimilað skiftirættinum at gera av, at búgvið skal koma undir almenna skiftisviðgerð. Skiftirætturin skal taka búgvið til almenna skiftisviðgerð, um uppgerðin ikki er latin inn innan 3 mánaðir eftir, at freistin er úti.
8. stk. Reglurnar í 1. stk. eru ikki galdandi, um eftirsitandi hjúnafelagin velur at sita í óskiftum búgvi, samstundis við at serognin hjá tí deyða verður skift. Í tílíkum førum verður inntøkan fyri tíðina innan andlátið í síni heild at skattast eftir 13. §. Búgvið skal tó innan somu tíðarfreistir, sum ásettar eru í 3. stk., lata inn uppgerð yvir ogn og skuld, sum á deyðadegnum eru serogn hjá tí deyða. Viðvíkjandi hesi uppgerð verður víst á 6. stk.
9. stk. Um búgvið hevur so lítið virði, at skifti ikki fer fram, verða tó reglurnar í 1. stk. somuleiðis nýttar.

§ 15. Skattskyldan fyri deyðsbúgv, sum tikin eru til almenna skiftisviðgerð her í landinum, fevnir um inntøkur, sum vunnar eru í tíðini frá andlátinum og til tann dagin, sum í teirri endaligu uppgerðini verður nýttur sum uppgerðar- og skildagur. Skattskyldan fevnir harumframt um inntøku, sum er fingin til vega í sambandi við útlutan av ognum til arvingar ella eftirsitandi hjúnafelaga, bæði undir sjálvari skiftisviðgerðini og á skildegnum fyri uppgerðina.
2. stk. 25) Búgv, ið verða skift í beinleiðis sambandi við andlátið, skulu ikki gjalda inntøkuskatt treytað av, at endalig búsuppgerð verður gjørd og latin líkningarvaldinum innan 15 mánaðir eftir andlátið, og at skattskylduga inntøkan hjá búnum ikki fer upp um 25.000 kr.
3. stk. Skattskyldan hjá búgvum, sum vera skift alment ella vera tikin frá privatari til almenna skiftisviðgerð, og skiftisviðgerðin er endað innan 15 mánaðir eftir andlátið, og sum ikki eftir 2. stk. eru frítikin fyri at gjalda skatt, fevnir um inntøkur frá deyðadegnum til tann dagin, sum nýttur verður sum skildagur í tí endaligu búsuppgerðini. Úttøka frá búnum, sum verður gjørd áðrenn búgvið er endaliga uppgjørt, kann eftirkannast av skattavaldinum, jvb. 16. §.

§ 16. Virðisásetingin í uppgerðini kann vera tað skattliga bókførda virðið ella annað rímiligt mett virði.

§ 17. Fyri búgv, sum verða skift privat, ella búgv, sum frá almennari skiftisviðgerð verða latin til privat skifti, og sum ikki sambært 15. §, 2. stk. eru frítikin fyri at gjalda skatt, eru reglurnar í 15. §, 3. stk. galdandi til 15 mánaðir eftir andlátið.
2. stk. Heldur tað privata skiftið fram eftir ta áður umrøddu tíðarfreist, skal búgvið, áðrenn ein mánaður er liðin, lata inn uppgerð um støðuna hjá búnum, tá freistin var útrunnin. Í hesi uppgerð verður tilskilað, hvørjar ognir eru latnar arvingum, hjúnafelaga ella legatarum, møguliga til fleiri í felag, og hvørjar ognir, ið enn eru til taks í búnum.
3. stk. Samstundis við uppgerðina verður latin inn vanlig sjálvuppgáva viðvíkjandi inntøku hjá búnum frá deyðadegnum til endan á 15 mánaða tíðarskeiðnum.
4. stk. Skattskyldan hjá búnum heldur uppat, tá freistin er útrunnin. Frá hesum tíðarbili og frameftir verða arvingar og hjúnafelagin skattskyldugir í mun til sín part í búnum. Inntøka og tap av ognum, sum enn ikki eru latin arvingunum við endan á ásettu freistini, verða roknað við í inntøkuuppgerðini hjá búnum í sama mun, sum um hesar vóru seldar, tá freistin gekk út til tær upphæddir, sum ásettar eru í teirri uppgerð, sum nevnd er í 2. stk., jvb. tó 16. §. Arvingar og hjúnafelagin skulu hereftir nýta hesar upphæddir sum skattlig útveganarvirði.

§ 18. 25) Í sambandi við uppafturtøku av einum alment skiftum búgvi tekur skattskyldan ikki við, fyrr enn skiftirætturin hevur tikið endaliga avgerð um uppafturtøku. Reglurnar í 15. §, 2. stk., eru ikki galdandi fyri tílík búgv. Annars eru somu reglur galdandi viðvíkjandi uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni, sum galdandi eru fyri búgv, sum verða skift beinleiðis í sambandi við andlátið. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur nærri reglur viðvíkjandi uppgerðarháttinum.
2. stk. Í sambandi við uppafturtøku av einum privat skiftum búgvi, hvílir skattskyldan á teimum, ið eiga lut í búnum.

§ 19. Verður eitt óskift búgv skift, meðan eftirsitandi hjúnafelagin enn er á lívi, verða inntøkur hjá felagsbúnum fluttar til búgvið frá tí degi, tá skiftirætturin hevur játtað áheitanina um skiftið.
2. stk. Innan 2 mánaðir eftir, at áheitanin er játtað, skal búgvið lata inn eina uppgerð yvir ta ogn og skuld, sum er tikin við í skiftinum. Viðvíkjandi hesi uppgerð eru reglurnar í 14. §, 6. stk. galdandi, tá áheitanin er játtað. Er búgvið framvegis til viðgerðar við endan á tí inntøkuári, tá ið áheitanin um skifti varð játtað, hevur búgvið fyri hetta inntøkuár rætt til avskrivingar. Er búgvið skift, hevur tann, ið hevur fingið tillutað ognina, rætt til avskrivingar. Annars eru reglurnar í 15. §, 2. stk., galdandi, roknað frá tí at áheitanin um skifti varð játtað.
3. stk. Um eitt búgv, sum í beinleiðis sambandi við andlátið hevur verið undir almennari skiftisviðgerð, verður latið eftirsitandi hjúnafelaganum til at sita í óskiftum búgvi, so verður inntøkan frá deyðadegnum at skatta hjá tí eftirsitandi hjúnafelaganum. Skattsetingin av inntøkuni í tí ári, tá ið skattgjaldarin doyði, verður gjørd sambært reglunum í 13. §, samstundis sum møgulig skattseting sambært reglunum í 14. § verður strikað.
4. stk. Hesar reglur eru eisini galdandi um eitt búgv, sum í beinleiðis sambandi við andlátið hevur verið skift privat, verður latið til eftirsitandi hjúnafelagin til at sita í óskiftum búgvi.
5. stk. Verður eitt búgv, sum er undir almennari skiftisviðgerð, latið til privat skifti, eftir at 15 mánaðir eru lidnir frá andlátinum, galda reglurnar í 17. §, 2. og 4. stk., við tað at hend yvirtøka kemur í staðin fyri at tann freist upp á 15 mánaðir, ið er ásett í nevndugrein, er útrunnin.
6. stk. Verður eitt búgv, sum skift er privat, tikið til almenna skiftisviðgerð, aftaná at 15 mánaðir eru gingnir frá deyðadegnum, verður búgvið ikki skattskyldugt, men eru arvingar og hjúnafelagin framhaldandi skattskyldugir av teirra lutum í búnum.

§ 20. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir nærri reglur viðvíkjandi sjálvuppgávuni hjá búnum og endaligar búsuppgerðir, og um frágreiðingar frá skiftirættinum til líkningarvaldið.
2. stk. Áðrenn eitt búgv verður latið til privat skifti, verður álagt arvingunum og hjúnafelaga, ið eigur lut í búnum, at skjóta ein persón upp teirra vegna, sum øll krøv eftir 14. § 2. stk., um endaliga álíkning og regulering av fyribils skattgjalding kunnu beinast til, og annars allar aðrar fráboðanir, um skattligu viðurskifti hjá tí deyða og búnum.

§ 21. 72) Nýstovnað feløg ella aðrir stovnar, sum eiga heimstað her á landi, við roknskaparári, ið endar í seinasta lagi 31. desember, verða sett í skatt av allari inntøkuni í roknskaparskeiðinum, sama hvussu langt tað er, og skal sjálvuppgávan latast inn í seinasta lagi 1. juli. Skatturin fellur til gjaldingar í 3 gjøldum 1. oktober, 1. november og 1. desember. Á samsvarandi hátt verður farið fram, tá feløg v.m., sum ikki hava verið skattskyldug higar til dags, taka upp virki, ið er skattskyldugt. Partafeløg, har helvtin ella meiri av partapeninginum er á somu hondum, skulu hava sama roknskaparár.
2. stk. 12) 25) Tá feløg v.m., ið eiga heimstað her á landi, verða avtikin ella taka upp skattfrælst virki, stendur skattskyldan við, til tað skattaárið er úti, sum felagið var tikið av ella tók upp skattfrælst virksemi. Umframt tað skal slíkt felag v.m. fyri sama skattaár verða sett serstakliga í inntøkuskatt av inntøkuni í tíðini frá útgongd roknskaparársins, ið síðsta vanliga skattseting felagsins er gjørd eftir, og til felagið varð avtikið ella tók upp skattfrælst virki. Avtøkustjóri, ávikavist nevndin, skal í seinasta lagi 4 vikur aftan á avtøku ella upptøku av skattfrælsum virki geva líkningarvaldinum boð um hetta og leggja hjá yvirlit yvir inntøkurnar í nevnda tíðarskeiði; hetta yvirlit verður gjørt eftir reglunum um sjálvuppgávu, um tær annars kunnu nýtast. Verður ikki boðað frá, soleiðis sum her er fyriskipað, verður avtøkustjóra, ávikavist nevndini, áløgd sekt so stór, sum líkningarvaldið leggur á. Avtøkustjóri, ávikavist nevndin, kann eisini verða tvingað til at lata inn áðurnevndu boð og inntøkuuppgerð við at álagdar verða dagbøtur, so stórar sum líkningarvaldið leggur á.
3. stk. 3) Hóast reglurnar í stk. 1 kann fyrsta roknskaparskeið ikki fevna um meira enn 18 mánaðir, kann ikki røkka aftur um 1. januar í tí álmanakkaári, felagið er stovnað, og ikki fevna um meira enn tvey álmanakkaár.
4. stk. 6) Partafelag skal yvirtaka ognir frá verandi virki til handilsvirði. Persónliga rikið vinnuvirki kann tó umskipast til nýstovnað partafelag eftir reglunum ásettar í løgtingslóg um umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag.

§ 22. Persónur, sum sambært 2. § hevur avmarkaða skattskyldu her á landi, verður fyrstu ferð settur í skatt sambært reglunum í 24. §, 2. stk.
2. stk. Feløg v.m., sum sambært 2. § hava avmarkaða skattskyldu her á landi, verða fyrstu ferð sett í skatt sambært reglunum í 21. §, 1. stk.
3. stk. Er inntøkukeldan uppathildin, áðrenn endalig álíkning kann verða gjørd eftir 1. stk., skal líknað verða av allari inntøkuni, sum vunnin er eftir reglum og stigum, sum galdandi eru fyri inntøkuárið, hildið verður uppat í.
4. stk. Heldur inntøkukeldan uppat, stendur skattskyldan við til tað inntøkuárið er úti, ið hildið varð uppat í, og skal tá umframt verða álíknaður skattur við serstakari líkning av inntøkuni í tíðini frá enda roknskaparársins, ið seinasta vanliga endaliga skattseting varð gjørd eftir og til hildið varð uppat, eftir reglum og stigum, sum galdandi eru fyri sama skattaár.

3. KAPITTUL
Hin skattskylduga inntøkan

§ 23. Inntøkuskattur til land og kommunu verður svarðaur árliga av inntøkuni í samsvari við reglurnar, sum eru í hesi lóg.
2. stk. Skattaárið er tað tíðarskeiðið, sum skattaálíkningin er gjørd fyri, og sum skattskyldan er miðað eftir.

§ 24. Í hesi lóg merkir inntøkuárið tað roknskaparskeið, sum hin skattskylduga inntøkan er vunnin í. Skattskylduga inntøkan verður roknað av allari inntøkuni í inntøkuárinum.
2. stk. 4) 12) 15) Inntøkuárið hjá persónliga skattskyldugum er álmanakkaárið fyri ta endaligu álíkningina. Er inntøkuuppgerðin fyri eitt styttri tíðarskeið enn eitt ár, verður útroknaða skattskylduga inntøkan umroknað soleiðis, at hon svarar til eina heilársinntøku. Hvat feløgum v.m. sambært § 1, 1. stk. nr. 8-16 viðvíkur, og sum reka sjálvstøðuga vinnu, verður skattur fyri ávíst skattaár lagdur út á inntøkuna í tí inntøkuári, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum frammanundan.
3. stk. 4) 25) Til at hava annað inntøkuár enn tað, ið feløg v.m. higartil hava nýtt til uppgerðar av skattskyldugari inntøku, krevst loyvi frá landsstýrismanninum í skattamálum frammanundan. Deyðsbúgv skulu hava sama inntøkuár sum hin deyði.
4. stk. 25) Landsstýrismaðurin kann heimila líkningarvaldinum at taka avgerð í málum um broytt inntøkuár.

§ 25. Fyri skattskylduga inntøku verður, við teimum avmarkanum og undantøkum, ið sett eru í hesari lóg, roknað alt tað, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum (sbr. 24. §) hevur lagt inn í peningi ella peningsvirði, hetta uttan mun til um inntøkan stavar úr Føroyum ella ikki t.d.

  1. av sigling, fiskiskapi, hvalaveiðu, landbúnaði, fuglaveiði, ídnaði, handli, handverki ella aðrari vinnu ella virki, hvørjum sum er, soleiðis eisini alt, sum fingið er fyri ella er at rokna fyri endurgjald fyri vísindaliga, listaliga ella bókmentaliga starvsemi ella fyri vinnu, almenna ella privata tænastu ella hjálparveiting, hvørja sum er,
  2. burturleiga ella burturfesting av fastari ogn, leysafæ ella rættindum og lunnindum, og eisini av bústaði ella húsarúmd til vinnu í egnum húsum,
  3. 15) 85) 37) renta ella vinningur av lánsbrøvum, partabrøvum og øðrum virðisbrøvum, av útistandandi fíggjarkrøvum og av útlæntum peningi, tó ikki vinningsbýti og rentuinntøkur, sum eru fevndar av lóg um skatt av kapitalvinningi.
  4. 64) av rætti til tíðarviss gjøld, sum t.d. eftirløn, bíðipeningi, uppihaldspeningi, lívrentu, eftirseturentu, arvarentu o.t., sbr. tó § 29, nr. 26 haldi, fólka- og avlamiseftirløn, avgjaldi av ella ókeypis nýtslu av fastogn ella leysafæ o.t.,
  5. av tilfallandi vinnu, sum t.d. starvi sum skiftistjóri, avtøkustjóri o.t., eins og aðrari tilfallandi inntøku, sum t.d. studningum, gávum (sbr. tó 29. § nr. 3), inntøku av happadrátti og øðrum eydnuspæli eins og øðrum inntøkum, sum ikki ber til at telja upp í tær inntøkur, ið nevndar eru frammanfyri í 1-4.
  6. Íløgustudningur, ið veittur verður eftir lóg um "egnsudvikling" ella løgtingslóg um menningargrunn fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur verður tikin við í skattskyldugu inntøkuni yvir eitt 20 ára skeið, ið byrjar við tí inntøkuári, hin skattskyldugi fær studningin. Hin skattskyldugi ger sjálvur av hvussu stórur partur av studninginum verður tikin við í inntøkuna hvørt árið sær í 20 ára skeiðnum.

§ 25a. 25) Fyri skattskylduga inntøku um borð á fiskiskipi/útróðrarbáti verður roknað øll veiðiinntøka løgd inn í peningi ella peningsvirði. Bjargingarløn, løn fyri sleip og annað, sum ognast bátinum á veiðuferð, ella tá farið verður til hjálpar, kemur eisini undir reglurnar í hesi lóg.
Stk. 2. Fyri skattskylduga inntøka umborð á útróðrarbáti verður eisini roknað veiðiinntøka fyri heimaegning, sum verður latin til í mesta lagi tveir av føstu manningini á jøvnum føti við teir, sum eru úti við bátinum. Øll onnur inntøka herundir egning, sum serlig samsýning verður latin fyri, inntøka av at gera nýggja útgerð til bátin, hjálp til at røkja bátin o.a.m., og vinningur av skiparakstri gjørdur upp eftir hesi lóg, verður roknað sum inntøka á landi og ikki sum veiðiinntøka.
Stk. 3. Tá veiðiinntøkan o.a.m. sambært hesi grein, sum skal avroknast manningini eftir hesari lóg, verður gjørd upp, eru hesar treytir galdandi:

  1. Manningin er mynstrað eftir sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og viðkomandi yrkisfelag, ella millum Meginfelag Útróðrarmanna og Báta- og Skipaeigarar.
  2. Har eingin sáttmáli er, er treytin, at minstrað verður, ella at hýra verður avtalað, eftir sáttmála millum viðkomandi reiðara ella skipaeigara og viðkomandi persón ella yrkisfelag.

Stk. 4. Tann sáttmáli ella avtala, sum umrødd er undir stk. 3, skal sum minsta mark lúka hesi krøv:

  1. Av bruttoveiðuni gongur beinleiðis søluútreiðsla, agn, heimaegning smb. stk. 2, olja, upp til 1 og 1/4 fiskipart til møguligan kokk og annað, sum kann verða avtalað í sáttmála millum manning og eigara.
  2. Av nettoveiðini uppgjørd sambært 1) fær manningin hægst 45% + frítíðarløn av einum fiskiparti. Umframt fiskipartin kann eigarin sjálvur rinda samanlagt upp til 10% av nettoveiðini til skipara, motorpassara og bestamann.

Stk. 5. 41) Um tann, ið er við føroyskum fiskiskipi, eigur part í skipinum, verður bert tann parturin av inntøkuni, sum er gjørd upp sambært reglurnar í stk. 3 og 4 og sum er sami uppgerðarháttur, sum hjá hinum av manningini, roknað sum veiðiinntøka.
Stk. 6. 41) Hjá fiskimonnum, sum eru skattskyldugir í Føroyum sambært § 1 í hesu lóg, og sum eru mynstraðir við fiskiskipum, sum ikki eru skrásett í Føroyum, og sum har fáa hýru sambært sáttmála, verður hýran lækkað, smb. § 33, nr. 17, áðrenn skattur verður álagdur sambært skattalógini.
Stk. 7. 29) 58) Strikað.

§ 25b. 25) 33) 68) 71) 88) Sum skattskyldug inntøka fyri arbeiði uttanlands verður bert roknað skattskyldug inntøka, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum hevur lagt inn í peningi ella peningsvirði uttanlands ella umborð á útlendskum skipi. 1. pkt. er heldur ikki galdandi fyri sendifólk Føroya uttanlands. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri samsýning fyri arbeiði uttanlands, sum kemur undir grein 15, stk. 4 í norðurlendska tvískattasáttmálanum.
Stk. 2. Manningin á skipum, sum eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS ella í Donsku Altjóða Skipaskránni DIS og í føroysku skipaskrásetingini annars, koma ikki undir reglurnar í stk. 1.

§ 26. Virðið á vørum og framleiðslum, sum skattgjaldarin hevur tikið út úr virki sínum til at nýta ella hava í húshaldi sínum ella til gávu, verður mett eftir keypsvirðinum á hesum vørum og framleiðslum.
2. stk. Nýtir skattgjaldarin fyri seg sjálvan bilar, skip, vognar, ross og tílíkt, sum hoyra til virki hansara, verður virðið á hesum mett til so stóran part av tí árliga kostnaðinum av teim nýttu rakstraramboðum, heruppií avskrivingar av tí, sum svarar til eginnýtsluna. Somuleiðis um vinnufólk í virkinum eisini starva í húshaldi hansara, tá verður virðið á hesum starvi mett til so stóran part av øllum starvsviðurgjaldinum hjá hesum vinnufólki, heruppií vistarhald, at hann svarar til starvið í húshaldinum.
3. stk. 12) 25) 49) Vørur á goymslu, ráevni eins og hálv- og fullvirkaðar vørur, verða taldar upp í inntøkuuppgerðina við tí keypsvirði, ávikavist framleiðsluvirði, sum vørurnar hava, tá inntøkuárið gongur út. Livandi alifiskur, herundir smolt, kemur ikki undir ásetingina í 1. pkt. Har keypsvirðið, ávikavist framleiðsluvirðið, veruliga hevur verið lægri, er loyvt at rokna við tí. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir nærri reglur fyri uppgerðina.".

§ 27. 4) Ágóði av sølu ella avhending av ognum hjá hinum skattskyldugu verður roknaður fyri skattskylduga inntøku, tá søla av slíkum ognum fellur undir vinnu hansara, ella tá hann hevur keypt ognarlutin fyri at selja hann aftur við ágóða. Selir hin skattskyldugi fasta ogn og hevur hon verið ogn hansara styttri enn 2 ár, má ætlast, at hann hevur ognast hana til tess at selja aftur við ágóða, uttan prógvað verður, at so var ikki.

§ 28. Løn og onnur samsýning samb. starvssáttmála millum arbeiðsgevara og løntakara, sum liður í vanligu arbeiðsgongd arbeiðsgevarans, og sum fellur til gjaldingar aftan á avvarðandi vinnuskeið, er skattskyldug í tí inntøkuári, hon er útgoldin. Er lønin ella samsýningin ikki útgoldin við endan á tí álmanakkaári, sum kemur beint aftaná tað álmanakkaár, har løntakarin hevur vunnið sær endaligan rætt til hana, skal hon tó takast við sum skattskyldug inntøka í hesum seinna álmanakkaárinum.
2. stk. Reglurnar frammanfyri verða at nýta samsvarandi, viðvíkjandi aðrari A-inntøku enn løn.
3. stk. 3) Heldur skattskylda løntakarans uppat, er tann inntøkan, sum nevnd er í 1. og 2. stk. í seinasta lagi skattskyldug, tá skattskyldan heldur uppat. Reglan í 1. punktum er galdandi, sjálvt um løntakarin síðani verður avmarkað skattskyldugur.
4. stk. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum hevur heimild at áseta, at A-inntøka av ávísum slag ikki skal koma undir reglurnar í 1. og 2. stk., soleiðis at hon verður skattskyldug í tí ári, hon er vunnin, smb. 25. §. Serstakar reglur verða at galda fyri frítíðarløn, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir við kunngerð.

§ 29. Til skattskylduga inntøku teljast ikki:

  1. 12) vinningur av sølu av ognum hjá hinum skattskylduga í tann mun, hann ikki sambært øðrum reglum í skattalóggávuni skal teljast við í skattskyldugu inntøkuna,
  2. ognarvøkstur, sum stavar av tí, at óseldir ognarlutir hjá hinum skattskylduga hækka í virði - eins og ognarminking av tí, at teir lækka í virði, heldur ikki má verða drigin frá inntøkuni, sbr. tó 26. §, 3. stk.,
  3. 11) 25) 37) gávur, sum hin skattskyldugi hevur fingið frá hjúnafelaga, avkomi, foreldrum (heruppií eisini ættleiðingarforeldrum) ella abba ella ommu, samanber tó § 5, stk. 4 í hesi løgtingslóg, somuleiðis ognarvøkstur, ið stavar frá arvi og greiðslu frammanundan burtur av arvi, falnum ella ófalnum, ella av tí at eftirsitandi hjúnafelagin tekur við felagsbúgvi til at sita í óskiftum búgvi,
  4. ognarvøkstur, ið stavar av giftu,
  5. útgoldin lívstryggingarpeningur og tílíkt, eins og endurgjald sambært vanlukku-, avlamis- og sjúkratrygging, tá endurgjald er ikki latið sum tíðarviss gjøld ella sum endurgjald fyri mista vinnuinnløgu,
  6. útgoldið endurgjald sambært trygging av fastogn ella leysafæ, uttan so at søluvirðið, um hesir ognarlutir høvdu verið seldir, átti at teljast upp í ta skattskyldugu inntøkuna,
  7. 88) gjøld, sum hitt almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostnað av almennum ella embætisligum starvi, tá tey ikki innihalda nakra samsýning fyri vinnu, og somuleiðis tilsvarandi gjøld, ið loyvishavandi og privat virki rinda. 1. pkt. fevnir eisini um útiviðbót, heimflytingarviðbót og útreiðslur til búseting hjá sendifólki Føroya, umframt aðrar líknandi útreiðslur, sum eru at meta sum fulnaður fyri meirútreiðslur, sum standast av tænastuni uttanlands.
  8. 28) vinningur av burturluting v.m., jvb. løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.,
  9. tann partur av teirri samsýning fólkatingsmenn eiga, sum eftir ríkislóg er kostnaðarviðbót, og tann kostnaðarviðbót, sum eftir løgtingslóg verður veitt løgtingsmonnum eftir bústaði,
  10. 2) 17) sømdarpeningur goldin sambært lóg nr. 93 frá 20. mars 1940 um "udbetaling af hædersgaver til danske sømænd og fiskere og deres efterladte", sømdarpeningur sambært lóg nr. 383 frá 9. august 1945 um "visse hædersgaver til danske søfarende og fiskere og deres efterladte", og sømdarpeningur goldin sambært §§ 37-43 í lóg nr. 475 frá 1. oktober 1945 um "erstatning til besættelsestidens ofre". Sømdarpeningur eftir hesi áseting umfatar eisini eyka sændarpening sambært lóg nr. 314 frá 17. mai 1995 um "udbetaling af en ekstraordinær hædersgave i anledning af 50-året for Danmarks befrielse",
  11. virði av vistarhaldi hjá sjófólki umborð,
  12. 4) sømdar- og heiðurspeningur, sum veittur verður uttan umsókn, tó undantiknar fastar árligar veitingar. Studningur, sum tað almenna ella góðkendir gávufægrunnar og aðrir grunnar lata lesandi og lærlingum, styrkveiting sambært játtan á løgtingsins fíggjarlóg og styrkveiting úr hjálpargrunninum til óarbeiðsførar fiskimenn,
  13. 5) 28) 31) 33) 35) 39) 46) 70) 73) 79) 81) 82) 90) 97)
    a) Grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, stk. 1, nr. 1, grundupphædd av fyritíðarpensjón eftir § 2, stk. 1, nr. 2-4, avlamisviðbót eftir § 2, stk. 3, eyka viðbót eftir § 2, stk. 4, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálparviðbót og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    b) Veitingar eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    c) Veitingar eftir §§ 15-19, § 24 og §§ 26-30 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
    d) Veitingar eftir § 7, § 12, stk. 3, 4 og 9 og § 19 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
    e) Barnagjald, hækkað barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna uttan mun til, um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald
    til einsamallar uppihaldarar o.a.
    f) Veitingar eftir løgtingslóg um familjuískoyti.
  14. tað sum útgoldið verður limunum í teimum í 1. § nr. 11 nevndu keypssamtøkum í mun til tað, teir hava keypt av vørum og tænastum,
  15. 6) 37) (sett úr gildi)
  16. 4) 31) (sett úr gildi)
  17. 2) gávur, ið stava frá innsavningum, treytað av, at gávan er eingangsveiting og verður latin sum hjálp til persónar, ið hava mist forsyrgjara av vanlukkuávum ella líknandi hendingum.
  18. 21) rentustuðul sambært løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  19. 24) Stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum, løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, løgtingslóg um stuðul til arbeiðsmarknaðargjøld, løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald og løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
  20. 28) Privata nýtsluvirðið av teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í samband við arbeiði,
  21. 28) Gjøld, sum starvandi umborð á flogfari fáa útgoldið sum endurgjald fyri kostnað av hesum starvi. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð upphæddirnar á hesum gjøldum,
  22. 28) Virðið á fríari ferð og fríum bústaði hjá persóni, sum ikki hevur bústað í Føroyum, og sum er í bráðfeingis arbeiðsørindum í Føroyum. Við bráðfeingis arbeiðsørindum skilst dvølur innan fyri eitt 12 mánaðar tíðarskeið í styttri enn 180 dagar uttan mun til, um persónurin hevur verið burtur ímillum ella ikki,
  23. 29) innskot, sum fer til grunsfæ ella hækking av grunsfæi í vinnurekandi grunnum sambært lóg nr. 286 frá 6. juni 1984 om erhvervsmæssige fonde, smb. kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsmæssige fonde, Framtaksgrunni Føroya og Fíggingargrunninum frá 1992. Til skattskyldugu inntøkuna teljast tó innskot í grunnar, hvørs fæ verða brúkt til útluting, ella um so er, at viðtøkur grunsins áseta, at grunsfæið eftir nærri tilskilaðari tíð skal brúkast til útluting ella innskot í grunnar, hvørs viðtøkur geva limum av einari ávísari ætt ella ávísum ættum framíhjárætt til veitingar úr grunnunum ella framíhjárætt til ávís størv.
  24. 35)
    a) Upphædd, sum "Garantifonden for indskydere og investorer" rindar stovni, nevndum í § 3 í lóg um "garantifond for indskydere og investorer", til heilt ella lutvíst at javna roknskaparligt hall í sambandi við avhendan av aktivum og passivum frá einum stovni til annan. Tann parturin av hallinum, sum stovnurin fær fulnað fyri við útgjaldinum ella ábyrgd frá "Garantifonden for indskydere og ivnestorer", kann tá ikki roknast sum partur av útveganarvirðinum fyri aktivini hjá stovninum, sum yvirtekur hesi aktiv.
    b) Um "Garantifonden for indskydere og investorer" hevur goldið út upphæddir, umrøddar her, ella stilla trygd, sum kann føra til útgjalding av slíkum upphæddum, og stovnurin, sum avhendir aktiv, byrjar nýtt virksemi, kann hall fyri eldri inntøkuár ikki dragast frá í skattskyldugu inntøkuni fyri avvarðandi ella fylgjandi ár. Somuleiðis kann hall fyri avvarðandi ár ikki dragast frá í skattskyldugu inntøkuni fyri seinni ár.
  25. 59) Stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði.
  26. 64) Eftirløn o.t., sum er skattað eftir løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. í samband við inngjald.
  27. 66) 68) Virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands.
  28. 72) Privata nýtsluvirðið av telefon og telesamskifti, sum arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í samband við arbeiði.
  29. 73) 97) Samsýning í reiðum peningi, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu letur børnum í sambandi við heilsukanningar, umframt gjald til vistarhald og klæði til barnið, sbrt. § 1, stk. 2, og lummapeningur til barnið, sbrt. § 1, stk. 3 í kunngerð um samsýning til fosturforeldur.
  30. 78) seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt.
  31. 94) inntøka frá heimavirki. Sum heimavirki eftir 1. pkt. er at skilja heimavirkisvirksemi, sum hevur ein árligan umsetning á í mesta lagi kr. 50.000.

§ 29a. 28) 56) Toll- og Skattaráð Føroya kann eftir umsókn loyva, at persónur undir fullari skattskyldu til Føroya verð­ur frítikin fyri inntøkuskatt av løn og aðrari samsýning, vunnin fyri arbeiði, sum stovnur, ið fremur altjóða menningarsamstarv, skipar fyri og fíggjar, um so er, at arbeiðið fyri lønina og samsýningina er gjørt í einum menningarlandi, og persónurin er útsendur av slíkum stovni.
Stk. 2. Persónur, sum verður útsendur og løntur av fyritøku, ið hevur gjørt avtalu við stovn, ið fremur altjóða menningarsamstarv, er eisini fevndur av stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri skattafrítøku eftir hesi grein, og fyri hvørji skjalprógv o.a. skulu viðleggjast umsóknini.
Stk. 4. 46) Avgerðir hjá Toll-og Skattaráð Føroya eftir stk. 1 og stk. 2 kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta - og Avgjaldskærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Freistin verður roknað frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 29 b. 56) 71) 96) Til ta skattskyldugu inntøkuna telist ikki samsýning til dómarar, linjuverjar, umframt til venjarar innan ítróttina, og leiðarar, hjálparar hjá ítróttafeløgum, um samsýningin ikki fer upp um kr. 50.000 um árið.
Stk. 2. Persónar, sum fáa samsýning eftir reglunum í stk. 1, kunnu ikki samstundis fyri sama virksemi fáa skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7 í hesi lóg uttan so, at talan er um ferðing uttanlands í arbeiðsørindum.
Stk. 3. Tann, sum rindar út samsýning eftir reglunum í stk. 1, skal rinda samsýningina um eitt av lands­stýrinum góðkent avrokningarstað eftir reglunum í § 63 í hesi lóg.

§ 30. 5) 26) 28) 30) 37) (sett úr gildi)

§ 30a. 31) (sett úr gildi)

§ 30b. 61) 76) 77) Inntøka frá fiskivinnu verður áløgd ein tilfeingis/loyvisskatt á 7% av skattskyldugari inntøku, hægri enn 1.000.000 kr. Tilfeingis/loyvisskatturin tilfellur landskassanum.
Stk. 2. 77) Skattskyldug, sbrt. stk. 1, hava skyldu at fyribilsskráseta seg við inntøku frá fiskivinnu í seinasta lagi 1. oktober í inntøkuárinum.
Stk. 3. Í skattaroknskapinum hjá teimum, sum hava inntøku eftir stk. 1, skal serstøk uppgerð gerast fyri tilfeingis/loyvisskattin, sbr. tó stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Uppgerðin verður latin inn saman við sjálvuppgávuni.
Stk. 4. Hjá teimum, sum hava skattskylduga inntøku eftir stk. 1 á 1.000.000 kr. ella lægri, er ikki neyðugt at gera serstaka uppgerð eftir stk. 3.
Stk. 5. Tilfeingis/loyvisskatturin fellur til gjaldingar í 3 gjøldum, 1. oktober, 1. november og 1. desember í inntøkuárinum við gjaldfreist til 20. í mánaðinum. Verður skatturin eftir stk. 1. og 2. ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum.
Stk. 6. Av avlopsskatti, ið stavar frá inngjaldi eftir hesi grein, verður einki endurgjald latið.
Stk. 7. 63) 69) 76) 80) Ásetingarnar í hesi grein hava virknað fyri inntøkuárið 2015.

§ 31. 5) Tá skattskyldug inntøka verður uppgjørd, skal frá inntøkuni verða drigin rakstrarkostnaður, tó ikki rakstrarkostnaður, ið persónar skattskyldugir eftir § 1 í hesi lóg hava, og ið stendst av at vinna A-inntøku og inntøku av persónligum arbeiði í tænastu fyri onnur, jbr. § 57, stk. 2, § 60 og § 62 í hesi lóg. Rakstrarútreiðslur t.e. tær útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, so sum

a) eftirlønir ella tilskot til eftirløningar teirra, sum starva ella hava starvað í vinnu skattgjaldarans,
b) gjald til yrkisfeløg fyri vinnurekandi,
c) útreiðslur til umvælingar, tryggingar og umsitingar av húsum, skipum, maskinum, innbúgvi og øðrum rakstraramboðum, sum hin skattskyldugi hevur nýtt í virki sínum, tó ikki meira enn nýtt er til at bøta um slit og brek, sum á er komið eftir tað, at hann hevur fingið sær nevndu rakstraramboð,
d) 6) 71) peningur, sum í útgerðarstarvi á sjónum verður lagdur niðurfyri til klassingar og umvælingar av skipi. Hesar avsetingar tilsamans kunnu í mesta lagi verða 10 % av tí fyrstu 1.000.000 kr. av útveganarvirðinum og 5 % av útveganarvirðinum omanfyri 1.000.000 kr. og kunnu bert verða gjørdar undir einum av vinningi í rakstri skipsins áðrenn gjørdar avskrivingar. Avsetingarnar skulu inntøkuførast aftur í seinasta lagi 4. inntøkuár aftaná avsetingarárið ella tað árið, skipið verður latið av hondum. Avsetingarnar skulu inntøkuførast aftur í seinasta lagi 4. inntøkuár aftaná avsetingarárið, ella tað árið, skipið verður latið av hondum ella fer undir tonsaskatt.
e) 12) árlig avskriving skipað við serligari lóg.

2. stk. 12) Um ein persónur, sum er skattskyldugur sambært § 1, hevur gjørt skattligar avskrivingar ella avsetingar í íløgugrunn og skattskylduga inntøkan er lægri enn skattliga uppgerðin av eginnýtsluni smbr. 3. stk., verður skattskylduga inntøkan sett ájavnt skattligu uppgerðina av eginnýtsluni. Hækkingin av skattskyldugu inntøkuni skal tó ongantíð fara upp um samlaðu avskrivingarnar og avsetingina í íløgugrunn.
3. stk. 12) 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur nærri reglur um, hvussu eginnýtslan skal gerast upp.
4. stk. 12) Skattligu avskrivingarnar í 2. stk. fevna ikki um avskrivingar, sum eru bundnar til tað ávísa árið, og sum verða mistar, um tær ikki verða gjørdar í tí árinum.
5. stk. 12) Skattskyldugur persónur, hvørs inntøka er hækkað sambært regluni í 2. stk., missir tó ikki hesar avskrivingar v.m., tí hesar verða mettar, sum ikki gjørdar tað árið, inntøkan verður hækkað.
6. stk. 12) 25) Tá skattliga eginnýtslan hjá hjúnum verður gjørd upp, verður inntøkan hjá hjúnunum fyri alt inntøkuárið og ogn og skuld við árs byrjan og enda tikin við.

§ 32. Annars skulu, tá inntøkan verður uppgjørd, dragast frá útreiðslur til royndar- og granskingarvirksemi, sum hin skattskyldugi hevur havt, áðrenn sjálv vinnan er byrjað. Hesar útreiðslur kunnu dragast frá skattskyldugu inntøkuni tað árið, vinnan er byrjað, og tey næstu 3 inntøkuárini. Hin skattskyldugi ger sjálvur av, hvussu stórur partur av útreiðslunum verður drigin frá inntøkuni hvørt árið sær. Útreiðslur til royndar- og granskingarvirksemi í sambandi við ráevni í undirgrundini koma ikki undir hesar reglur.

§ 33. 5) Annars skal, tá inntøkan verður uppgjørd, dragast frá,

  1. 84) 11) 25) 98) Rentuútreiðslur av íløguskuld og rakstrarskuld í sambandi við vinnuvirki og negativ renta av innistandandi hjá vinnuvirki, útreiðslur til provisión, stovningarprovisión ella premiu í sambandi við lántøku ella ábyrgd til vinnuvirki. Frádráttur fyri rentuútreiðslur er tó treytaður av, at renturnar eru komnar til gjaldingar aftan á 31.12.1994. Rentuútreiðslur, sum eru komnar til gjaldingar í einum inntøkuári, og sum skattgjaldari hevur drigið frá, men ikki hevur goldið við endan av næstkomandi inntøkuári, verða inntøkuførdar fyri tað álmanakkaárið, renturnar eru komnar til gjaldingar. Rentuútreiðslurnar metast at verða goldnar, um so er, at tær av einum peningastovni, eru afturatskrivaðar kassakredittinum ella líknandi leypandi viðurskiftum, uttan at kreditturin hervið fer upp um hámarkið, sum avtalað varð pr. 1. januar í tí álmankkaárinum, ella við byrjan av roknskaparskeiðinum, sum kemur beint aftan á tað álmanakkaár ella roknskaparskeið, um rentan varð tilskrivað. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann við kunngerð áseta neyvari reglur fyri, hvat er at skilja við, at rentan er goldin.
  2. 84) 91) tá ið skattgjaldari veitir lán til eitt virki við vinnuligum endamáli ella gevur ábyrgd til banka ella annan áognara fyri vinnuvirki og av hesi orsøk er fyri tapi, er honum loyvt at draga hetta tap frá í skattskyldugu inntøkuni, sbr. § 33 a. Hetta er tó bert galdandi fyri lán og ábyrgd, avtalað áðrenn 3. desember 1994.
  3. 12) 25) útreiðslur til ferðing, umboðan, lýsingar o.t., sum í sambandi við vinnuvirki standast av at selja vørur og tænastur í inntøkuárinum og seinni inntøkuár. Landsstýrismaðurin í skattamálum hevur heimild til at áseta nærri reglur viðvíkjandi krøvum til skjalprógv og útgreinan av nevndu útreiðslum og kann áseta loyvdar upphæddir til vistarhald.
  4. 12) gjald til sjálvbodna dagpeningaskipan fyri skattskyldugar einstaklingar, sum reka sjálvstøðugt vinnuvirki,
  5. 11) 86) 49) 91) Strikað
  6. 21) (Sett úr gildi)
  7. 21) (Sett úr gildi)
  8. Útreiðslur til onnur leypandi gjøld til persónar, ið búgva her á landi, sum t.d. hald og uppihaldspeningur, ið skattgjaldarin hevur bundið seg til at reiða út, tó bert um tey eru at rokna fyri viðurlag fyri fíggjarliga veiting, ið skattgjaldarin hevur fingið, tá skuldbindingin varð stovnað.
  9. 3) 5) 84) 25) 55) Strikað
  10. 13) 25) Persónar, som koma undir regluna í § 2, litra a og b, og sum búgva í Danmark/ Finlandi/ Grønlandi/ Íslandi/ Noregi ella Svøríki og sum undir bráðfengis dvøli í Føroyum arbeiða í Føroyum í mesta lagi 100 dagar í sama álmanakkaári, verða bert skattaðir í Føroyum av tí parti av inntøkuni sum fer uppum eina upphædd, sum sambært galdandi reglum er neyðugt til teirra uppihald, treytað av, at arbeiðið er skipað innan karmarnar hjá norðurlendskum ætlanum um umbýti av praktikk og frítíðararbeiði, og at arbeiðið er skipað gjøgnum Nordjobb. Upphæddir, sum verða hildnar neyðugar til uppihald verða ásettar av landsstýrismanninum í skattamálum fyri eitt ár og verða minkaðar í mun til longdina av dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.
  11. 84) 21) (Sett úr gildi)
  12. 1) 84) 25) 68) Partur av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðir og flutning, sjúkra- og vanlukkutryggingar, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipum, tó ikki inntøkur fevndar av § 25 b, stk. 1.Frádrátturin er treytaður av, at dvølurin uttanlands er vegna arbeiði, og at dvølurin uttanlands innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið antin er 2 mánaðir uttan slit, ella í minsta lagi 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaðar tíðarskeið. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir við kunngerð frádráttarupphæddina og neyvari reglur fyri, hvussu frádrátturin verður veittur. Frádráttirnir eftir hesum reglum kunnu tilsamans ongantíð verða størri enn skattskylduga uttanlandsinntøkan.
  13. 84) 21) 25) 68) 81) 30% av skattskyldugari inntøku, sum er fevnd av § 25b, stk. 1, tó í mesta lagi kr.120.000.
  14. 86) 21) 33) Skattgjaldari, sum arbeiðir hjá føroyskum virki, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum fyri síðani at verða latið og sett upp uttanlands, men har sjálvt arbeiðið uttanlands ikki tekur so langa tíð, at treytirnar í nr. 12 eru loknar, kann eftir umsókn fáa frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur, meirútreiðslur til sjúkra- og vanlukkutryggingar í sambandi við tann partin av arbeiðinum, sum verður gjørt uttanlands. Landsstýrismaðurin ásetir frádráttarupphæddina og neyvari reglur fyri, hvussu frádrátturin verður veittur
  15. 15) 21) 32) 35) (sett úr gildi)
  16. 32) 35) (sett úr gildi)
  17. 41) 50) 68) 14% av veiðiinntøkuni og annað mangt, gjørt upp eftir § 25 a, stk. 3-6, tó ikki veiðuinntøka, sum eisini er fevnd av § 25b, stk. 1. Tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn 470.000 kr., verður ikki lækkaður.
  18. 77) Tøkugjald, rindað sbrt. § 2 í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu.
  19. 92) upp til kr. 50.000 árliga av skattskyldugari inntøku hjá lærlingum. Sum lærlingur er at meta persónur, ið er fevndur av einum galdandi lærusáttmála. Talan skal vera um lærusáttmála, ið er góðkendur av Yrkisdeplinum, ella um lærusáttmála, har úbúgvingin er skipað og lønt sambært sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevara á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Persónur, ið er í starvsvenjing sum partur av útbúgving síni, er ikki at meta sum lærlingur. Fevnir lærutíðin einans um ein part av inntøkuárinum, verður frádrátturin fyri inntøkuárið veittur lutfalsliga, har dagatalið sum lærlingur verður sett í mun til dagatalið í árinum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri umsókn, váttan, tíðarfreistir og annað, og í hesum sambandi eisini reglur um, at neyðugar upplýsingar og skjøl skulu latast umvegis talgildu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS.

§ 33a. 91) Vísir skattauppgerðin hall, kann hetta verða drigið frá í skattskyldugu inntøkuni fylgjandi árini. Hall kann tó bert flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár, í tann mun tað ikki er rúm fyri tí í skattskyldugu inntøkuni eitt fyrri ár.
Stk. 2. Hall hjá einum felag fellur burtur, um ikki minst 50 prosent av partapeninginum o.a. ella atkvøðuvirðinum í felag, fevnt av vinnufelagalógini, eru á somu hondum við byrjan av tí inntøkuári, hallið ætlandi verður flutt til, sum
tey vóru við endan av tí inntøkuári, tá hallið varð staðfest. Hallið í 1. pkt. fellur tó ikki burtur um felagið, tá skiftið í eigaraviðurskiftunum fór fram, hevði vinnuligt virksemi av týdningi við búskaparligum váða.
Stk. 3. Um skuld fellur burtur ella minkar, skal hallið lækkast samsvarandi. Verður skuld umløgd til partapening, verður hallið lækkað við tí upphædd, sum svarar til munin á áljóðandi virði og kursvirði á umløgdu skuldini umbýtisdagin. Lækkingarupphæddin verður minkað við tí inntøkuparti, sum stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur.

§ 34. 25) Skattligar avskrivingar av ognarlutum, sum verða nýttir í vinnuvirki hjá øðrum hjúnafelaganum, verða gjørdar av hesum, hetta uttan mun til, um hann sjálvur ella hin hjúnafelagin er ánari.
2. stk. Flytur annar hjúnafelagin ognir til hin hjúnafelagan til nýtslu í vinnuvirki hansara, skal vinningur ella hall ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuni hjá fyrrnevnda.
3. stk. Aftan á yvirflyting verða ognirnar avskrivingarliga og viðvíkjandi vinningi/halli viðgjørdar, sum um tær vóru útvegaðar av móttakaranum tá og fyri somu peningahædd, sum tær í sínari tíð vórðu útvegaðar fyri og verða fyrr gjørdar avskrivingar mettar, sum gjørdar av honum.
4. stk. Uttan mun til fyriskipanirnar í 2. stk. verða reglurnar í 31. § í avskrivingarlógini galdandi, um ognirnar við yvirflyting til hin hjúnafelagan verða fluttar til aðra nýtslu.

§ 35. 55) Strikað

§ 35a. 6) 56) Tá skattskyldug inntøka verður gjørd upp, verður sølupeningur fyri „goodwill“ og aðrar immateriellar ognir, sum verða nýtt vinnuliga, tikin við sum skattskyldug inntøka søluárið.
Stk. 2. Keypspeningur fyri goodwill og aðrar immateriellar ognir jbr. stk. 1, kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni við eins stórum upphæddum keypsárið og 9 næstkomandi árini. Fevnir ein rættur o.t. um eitt ávíst tíðarskeið, skal keypspeningurin tó verða drigin frá við eins stórum upphæddum yvir alt tíðarskeiðið.
Stk. 3. Keypspeningur fyri goodwill og aðrar immateriellar ognir sambært stk. 1, ið ikki er drigin frá í skattskyldugu inntøkuni, kann dragast frá í sølupeninginum av somu ognum, ella dragast frá tað árið, virkið heldir uppat. Eru ognirnar framhaldandi ogn hjá virkinum, kunnu tær dragast frá yvir 10 ár eftir reglunum í stk. 2.“
Stk. 4. Móttøka og avhending av ognarlutum sum gáva ella arvaforskot verður javnmett við keyp og sølu. Flytur skattgjaldari ognarlut frá vinnuligari nýtslu til eginnýtslu ella frá eginnýtslu til vinnuliga nýtslu, verða slíkir flutningar javnmettir við sølu. Keypspeningurin og sølupeningurin er virðið í vanligum handli um avhendingarmundið.

§ 35b. 38) Sølupeningur fyri øll rættindi eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, tó ikki veiðiloyvi, verður inntøkuførdur søluárið.
Stk. 2. Keypspeningurin fyri rættindi, sum eru fevnd av stk. 1, verður útreiðsluførdur keypsárið.
Stk. 3. Fevnir avtalan um rættindi fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum er longri enn eitt ár, kann seljarin býta sølupeningin á avvarðandi tíðarskeið. Sama er galdandi fyri keypspeningin hjá keyparanum.

§ 36. Keypssamtøkur, sum eru skattskyldugar sbr. 1. §, nr. 11, kunnu, tá skattskyldug inntøka verður uppgjørd, draga frá afturberingina, sum verður útgoldin limunum í mun til tað, teir hava keypt av vørum og tænastum.

§ 37. Upp í skattskyldugu inntøkuna hjá partafelagi verður ikki taldur vinningur av virðishækking, tá partafelagið gevur út partabrøv ella veksur um partapeningin.
2. stk.48) (Sett úr gildi)

§ 37a. 48) 91) Skattskyldug, sum

  1. útlendskir likamligir ella løgfrøðiligir persónar hava ræði á, ella
  2. hava ræði á løgfrøðiligum persónum, ella
  3. eru í samtaki við løgfrøðiligan persón, ella
  4. hava fastan rakstrarstað uttanlands, ella
  5. eru at rokna sum útlendskur likamligur ella løgfrøðiligur persónur við føstum rakstrarstaði í Føroyum, skulu í sambandi við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar og føstu rakstrarstaðir, sum høvdu verið nýttir, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar.

2. stk. 91) Stk. 2. Við ræði í stk. 1, nr. 1 er at skilja, at likamligir ella løgfrøðiligir persónar beinleiðis ella óbeinleiðis eiga meira enn 50% av partapeninginum ella innskotspeninginum ella hava ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í felagnum. Tá mett verður, um tann skattskyldugi hevur avgerandi ávirkan á ein løgfrøðiligan persón, ella um avgerandi ávirkan verður útint á skattskylduga av einum løgfrøðiligum ella einum likamligum persóni, verða partabrøv og atkvøðurættindi sum samtaksfeløg eiga, persónlig eigarapartabrøv og teirra nærstandandi o.o. roknað uppí. Hetta er eisini galdandi fyri eigarapartar og atkvøðurættindi, sum eru tillutað øðrum eigarum, sum eigarin hevur eina avtalu við um felags avgerandi ávirkan. Stk. 1, nr. 1 fevnir eisini um feløg, har útlendskir likamligir ella løgfrøðiligir persónar í samtaki ella saman við nærstandandi eiga meira enn 50% av partapeninginum ella innskotspeninginum ella hava ræði á meirilutanum av atkvøðunum í felagnum. Við ræði í stk. 1, nr. 2 er at skilja, at skattskyldugi, beinleiðis ella óbeinleiðis ella saman við nærstandandi, eigur meira enn 50% av partapeninginum ella innskotspeninginum ella hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í felagnum. Við skattskyldug í samtaki við løgfrøðiligan persón, sbrt. stk. 1, nr. 3, er at skilja, at somu eigarar hava ræði á feløgunum. Ræði í 6. pkt. skal skiljast eins og ræði í 5. pkt. Við nærstandandi hjá tí skattskylduga er at skilja, at hetta umfatar hjúnafelaga, foreldur, ommur og abbar, børn, ommubørn og abbabørn og hjúnafelagar teirra ella deyðsbúgv hjá omanfyrinevndu persónum. Stjúkbarnaviðurskifti og ættleiðingarviðurskifti eru at javnmeta við ættarsambond. 
3. stk. Ein løgfrøðiligur ella likamligur persónur verður mettur at vera útlendskur, um persónurin er heimahoyrandi í Danmørk, Grønlandi ella einum fremmandum landi, herundir eftir ásetingunum í einum tvískattasáttmála.
4. stk. 77) Í sambandi við, at álíkningin av tí skattskyldugu inntøkuni verður broytt, sambært stk. 1, kann skattskyldugi sleppa undan øðrum fylgjubroytingum við at binda seg til gjalding í samsvari við prísir og treytir nevnd í stk. 1. 1. pkt. er tó einans galdandi fyri viðurskifti, fevnd av § 118a, við atliti at føstum rakstrarstøðum, likamligum og løgfrøðiligum persónum, sum eru uttanland, sum viðkomandi útlendski skattamyndugleiki skattar í samsvari við teir prísir og tær treytir, sum eru nýtt við álíkningina av tí skattskyldugu inntøkuni, sambært stk. 1.

§ 37b.48) Um eitt felag,

  1. sum er fevnt av § 1,
  2. 77) hevur skuld til likamligan ella løgfrøðiligan persón, sum er nevndur í § 118a, stk. 1, og
  3. felagsins fremmandakapitalur (skuld) sæð í mun til felagsins eginkapital við inntøkuársins enda er størri enn lutfallið 4:1,

kunnu rentuútreiðslur og kurstap av tí partinum av tí kontrolleraðu skuldini, sum er størri enn lutfallið 4:1, ikki dragast frá skattskyldugu inntøkuni eftir hesi lóg ávikavist kapitalvinningsinntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini. Kurstap kann tó dragast frá í kursvinningi upp á sama lán tey eftirfylgjandi inntøkuárini. Lán frá triðjamanni, sum tann í § 118a, stk.1 nevndi eigaraskari ella feløg í samtaki við hendan beinleiðis ella óbeinleiðis hava veitt trygd fyri, verður mett sum skuld, fevnd av 1. pkt. Frádráttaravmarkingin fellur burtur, um felagið sannar, at líknandi fígging kann fáast til vega millum óheftar partar.
2. stk. Sum skuld verður roknað skuld sambært fíggjarkrøvum, sum eru fevnd av kapitalvinningsskattalógini eins og av umbýtiligum lánsbrøvum. Skuldin verður gjørd upp sum kursvirðið við inntøkuársins enda.
3. stk. Eginkapitalurin verður við inntøkuársins enda gjørdur upp sum virðið á aktivum, uppgjørd til handilsvirði við frádrátti fyri skuld eftir stk. 2. Eginkapitalur, sum er innskotin av likamligum ella løgfrøðiligum persóni, sum er nevndur í § 118 a, stk. 1, verður einans roknaður við í tann mun, hann verður verandi í felagnum í minsta lagi í 2 ár.
4. stk. 77) 91) Eru fleiri feløg í samtaki undir ræði, sbr. stk. 5, verða reglurnar í stk. 1-3 samlað nýttar upp á ogn og skuld í hesum feløgum, og sæð verður burtur frá partabrøvunum hjá feløgum í øðrum feløgum, sum eru partar av samlaðu uppgerðini, eins og sæð verður burtur frá skuld og krøvum millum hesi.
5. stk. Við feløg í samtaki verður skilt:

  1. feløg v.m., har sami eigaraskari beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% av partapeninginum í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni,
  2. feløg v.m., har sami eigaraskari beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni,
  3. ein grunnur ella felag, har grunnurin beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni, ella
  4. ein grunnur ella felag, har grunnurin beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni.

Partabrøv, sum

a) hjúnafelagi,
b) foreldur,
c) omma og abbi,
d) børn,
e) barnabørn,
f) hjúnafelagi hjá børnum ella barnabørnum ella
g) deyðsbúgv eftir teir í litra a-f nevndu persónar

eiga ella hava átt, verða í metingini av eigaraskaranum síðustillað við eigarans partabrøv v.m. Hartil verða partabrøv, sum hoyra til feløg, grunnar v.m., har teir í 1. pkt. nevndu persónar sum partaeigarar ella orsakað av viðtøkureglum, avtalu ella felags leiðslu hava ella hava havt eina avgerandi ávirkan á at síðustilla við partabrøv eigarans. Partabrøv, sum ein fyrrverandi hjúnafelagi hjá teimum í 1. pkt. nevndu persónum hevur, og partabrøv, sum ein núverandi hjúnafelagi hjá teimum í 1. pkt. nevndu persónum hevur avlutað áðrenn giftuna, verða tó ikki tald við. Tá ið atkvøðuparturin verður gjørdur upp, verður sæð burtur frá atkvøðum, sum einans eru fingnar til vega við avhending av atkvøðum í sambandi við, at trygd er vunnin í partabrøvum.
6. stk. Stk. 1-4 eru samsvarandi galdandi fyri partafeløg og onnur feløg, sum hava heimstað uttanlands, í tann mun tey útinna vinnu við føstum rakstrarstaði her á landi. Tá ið skuld og eginkapitalur eftir stk. 2 og 3 verða gjørd upp, inngongur einans virðið á aktivum og skuld, sum hevur samband við fasta rakstrarstaðin.

§ 38. 37) 41) Rentur av útistandandi skatti og ov seint goldnum skatti annars, ið nevndar eru í 78. § og 135. §, kunnu ikki dragast frá tí skattskyldugu inntøkuni. Renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi verður viðgjørd eins og renta av útistandandi og ov seint goldnum skatti

§ 39. 25) Eftirsitandi hjúnafelagi, sum valt hevur at sita í óskiftum búgv, ger í tí inntøkuári, sum andlátið var, upp allar inntøkur hjúnanna, sum ásett í 13. §.

§ 40. Tá endaliga líkningin hjá tí deyða, jvb. 14. §, 2. stk., verður gjørd, skulu verða viðtaldar allar inntøkur, sum hann hevur vunnið fram til deyðadagin. Her íroknaðar eru allar A-inntøkur hansara, jvb. 60. §, eisini tær sum møguliga ikki verða útgoldnar fyrr enn aftan á deyðadagin og allar B-inntøkur fram til deyðadagin.
2. stk. Somuleiðis skal eftirsitandi hjúnafelagi skatta av øllum A-inntøkum sínum í inntøkuárinum og teimum B-inntøkum, sum ikki ganga inn í búgvið.
3. stk. Tá inntøkan hjá deyðsbúgvum, ið nevnd eru í 1. §, nr. 7, verður uppgjørd, skal takast við øll inntøka og allar útreiðslur í tíðini frá deyðadegnum og til tann dagin tann endaliga uppgerðin av búnum verður gjørd. Um so er at hetta tíðarskeið er styttri enn 15 mánaðir, verður tað tá at rokna sum eitt inntøkuskeið.
4. stk. Er búgvið ikki skift innan 15 mánaðir, verður tað at lata inn vanliga sjálvuppgávu yvir inntøkur og útreiðslur í inntøkuárinum, jvb. 24. §, 3. stk., síðsta punktum, soleiðis at fyrsta inntøkuskeið tess verður tíðin frá deyðadegnum og til næsta 31. desember.
5. stk. Inntøkuuppgerðin hjá búnum verður í hesum førum at fylgja somu reglum, sum galda fyri skattskyldugar persónar. Tó kann avseting í íløgugrunn ikki verða gjørd.
6. stk. Allar ognir í búnum verða avskrivingarliga og viðvíkjandi vinningi/halli viðgjørdar, sum um tær vóru útvegaðar av búnum upprunaliga og fyri somu peningshædd, sum tær í sínari tíð vóru útvegaðar fyri og verða fyrrgjørdar avskrivingar mettar sum gjørdar av búnum. Vinningur og hall, sum koma fram við sølu av ognum í búnum, verða tald við í tann mun, vinningurin ella hallið hevði verið talt við í inntøkuuppgerðini hjá tí deyða, um sølan hevði verið gjørd av honum.
7. stk. Tá endaliga uppgerðin hjá búnum smb. galdandi skiftisreglum verður gjørd, skulu tær ognir, sum kunnu avskrivast og ognir, sum koma undir 27. § verða mettar sum tær eru avhendar uppgerðardagin. Avhending verður her mett sum søla fyri virði í vanligum handli. Somuleiðis skulu í hesi uppgerð allar burturleggingar av einum og hvørjum slag verða tiknar til inntøku aftur.

4. KAPITTUL
Skattur til tilhaldskommunu

§ 41. Skyldu at svara skatt til kommununa hava allir persónar og feløg v.m., sum hava skattskyldu til landskassan.
2. stk. 25) Skattskyldugir persónar svara skatt til ta kommunu, har teir hava fast tilhald fyri seg og húski sítt 1. desember í árinum framman undan inntøkuárinum, og feløg v.m. har tey eru skrásett, sbr. tó 48. §. Uppihaldari, sum flytur í aðra kommunu at arbeiða har, er framvegis einans skattskyldugur í heimakommunu síni, so leingi hann heldur hús í henni.
3. stk. Fast tilhald, ið er styttri enn 3 mánaðir, verður ikki í nakrari kommunu roknað fyri at stovna skattskyldu, uttan so at hetta er framhald av føstum tilhaldi á sama stað áður, og skattgjaldarin alt samanlagt hevur hildið til har í 3 mánaðir í minsta lagi. Men hevur persónur ikki í skattaárinum havt 3 mánaða fast tilhald í nakrari kommunu í landinum, tá hava kortini allar kommunur, har hann í skattaárinum hevur fast tilhald, rætt til at skatta hann eftir tí, sum hetta tilhaldið hevur vart, um so er, at tað ikki var styttri enn ein mánað.
4. stk. 25) 51) Teir, ið starva í sigling ella fiskiskapi, verða, um teir hava ikki bústað ella fast tilhald í nakrari kommunu 1. oktober í árinum framman undan inntøkuárinum skattaðir í teirri kommunu, har ið teir vanliga halda til, tá teir eru ikki á sjónum. Ber ikki til at staðfesta tílíkan vanligan tilhaldsstað, skal skatturin verða goldin í teirri kommunu, skipið hevur heimstað, ella, um skipið eigur heima uttanlands, í teirri kommunu, har sum hesir skattgjaldarar seinast hava verið skattskyldugir til tilhaldskommununa. Persónar við avmarkaðari skattskyldu jb. § 2, stk. 1, litra j og persónar við avmarkaðari skattskyldu undir FASskipanini, eru ikki fevndir av hesi grein. Í ivamálum hevur landsstýrismaðurin í skattamálum ta endaligu avgerðina.
5. stk. 25) Persónar, sum í heilum skifta tilhald, gjalda skatt til ta kommunu, sum helst má verða hildin at vera heimakommuna teirra. Í ivamálum hevur landsstýrismaðurin í skattamálum ta endaligu avgerðina.
6. stk. Deyðsbúgv verður skattað í teirri kommunu, har hin deyði seinast hevði skattskyldu til tilhaldskommununa.

§ 42. Hevur persónur tilhald í eini kommunu, av tí at hann er á sjúkrahúsi ella er settur í fangahús ella tílíkt, og uppfyllir hann samstundis tað, sum krevst til at verða settur í tilhaldskommunuskatt í aðrari kommunu í landinum, tá skal hann ikki gjalda tilhaldskommunuskatt í fyrrnevndu kommunu. Hetta sama hevur gildi fyri tann, sum heldur til í eini kommunu, av tí at hann er har í almennum ørindum, og sum samstundis uppfyllir tað, sum krevst til at verða settur í tilhaldskommunuskatt í aðrari kommunu í landinum.

§ 43. 25) Bygda(r)ráðið kann, um tað ikki heldur, at skattakommunan hjá einum skattskyldugum 1. desember er tann rætta jvb. 41. §, 2. - 6. stk., kæra um hetta áðrenn 1. mai árið eftir til ta kommunu, sum hevur fingið skattin. Um hin skattskyldugi er settur í skatt sambært 2. stk. er kærufreistin 5 mánaðir aftan á, at skattskyldan hevur tikið við. Skattaborgarin kann kæra um avgerðina innan 3 mánaðir aftan á, at hann hevur fingið fráboðanina um, til hvørja kommunu hann er tilhaldsskattskyldugur. Um kommunurnar ikki eru samdar um, til hvørja kommunu ein persónur er kommunuskattskyldugur, ella semja ikki kann fáast við ein persón um hetta, kann spurningurin leggjast fyri landsstýrismannin í skattamálum. Tó kann skattaborgarin innan 4 vikur aftan á, at hann hevur fingið boð um úrskurð landsstýrismansins í skattamálum kæra til dómsvaldið.
2. stk. 25) Um skattskyldan tekur við í álmanakkaárinum, verður skatturin latin til ta kommunu, sum hin skattskyldugi má haldast at hava tað tilhald í, sum umrøtt er í 41. §. Um skattskyldan tekur við í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 31. desember í eini kommunu, verður skattur fyri komandi álmanakkaárið eisini goldin til hesa kommunu.

§ 44. Flytur skattgjaldarin úr skattakommununi í inntøkuárinum, skal skattakommunan lata ein part av tí kommunuskatti, sum er álíknaður fráflutta skattgjaldaranum til tilflytingarkommununa. Hetta er bert galdandi um fasta tilhaldið í tilflytingarkommununi sambært 41. § varir í minsta lagi 3 mánaðir samfelt.
2. stk. Skatturin verður býttur lutfalsliga í mun til tað tíðarskeið skattgjaldarin hevur búð í tilflytingarkommununi. Hesin lutfalsligi partur verður roknaður frá byrjanini av tí fjórðingsári, sum kemur beint aftan á tilflytingina og til endan av tí fjórðingsári tá ið møgulig fráflyting aftur fer fram, samanber 1. stk. Hendir flyting 1. í einum fjórðingsári, so er hesin dagur at meta sum fráflytingardagur.
3. stk. Flytur skattgjaldari burtur úr Føroyum, skal hann, til skattskyldan heldur uppat, gjalda skattin til ta kommunu, sum hann var skattskyldugur í, tá hann flutti burtur. Men um skattgjaldarin eftir tað, at hann læt bústað sín frá sær, framvegis er skattskyldugur her á landi sambært 1. §, nr. 5, tá verða reglurnar í 41. §, 3. stk. nýttar.

§ 45. 25) Kommuna, sum ikki metir seg at hava fingið sín part av kommunuskattinum sbr. 44. § 2. stk., ella ikki metir býtið av kommunuskattinum hjá einum persóni millum kommunurnar at vera rættan, kann í seinasta lagi 1 ár og 3 mánaðir aftan á tað álmanakkaárið er úti, ið kært verður um, senda kæru um hetta til skattakommununa við upplýsingum um tað tíðarskeiðið, skattaborgarin hevur búð í kommununi. Um kommunur ikki verða samdar um, hvør skal hava skattin ella um býtið av honum, hevur landsstýrismaðurin í skattamálum ta endaligu avgerðina. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger nærri reglur fyri, hvussu býti av upphæddini millum kommunurnar verður útroknað.

§ 46. 5) 84) 11) 18) 21) 33) 34) 44) 50) 52) 57) Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2007 til 31. desember 2007 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-28.000 kr., og frá 1. januar 2008 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-30.000 kr.
2. stk. 15) 21) Bygda(r)ráðini kunnu avgera, at í útroknaða kommunuskattinum kann verða játtaður ein barnafrádráttur. Upphæddin skal verða viðtikin av bygda(r)ráðnum fyri 1. desember, sum galdandi fyri komandi inntøkuár sbr. § 2 í ásetingarlógini.

§ 46 a 5) 84) 10) 18) 21) (Sett úr gildi)

§ 46 b 5) 84) 10) (Sett úr gildi)

§ 47. 4) 5) 25) 81) Allar skattskyldugar inntøkur, sum eru funnar eftir reglunum í hesari lóg, undantiknar tær, sum nevndar eru í § 2, 1. stk. a), b), h) og i), verða skattaðar við prosenti (líkningarprosentinum), sum er tað sama fyri allar persónligar skattgjaldarar í kommununi. Áður enn inntøkuskatturin verður roknaður, verður skattskylduga inntøkan hjá øllum skattskyldugum javnað niður til fyrsta krónutal, ið kann býtast við 100. Bygdaráðið ásetur líkningarprosentið fyri kommunuskatt, sum er galdandi fyri álmanakkaárið eftir, í seinasta lagi 1. desember. Líkningarprosentið skal standa á endaligu skattarokningini.
2. stk. 28) Um landsskattafrádrátturin í landsskattinum sambært § 3 í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan við seinni broytingum ikki verður nýttur til fulnar, skal restin dragast frá í útroknaða kommunuskattinum, tó í mesta lagi ájavnt við álíknaða kommunuskattin.
3. stk. 32) Munurin millum álíknaða kommunuskattin og tað, sum hin skattskyldugi skal gjalda sambært 2. stk., verður goldin kommunukassanum av landskassanum, soleiðis at kommunan fær álíknaða kommunuskattin, tó hægst 11 % av skattskyldugu inntøkuni.

5. KAPITTUL
Skattur til atvinnukommununa

§ 48. Persónar, deyðsbúgv og feløg v.m., sum eftir reglunum í hesi lóg hava skattskyldu til eina kommunu her á landi sum tilhalds- (heima-) kommunu, og sum hava atvinnu smb. 2. stk. í hesi § í aðrari kommunu enn tilhaldskommununi, skulu av teirri inntøku, sum tey hava havt í inntøkuárinum, smb. 24. §, gjalda skatt til atvinnukommununa eftir teimum reglum, sum her fylgja.
2. stk. 12) 15) 27) Atvinnu í eini kommunu hevur tann persónur, tað deyðsbúgv, felag v.m. ella felagsskapur (smb. § 1, nr. 7, 8, 10, 11, 12, 13, 14 og15), ið

  1. sum eigari ella sameigari rekur ella á annan hátt eigur lut í avlopinum av eini vinnu (sum t.d. handverks-, verksmiðju-, handils-, umboðssølu-, vinnutakara-, sakførara-, læknavirki, vinnu sum vertur, vinnu við fólka- ella vøruflutningi ella aðrari vinnu, líkari áðurnevndu), sum hevur samband við kommununa, av tí at har er fastur rakstrarstaður - útibúgv, handilsstova, framleiðslustaður og annað fast arbeiðspláss, umboðsmaður, vørugoymsla, haðan bíleggingar verða avgreiddar regluliga ella tílíkt.
  2. Nýtir, eigur ella hevur gjaldsfría fastogn ella fær avgjald av slíkari.

§ 48a. 27) 29) Peningastovnar, tryggingarfyritøkur, telesamskiftisfyritøkur, oljusølufyritøkur, vinnurekandi grunnar sambært lóg nr. 286 frá 6. juni 1984 om erhvervsmæssige fonde, smb. kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsmæssige fonde, Framtaksgrunnur Føroya og Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eftir reglunum í hesi lóg bert eru skattskyldug til eina kommunu sum tilhalds-/heimakommunu, eru atvinnuskattskyldug til allar hinar kommunurnar í Føroyum.

§ 49. Byrjar persónur í árinum vinnu av áðurnevnda slag, sum hann gerst skattskyldugur av, tekur skattskyldan til atvinnukommununa við frá tí degi, atvinnan byrjar.
2. stk. Verður atvinna hjá persóni niðurløgd í árinum, heldur skattskyldan til atvinnukommununa uppat frá hesum degi, og verður skatturin javnaður við endaligu álíkningina, sum gjørd verður, tá inntøkuskeiðið er endað.
3. stk. Flytur í árinum persónur, sum bæði hevur fast tilhald í eini kommunu, og sum hevur tað í 48. § 2. stk. nevnda samband við hana, og sum er settur í tilhaldskommunuskatt til hana, úr kommununi, verður hann atvinnuskattskyldugur til hana frá tí degi, tilhaldsskattskyldan helt uppat.
4. stk. Skyldan hjá persóni at gjalda skatt til atvinnukommununa, fellur burtur, tá

  1. persónliga skattskylda hjá viðkomandi annars heldur uppat eftir reglunum í hesi lóg,
  2. frá tí degi, at atvinnuskattskyldugur persónur, sum er fluttur til atvinnukommununa at halda til, verður settur í tilhaldskommunuskatt til hennara.

5. stk. 27) Feløg v.m., burtursæð frá teimum í § 48 a nevndu, verða skattskyldug til eina atvinnukommunu, tá tey har taka upp tað í 48. § 2. stk. nevnda vinnuliga virki, og heldur henda skattskylda uppat, tá nevnda virki verður niðurlagt.
6. stk. 27) Tey í § 48a nevndu feløg v.m. eru skattskyldu til atvinnukommunurnar tá treytinar fyri skattskyldu til tilhalds-/heimakommununa eru loknar.

§ 50. 25) Teir í § 48 nevndu persónar v.m., sum koma undir reglurnar í hesum kapitli, skulu tá fyribilsskattaskráseting og endalig álíkning verða gjørd, lata inn uppgerð til líkningarvaldið í økinum hjá tilhalds-/skrásetingarkommununi yvir allar inntøkur og útreiðslur, uttan mun til um tær stava frá vinnu í atvinnu- ella tilhaldskommunu, og skal uppgerðin verða lagað soleiðis, at skilliga sæst, hvussu inntøkur og útreiðslur eru uppgjørdar, og hvussu tær býta seg millum atvinnu- og tilhaldskommunu.
2. stk. 25) Økisskrivstovan hjá tilhaldskommununi letur beinanveg eitt eintak av uppgerðini, ið viðvíkur atvinnuinntøkuni, saman við møguligum roknskapi og øðrum skjølum, sum hava samband við atvinnuinntøkuna, til líkningarvaldið í tí øki viðkomandi er atvinnuskattskyldugur.
3. stk. Tey í 49. §, 5. stk. nevndu feløg lata inn sjálvuppgávu og roknskap eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri persónligar skattgjaldarar smb. 1. stk. í hesi §.

§ 51. 25) Líkningarvaldið hjá atvinnukommununi álíknar atvinnuskattin hjá persónligum skattgjaldara út frá tílíkari inntøku, ið nevnd er í 48. §, 2. stk., og sum vunnin er í atvinnukommununi í inntøkuárinum.
2. stk. Atvinnuskatturin verður álíknaður eftir somu reglum og við somu stigum, sum tilhaldskommunuskatturin er álíknaður eftir.
3. stk. 25) Líkningarvaldið hjá atvinnukommununi sigur líkningarvaldinum hjá tilhaldskommununi frá álíkningini, og verður skatturin av álíkningunum í bæði atvinnu- og tilhaldskommunu útroknaður og fráboðaður skattgjaldaranum undir einum, sbr. 71. og 73. §§.
4. stk. 25) 27) Rættin til at skattleggja tey í § 48 nevndu feløg v.m., eigur økið hjá tilhalds-/skrásetingarkommununi. Av tí kommunuskatti, sum verður álíknaður eftir 1. ptk. av samløgdu inntøkunum hjá feløgum v.m., smb. § 48, stk. 2, nr. 1 eigur atvinnukommunan so stóran part, sum fellur á ta inntøku, sum vunnin er í atvinnukommununi, og verður hann goldin saman við skattinum til heimstaðarkommununa, smb. reglunum í § 21, stk. 1. Av tí kommunuskatti, sum verður álíknaður íheimstaðarkommununi av samanløgdu inntøkunum hjá teimum í § 48a nevndu feløgum v.m., eiga atvinnukommunurnar so stóran part, sum lutfalsliga svarar til fólkatalið í atvinnukommununum við endan av tí roknskaparskeiði, sum liggur til grund fyri álíkningini.
5. stk. Tann skattskyldugi er skyldugur at geva líkningarvaldinum í atvinnukommununi allar tær upplýsingar, ið verða hildnar at vera neyðugar við viðgerðina. Verða tær umbidnu upplýsingar ikki latnar, verða reglurnar í 103. §, 3. stk. nýttar.
6. stk. 46) 99) Skattgjaldarin, tilhaldskommunan og atvinnukommunan hava rætt til at kæra álíkningina til Føroya Kærustovn eftir reglunum í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting

§ 52. Frádráttir í inntøkuni smb. 31. §, sum ikki hava samband við atvinnuinntøkuna, verða, tá skatturin verður býttur millum atvinnu- og tilhaldskommunu, fyrst mótroknaðir í inntøkuni í tilhaldskommununi, og verða bert yvirfluttir til frádrátt í atvinnuinntøkuni í tann mun, teir ikki rúmast innan fyri inntøkuna í tilhaldskommununi.
2. stk. 21) (Sett úr gildi)

§ 53. 25) Heldur líkningarvaldið í atvinnukommununi, at tann skattur, ið eftir reglunum frammanfyri kann verða álíknaður í atvinnukommununi, verður so lítil, at hann lønir ikki ómakin og útreiðslurnar, ið standast av at siga frá skattaálíkningini, er henni loyvt at sleppa hesum kravi.

6. KAPITTUL
Skattaútrokning og - innheinting

§ 54. 26) Reglurnar um, hvussu skatturin til landskassan fyri persónar, skatturin fyri feløg, deyðsbúgv v.m. sum hava fulla ella avmarkaða skattskyldu her á landi, verður útroknaður, verða ásettar við serstakari løgtingslóg. Í hesi lóg skal somuleiðis ásetast, hvørjir frádráttir skulu veitast í tí útroknaða landsskattinum.
2. stk. 1) 15) 21) 60) 71) Um samlaði inntøkuskatturin til land, kommunu og kirkju fer upp um 50% av skattskyldugu inntøkuni, verður tann ov nógv álíknaði inntøkuskatturin lækkaður lutfalsliga til landið, kommununa og kirkjuna.

§ 55.
28) 41) 71) Allir lands-, kommunu- og kirkjuskattir verða innheintaðir av TAKS eftir reglunum í hesum kapitli.

§ 56. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum fyrisetir nærri reglur um innheintingina. Kommunustýrini hava skyldu til uttan tarn at útvega innheintingarvaldinum allar tær upplýsingar, ið tað heldur verða neyðugt fyri innkrevjingina.

§ 57. Skattur sambært 55. § verður goldin hjá skattskyldugum persónum í inntøkuárinum við fyribilsgjøldum, sum antin verða eftirhildin í skattskyldugu inntøkuni eftir reglunum í 63. § ella goldin sambært skattarokning.
2. stk. Fyribilsskattur, ið verður hildin eftir smb. reglurnar í 63. §, verður nevndur "A-skattur". Fyribilsskattur, ið hjá skattskyldugum persónum verður goldin sambært skattarokning, verður nevndur "B-skattur". Skattskylduga inntøkan, sum A-skattur verður eftirhildin í, verður nevnd "A-inntøka". Skattskyldug inntøka, sum A-skattur ikki verður eftirhildin í, verður nevnd "B-inntøka".

§ 58. Samanlagdur fyribilsskattur í einum álmanakkaári skal um gjørligt verða ájavnur við skattin, sum verður álíknaður aftan á at álmanakkaárið er lokið. Hesin skattur verður nevndur "endaligur skattur".

§ 59. 25) Um lands-, kommunu- og kirkjuskattaprosentið fyri eitt inntøkuár ikki er ásett í seinasta lagi 1. desember sum galdandi fyri komandi inntøkuár, kann landsstýrismaðurin í skattamálum gera av, at fyribilsskatturin verður útroknaður eftir teimum seinast ásettu skattaprosentum.

§ 60. Sum A-inntøka verður roknað:

  1. 4) 71) 1) Alt, sum er lagt inn í peningi fyri persónligt arbeiði í tænastu fyri onnur, heruppií løn, frítíðarløn, samsýning, tantiéme, provisjón ella líknandi.
  2. Veitingar, sum koma í staðin fyri tær í 1) nevndu samsýningar v.m., so sum dagpeningur, stuðul undir arbeiðsloysi og sjúku og verkfals- og verkbanssamsýningar og aðrar líkar samsýningar.
  3. 91) Strikað
  4. Pensiónir og bíðipeningur og tílíkar skattskyldugar veitingar, tá tær hava havt samband við arbeiði í tænastu fyri onnur og aðrar skattskyldugar útgjaldingar frá pensiónsskipanum við leypandi útgjaldingum ella frá ratutryggingum, sum teknaðar eru við tí í huga at fáa pensión útgoldna.
  5. Fólka- og avlamispensión og aðrar skattskyldugar almannaveitingar.
  6. Studningar og aðrir skattskyldugir styrkir, veittir av almennum myndugleikum ella stovnum og felagsskapum ella av almennum ella privatum grunnum, gávufægrunnum og tílíkum.
  7. Samsýningar sum limur av ella sum hjálparmaður hjá øllum sløgum av stýrum, nevndum, ráðum og tílíkum.
  8. 8) Samsýning í peningi og í hesum sambandi frítt vistarhald til persón, sum er til taks at gera arbeiði her í landinum, íroknað møgulig samsýning fyri útreiðslur til ferðing, uppihald v.m. Reglurnar eru galdandi uttan mun til, um inntøkan verður goldin triðja manni (møguliga felag).
  9. 25) 41) (Strikað)
  10. 71) Peningagávur frá arbeiðsgevara.

2. stk. 25) Sum A-inntøka, kunnu eftir nærri reglum frá landsstýrimanninum í skattamálum eisini verða roknaðar:

  1. Aðrar skattskyldugar inntøkur, sum fyri tað mesta verða avroknaðar móttakara sum nettoinntøkur.
  2. Peningur, ið verður vunnin við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum frá fiskivinnuni v.m.

§ 61. Ein inntøka verður ikki roknað sum A-inntøka, tá hon verður goldin av:

a) Útlendskum sendistarvsstovum og limum teirra og av útlendskum sendikonslum.
b) 56) Persónum, deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum, stovnanum v.m., sum ikki hava heimting her á landi, uttan so at hesi eru skattskyldug eftir § 2, stk. 1, litra d ella stk. 3 í hesi lóg“.

§ 62. 6) 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum kann, tá serligar grundir eru til tess, gera av, at ein ávís inntøka ella eitt ávíst slag av inntøkum, sum koma undir 60. §, 1. stk., ikki skulu verða A-inntøkur. Fyri inntøku, sum sambært avgerð landsstýrismansins í skattamálum ikki er A-inntøka, verður upplýsingarskyldan sambært § 118 varðveitt.
Stk. 2. 25) Í øllum ivamálum ger Toll- og Skattaráðið av, um ein inntøka er A-inntøka. Avgerð Toll- og Skattaráðsins kann kærast til landsstýrið.

§ 63. 2) 23) 25) Áðrenn A-inntøka verður goldin skattgjaldara, skal A-skattur avroknast í upphæddini. Tann, hvørs vegna A-inntøka verður útgoldin (hin ávísingarskyldugi), skal gjalda A-inntøkuna inn til eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Avrokningarstaðið avroknar A-skatt, sum eftir hetta verður fluttur til landskassan, meðan restupphæddin verur útgoldin tí ávísingarskylduga. Avrokning av A-inntøku sambært § 60, 1. stk. nr. 8 áliggur tí, sum fær arbeiðið gjørt. Avrokningarstaðið hevur skyldu til mótvegis skattgjaldaranum at gera eina gjølliga sundurgreinan av, hvat verður eftirhildið í hvørjari A-inntøku. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta nærri reglur um sundurgreiningina.
Stk. 2. 25) 41) Tá A-inntøka verður inngoldin til avrokningarstaðið, skal tann ávísingarskyldugi geva avrokningarstaðnum upplýsingar um inntøkuupphæddina, tíðarskeiðið, inntøkan er vunnin í, persónnummar, navn og bústað skattgjaldarans. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta nærri reglur um, hvussu hesar upplýsingar skulu latast avrokningarstaðnum. Dregur skattgjaldari seg undan at upplýsa persónnummar, navn og bústað, kann skattavaldið veita tí ávísingarskylduga hesar upplýsingar. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir nærri reglur um avrokningarháttin
Stk. 3. 25) Í staðin fyri at gera eftir reglunum í 2. stk., kann tann ávísingarskyldugi í serstøkum førum lata skattgjaldaranum eina lønarávísan, sum kann loysast út á einum av landsstýrismanninum í skattamálum góðkendum avrokningarstað. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 4. 2) 25) Persónar, sum ikki eru skrásettir í fólkayvirlitinum, skulu, fyri at A-inntøkur kunnu verða ávístar teimum, skráseta seg hjá fólkayvirlitinum. Í serligum førum kann líkningarvaldið tó geva persónum eftir 1. pkt. fyribils nummarprógv, sum hin ávísingarskyldugi skal nýta í lønarávísingini til viðkomandi. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann við kunngerð áseta krøv til skjalprógv, ið kunnu sanna, hvør persónurin er og í hvørjum førum hann kann sleppa undan at skráseta seg sambært 1. pkt
Stk. 5. 25) Líkningarvaldið skal geva teimum í 1. stk. nevndu avrokningarstøðum upplýsingar um, við hvørjari upphædd fyribilsskattur skal verða eftirhildin í hvørjari útgjalding sær.
Stk. 6. Eftirhildin skattur í A-inntøkuni gongur fram um onnur krøv í inntøkuni, heruppií mótkrøv bæði frá ávísingarskylduga og avrokningarstaði.
Stk. 7. 2) 79) Hin ávísingarskyldugi skal í samband við hvørja ávísan av A-inntøku, lata løntakaranum skrivliga fráboðan, ið sigur frá navni, bústaði og arbeiðsgevaratali hjá ávísingarskylduga, og navni og persóntali hjá løntakara, lønarskeiði, A-inntøku, mótkrøvum og ikki skattskyldugum veitingum. Ávísingarskyldugi kann senda fráboðanina talgilt. Løntakari, sum ístaðin vil hava fráboðanina í pappírsformi, kann fáa fráboðanina á hendan hátt, um hann skrivliga boðar ávísingarskylduga frá hesum.

§ 63a. 5) 9) 16) 36) 43) 75) 89) Afturbering til reiðaravirki sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, herundir eftirløn, frítíðarløn, samsýning o.ø. sbr. § 60, ið ein persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, rindar
persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri:

  1. tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS.

Stk. 2. 43) Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri:

  1. tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt. ikki verður mett sum skip við heimstaði í Føroyum.
  2. tænastu, útint á boriútbúnaði í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1 í kolvetnisskattalógini

Stk. 3. 45) Ein treyt fyri at fáa afturbering er, at lønin skal verða goldin inn til eitt avrokningarstað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur góðkent.”
Stk. 4. 45) Reiðaravirkið hevur ikki rætt til afturbering fyri lønir v.m., har avsláttur verður givin í føroyska skattinum.”
Stk. 5. 45) 71) Hevur reiðaravirkið fingið afturbering fyri tær lønir v.m. av órøttum, skal ov nógv móttikin afturbering afturgjaldast til TAKS í seinasta lagi innan 1. í mánaðinum eftir, at kravið er útskrivað. Verður afturberingin ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7% um mánaðin frá 1. degi, og til goldið er.”
Stk. 6. 25) 43) 45) Einaferð um mánaðin ger líkningarvaldið upp útgjaldingarnar hjá tí einstaka reiðaravirkinum, sum tað hevur goldið gjøgnum afturhaldsskipanina farna mánað fyri tænastu umborð á skipi, skrásett í FAS, og sum kemur undir ásetingarnar í stk. 1. Føroya Gjaldstova flytir síðani síðst í mánaðinum tað ásetta prosentið av útgjaldingunum reiðaravirkinum aftur.
Stk. 7. 25) 43) 45) Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur í kunngerð afturberingarprosentið, og kann við kunngerð áseta nærri reglur fyri skip, sum koma undir ta í stk. 1 nevndu skipan.
Stk. 8. 25) 43) 45) Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta nærri reglur fyri afturberingina sbrt. hesi grein.

§ 64. 2) 15) 21) 60) Eftirhildin fyribilsskattur, smb. 63. §, 5. stk., má ikki vera meira enn 50 % av tí einstøku útgoldnu A-inntøkuni.

§ 65. Um hann, hvørs vegna tann umrødda inntøkan verður útgoldin, ikki hevur heimating í Føroyum, smb. 61. §, b), og útgjalding verður gjørd av fulltrúa hansara, sum hevur heimating her, er hesin skyldugur at ávísa inntøkuna gjøgnum tey í 63. §, 1. stk. nevndu avrokningarstøð.

§ 66. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum kann gera sáttmála við ríkisstýrið um, at í inntøku í tænastu fyri onnur, sum verður útgoldin av persónum, feløgum v.m., heruppií fulltrúum, sum hava heimating í Danmark, til persónar, sum eru undir fullari ella avmarkaðari skattskyldu her á landi, verður skattur hildin eftir, og eisini gera sáttmála um, hvussu hesin skattur skal avroknast við Føroyar.

§ 67. 25) Grundarlagið undir fyribils skattgjaldingini er fyribilsskattaskrásetingin, sum verður gjørd eftir reglunum í 67. - 76. §§.
2. stk. 25) Toll- og Skattaráðið skipar fyri stovnseting og umsiting av eini skattgjaldaraskrá, sum myndar grundarlagið undir tí tilfari, ið fyribilsskattaskrásetingin verður gjørd eftir. Í skattgjaldaraskránni verða tær upplýsingar skrásettar, sum fyri hvønn skattgjaldara sær mynda grundarlagið undir fyribils skattgjaldingini.
3.stk. 25) Við skattgjaldaraskránni sum grundarlag verða fyri hvørt inntøkuár sær tey fólk skrivað í manntal, sum væntandi skulu forskotsskrásetast. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir nærri reglur fyri, í hvørji kommunu persónur skal fyribilsskrásetast.
4. stk. 25) Fyribilsskattaskrásetingin verður gjørd, um ikki reglurnar í 68.og 69. §§ eru galdandi, sambært teimum upplýsingum, líkningarvaldið hevur um inntøkuviðurskiftini hjá tí skattskylduga við seinastu álíkning ella fyribilsskattaskráseting.

§ 68. 25) Um ein persónur ikki áður er álíknaður ella fyribilsskattaskrásettur, skal hann geva frágreiðing um síni væntaðu inntøkuviðurskifti. Síðan verður mett um av líkningarvaldinum, um henda frágreiðing skal verða løgd til grund undir fyribilsskattaskrásetingini. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir nærri reglur um, hvussu umsóknin skal verða orðað,og ásetir tíðarfreist fyri, nær hon skal verða innlatin.

§ 69. 25) Metir skattskyldugur persónur, at inntøkuviðurskifti hansara í einum inntøkuári koma at víkja munandi frá teirri inntøku, ið seinast varð løgd til grund undir álíkningina ella fyribilsskattaskrásetingina, kann hann søkja um at fáa fyribilsskattaskrásetingina broytta, so hon samsvarar við hansara meting um komandi inntøkuviðurskifti. Líkningarvaldið metir um, í hvønn mun hesar upplýsingar skulu verða lagdar til grund undir komandi fyribilsskattaskrásetingini. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann gera nærri reglur um, hvussu umsóknin skal verða orðað og áseta tíðarfreist fyri, nær hon skal verða innlatin.
2. stk. Líkningarvaldið kann eisini seta ein skattgjaldara í fyribilsskatt, tá mett verður, at hansara inntøkuviðurskifti í einum inntøkuári fara at víkja munandi frá teirri inntøku, sum seinasta álíkning ella fyribilsskattaskráseting varð gjørd eftir.
3. stk. Um inntøkuviðurskiftini broytast í inntøkuárinum, kann hin skattskyldugi fáa broytt fyribilsskattaskrásetingina fyri tað, sum eftir er av inntøkuárinum eftir reglunum í 1. stk. Líkningarvaldið kann eisini broyta fyribilsskattaskrásetingina í inntøkuárinum eftir reglunum í 2. stk.
4. stk. Áðrenn líkningarvaldið skal meta um inntøkuviðurskiftini eftir 2. og 3. stk., kann tað krevja, at hin skattskyldugi letur allar neyðugar upplýsingar.

§ 70. 25) Verður mett, at hin skattskyldugi skal gjalda fyribilsskatt av A-inntøkum, og ikki hevur B-inntøku, verður tann A-skattur, sum skal verða eftirhildin í hvørjari útgjalding sær, útroknaður aftaná at inntøkan er minkað við teimum ónýttu frádráttum, sum hin skattskyldugi eigur rætt til fyri farna partin av avvarðandi inntøkuári. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger nærri reglur um hetta.

§ 71. Verður mett, at ein persónur skal gjalda fyribilsskatt av B-inntøku, og ikki hevur A-inntøku, verður fyribilsskatturin goldin sambært skattarokning. Hann verður roknaður av einari ætlaðari B-inntøku, sum er lækkað við teimum frádráttum, sum mett verður, at skattgjaldarin hevur rætt til, tá endaliga inntøkuuppgerðin og skattaútrokningin verður gjørd fyri hetta inntøkuárið.

§ 72. 25) Um skattskylduga inntøkan hjá persóni í inntøkuárinum ikki verður mett at verða so stór, at skattur skal gjaldast, kann líkningarvaldið gera av, at skattur ikki skal haldast eftir í A-inntøkuni. Reglan kann tó bert verða nýtt upp til eina ávísa inntøkuupphædd, sum er ájøvn við teir samanløgdu árligu frádráttirnar.
2. stk. Hin skattskyldugi kann eftir áheitan fáa upplýsingar um, hvussu stór inntøka hansara kann verða, áðrenn A-skattur verður eftirhildin.

§ 73. 25) Verður mett, at hin skattskyldugi skal gjalda fyribilsskatt bæði av A-inntøku og B-inntøku, ger landsstýrismaðurin í skattamálum av, í hvønn mun fyribilsskatturin skal verða eftirhildin ella goldin sambært skattarokning.

§ 74. B-skattur fellur til gjaldingar í 12 gjøldum hin 1. í hvørjum mánaði við gjaldfreist til 20. í gjaldmánaðinum. Ber seinasti gjalddagur uppá ein halgidag ella leygardag, verður freistin longd til næsta gerandisdag. Um samanlagda árliga upphæddin, ið skal gjaldast í B-skatti, er minni enn 1.000 kr. fellur B-skatturin til gjaldingar í tveimum líka stórum gjøldum hin 1. juni og hin 1. desember við somu gjaldfreist, sum eftir 1. og 2. punktum.

§ 75. 2) Meta líkningarvaldini, at longu goldin fyribilsskattur er munandi hægri enn endaligi skatturin, og tað tykist at vera órímuligt at bíða eftir tí í § 79 ásettu tíð fyri afturgjalding, verður ein upphædd, sum svarar til tann eftir meti líkningarvaldsins ov nógv goldna skattin afturgoldin skattgjaldaranum eftir umbøn.
2. stk. 12) Endurgjald eftir 79. §, 3. stk. verður ikki góðskrivað tí skatti, sum verður afturgoldin eftir 1. stk.

§ 76. 2) Skattskyldugur kann gjalda meira í fyribilsskatti enn tað, sum kravt er inn við skattarokning ella er eftirhildið. Tílík inngjalding kann eisini verða gjørd aftan á at inntøkuárið er lokið, tó í seinasta lagi 31. januar í tí ári, sum líknað verður í.

§ 77. 2) 28) Í tí endaliga skattinum, sum álíknaður verður tí skattskylduga í einum ári,verða niðanfyri nevndu gjøld viðvíkjandi sama ári mótroknað:

a) Fyribilsskattur av A-inntøku, sum skal verða uppíroknaður, tá ið skattskyldugi verður settur endaliga í skatt.
b) A-skattur, sum hin skattskyldugi er skyldugur at gjalda sambært § 130.
c) Fyribilsskattur, sum sambært skattarokning er goldin.
d) Gjøld, sum skattskyldugi hevur goldið sambært 76. §.

2. stk. Við uppgerð av upphæddini, sum skal verða mótroknað eftir 1. stk., verður skattur, sum er afturgoldin sambært 75. § frádrigin.
3. stk. 87) 25) Avlopsskattur, ið skattgjaldarin fær eftir § 79, verður mótroknaður í írestandi skatti skattgjaldarans hóast írestandi skatturin ikki er fallin til gjaldingar.

§ 78. 2) Skattskyldugur skal gjalda ta upphædd, sum endaligur skattur er hægri enn fyribilsskatturin, sum verður mótroknaður eftir § 77. Hesin verður nevndur "írestandi skattur". Er írestandi skatturin við eykagjaldi eftir stk. 2, 100 kr. ella minni, verður hesin ikki innkravdur.
2. stk. 46) Við gjalding av írestandi skatti skal gjaldast landskassanum eitt eykagjald uppá 4% av írestandi skattinum.
3. stk. Tann írestandi skatturin við eykagjaldi eftir stk. 2 fellur til gjaldingar í trimum javnstórum gjøldum tann 1. mai, 1. juni og 1. juli í álíkningarárinum við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum. Hvørt gjald verður bert kravt inn í heilum krónum.
4. stk. Er tann írestandi skatturin við eykagjaldi eftir stk. 2 kr. 1.000 ella minni, fellur tann írestandi skatturin við eykagjaldi til gjaldingar í einum gjaldi tann 1. juni í álíkningarárinum við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.
5. stk. 25) Er endaliga uppgerðin skrivað út 1. mai í álíkningarárinum ella seinri, og er írestandi skatturin við eykagjaldi eftir stk. 2 størri enn 1.000 kr. fellur hesin til gjaldingar í trimum javnstórum gjøldum tann 1. í hvørjum av teimum trimum komandi mánaðunum við gjaldsfreist til tann 20. í mánaðinum. Er upphæddin 1.000 kr. ella minni fellur upphæddin til gjaldingar í einum gjaldi tann 1. í øðrum mánaði eftir endaligu uppgerðina við gjaldsfreist til tann 20. í mánaðinum.
6. stk. Ger eftirsitandi hjúnafelagi av at sita við óskiftum búgvi, ella fellur búgvið eftir 57. §, 1. stk. í skiftilógini uttan skiftisviðgerð til tann, ið situr eftir, verður írestandi skattur v.m. hjá tí deyða, fyri árið frammanundan, innheintaður hjá eftirsitandi hjúnafelaga eftir reglunum í 5. stk.

§ 79. 2) Er endaligi skatturin minni enn fyribilsskatturin, sum verður mótroknaður eftir § 77, verður tað, ið eftir er, nevnt "avlopsskattur".
2. stk. 4) Er avlopsskatturin við endurgjaldi afturatløgdum eftir 3. stk. 25 kr. ella meira, fær skattskyldugi peningin afturgoldnan.
3. stk. 46) Tá ið avlopsskattur verður afturgoldin skattskylduga, verður goldið honum endurgjald svarandi til 4% av avlopsskattinum. Av avlopsskatti, ið stavar frá peningi inngoldnum eftir § 76, verður einki endurgjald latið.
4. stk. 28) 47) Afturgjalding av avlopsskatti við endurgjaldi eftir stk. 3 fer fram áðrenn 1. oktober í álíkningarárinum. Um afturgjaldingin er aftan á 1. oktober, verður renta roknað skattgjaldaranum fyri hvønn byrjaðan mánað frá 1. oktober við 0,7 %. Áðrenn afturgjalding fer fram, verður møgulig eftirstøða av persónligum skatti við tilskrivaðum rentum mótroknað.
5. stk. 87) Allar upphæddir verða bert goldnar aftur í heilum krónum.

§ 80. 2) Um ein broyting verður gjørd aftaná 1. mai í álíkningarárinum í einari endaligari álíkning, og hetta hevur við sær, at írestandi skattur skal gjaldast ella at írestandi skattur verður hækkaður, eru reglurnar í 78. § stk. 5 viðvíkjandi gjalding av upphæddini við eykagjaldi eftir stk. 2 galdandi.
2. stk. Um broytt endalig álíkning, sum er gjørd aftan á 1. mai í álíkningarárinum ávirkar, at avlopsskattur, sum er afturgoldin skattskylduga eftir § 79, verður lækkaður ella fellur burtur, skal viðkomandi gjalda peningin aftur saman við endurgjaldi eftir § 79, stk. 3 og møguligar rentur eftir § 79, stk. 4 samsvarandi reglunum í § 78, stk. 5.
3. stk. 47) Um ein broytt endalig álíkning, sum er gjørd aftan á 1. mai í álíkningarárinum, ger, at írestandi skattur verður lækkaður ella fellur burtur, verður upphæddin, sum írestandi skatturin er lækkaður við og eykagjald eftir § 78, stk. 2 útgoldin skattskylduga innan mánaðurin er úti, sum kemur aftaná útskrivingardagin. Av higartil uppkravda peninginum eigur skattskyldugi 0,7 % í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegi. Áðrenn útgjalding, verða møgulig gjøld av írestandi skatti, sum ikki eru fallin til gjaldingar eftir § 78 og møguligar eftirstøður av persónligum skatti við tilskrivaðum rentum mótroknað.
4. stk. 87) 25) Um ein broytt endalig álíkning, sum er gjørd aftaná 1. mai í líkningarárinum, gevur tað úrslit, at avlopsskattur skal gjaldast tí skattskylduga, ella at meira avlopsskattur enn frammanundan roknað skal afturgjaldast, verður upphæddin endurgoldin við endurgjaldi eftir § 79, stk. 3 og møguligum rentum eftir § 79, stk. 4 innan mánaðurin, sum kemur aftaná útskrivingardagin, er úti. Áðrenn afturgjalding verða møgulig gjøld av írestandi skatti, sum ikki eru fallin til gjaldingar eftir § 78 og møguligar eftirstøður av persónligum skatti og tilskrivaðar rentur mótroknaðar.
5. stk. 87) 25) Skatturin hjá deyðsbúgvum umframt írestandi skattur av einari endaligari álíkning fellur til gjaldingar 3 mánaðir aftan á, at endaliga álíkningin er útskrivað við gjaldfreist til 20. í gjaldmánaðinum. Fellur seinasti gjalddagur á ein halgidag ella leygardag, verður freistin longd til næsta gerandisdag.

§ 81. 12) 23) Skatturin hjá partafeløgum v.m., deyðsbúgvum, feløgum o.l., smb. 1. § nr. 7 - 16, fellur til gjaldingar í 3 gjøldum, 1. oktober, 1. november og 1. desember við gjaldfreist til 20. í mánaðinum.
2. stk. 12) 47) Um broyting verður gjørd, og hetta hevur við sær, at álíknaði skatturin verður hækkaður, fellur hækkingin til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftan á, at skattarokning er útsend, við gjaldfreist til 20. í mánaðinum. Verður skatturin eftir 1. og 2. stk. ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7 % fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum, sbr. tó ásetingina í 146. §, 1. stk.
3. stk. 47) Um broyting verður gjørd, og hetta hevur við sær, at álíknaði skatturin verður lækkaður, skal ov nógv goldna upphæddin verða afturgoldin innan tann 20. í mánaðinum aftan á, at fráboðanin er útsend. Av tí ov nógv goldna skattinum verður góðskrivað ein renta uppá 0,7 % pr. byrjaðan mánað frá inngjaldingardegnum at rokna.

§ 82. 25) Líkningarvaldið skal, tá skattgjaldari biður um, geva honum fráboðan um A-inntøku og eftirhildnan A-skatt fyri tað tíðarskeið, sum farið er av árinum.

§ 83. Landskassin avroknar hvørjari kommunu tann partin av endaliga skattinum, sum er kommunu- og kirkjuskattur.
2. stk. 4) Landskassin rindar við byrjan av hvørjum mánaði hvørjari kommunu eitt forskot av kommunu- og kirkjuskatti. Mánaðarliga forskotið skal vera ájavnt við kommununnar part av teimum fyribilsskattum, ið inngoldnir eru í mánaðinum frammanundan. 1. november á hvørjum ári ger landskassin eina fullfíggjaða uppgerð til allar kommunur yvir tann samanlagda inngoldna kommunu- og kirkjuskattin og somuleiðis eitt yvirlit yvir eftirstøðurnar smb. endaligu álíkningina fyri seinasta inntøkuár. Harumframt skal henda uppgerð vísa, hvussu nógv er útgoldið kommununi sum forskot í inntøkuárinum. Er munurin millum samanlagda inngoldna kommunu- og kirkjuskattin og ta upphædd, sum kommunan hevur fingið sum forskot, kommununi til góðar, verður hann útgoldin. Er munurin landskassanum til góðar, verður hann eftirhildin í mánaðaruppgerðini ella eftirhildin í fylgjandi mánaðaruppgerð, um hann ikki rúmast í avrokningini.
3. stk. 4) Við byrjan av hvørjum mánaði verður harafturat uppgjørt og avroknað í kommunu- og kirkjuskatti tað, sum er inngingið fyri eldri ár síðani seinastu avrokning, og harumframt upphæddir, sum vegna broyting í álíkning, eftirgeving av skatti, skattur, ið ikki fæst inn, ella av aðrari orsøk er lagdur afturat ella drigin frá síðan seinastu avrokning.
4. stk. 4) Um striking av skatti, eftirgeving ella skattur, sum ikki fæst inn, saman við írestandi skatti v.m. ger, at ógoldin skattur stendur eftir, so bera kommunurnar og landið sín lutfalsliga part av tapinum.
5. stk. 4) Kommununnar partur av inntøkuskattinum av deyðsbúgvum verður avroknaður av landskassanum saman við avrokningini eftir 2. og 3. stk.
6. stk. 4) Kommununnar partur av inngoldna skattinum hjá feløgum, ið nevnd eru í 21. § og 81. §, og sum skulu rinda álíknaða skattin hvønn 1. oktober, 1. november og 1. desember, verður goldin kommununum saman við forskotinum 1. november, 1. desember og 1. januar.

a) Goldnar eftirstøður av skatti smb. hesum stk. verða avroknaðar kommununum smb. reglunum í 3. stk. í hesi grein.
b) 4) Upphæddir, sum vegna broyting í álíkning verða lagdar afturat ella drignar frá skattinum hjá feløgum síðani seinastu avrokning, verða avroknaðar kommununum eftir reglunum í 3. stk.

§ 83a. 9) 39) 43) 51) 59) Afturberingin sambært § 63a verður borin av landskassanum.

7. KAPITTUL
Skipan og starv kommunala líkningarvaldanna

(§§ 84-91 settar úr gildi 25))

8. KAPITTUL
Líkningarráðið

(§§ 92-95 settar úr gildi 25))

9. KAPITTUL
Landsskattanevndin

(§§ 96-99 settar úr gildi 25))

10. KAPITTUL
Sjálvuppgávan og hvat ið stendst av tí, at eingin er

§ 100. 23) Persónar, deyðsbúgv, feløg og felagsskapir v.m., sum koma undir reglurnar í 1. kapitli um inntøkuskattskyldu, skulu sjálv geva upp inntøku sína í samsvari við reglurnar, sum her fylgja eftir.
2. stk. 25) Í seinasta lagi hin 1. januar krevur Toll- og Skattaráðið við serligari kunngerð allar, sum skulu verða settir í skatt, at geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn tær freistir, ið eru tilskilaðar í 3. stk., eru úti. Í kunngerðini skal greidliga verða tilskilað, at um skattgjaldarin ikki gevur upp inntøku sína, verður farið fram, sum í 104. § er sagt.
3. stk. 12) 25) 55) 62) 71) Sjálvuppgávan fyri eitt inntøkuár skal latast inn til TAKS í seinasta lagi 1. mai árið eftir, smb. tó § 101 stk. 2. Sjálvuppgávur frá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m. smb. § 1, stk. 1, nr. 7-16 og § 2 skulu vera innlatnar í seinasta lagi 1. juli. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi nevnda dag er fingin TAKS ella latin í postin.
4. stk. 25) Á sjálvuppgávuni skal vera tilskilað, hvussu stór inntøkan er í teimum ymisku høvuðsinntøkugreinunum, og annars skulu allar sundurliðingar verða gjørdar, sum landsstýrismaðurin í skattamálum fyriskipar eftir samráð við Toll- og Skattaráðið. Eisini inntøkur, sum ikki skulu roknast við í skattskyldugu inntøkuna, kunnu krevjast greiniliga tilskilaðar á sjálvuppgávuni. Skattskyldugir persónar, sum ikki hava skyldu at lata inn roknskap saman við sjálvuppgávuni, skulu í tann mun, Toll- og Skattaráðið heldur tað verða neyðugt, verða skyldugir at siga frá størri útveganum í sambandi við eginnýtsluna, heruppí eisini løn til húshjálp við meira. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann eisini í samband við sjálvuppgávuna gera av, at á sjálvuppgávuni skulu vera upplýsingar og sundurliðingar, sum kunnu hava týdning fyri fyribilsskattaskrásetingina fyri komandi ár.
5. stk. 25) Sjálvuppgávan av ognini smb. § 110 skal vera innlatin til TAKS eftir somu reglum og við somu freistum, sum nevndar eru í stk. 3. Á ognaruppgerðini skal, umframt samantaldu eginognina, annaðhvørt ognin er verulig ella skuldhall er, vera tílík sundurliðing av ognum og skuldum, sum landsstýrismaðurin í skattamálum fyriskipar í samráð við Toll- og Skattaráðið.
6. stk. 25) Allir teir, sum sambært 103. § lata inn fíggjarstøðu, og sum eiga ogn - hvør hon so er - sum er ikki tald upp í fíggjarstøðuna, skulu lata líkningarvaldinum yvirlit yvir hesa ogn við somu freistum, sum fyrisettar eru í 5. stk., og uppgjørda eftir teimum reglum, sum fyriskipaðar eru í 110. §.

§ 101. 25) Oyðubløð við navni, bústaði og persónstali v.m. til sjálvuppgávur verða gjørd eftir skipan landsstýrismansins í skattamálum í samráð við Toll- og Skattaráðið, og verða tey í góðari tíð, áðrenn tær í § 100, stk. 3 nevndu innlatingarfreistir, latin øllum, ið eru at rokna fyri skattskyldug. At skattgjaldari ikki fær oyðiblað til sjálvuppgávu sendandi, loysir hann ikki frá skyldu síni at lata inn sjálvuppgávu ella frá teim avleiðingum, ið standast av tí, at persónur letur ikki inn sjálvuppgávu.
2. stk. 25) Skattskyldugur persónur, sum hevur fingið ársuppgerð frá skattavaldinum, áðrenn freistin fyri at lata inn sjálvuppgávu er farin, kann lata verða við at lata inn sjálvuppgávu, um hann er sannførdur um, at teir av skattavaldinum nýttu upplýsingar, ið eru grundarlag undir ársuppgerðini, eru rættir og fullfíggjaðir, sbr. § 139 A

§ 102. 81) Sjálvuppgáva skal verða undirskrivað, sum gjørd eftir bestu sannføring. Sjálvuppgáva, sum er innlatin umvegis eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS, verður javnsett
við eina vanliga sjálvuppgávu eisini við atliti at undirskrift.
2. stk. Fyri tey, ið eru yngri enn 16 ár, og tey, ið hava mist fíggjarræði, skrivar verji undir.
3. stk. Skrivar fulltrúi undir sjálvuppgávu fyri hond skattgjaldara, ber hann, ið fulltrú gav, ábyrgdina, sbr. tó 139. §.

§ 103. 5) 25) 74) Øll tey, ið hava skyldu at føra bókhald, eins og deyðsbúgv, feløg, felagsskapir, stovnar v.m.
skulu lata fylgja við sjálvuppgávuni rakstrarroknskap og fíggjarstøðu í byrjan og enda rakstrarársins, sum nærri ásett í § 103 a. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann eftir tilmæli frá Toll- og Skattaráðnum við kunngerð áseta nærri krøv til ta skattligu uppgerðina og tað skattliga roknskapargrundarlagið.
2. stk. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum hevur heimild til eftir tilmæli frá Toll- og skattaráðnum at áseta, at tey, ið hava atvinnu, sum lóggávan annars ikki fyriskipar bókhaldsskyldu, skulu hava skyldu at føra bókhald, sum ger teimum krøvum fulnað, ið landsstýrismaðurin í skattamálum setur sum lægsta mark, og at tey, áðrenn sjálvuppgávufreistin er úti, skulu senda líkningarvaldinum rakstrarroknskap og fíggjarstøðu, ið eru gjørd úr hesum tilfari. Roknskapir við tilhoyrandi skjølum skulu goymast í minst 5 ár aftaná at viðkomandi roknskaparár er endað.
3. stk. 12) 25) Um nú skattgjaldari, sum sambært tí, ið frammanfyri er ásett, hevur skyldu at lata inn rakstrarroknskap og fíggjarstøðu, ikki ger hetta, tá verður sjálvuppgáva hansara mett ógild, og hann verður at ganga undir tað, ið av hesum stendst viðvíkjandi skattseting og rætti til kæru. Líkningarvaldið hevur umframt heimild til at seta freist, nær ið roknskapurin og sjálvuppgávan skal verða innsend og heimild at leggja við 100 kr. í dagsekt frá tí degi, at freistin er úti, og til tilfarið kemur inn. Sektin fellur til landskassan, og viðvíkjandi feløgum kann sektin verða løgd á stjórnar- og ella nevndarlimir.

§ 103 a.74) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 103, skulu fráboðast talgilt, og at dátuflutningur ímillum Hagstovu Føroya og TAKS skal fara fram talgilt. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um talgilda fráboðan og um nýtslu av ávísum ktskipanum, serliga við atliti at talgildum sniði og talgildari undirskrift.”

§ 104. 25) Um fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki er innlatin rættstundis, eins og frammanfyri er ásett, verður skattaskylduga inntøkan sett til eina metta upphædd. Toll- og Skattaráðið verður heimilað at fyriseta neyvari reglur fyri metingum eftir hesi grein.
Stk. 2. 55) 71) Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin TAKS rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við í minsta lagi kr. 1.000 og í mesta lagi kr. 5.000. Verður latið inn minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 2%. Verður latið inn 7 dagar ella meira ov seint, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 5%.
Stk. 3. 55) 71) Avleiðingum, ið nevndar eru í hesi grein og § 119, og sum standast av tí, ikki at lata inn sjálvuppgávu, ella av ikki rættstundis at lata inn sjálvuppgávu, roknskap ella roknskapartilfar, kann TAKS fráboða frítøku, lina um ella heilt lata falla burtur álagda sekt, tá ið tað av serligum orsøkum verður hildið at vera rímiligt. Skattgjaldarin skal søkja um eftirgevingina og skal til undanførslu hava grund, sum TAKS telur fullgóða

§ 105. 25) 62) 93) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at løntakarar uttanlands, persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu, kunnu fáa freistina við at lata inn sjálvuppgávu longda. Henda freist kann tó ongantíð leingjast útum 15. august í álíkningarárinum.
Stk. 2. 25) 93) TAKS er heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistina, sum sambært stk. 1 er sett av landsstýrismanninum. Henda freist kann tó ongantíð leingjast útum 15. august í álíkningarárinum.
3. stk. 25) (Sett úr gildi)

§ 106. 12) 25) (Sett úr gildi)

§ 107. 25) (Sett úr gildi)

§ 108. Børn, sum við byrjan inntøkuársins ikki hava fylt 16 ár, hava ikki skyldu at lata inn sjálvuppgávu, um tey ikki hava inntøkur av slíkum slag, sum umrøddar eru í 5. §, 1. stk.

§ 109. 25) Sambúgvandi hjúnafelagar hava rætt til at gera seg kunnugan við sjálvuppgávuna og ognaruppgerðina hjá hvørjum øðrum, áðrenn tær verða latnar líkningarvaldinum. Eisini hevur líkningarvaldið skyldu til, um biðið verður um tað, at lata hjúnafelaga fáa upplýsingar um inntøkuna og skattaútrokningina hjá hinum hjúnafelagnum.

11. KAPITTUL
Ognaruppgerðin

§ 110. 25) 71) Øll, sum eru undir skattskyldu til inntøkuskatt eftir hesi lóg, hava við teimum undantøkum og avmarkanum, ið sett eru niðanfyri, skyldu til at lata TAKS fullfíggjaða ognaruppgerð, sum er yvirlit yvir allar ognir og øll fíggjarlig rættindi við tilskilan av virðinum. Skattskyldugir persónar, ið ikki hava bókhalds- og roknskaparskyldu, kunnu lata verða við at lata inn ognaruppgerð, um so er, at tað í mun til seinast innlatnu ognaruppgerð ikki eru broytingar í árinum í ognum og rættindum. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann í samráð við Toll- og Skattaráðið gera reglur fyri í hvønn mun skattskyldugur hóast broytingar í ognarviðurskiftunum kann lata verða við at lata inn ognaruppgerð. Skattskyldugur, ið eigur ognir uttanlands av slíkum slag, sum umrøddar eru í stk. 3, skal tó altíð lata inn ognaruppgerð.
2. stk. Reglurnar í stk. 1, 2. pkt. eru tó ikki galdandi fyri skattskyldugar persónar, sum á fyrsta sinni skullu lata inn ognaruppgerð.
3. stk. Ognir og rættindi umrødd í stk. 1 eru millum annað:

  1. Fastognir (grundøki við húsum ella uttan, eins og hús á annara manna øki),
  2. motorakfør, bátar, innbúgv og annað leysafæ
  3. vørur, ráevni, maskinur, innbúgv, innistøða og leysafæ, ið nýtt er í vinnu,
  4. peningur og peningagildi, útistandandi skuldir, skuldarbrøv, inniogn í banka, sparikassa ella aðrari peningastovnan, partabrøv, lutaprógv og aðrir partar í feløgum, somuleiðis lista- og frímerkjasøvn eins og skartgripir, tá ið virðið teirra eru meira enn 25.000 kr.

4. stk. Oyðubløð til ta í stk. 1 nevndu ognaruppgerð verða gjørd eftir skipan landsstýrismansins í skattamálum í samráð við Toll- og Skattaráðið.
5. stk. Til ogn í deyðsbúgvi, sum er tikið til almenna skiftisviðgerð her á landi, teljast allar ognir eftir hin deyða, sum verða tiknar til skiftis. Til ognina verða ikki tald tey virðir, sum eru útlutaðið arvingunum frammanundan uppgerðardegnum. Er útlutan av arvaforskoti ella gávum farin fram í deyðaárinum, skal hetta takast við í uppgerðina, men ikki teljast upp í ognina.
6. stk. Letur persónur ikki inn ognaruppgerð yvir ogn síni í rættari tíð, soleiðis sum fyriskipað er í § 100, stk. 5 og § 110, stk. 1, ger tað sjálvuppgávu hansara av inntøkuni til einkis, jbr. tó stk. 1, 2. pkt. Økisskrivstovurnar fremja tá skattseting eftir reglunum í § 104, stk. 1.
7. stk. Í teim førum, ið nevnd eru í stk. 1, 2. pkt., kunnu økisskrivstovurnar áleggja einum skattskyldugum at lata inn fullfíggjaða ognaruppgerð sambært stk. 1, 1. pkt., tá ið hetta verður hildið neyðugt fyri at fáa greiðu á serliga truplum og fløktum málum.
8. stk. Um persónur ikki letur inn ognaruppgerð fyri ogn sína, tá ið hann verður kravdur eftir henni sambært reglunum í stk. 7 ger tað sjálvuppgávu hansara av inntøkuni til einkis. Økisskrivstovurnar kunnu tá fremja skattseting eftir reglunum í § 104, stk. 1

§ 111. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur við kunngerð, hvørjar reglur, farið skal verða eftir, tá meting av ognum, ið nevndar eru í § 110, stk. 3, nr. 1)-4) verður gjørd.

§ 112. Til ognina verður ikki talt:

  1. rættindi, sum eru treytað av nøkrum, ið er óvist,
  2. ogn, sum er fingin í arv ella til gávu við tilskilan, at annar fær inntøkurnar fyri fyrst, og at hann, ið ognina eigur, ikki hevur ráð yvir ognini, ímeðan hin fær inntøkurnar,
  3. ogn, sum er fingin í arv ella gávu við tilskilan, at inntøkurnar fyri fyrst skulu goymast, og at hann, ið ognina eigur, hvørki skal hava ráð yvir ogn ella inntøkum,
  4. nýtslurættindi ella krøv til tíðarviss gjøld, ið eru veitt skattgjaldaranum alla ævi hansara ella styttri óvissa tíð sum rættur, ið ikki má avhendast, sum t.d. rættur til eftirløn, lívrentu o.t., leiguleysan bústað, hald, leypandi gjøld sambært vanlukkutryggingarsáttmála o.t.

§ 113. Við uppgerð av ogn eru skuldir skattgjaldarans frádrignar.
2. stk. Til skuld verður ikki talt:

a) ábyrgdir, sum enn ikki eru gjaldkomnar,
b) aðrar skuldbindingar, sum eru treytaðar av nøkrum, ið er óvist.

3. stk. Virðið á skuldbindingum skattgjaldarans til at lata tíðarviss gjøld, ið eru persónligur rættur, sum ikki er avhendiligur, og sum eru veitt honum, ið eigur rættin, alla ævi hansara ella styttri óvissa tíð, sum t.d. eftirløn, lívrenta o.t., leiguleysur bústaður, hald o.t., kann ikki verða drigið frá, tá ognin verður gjørd upp. Somuleiðis kann heldur ikki verða drigið frá virðið á tí nýtslurætti av sama slagi, sum nevndur er frammanfyri, ið hvílir á ognini. Hetta er galdandi uttan mun til, um trygd er latin fyri, at skuldbindingin verður hildin.

§ 114. Ogn, sum persónur hevur inntøkurnar av ella nýtir, meðan annar persónur hevur fingið ognarrættin, tó uttan at hava ráð á henni, so leingi hin fyrr nevndi hevur inntøkurnar ella nýtsluna, verður til helvtar tald uppí ogn hansara, ið inntøkuna ella nýtslu hevur.
2. stk. Men hevur hann, ið fær inntøkurnar av ognini ella nýtir hana, sjálvur avkannað sær ognarrættin, tá skal ognin øll verða tald upp í ognaruppgerð hansara.
3. stk. Um maður hevur givið burtur ogn og lagt tað band á, at inntøkurnar fyri fyrst verða lagdar til goymslu, og at tann ella teir, ið gávuna fáa, ikki fyri fyrst fáa ráð á ognini við goymdum inntøkum, tá skal hann framvegis telja ognina við teimum burturgoymdu inntøkunum upp í ognaruppgerð sína.

§ 115. Ognin verður gjørd upp undir einum eftir standinum, tá tað inntøkuárið gongur út, sum inntøkuskatturin er álagdur eftir, um ikki øðrvísi er skipað í hesi lóg.

§ 116. 25) Ogn hjá børnum yngri enn 16 ár verður tald upp í ognaruppgerðina hjá tí av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan. Tá talan er um børn í hjúnalagi avgera foreldrini sjálvi hvør av teimum skal rokna ogn barnanna upp í ognaruppgerð sína.
Stk. 2. Sambúgvandi hjún taka hvør sær egnar ognir við á ognaruppgerð sína. Landsstýrismaðurin í skattamálum verður heimilaður við kunngerð at fyriskriva nærri reglur fyri, hvussu skattliga ognarbýti skal verða gjørt hjá sambúgvandi hjúnum.

§ 117. 25) (Sett úr gildi)

12. KAPITTUL
Skylda at geva upplýsingar um lønir o.a.

§ 118. Til eftiransingina við álíkningini skulu á hvørjum ári innan 31. januar, uttan at biðið verður um tað, hesar upplýsingar verða latnar:

a) Øll, hvørs vegna inntøka, sum smb. 60. § er at rokna sum A-inntøka, er útgoldin í inntøkuárinum frammanundan skulu, fyri hvønn løntakara sær, lata upplýsingar um ta samanlagdu inntøkuna, sum gevast skal upp, tá hann skal geva upp til skatt fyri avvarðandi ár, smb. 28. §. Harafturat skal verða upplýst, í hvørjum tíðarskeiði inntøkan er vunnin, navn móttakarans, persónsnummar, bústaður, bústaðarkommuna og møguliga aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar til at sanna, hvør móttakarin er.
b) 25) Upplýsingarskyldugi skal, hvat viðvíkur teimum undir a) nevndu løntakarum, smb. reglum frá Toll- og Skattaráðnum, upplýsa um møguligar fríar ágóðar, sum hann hevur latið.
c) Upplýsingarskyldan, sum nevnd er undir a), fevnir eisini um útgoldna ella góðskrivaða samsýning til rithøvund ella tónaskald eins og samsýningar til útinnandi listafólk av einum og hvørjum slag, í tann mun samsýningin er undir reglunum í a). Somuleiðis útgjalding av avgjaldi fyri nýtslu av einkarrætti, fyrimynd, vørumerki o.l., uttan mun til um avgjaldið verður goldið leypandi ella í einum.

2. stk. Upplýsingarskyldugi skal siga frá samanlagdu inntøkuni, sum er nevnd í 1. stk. a) ávikavist 1. stk. c). Upplýsingarskyldugur, sum hevur skyldu at lata inn roknskap saman við sjálvuppgávuni, skal í roknskapinum skila til, hvar tær lønir, samsýningar v.m., sum eru undir upplýsingarskylduni í 1. stk. a) og c) eru bókaðar, soleiðis at víst verður sammeting millum ársroknskapin og tær í 1. punktum nevndu samanlagdu inntøkuupphæddum. Partafeløg, ið ikki hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu lata inn yvirlit yvir, hvussu tær í roknskapinum bókaðu lønir v.m. eru býttar út á teir partar av álmanakkaárinum, sum er roknskaparskeiðið.
3. stk. Um hann, hvørs vegna avvarðandi inntøka verður útgoldin, ikki hevur heimating í Føroyum, og fulltrúi, sum hevur heimating í Føroyum, stendur fyri útgjaldingunum, hvílir upplýsingarskyldan smb. 1. og 2. stk. á fulltrúanum.
4. stk. Reglurnar í 63. §, 2. stk., verða nýttar á samsvarandi hátt, tá løntakarin skal lata upplýsingarskylduga upplýsingar, ið skulu sanna, hvør hann er.
5. stk. 25) Heldur upplýsingarskyldugi uppat við virki sínum, kann líkningarvaldið krevja, at tær í 1. og 2. stk. nevndu upplýsingar verða innlatnar, áðrenn 10 dagar eru farnir, frá tí at tær verða umbidnar. Heldur skattskylda løntakarans uppat í Føroyum, kann verða kravt, at tær í 1. stk. nevndu upplýsingar verða innlatnar við somu freist.
6. stk. Løntakarin skal hava avrit av teimum upplýsingum, sum smb. hesi grein eru latnar um hann.
7. stk. 25) Tær upplýsingar, sum nevndar eru í 1. og 2. stk., skulu eftir leiðbeining frá Toll- og Skattaráðnum, latast á serstøkum oyðibløðum góðkend av landsstýrismanninum í skattamálum. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann eftir tilmæli frá Toll- og Skattaráðnum í hesum sambandi krevja, at upplýsingar eisini skulu latast um serstakar veitingar, sum eru útgoldnar sum partur av inntøkuni smb. 1. stk., ella sum endurgjald fyri goldnar útreiðslur, sum t.d. endurgjald fyri ferðir, flutning ella umboðan.
8. stk. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann eftir tilmæli frá Toll- og Skattaráðnum, fyri bólkar av upplýsingarskyldugum ella fyri ávís sløg av inntøkum, lætta um krøvini til upplýsingarnar. Tey í 2. stk. nevndu krøv kunnu tó varðveitast, tá tað snýr seg um inntøkur, ið annars høvdu komið undir 1. stk.
9. stk. 25) Upplýsingarskyldugur, sum frá líkningarvaldinum móttekur yvirlit yvir upplýsingar nevndir í hesi grein, hevur ikki upplýsingarskyldu, um hann er sannførdur um, at teir av líkningarvaldinum nýttu upplýsingar eru rættir og fullgóðir, smb. § 141, stk. 1, nr. 3.

§ 118a. 48) 77) 91) Skattskyldug,

  1. sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar hava ræði á ella
  2. sum hava ræði á føroyskum ella útlendskum løgfrøðiligum persónum ella
  3. sum eru í samtaki við føroyskan ella útlendskan løgfrøðiligan persón ella
  4. sum hava fastan rakstrarstað uttanlands
    ella
  5. sum eru at rokna sum útlendskur likamligur ella løgfrøðiligur persónur við føstum rakstrarstaði í Føroyum, skulu á sjálvuppgávuni tilskila slag og vav á handilsligu ella fíggjarligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar og føstu rakstrarstaðir. § 103, stk. 2 verður samsvarandi nýtt.

2. stk. 91) Við ræði er at skilja ognarviðurskifti ella ræði á atkvøðunum, sum ásett í § 37 a. Við skattskyldug í samtaki við løgfrøðiligan persón, sbr. stk. 1, nr. 3, er at skilja, at somu eigarar hava ræði á feløgunum.
3. stk. Ein løgfrøðiligur ella likamligur persónur verður mettur at vera útlendskur, um persónurin er heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella einum fremmandum landi, herundir eftir ásetingunum í einum tvískattasáttmála.
4. stk. 91) Tey, sum eru undir skyldu at lata inn sjálvuppgávu, skulu fáa til vega og goyma skrivligt skjalprógv, sum vísir, hvussu áseting av prísum og treytum fyri viðurskifti, sum koma undir stk. 1, er farin fram. Skrivliga skjalprógvið skal eftir áheitan latast TAKS í seinasta lagi 60 dagar eftir áheitanina. Tilfarið skal vera soleiðis háttað, at tað kann vera grundarlag fyri einari meting av, um ásetingin av prísum og treytum er í samsvari við, hvat kundi verið vunnið, um viðurskiftini vóru millum óheftar partar.
5. stk. Um skattskyldugi ikki hevur fingið til vega skjalprógv, sum ásett í stk. 4, verður álíkningin fyri viðurskifti, sum koma undir stk. 1, sett eftir ætli. Í øllum teimum førum, har skattamyndugleikin ynskir at broyta ta skattskyldugu inntøkuna í samsvari við áseting av prísum og treytum í viðurskiftum millum óheftar partar, skal loyvi fáast til vega frá Stýrinum, áðrenn broytingin verður framd.
6. stk. 91) Skattskyldug, ið sjálvstøðugt, ella ísamtaki við onnur, sum í tveimum fylgjandi roknskaparárum, við roknskaparenda ikki fara upp um tvinnar av hesum ásetingum:
1) ein samanlagdan fíggjarjavna upp á 36 mió. kr.,
2) ein nettoumsetning upp á 72 mió. kr. og
3) í mesta lagi 50 fulltíðarsett starvsfólk í meðal í roknskaparárinum, skulu hvørki gera ella goyma slík skjalprógv, sum ásett í stk. 4. Tó kann TAKS í serligum førum áleggja hesum feløgum at gera og goyma slík skjalprógv.

§ 118 b. 91) Í hesi grein, umframt í §§ 118 c-g, verða niðanfyri standandi hugtøk brúkt og skilt á henda hátt:
1) Land fyri land frágreiðing: Ein frágreiðing, sum eitt samtak letur skattamyndugleikunum. Frágreiðingin skal upplýsa skattamyndugleikarnar um alt tað búskaparliga virksemi, sum samtakið hevur í øllum londum í allari verðini.
2) Samtak: Feløg, sum orsakað av eigaraviðurskiftum ella ræði eru sambundnar á tann hátt, at feløgini eftir teimum galdandi reglunum um konsolideraðan samtaksroknskap, sum samtakið er fevnt av, hava roknskaparskyldu ella høvdu havt eina slíka roknskaparskyldu, um eitt ella fleiri feløg vóru børsskrásettar.
3) Fleirtjóðasamtak: Eitt samtak, sum hevur samtaksfeløg í meira enn einum skattarættardømi.
4) Samtaksfelag:

a) Hvørt felag í einum fleirtjóðasamtaki, sum sjálvstøðugt frammgongur í tí konsolideraða samtaksroknskapinum ella hevði frammgingið í hesum, um ein ella fleiri av feløgunum í samtakinum vóru børsskrásett.
b) Hvørt felag, sum ikki er tikið við í tann konsolideraða samtaksroknskapin, einans orsakað av støddini á felagnum ella tí tað ikki er viðkomandi fyri tann konsolideraða samtaksroknskapin.
c) Hvørt fast rakstrarstað hjá einum felagi, sum er fevnd av annaðhvørt litra a ella litra b, um serstakur roknskapur krevst orsakað av ársroknskaparligum- ella skattaroknskaparligum grundum ella við atliti at uttanhýsis eftirliti ella leiðslukunningarligum endamálum innanhýsis í samtakinum.

5) Tað ultimativa móðurfelagið: Eitt samtaksfelag, sum í einum fleirtjóða samtaki lýkur
fylgjandi treytir:

a) Samtaksfelagið hevur beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á einum ella fleiri øðrum samtaksfeløgum í fleirtjóða
samtakinum, sum hevur við sær, at felagið er undirlagt roknskapskrøvunum um at gera ein konsolideraðan
samtaksroknskap eftir teimum reglum, sum eru galdandi í tí landinum, har felagið skattliga hoyrir heima, ella
hevði havt eina slíka roknskaparskyldu, um felagið var børsskrásett.
b) Einki annað samtaksfelag í fleirtjóða samtakinum hevur beinleiðis ella óbeinleiðis nóg mikið av ræði á felagnum, sum samtakið, nevnt í litra a hevur.

6) Umsetningur: Øll inntøka, sum felagið umsetur í samband við tann vanliga raksturin, m.a. vørusølu, tænastuveitingar, samsýningar, rentur, vinningsbýti og nýtslugjøld.
7) Umboðsmóðurfelag: Eitt samtaksfelag, sum í samsvari við § 118 d, stk. 2, er valt til at handa tí landinum, har tað skattliga hoyrir heima, eina land fyri land frágreiðing, tá ein ella fleiri treytir í § 118 d, stk. 1, nr. 2, eru loknar.
8) Avtala millum teir málsráðandi myndugleikarnar: Ein altjóða avtala millum teir málsráðandi skattamyndugleikarnar í teimum viðkomandi rættardømunum, sum setur krøv um sjálvvirkandi skifti av land
fyri land frágreiðingum.
9) Altjóða avtala um skifti av skattaviðurskiftum: Ein og hvør dupultskattasáttmáli, annar altjóðasáttmáli ella millumtjóðasáttmáli, ella fyrisitingarlig avtala, gjørd um hjálp í skattarættarmálum, sum hevur við sær, at tað er møguligt hjá Føroyum og øðrum rættardømum at býta um upplýsingar, millum annað sjálvvirkandi umbýting av skattaupplýsingum.
10) Skipanarligur feilur viðvíkjandi einum rættardømi: Tá ein avtala ímillum teir málsráðandi myndugleikarnar í Føroyum og mynduleikarnar í viðkomandi rættardøminum er gjørd, men myndugleikarnir í hinum rættardøminum hava strikað ta sjálvvirkandi skipanina um umbýting av upplýsingum av øðrum orsøkum enn teimum, sum eru fastlagdar í avtaluni ímillum tann málsráðandi myndugleikan í Føroyum og myndugleikan í viðkomandi rættardøminum. Hetta er eisini galdandi, um myndugleikin í viðkomandi rættardøminum ferð eftir ferð letur vera við at býta land fyri land frágreiðingina um við Føroyum í teimum førum, tá eitt fleirtjóðasamtak hevur samtaksfeløg í Føroyum.

§ 118 c. 91) Tað ultimativa móðurfelagið í einum fleirtjóðasamtaki, sum skattliga hoyrir heima í Føroyum sbrt. § 1 í skattalógini ella § 1 í kapitalvinningsskattalógini, skal handa teimum føroysku skattamyndugleikunum eina land fyri
land frágreiðing fyri eitt inntøkuár, um samtakið hevur ein konsolideraðan umsetning fyri minst 5,6 mia. kr. í roknskaparárinum tað inntøkuárið, sum frágreiðingin skal greiða frá.
Stk. 2. Land fyri land frágreiðingin skal í seinasta lagi vera latin inn 12 mánaðir eftir síðsta dag í tí inntøkuári, sum hon skal greiða frá.

§ 118 d. 91) Eitt samtaksfelag, sum ikki er tað ultimativa móðurfelagið, skal lata land fyri land frágreiðingina inn áðrenn freistina, sum er nevnd í § 118 c, stk. 2, sbr. tó § 118 e, um hesar treytir eru loknar:
1) Samtaksfelagið hoyrir skattliga heima í Føroyum sbrt. § 1 í skattalógini, og
2) ein ella fleiri av fylgjandi treytum eru loknar:

a) Tað ultimativa móðurfelagið í samtakinum hevur ikki ábyrgd av at handa eina land fyri land frágreiðing inn í
landinum, har tað hoyrir heima.
b) Sjálvvirkandi umbýting av land fyri land frágreiðingum hendir ikki, orsakað av at eingin avtala er gjørd ímillum
teir føroysku málsráðandi myndugleikarnar og myndugleikarnar í tí viðkomandi rættardøminum, har tað ultimativa móðurfelagið skattliga hoyrir heima, sjálvt um hesi lond hava eina altjóða avtalu um umbýting av skattaupplýsingum.
c) Ein skipanarligur feilur er hendur í tí rættardøminum, har tað ultimativa móðurfelagið skattliga hoyrir heima, og skattamyndugleikarnir hava fráboðað samtaksfelagnum í nr. 1 um hetta.

Stk. 2. Eru ein ella tvær av treytunum, sum eru nevndar í stk. 1, nr. 2 loknar, og er talan um meira enn eitt føroyskt samtaksfelag, sbrt. stk. 1, nr. 1, skulu samtaksfeløgini velja eitt av samtaksfeløgunum til at virka sum umboðsmóðurfelag og skal hetta umboðsmóðurfelagið tryggja sær, at land fyri land frágreiðingin verður handað
skattamyndugleikunum áðrenn freistina, sum er nevnd í § 118 c, stk. 2. Skattamyndugleikarnir skulu fáa boð um valið av umboðsmóðurfelagi, og hetta hevur valda samtakið ábyrgd av at gera.

§ 118 e. 91) Eitt samtaksfelag skal ikki handa skattamyndugleikunum eina land fyri land frágreiðing, um frágreiðingin, vegna fleirtjóða samtakið verður handað av umboðsmóðurfelagnum í tí rættardøminum, har umboðsmóðurfelagið
hoyrir heima, og fylgjandi treytir eru loknar:
1) Í rættardøminum, har umboðsmóðurfelagið skattliga hoyrir heima, er krav um handan av land fyri land frágreiðingini.
2) Rættardømið, har umboðsmóðurfelagið skattliga hoyrir heima, hevur eina altjóða avtalu um umbýting av upplýsingum við Føroyar, og ein sjálvvirkandi skipan ger, at land fyri land frágreiðingar verða umbýttar, í samsvari
við avtalu millum teir málsráðandi myndugleikarnar.
3) Eingin skipanarligur feilur er viðvíkjandi tí rættardøminum, har umboðsmóðurfelagið hoyrir heima, ella skattamyndugleikarnir hava latið vera við at boða samtaksfelagnum frá um skipanarligan feil.
4) Rættardømið, har umboðsmóðurfelagið skattliga hoyrir heima, hevur móttikið eina fráboðan, sbrt. § 118 f, stk. 1, frá einum samtaksfelag, sum skattliga hoyrir heima í sama rætttardømi sum umboðsmóðurfelagið, um, at samtaksfelagið skal virka sum umboðsmóðurfelag.
5) Samtaksfelagið hevur boðað skattamyndugleikunum frá, sbrt. § 118 f, stk. 2.

§ 118 f. 91) Tað ultimativa móðurfelagið, sbrt. § 118 c, stk. 1, ella eitt føroyskt umboðsmóðurfelag, sbrt. §118 d, stk. 2, í einum fleirtjóðasamtaki, skal í seinasta lagi áðrenn inntøkuárið, sum land fyri land frágreiðing umfatar, endar, senda skattamyndugleikunum eina fráboðan um, hvør av teimum hevur ábyrgd av at handa land fyri land frágreiðingina.
Stk. 2. Er samtaksfelagið ikki tað ultimativa móðurfelagið ella umboðsmóðurfelagið, skal samtaksfelagið sjálvt boða skattamynduleikunum frá um, hvat samtaksfelag hevur ábyrgdina av at handa land fyri land frágreiðingina, og fráboða, hvar samtaksfelagið skattliga hoyrir heima.

§ 118 g. 91) Landstýrismaðurin í fíggjarmálum kann áleggja nærri reglugerðir um innhaldskravið í land fyri land frágreiðingum, sum sbrt. §§ 118 b, 118 d og 118 e skulu handast skattamyndugleikunum.

§ 119. 12) 25) Øll, sum reka vinnu, hava, annaðhvørt tey sambært lógina eru skyldug at føra roknskap ella ikki, skyldu til at leggja fyri líkningarvaldini roknskapartilfar sítt við fylgiskjølum, bæði fyri eldri og inniverandi ár, tá hetta verður kravt, og annars øll skjøl, sum kunnu verða til sannan av álíkningini. Sama skylda liggur á feløgum v.m., felagsskapum, stovnum, gávufægrunnum og sjálvsognarstovnum, antin teir reka vinnu ella ikki. Er roknskapartilfarið v.m. hjá triðjamanni, skal hann, sjálvt um hann hevur rætt til at afturhalda tað, lata líkningarvaldinum tað, sum aftan á nýtslu skulu lata triðjamanni tað aftur. Sýtir skattgjaldari at lata líkningarmyndugleikunum roknskapartilfar v.m., kann landsstýrismaðurin í skattamálum eftir tilmæli frá Toll- og Skattaráðnum kunngera reglur um at áleggja dagliga sekt, til tilfarið er útflýggjað.
2. stk. 25) Øll, sum reka vinnu, hava, annaðhvørt tey sambært lógini hava roknskaparskyldu ella ikki, skyldu til at lata líkningarvaldið ella persón, sum líkningarvaldið tilnevnir, sleppa á staðið at eftirkanna roknskapartilfarið og øll skjøl, sum kunnu vera av týdningi fyri rættleikan av álíkningini. Eisini kann líkningarvaldið á staðnum gera kassauppgerð v.m.
3. stk. 25) Eisini hevur líkningarvaldið ella tann persónur, ið líkningarvaldið tilnevnir, rætt til at koma á staðið at gera upp og meta um vørugoymsluna, innistøðu, innbúgv, maskinur og onnur amboð.
4. stk. 25) Persónur ella felag v.m., sum forðar líkningarvaldinum ella tilnevndum persóni at koma á staðið sambært 3. stk., kann revsast við sekt.
5. stk. 25) Líkningarvaldið kann um neyðugt biðja løgregluna hjálpa sær í teimum førum, sum nevnd eru í 1.- 3. stk.

§ 120. 25) Øll almenn vald og stjórnir fyri peningastovnar, feløg, tryggingarvirki, felagsskapir, stovnar, gávufægrunnar og aðrar stovnanir eru skyldug eftir áheitan ókeypis at lata líkningarvaldinum ella tí persóni, sum líkningarvaldið hevur tilnevnt, allar tær upplýsingar, ið kunnu vera til leiðbeiningar í starvi tess - tó einans eftir avgerð landsstýrismansins í skattamálum, tá tað er um fleiri ónevndar skattgjaldarar at røða. Somu skyldu hava sakførarar og grannskoðarar í viðurskiftum sínum við viðskiftafólk.
Stk. 2. 25) Bankar, vekslarar og aðrar peningastovnanir og persónar, ið hava slíkan handil við virðisskjølum, at teir eru skyldugir at halda bøkur eftir lóg, skulu, tá teir verða kravdir, geva líkningarvaldinum tær upplýsingar um keyp og sølu av virðisskjølum, sum kunnu verða til leiðbeiningar tá skattur verður álagdur. Har ið keypari ella seljari er umboðaður av sakførara ella øðrum fulltrúa, hevur hann skyldu at siga frá navni, føðingardegi ella persónsnummari og bústaði hjá klienti sínum.
Stk. 3. 25) Verksmiðjueigarar, heilsølumenn, ídnaðarvirki, fiskavirki og onnur vinnurekandi skulu, tá tey verða kravd, geva líkningarvaldinum upplýsingar um viðurskifti síni við einstakar nevndar viðskiftamenn ella útvegamenn, tó einans viðvíkjandi handli við slíkum vørum, sum keyparin ella útvegamaðurin, ið spurt er um, selur ella framleiðir í vinnu ella virki sínum.
Stk. 4. 14) 25) 37) 55) Nevndir fyri partafeløg, eru skyldugar eftir áheitan ókeypis at lata líkningarvaldinum allar tær upplýsingar, sum hesar hava um navn, føðingardag og bústað hjá persónum, feløgum v.m., sum eru ella innanfyri eitt nærri ávíst tíðarskeið hava verið eigarar av partabrøvunum í felagnum og um støddina av partabrøvunum hjá viðkomandi v.m. ella atkvøðurættindum.
Stk. 5. 14) 37) 55) Strikað
Stk. 6. 14) Partafelagið skal saman við sjálvuppgávuni leggja eitt yvirlit yvir teir persónar og feløg, sum í inntøkuárinum hava verið umfataðir av upplýsingarskylduni eftir 5. stk., við teimum harí nevndu upplýsingum.

§ 120 a. 1) 25) Bankar, sparikassar og onnur, ið taka ímóti peningi og øðrum virðum at umsita, ella sum reka vinnu við at læna út pening, skulu eftir áheitan lata líkningarmyndugleikunum ella tí persóni, sum líkningarmyndugleikin hevur tilnevnt, allar upplýsingar um innistandandi pening, lán, goymslur ella boks hjá navngivnum persónum, tá ið tað er av týdningi fyri skattaálíkningina, at hesar upplýsingar kunnu verða útvegaðar. Soleiðis kann verða kravt, at upplýst verður um lánsupphædd, innistandandi og onnur virði, sum verða umsitin og somuleiðis um tað, sum hetta gevur av sær, um flytingar á ávikavist innláns- ella útlánskonto, eisini um úttiknar og innsettar kekkar, um diskonteraðar vekslar og um trygd fyri lánum og kredittum. Viðvíkajndi ikki navngivnum kunnu eftir avgerð landsstýrismansins í skattamálum upplýsingar krevjast um innistandandi ella virðir, sum verða umsitin, og um tað, sum hetta gevur av sær, við upplýsingum um navn á eigara ella tí, sum møguliga hevur heimild at ráða, bústað, navn á handilsbústað og upplýsingar, sum nevndar eru í § 120 b, stk. 2.
Stk. 2. 25) Við atliti at skattligu eftiransingini við navngivnum og ikki navngivnum persónum, hava líkningarmyndugleikarnir eftir nærri fyriskipan landsstýrismansins í skattamálum rætt til í samstarvi við bankar, sparikassar og vekslarar hjá hesum somu at koma á staðið og ganga ígjøgnum roknskapartilfar, fylgiskjøl og skjøl annars, sum eru nevnd í § 119, 2. stk. Við gjøgnumgongdina kunnu líkningarmyndugleikarnir tryggja sær upplýsingar, sum nevndar eru í 1. stk.

§ 120 b. 1) 25) 55) Bankar, sparikassar, postgirostovan og onnur, sum taka ímóti innláni til renting, skulu í samband við skattaálíkningina á hvørjum ári uttan at biðið verður um tað, lata líkningarmyndugleikunum upplýsingar um upphædd av latnum ella góðskrivaðum rentum og afturhildnum rentuskatti til teir einstøku kontohavararnar í árinum frammanundan og upphædd av tí innistandandi við árslok í árinum fammanundan. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta, at samsvarandi upplýsingar skulu latast av øðrum, sum, renta ognir, sum annar persónur eigur.
Stk. 2. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1, skulu innihalda kontoheiti, navnið á honum, sum eigur kontoina, bústað, persóntal ella arbeiðsgevaratal.
Stk. 3. Upplýsingarskyldan eftir stk. 1 og 2 fevnir eisini um konti v.m., sum verða uppsagdar í árinum. Fyri slíkar konti verða upplýsingar um innistandandi, tá ið kontoin verður uppsøgd, latnar.
Stk. 4. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1-3 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri, og upplýsingin hevur minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann landsstýrismaðurin í skattamálum frítaka fyri ella slaka upplýsingarskylduna eftir stk. 1-3 fyri einstakar ella bólkar av upplýsingarskyldugum ella fyri ávís kontosløg á sama hátt, sum tað kann áseta eitt minsta mark fyri tær upphæddir, sum skulu fráboðast.
Stk. 5. 25) Tann upplýsingarskyldugi skal geva kontohavaranum boð um stødd á teimum upphæddum, sum skulu fráboðast eftir stk. 1, smb. stk. 4. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta, at fráboðanin til kontohavaran eisini skal innihalda upplýsingar, viðvíkjandi serligum eigaraviðurskiftum til kontoina. Fráboðan til kontohavaran skal gerast innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja.
Stk. 6. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur nærri reglur fyri konti, sum eru nevndar í stk. 1., og sum hoyra til persónar, sum hava bústað ella tilhald uttanlands.

§ 120 c. 1) 25) 77) Tann, sum stovnar konto, avtalu í lívstryggingarfelag, eftirlønargrunni ellasambært § 120 b, stk. 1, skal upplýsa persóntalið hjá kontohavaranum ella arbeiðsgevaratal, somuleiðis eftir landsstýrismansins í skattamálum nærri ásetan geva aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vita, hvør kontohavarin er. Um kontohavarin hvørki hevur persóntal ella arbeiðsgevaratal, kann landsstýrismaðurin í skattamálum áseta nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast.
Stk. 2. 25) Eftir reglum, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir, skal tann, sum stovnar konto sambært stk. 1., prógva sannleikan av teimum givnu upplýsingum.
Stk. 3. Fyri at stovna eina konto sambært § 120 b, stk. 1, krevst, at viðkomandi hevur latið tær upplýsingar og prógv, sum nevnd eru í stk. 1 og 2.
Stk. 4. 25) Verða tær í stk. 1. nevndu upplýsingar broyttar, sum eru neyðugar til at gera av, hvør ið kontohavarin er, skal hesin eftir nærri reglum, ásettar av landsstýrismanninum í skattamálum, geva tí upplýsingarskylduga boð smbr. § 120 b um broytingina.

§ 120 d. 1) 25) Líkningarvaldið kann lata teimum upplýsingarskyldugu neyðugar upplýsingar til tess at tryggja, at fráboðanarskyldan sambært §§ 120 b, 120 h og 120 j kann fremjast.

§ 120 e. 1) 25) Líkningarvaldið kann skráseta tey, sum hava upplýsingarskyldu sambært §§ 120 b, 120 h og 120 j. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta nærri reglur um skránna og um skyldu til at lata seg skráseta.
Stk. 2. 25) Toll- og Skattaráðið hevur heimild til at tvinga skráseting við at leggja á dagliga sekt, sum landsstýrismaðurin í skattamálum skal góðkenna.

§ 120 f. 1) 25) Teir, sum hava upplýsingarskyldu eftir §§ 120 b, 120 h og 120 j skulu leggja teirra roknskapir soleiðis til rættis, at tær upplýsingar, sum eru latnar sambært nevndu greinir, kunnu samanberast við roknskapirnar.
Stk. 2. 25) Teir, sum hava upplýsingarskyldu, skulu eftir áheitan senda inn roknskapartilfar ella annað skjalprógv, ið hevur verið nýtt sum grundarlag fyri teimum upplýsingum, sum latnar eru líkningarvøldunum. Líkningarvaldið kann á staðnum kanna nevnda roknskapartilfar og onnur skjalprógv.

§ 120 g. 1) 25) Konti hjá persónum, sum nevndir eru í § 3, stk. 1, litra a, b, c, e og f, eru undantiknar reglunum í §§ 120 b - 120 d, og §§ 120 h - 120 k.
Stk. 2. Eftir reglum, sum verða ásettar av landsstýrismanninum í skattamálum, koma konti hjá útlendskum umboðum, ið koma undir § 3, stk. 1, litra d, í hesi løgtingslóg, ikki undir reglurnar í §§ 120b - 120d, og §§ 120h - 120k.

§ 120 h. 1) 25) Bankar, sparikassar, postgirostovan, Føroya Ídnaðargrunnur, Færøernes Realkreditinstitut, Húsalánsgrunnurin, Jarðargrunnurin, Menningargrunnur Ídnaðarins, P/f Húsalán, tryggingarstovur og onnur, sum sjálvi læna út pening ímóti renting, skulu í sambandi við fyribilsálíkningina og skattaálíkningina 2 ferðir á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata tær í stk. 2 nevndu upplýsingar til líkningarmyndugleikar. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta, at gjaldskortútskrivarar og onnur, sum læna pening út á samsvarandi hátt, hava upplýsingarskyldu.
Stk. 2. 25) Fráboðanin skal innihalda upplýsingar til sannan av lántakara og upplýsingar um konto og lánsviðurskifti. Fyri tað einstaka lánið skal upplýsast:

  1. slag av láni,
  2. tilskrivaðar ella falnar rentur,
  3. provisiónir v.m.,
  4. skuld pr. 31. desember,
  5. upplýsingar, sum landsstýrismaðurin í skattamálum sambært 3. stk. krevur, og
  6. mettar rentur í inntøkuárinum.

Stk. 3. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur nærri reglur fyri tær upplýsingar, sum skulu fráboðast, og um mannagongd og freist v.m. fyri fráboðanini. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí, og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann landsstýrismaðurin í skattamálum frítaka fyri ella slaka upplýsingarskylduna. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta serligar reglur um fráboðan um lán til lántakarar, sum hava bústað ella tilhald uttanlands.
Stk. 4. Um gjaldingarnar viðvíkja útlánum, sum verða umsitin av einum, sum hevur upplýsingarskyldu smbr. § 120 j, er fráboðanarskyldan eftir stk. 1 ikki galdandi.
Stk. 5. 25) Tann, sum hevur upplýsingarskyldu, skal innan 1. februar í árinum aftaná álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja, boða lántakaranum frá, um tær fráboðaðu og innlatnu upplýsingarnar. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta, at fráboðanin skal innihalda aðrar upplýsingar um lánið.

§ 120 j. 1) Bankar, sparikassar og onnur, sum taka ímóti pantibrøvum við panti í fastari ogn í varðveitslu til at umsita, skulu í sambandi við skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata tær í stk. 2 nevndu upplýsingar til líkningarmyndugleikarnar.
Stk. 2. Fráboðanin skal innihalda upplýsningarnar til sannan av ávikavist lántakara og goymsluhavara og goymsluni umframt upplýsingar um lánið. Fyri tann einstaka lántakara og goymsluhavara skal upplýsast:

  1. tilskrivaðar ella gjaldkomnar rentur,
  2. restskuld pr. 31. desember og
  3. áljóðandi virði av restskuld pr. 31. desember.

Stk. 3. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur reglur um tær upplýsingar, sum skulu latast, og um mannagongd og freist v.m., fyri fráboðanina. Tá ið viðurskiftini tala fyri, og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann landsstýrismaðurin í skattamálum slaka ella lata vera at krevja upplýsingar. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta nærri reglur um fráboðan fyri lántakara og goymsluhavara, sum hava bústað ella tilhald uttanlands.
Stk. 4. 25) Tann, sum hevur upplýsingarskyldu, skal innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið upplýsingarnar viðvíkja, fráboða lántakaranum og goymsluhavaranum um latnu upplýsingarnar. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta, at fráboðanin skal innihalda aðrar upplýsingar um tey pantibrøv, ið liggja á goymslu.

§ 120 k. 1) 25) Tann, sum er lántakari ella hevur eina goymslu, sum kemur undir § 120 h ella § 120 j, skal lata teimum, sum hava upplýsingarskyldu, tær upplýsingar, herundir persóntal, til sannan av lántakara ella goymsluhavara, sum eru neyðugar til tess at lúka fráboðanarskylduna, umframt at sanna, at tær upplýsingar, ið eru latnar, eru beinar. Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Um broytingar fara fram í teimum í stk. 1 nevndu viðurskiftum, skal boðast frá til tann, sum hevur upplýsingarskyldu, um broytingarnar.
Stk. 3. Eitt lán sambært § 120 h, kann bert stovnast um tær í 1. stk. nevndu upplýsingar verða latnar. Yvirtøka av láni verður javnsett við stovnan av láni. Ein goymsla, sum nevnd í § 120 j, kann bert stovnast, um tann, sum stovnar goymsluna, letur tær í stk. 1. nevndu upplýsingar um, hvør goymsluhavarin er.

§ 120 l. 1) 25) Ber nakar seg undan at ganga undir ásetingunum í § 120 b, stk. 1-3 ella § 120 e, § 120 h, stk. 1, § 120 j stk. 1 ger landsstýrismaðurin í skattamálum av, um viðkomandi er skyldugur at gera tað, og kann um neyðugt tvinga hesa skyldu ígjøgnum við at áleggja dagliga sekt.

§ 120 m. 1) 25) Upplýsingar um persóntal, sum ein privatur vinnurekandi v.m. hevur móttikið sambært § 120 c, stk. 1, § 120 d ella § 120 k, mugu ikki gevast víðari til onnur, uttan so at hetta verður mett neyðugt, fyri at tann vinnurekandi kann røkja sínar uppgávur fyri líkningarvaldið. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann, eftir at tað hevur biðið skrásetingareftirlitið um ummæli, gera frávik frá 1. punktum.

§ 120 n. 1) 2) 12) 25) 46) 99) Har, sum tað í hesi løgtingslóg er heimilað líkningarmyndugleikunum at krevja upplýsingar í samband við skattaálíkningina, hava kommunalu skattakærunevndirnar og Føroya Kærustovnur sama rætt í kæruviðgerð.

§ 120 o. 55) 71) Tann, ið, sum liður í sínum virksemi, tekur ímóti virðisbrøvum, umfatað av kapitalvinningsskattalógini § 1, í virðisbrævagoymslu, skal á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata TAKS upplýsingar elektroniskt um útlutað vinningsbýti, tilskrivaðar rentur og innloystar rentuseðlar eftir kapitalvinningsskattalógini.
Stk. 2. Feløg og grunnar o.o., sum hava skyldu at afturhalda vinningsbýtisskatt eftir kapitalvinningsskattalógini § 15, skulu á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata TAKS upplýsingar um vinningsbýti, sum er útlutað.
Stk. 3. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1 og 2, skulu innihalda upplýsingar um:

  1. Hvør letur TAKS upplýsingarnar.
  2. Hvør hevur móttikið útlutað vinningsbýti ella rentu, so vítt sum upplýsingarnar eru kendar.
  3. Hvussu nógv er útlutað í vinningsbýti ella tilskrivað av rentu í árinum frammanundan, og hvussu nógv er afturhildið í vinningsbýtisskatti.
  4. Fyri virðisbrøv í goymslu eisini heiti á avvarðandi virðisbrævi og kursvirðið við sama árs enda.

Stk. 4. Tann, sum stovnar kontu í einari virðisbrævagoymslu eftir stk. 1, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella v-tal. Um viðkomandi hvørki hevur p-tal ella v-tal, kann TAKS áseta nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast.
Stk. 5. Tann, sum tekur ímóti vinningsbýti frá felag ella grunni o.a., nevnt í stk. 2, skal upplýsa tí fráboðanarskylduga navn, bústað, p-tal ella vtal.
Stk. 6. Tann upplýsingarskyldugi skal í seinasta lagi 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja, boða eigaranum av goymsluni frá, hvørjar upplýsingar eru latnar TAKS eftir stk. 1-3.
Stk. 7. TAKS kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1-3 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí, og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaeftiransingina, kann TAKS frítaka ella slaka fyri innlating av upplýsingum.

§ 120 p. 55) 71) 77) Bankar, sparikassar, tryggingarfeløg og onnur, sum tekna eftirlønarskipanir o.t., sambært rentutryggingarlógini og eftirlønarlógini, skulu í sambandi við skattaálíkningina á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, lata TAKS upplýsingar elektroniskt um teir einstøku kontuhavararnar ella tryggingartakararnar. Upplýsast skal fyri hvørja kontu sær:

  1. Hvørt talan er um lívrentu, kapitalskipan, lutaeftirlønarskipan ella uppsparing.
  2. Samlaðu inngjøldini frá arbeiðsgevara ávikavist eigara og møgulig kapitalinngjøld.
  3. Salda ella virðið á eftirlønarskipanini við ársenda fyri hvørja kontu og eftirlønarskipan sær. Tó ikki fyri lívrentu
  4. Møguligar broytingar í eftirlønarskipanini seinasta árið.
  5. 77) Strikað 

Stk. 2. Upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1, skulu innihalda navnið á viðkomandi, sum eigur kontuna, tryggingina, bústað og p-tal.
Stk. 3. TAKS kann áseta nærri reglur um innlating av upplýsingum eftir stk. 1 og áseta freist fyri innlating av nevndu upplýsingum. Tá ið praktisk viðurskifti tala fyri tí og upplýsingarnar hava minni týdning fyri skattaansingina, kann TAKS frítaka ella slaka upplýsingarskylduna eftir stk. 1 fyri einstakar ella bólkar av upplýsingarskyldugum ella fyri ávís kontu- og tryggingarsløg á sama hátt, sum TAKS kann áseta minstamark fyri tær upplýsingar, sum skulu fráboðast.
Stk. 4. Upplýsingarskyldugi skal geva kontu og tryggingarhavaranum boð um støddina á teimum upphæddum, sum eru fráboðaðar eftir stk. 1. Fráboðan til kontu- og tryggingarhavaran skal gerast innan 1. februar í árinum aftaná tað álmanakkaárið, sum upplýsingarnar viðvíkja.
Stk. 5. TAKS ásetur nærri reglur fyri kontu og tryggingar, sum eru nevndar í stk. 1, og sum hoyra til persónar, sum hava bústað ella tilhald uttanlands.

§ 120 q. 78) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at fíggjarstovnar á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað,
skulu lata líkningarvaldinum hesar upplýsingar um fíggjarkontur:

  1. Navn, bústað, p-tal, v-tal og útlendsk eyðkennisnummur umframt onnur eyðkenni viðvíkjandi kontueigarum og upplýsingar
    um, hvørji lond ella økir hesir knýta seg til. Viðvíkjandi kontueigarum, ið eru løgfrøðiligir persónar, og sum ein ella fleiri
    persónar hava ræði á, kunnu upplýsingarnar eisini fevna um hesar persónar.
  2. Kontunummar, ella um einki kontunummar er, tað sum til praktisk endamál samsvarar við eitt kontunummar.
  3. Navn og eyðkennisnummur á tí fíggjarstovni, undir hesum eyðkennisnummur, sum útlendskir myndugleikar hava givið.
  4. Saldu ella virði á fíggjarkontuni, undir hesum, um talan er um tryggingaravtalu við kontantvirði ella annuitetsavtalu, kontantvirðið ella afturkeypsvirðið við endan á relevanta álmanakkaárinum ella beint undan, at kontan varð stongd, um kontan er stongd í álmanakkaárinum.
  5. Viðvíkjandi fyrisitingarkontum:
    a) Samlaða bruttuupphæddin av rentum, samlaða bruttuupphæddin av vinningsbýti og samlaða bruttuupphæddin av aðrari inntøku fingin frá aktivum, ið finnast á kontuni, tá upphæddirnar eru goldnar ella tilskrivaðar kontuni ella eru goldnar ella tilskrivaðar við atliti at kontuni í álmanakkaárinum.
    b) Samlaða bruttuavlopið frá sølu ella innloysing av virðum, ið eru goldin ella tilskrivað kontuni í álmanakkaárinum, tá viðkomandi fíggjarstovnur hevur virkað sum umboð fyri kontueigaran í sambandi við søluna ella innloysingina.
  6. Viðvíkjandi einhvørjari innlánskontu samlaða bruttuupphæddin av rentum, sum er goldin ella tilskrivað í álmanakkaárinum.
  7. Viðvíkjandi einhvørjari kontu, sum ikki er fevnd av nr. 5 ella 6, samlaða bruttuupphæddin goldin ella tilskrivað kontueigaranum við atliti til kontuna í álmanakkaárinum, har viðkomandi fíggjarstovnur er gjalds- ella tilskrivingarskyldugur, undir hesum samlaða upphæddin av møguligum innloysingarupphæddum, sum eru goldnar kontueigaranum í álmanakkaárinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fíggjarstovnar harafturat skulu lata líkningarvaldinum nøvnini á teimum fíggjarstovnum, sum teir hava goldið upphæddir til, og samlaðu upphæddina av gjaldingum fyri hvønn fíggjarstovn.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nærlagni hjá fráboðanarskyldugum fíggjarstovnum í sambandi við eyðmerking og fráboðan um fíggjarkontur og gjøld til nærri lýstar fíggjarstovnar, sbr. stk. 2. Undir hesum kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, hvussu eginváttanir verða latnar í sambandi við hesar mannagongdir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann avmarka reglurnar, sum eru ásettar sambært stk. 1-3, til kontueigarar og løgfrøðiligar persónar, sum eru undir ræði av persónum, ið hava tilknýti til lond ella økir, har tað eftir tvískattasáttmála, aðrari altjóða avtalu ella konventión ella fyrisitingarligari avtalu um hjálp í skattamálum sjálvvirkandi skulu umbýtast tær í stk. 1 og 2 nevndu upplýsingar um fíggjarkontur, ella har tilknýti ikki kann staðfestast. Undir hesum kann landsstýrismaðurin áseta lagaligari reglur enn tær, sum eru nevndar í stk. 1 og 2, og reglurnar kunnu evnast ymiskt alt eftir, hvørji lond ella økir kontueigarnir ellar persónarnir við ræði á kontum hava tilknýti til, ella har einki tilknýti kann staðfestast. Landstýrismaðurin kann harumframt áseta reglur um stigvísa íverksetan av fráboðanarskylduni.
Stk. 5. Fíggjarstovnar kunnu halda aftur útlendskan kelduskatt, tá goldið verður til aðrar fíggjarstovnar fyri at halda eina skyldu í avtalu, sum Føroyar og viðkomandi land ella øki hava gjørt. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fíggjarstovnar, sum eru ella virka sum millumgongumenn fyri útlendskar kelduskattaskyldugar gjaldingar til aðrar fíggjarstovnar, skulu geva víðari tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at skattur kann haldast aftur, og upplýsingar kunnu gevast viðvíkjandi tílíkum gjaldingum, til liðið í gjaldsketuni, ið liggur beint frammanfyri.
Stk. 6. Tann, sum stovnar eina fíggjarkontu í einum fíggjarstovni, skal sambært reglum, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, upplýsa fyri fíggjarstovninum p-tal, v-tal hjá kontueigaranum og hjá møguligum persónum, sum hava ræði á kontuni, og útlendsk eyðkennisnummur, um tílík eru at finna, umframt aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna eyðmerkja kontueigaran og møguligar persónar, sum hava ræði á kontuni. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu hjá fíggjarstovnum at savna inn og fyri kontueigara at fráboða fíggjarstovnunum tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar.

§ 121. Somu reglur, sum nevndar eru í § 120, 3. stk., galda eisini fyri nevndir fyri feløgum v.m., komanditfeløgum, partsreiðaríum, felagsskapum av einum og hvørjum slag, stovnum, gávufægrunnum og øðrum stovnanum og grunnum, hetta uttan mun til um tey eru skattskyldug ella ikki.

§ 122. 25) Tey í 1. §, nr. 12 og 13 nevndu feløg hava umframt tær í 120. §, 3. stk. nevndu skyldur, eisini skyldu til at upplýsa fyri líkningarmyndugleikunum um viðskifti síni við einstakar nevndar limir. Henda skylda fevnir um øll viðskifti teirra við ávísar limir, tá hon kann verða líkningarmyndugleikunum til leiðbeiningar í starvi teirra, tó einans eftir avgerð landsstýrismansins í skattamálum, tá um fleiri ónevndar limir er at røða.

§ 123. 25) Uttan mun til ásetingarnar í lóg um Postverk Føroya, um tagnarskyldu v.m., so eru somu reglur galdandi fyri Postgirostovuna um upplýsingarskyldu v.m. fyri líkningarvaldinum, sum er álagt øðrum peningastovnum í hesi lóg.

§ 124. 25) Føroya Gjaldstova og Almannastovan hava skyldu til at veita líkningarvaldinum upplýsingar um viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri skattaálíkningina. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann gera nærri reglur í hesum sambandi.

§ 125. 25) Fyri hvørja kommunu í landinum verður førd ein skrá yvir allar ávísingarskyldugar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ger í samráð við Toll- og Skattaráðið.
2. stk. 25) Í hesum reglum kann verða álagt teimum ávísingarskyldugu at geva líkningarvaldinum upplýsingar um:

  1. nær ávísingarskyldan er byrjað, og nær hon er endað,
  2. broyting av bústaði hjá einum ávísingarskyldugum.

3. stk. 25) Líkningarvaldið hevur eftirlit við, at teir ávísingarskyldugu halda tær skyldur, sum henda lóg áleggur teimum. Líkningarvaldið kann koma á staðið hjá einum ávísingarskyldugum, uttan mun til um hann førir roknskap ella ikki, og har kanna alt roknskapartilfarið og øll tey skjøl, sum kunnu hava týdning fyri hetta eftirlit. Eisini hava allir ávísingarskyldugir, sum gera roknskap, uttan mun til um teir hava bókhaldsskyldu sambært lóg ella ikki, skyldu til eftir áheitan at senda alt roknskapartilfarið við øllum skjølum til líkningarvaldið.
4. stk. 12) 25) Persónur ella felag v.m., sum ber seg undan at gera eftir krøvunum í 2. og 3. stk., kann revsast við sekt. Eisini kann líkningarvaldið í nevndu førum áleggja dagliga sekt, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetir eftir tilmæli frá Toll- og Skattaráðnum.
5. stk. 12) 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum ger nærri reglur fyri, hvussu ásetingarnar í 3. stk. skulu nýtast. Líkningarvaldinum er heimilt at krevja, at løgreglan hjálpir líkningarvaldinum í sambandi við ásetingarnar í 3. stk.
6. stk. 12) 25) Líkningarvaldið kann eisini í sambandi við nevnda eftirlit krevja upplýsingar frá móttakarum av A-inntøku.

§ 126. 25) Ber nakar seg undan at gera eftir kravi, ið er komið frá líkningarvaldunum sambært reglunum í hesum kapitli, ger landsstýrismaðurin í skattamálum av, um hann er skyldigur til tess, og tað hevur heimild til, um tað gerst neyðugt, at tvinga hann til at útinna hesa skyldu við at leggja á dagliga sekt.
2. stk. 2) (Sett úr gildi).

§ 127. 12) 25) Í alment skiftum búgvum, sum skiftirætturin tekur til viðgerðar, skal skiftistjóri, áðrenn 2 mánaðir eru lidnir frá andláti, ókravdur upplýsa líkningarvaldinum um ognina, ið hin deyði læt eftir seg, tá hon er ikki minni enn 25.000 kr., og skal hann, tá kravt verður, geva tílíkar upplýsingar afturat, sum kunnu fáast til vegar til at fáa greiði á spurninginum, um sjálvuppgávurnar hjá hinum deyða hava verið rangar. Gerst tað neyðugt, hevur líkningarvaldið heimild til at leggja á dagsekt til at tvinga hann at útinna hesa skyldu.
2. stk. 12) 25) Áðrenn 2 mánaðir eru lidnir frá tí, at tær seinast kravdu upplýsingar eru fingnar, skal verða sagt búnum frá, at krav verður gjørt í búnum sambært 137.§. Fyrr enn áðurnevndu freistir eru úti, má búsviðgerðin ikki verða lokin, uttan so at líkningarvaldið hevur váttað, at tílíkt krav ikki verður gjørt. Verður ikki sagt búnum frá í rættari tíð, fellur samábyrgd arvinganna sambært § 147, 6. stk., burtur.
3. stk. 25) Eisini skal skiftirættur greiða líkningarvaldinum frá innihaldinum, bæði í teimum tilsøgnum um búskifti, sum arvingar senda inn, ið skifta sjálvir, og í teimum búsuppgerðum, sum eftirlivandi hjúnafelagi, ið verður sitandi í óskiftum búgvi, skal senda inn sambært regluni í kgl. fyriskipan nr. 468 frá 8. november 1921, 31. §, um so er, at skuldleysar ognir í búnum eru ikki minni enn 25.000 kr. Frágreiðingin, sum hann skal senda líkningarvaldinum innan 2 mánaðir eftir tað, at arvatilsøgnin ella búsuppgerðin er komin skiftirætti í hendur, skal, annaðhvørt sum avskrift av tilsøgnini og uppgerðini ella sum úrdráttur úr teimum, geva upplýsingar um navnið á hinum deyða, starv hansara og bústað, og harumframt greiða frá arvaviðurskiftunum og geva greiniligt yvirlit yvir ognir og skuldir í búnum.

§ 128. 25) 46) 99) Har líkningarvaldini sambært hesi lóg hava fingið rætt til at krevja upplýsingar, sum tey skulu nýta, tá skattur verður lagdur á, eiga kommunalu skattakærunevndirnar og Føroya Kærustovnur sama rætt, tá hon viðger kærur.

13. KAPITTUL
Skuldbindingar- og innheintingarreglur

§ 129. 25) Hann, sum letur vera við at avrokna A-inntøkur gjøgnum tey av landsstýrismanninum í skattamálum góðkendu avrokningarstøð, hevur sjálvur fyri skattavaldinum beinleiðis ábyrgd av, at tann skattaupphædd, sum vantar í, verður goldin, uttan so hann kann prógva, at hann ikki við vansketni hevur latið vera við at gingið undir reglurnar í hesi lóg.
2. stk. 25) Hann, sum hevur avroknað A-inntøku gjøgnum tey av landsstýrismanninum í skattamálum góðkendu avrokningarstøð, hevur loyst seg frá fleiri krøvum frá skattavaldinum um at gjalda meira skatt av tí avroknaðu A-inntøkuni.
3. stk. 25) Um kravið móti ávísingarskylduga ikki kann verða uppgjørt, vegna hansara serligu viðurskifti, kann líkningarvaldið fyribils meta um kravið.

§ 130. 25) Um ongin A-skattur er eftirhildin í A-inntøku, ella ov lítið er eftirhildið, skal móttakarin av hesi inntøku beinanveg gjalda ta írestandi upphæddina til líkningarvaldið.

§ 131. Tann, sum í Føroyum hevur fulltrú fyri teir í 2. § skattskyldugu, tekur ábyrgdina av, at teir skattir, sum verða álagdir hesum skattskyldugu, verða goldnir.

§ 132. 25) (Sett úr gildi).

§ 133. Teir skattir, sum verða álíknaðir einum persóni aftan á at hann er deyður, hevur búgvið ella arvingarnir ábyrgd av verða goldin. Arvingarnir hava samábyrgd, men bert í mun til ta upphædd, teir móttaka ella hava fingið frammanundan av arvi ella arvaforskoti, hjúnafelagin tó eisini við sínum búluti.

§ 134. Um eitt felag ella ein felagsskapur v.m. verður avtikið, og ognin skift sundur millum partaeigararnar ella limir, uttan at nakar peningur verður lagdur burturfrá til at gjalda tann skatt, sum hvílir á felagsskapinum, skulu partaeigarar ella limir saman við avtøkustjóra ella - har slíkur ikki er valdur ella tilnevndur - nevndin vera skyldugir at gjalda skattin og bera samábyrgd av hesum. Av avtøkustjóra/nevndini kann samábyrgd ikki verða kravd fyri meira enn tað samanløgdu upphæddina, sum er skift sundur millum partaeigarar ella limir, og partaeigarar og limir skuldbindast bert í mun til tað, sum er skift sundur millum teirra.

§ 135. 4) 47) 54) Hevur skattgjaldari ikki goldið skattin, herundir fyribilsskattin, tá gjaldsfreistin er úti, skal hann til landskassan gjalda 0,7% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna av tí skatti, hann skyldar. Renta, sum hin skattskyldugi skyldar, verður gjørd upp eina ferð um mánaðin og kravd saman við írestandi skatti fyri tey ávísu árini.
2. stk. 47) 54) Er skattur, sum ávísingarskyldugur eftir § 129 í hesi løgtingslóg skal gjalda til tað almenna, ikki goldin, tá gjaldsfreistin er úti, skal tann ávísingarskyldugi gjalda rentu, sum fellur til landskassan við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna
3. stk. 12) 87) Er upphædd, heruppií sekt, sum eftir hesi lóg skal gjaldast tí almenna, ikki goldin rættstundis, kann upphæddin við afturatkomnum eykagjøldum, rentum o.t., krevjast inn við panting eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum. Tó verður stk. 1 í § 7 í "Lov nr. 85 af 30. marts 1935 for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m." ikki at gjalda.
4. stk. 25) Er ikki gjørligt at heinta skattin hjá skattskylduga sjálvum, kann innheintingin, um tað gerst neyðugt, verða gjørd í ogn, sum børnini eiga, um vinningur av ognini smb § 5, stk. 4 verður skattaður hjá foreldrunum. Hetta er ikki galdandi við innheinting av skatti, sum ávísingarskyldugur skuldi havt avroknað.

§ 136. Er upphædd, sum skal gjaldast eftir hesi lóg, ikki goldin, tá gjaldfreistin var úti, kann innkrevjingarvaldið síggja til, at upphæddin við afturatkomnum eykagjøldum, rentum o.t. verður eftirhildin í A-inntøku skattgjaldarans. Tá eftirhalding verður sett í verk, skal skattgjaldarin fáa fráboðan um hetta.
2. stk. Eftirhald eftir 1. stk. kann saman við eftirhalding av A-skatti annars í mesta lagi verða 65% av A-inntøkuni.
3. stk. 25) Reglurnar í stk. 1og 2 verða eisini nýttar, tá tað snýr seg um innkrevjing av skattum og avgjøldum frá tí tíðini, áðrenn henda lóg kom í gildi.
4. stk. 25) Reglurnar í 63. §, 6. stk. verða nýttar á sama hátt við eftirhalding eftir 1. - 4. stk.
5. stk. 25) Reglurnar í 125., 129. og 146. §§ verða nýttar á sama hátt, tá hildið verður eftir smb. fyriskipanini í hesi grein.

§ 137. Deyðsbúgv og trotabúgv svara fyri skattaeftirstøðum ávikavist hjá hinum deyða og hjá trotamanninum.

§ 138. 25) Eingin skattgjaldari kann koma sær undan skyldu síni at rinda tann skatt, ið longu er fallin til gjaldingar, hvørki við at kæra um skattsetingina ella, um hann verður pantaður fyri skattin, við at mótmæla hjá pantifútanum, uttan so at vald, ið hevur heimild til tess, fyrst hevur gjørt av, at broyting eigur at verða, ella at skattsetingin er gjørd av órættum ella er ógild.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann við kunngerð áseta nærri reglur um gjaldfreist í samband við at kært verður um skattsetingina.

14. KAPITTUL
Um revsing fyri at geva rangt upp o.a. og um eftirgjalding av ov lítið goldnum skatti og revsireglur annars

§ 139. 12) Tann persónur, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villeiðandi upplýsingar at fara eftir, tá ið avgerast skal, um ein persónur er undir skattskyldu ella at nýta, tá ið skattskyldug inntøka ella skattaútrokning verður ásett, verður revsaður fyri skattasvik við sekt, varðhaldi ella fongsli upp í 2 ár.
2. stk. Er misbrotið framt av stórum gáloysni er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, varðhaldi.

§ 139 A. 25) Skattskyldugur, sum ikki hevur latið inn sjálvuppgávu, men hevur fingið ársuppgerð sambært § 101, stk. 2 í hesi lóg, skal, um skattsetingin er ov lágt sett, fráboðað líkningarvaldinum um hesi viðurskifti innan 4 vikur eftir móttøkuna av ársuppgerðini. Freistin verður tó í fyrsta lagi at rokna frá, at freistin at lata inn sjálvuppgávu varð úti.
Stk. 2. Tann, sum við vilja ella av stórum gáloysni fremur brot á stk. 1, verður revsaður við sekt.
Stk. 3. Er brotið framt við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna kann revsingin hækkað til varðhald ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 4. 41) (Strikað)

§ 139 B. 25) Tann sum, uttan at tilfeldið er fevnt av ásetingunum í § 139 A, letur vera við at lata inn sjálvuppgávu við tí í hyggju at koma sær undan at gjalda skatt til tað almenna, verður revsaður við sekt, varðhaldi ella fongsli upp til 2 ár.
Stk. 2. 41) Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt.

§ 139 c. 91) Við bót verður revsaður tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni:
1) Letur vera við at veita skattamyndugleikunum land fyri land frágreiðingina, sbrt. §§ 118 c, 118 d og 118 e, til tíðina.
2) Gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar í land fyri land frágreiðingini.
3) Ikki lýkar treytirnar, sum eru ásettar í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin.

§ 140. 12) Á sama hátt sum tilskilað í § 139 verður tann persónur revsaður, sum við vilja ella av stórum gáloysni gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar at nýta í samband við eftiransingini av skattaálíkningini og skattaútrokningini.

§ 141. 12) 25) Við sekt verður tann persónur revsaður, sum við vilja ella av stórum gáloysni:

  1. letur vera við at avrokna A-inntøku gjøgnum tey av landsstýrismanninum í skattamálum góðkendu avrokningarstøð, jbr. § 63,
  2. 8) 41) ikki rættstundis heldur eftir og avroknar avgjald av nýtslurætti sambært § 7 í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan við seinni broytingum,
  3. ikki veitir teir upplýsingar, sum tilskilaðir eru í §§ 118-124.

2. stk. Er misbrotið framt við tí í hyggju at sleppa sær undan at gjalda skatt til tað almenna, ella er talan annars um skerpandi umstøður, kann revsingin hækka til varðhald ella fongsul upp til 2 ár.

§ 142. 12) Á sama hátt sum tilskilað í § 141 verður tann persónur revsaður, sum:

  1. tekur ímóti A-inntøku vitandi um, at A-skattur ikki er eftirhildin sambært ásetingum lógarinnar,
  2. við vilja ella av stórum gáloysni veitir rangar ella villeiðandi upplýsingar, sum nýtast skulu til avgerðir eftir § 62, § 63, 4. stk., § 68, § 69, § 72, 1. stk. og § 73, ella í sambandi við eina í hesum nevndu reglum dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri, hvussu málið verður loyst,
  3. við vilja ella av stórum gáloysni veitir rangar ella villeiðandi upplýsingar í sambandi við endaligu uppgerðina av einum deyðsbúgvi sambært § 13, § 14, § 17, § 18, § 19 og § 40, ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri, hvussu málið verður loyst.

§ 143. 12) Í teimum fyriskipanum, sum verða gjørdar sambært hesi løgtingslóg, kann sekt verða áløgd fyri ikki at halda ásetingarnar í fyriskipanini.

§ 144. 12) 100)  Strikað.

§ 145. 12) 25) Metir Toll- og Skattaráðið, at misbrotið ikki kemur undir strangari revsing enn sekt, kann landsstýrismaðurin í skattamálum ella hann, ið landsstýrismaðurin í skattamálum gevur heimild til tess, boða honum, sum hetta viðvíkir, at málið kann verða loyst uttan rættarviðgerð, um so er, at hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar, at hann innan eina nærri ásetta freist, sum eftir áheitan kann verða longd, vil gjalda eina í fráboðanini tilskilaða sekt.
2. stk. 100) Viðvíkjandi teimum í 1. stk. umrøddu fráboðanum, verða reglurnar í rættargangslógini um innihaldið í ákæruritum samsvarandi galdandi.
3. stk. Verður sektarpeningurin goldin rættstundis, ella verður sektin sambært góðkenning innheintað ella verður á annan hátt liðið revsing fyri hana, fellur málið burtur.
4. stk. Dømdur sektarpeningur sambært tí, ið frammanfyri er ásett, verður býttur millum teir kassar, ið hava rætt til skattin eftir tí, ið hvør eigur av skattinum.
5. stk. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum kann heimila Toll- og Skattaráð Føroya at taka avgerðir í málum, sum verða viðgjørd eftir reglunum í hesum kapittli.

§ 146. 12) 23) 25) Hann, sum verður dømdur í sekt sambært § 139, § 139 A, § 139 B, § 140, § 141 og § 142, skal umframt sektina, sum har er ásett, gjalda aftaná tann skatt, sum hann hevur goldið ov lítið. Tey feløg v.m., sum umrødd eru í § 1, nr. 8-16, skulu harafturat gjalda 12 % p.a. í rentu frá tí, at skattaárið, sum kravið er galdandi fyri, gekk út.
2. stk. 25) Somu skyldu til at gjalda aftaná tann ov lítið goldna skattin møguliga við rentu eins og nevnt er í 1. stk., hevur hvør tann, sum upplýst verður um, at hann ikki hevur verið skattaður av allari inntøku síni, uttan at hann tó hevur gjørt nakað til sakar, sum revsing er løgd við. Verður málið ikki við samtykki Toll- og skattaráðsins avgjørt við semju, leggja dómstólarnir á, hvussu stóra skattaupphædd hann skal gjalda aftaná. Tá ið renta av eftirkravinum verður roknað, verður hon bert roknað av sjálvum eftirgjaldinum.
3. stk. Skattaupphæddin eftir hesari grein fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná, at rokning er send av gjaldstovuni, og hevur skattgjaldari gjaldsfreist til 20. í mánaðinum, og verður kravt sambært reglunum í § 78, 1. og 2. stk. Skattgjaldið og eykagjaldið ber til at innheinta við panting smb. § 135, 3. stk. og fyri henda skatt gildir sami forgongurættur í deyðs- og trotabúgvum sum fyri annan skatt.

§ 147. 12) Kemur í ljósmála, aftaná at skattgjaldari er deyður, at hann hevur goldið ov lítlan inntøkuskatt, áliggur tað búnum ella arvingunum at gjalda tann írestandi skattin.
2. stk. 25) Hevur tann deyði framt brot á reglurnar í § 139, 139 A ella § 139 B, uttan at revsing er løgd við, áðrenn andlátið, áliggur tað búnum ella arvingunum at gjalda ein eykaskatt svarandi til skattin av tí ikki uppgivnu inntøkuni.
3. stk. Er revsing fyri misbrot, sum nevnt í 2. stk., ikki framd áðrenn andlátið, verður í staðin álagdur ein eykaskattur samsvarandi reglunum í 2. stk. Er einans talan um sekt, kann eykaskatturin tó ikki fara upp um sektarpeningin.
4. stk. Er revsing fyri misbrot, sum tilskilað í 2. stk. partvís framd áðrenn andlátið, verður eykaskatturin minkaður lutfalsliga. Er einans talan um sekt, kann eykaskatturin íroknað goldnan sektarpening ikki fara upp um álíknaða skattin av tí ikki uppgivnu inntøkuni ella álagdari sekt.
5. stk. Um so er, at deyðsbúgvið ella arvingarnir ikki viðurkenna eitt krav um eykaskatt, verður spurningurin avgjørdur undir einum rættarmáli, har framferðarhátturin fyri revsimál í rættargangslógini er galdandi.
6. stk. Eykagjøld og eykaskattur sambært 1. - 3. stk. verður innheintað við panting og koma ikki undir reglurnar fyri eina av búnum fráboðaðari innkalling av ognarum. Arvingarnir hava samábyrgd í tann mun, teir hava tikið við arvi ella fingið arv greiddan frammanundan, eftirlivandi hjúnafelagin harafturat í tann mun, hann hevur fingið búslut. Hann ábyrgist ikki við sínum búsparti ella serogn.

§ 148. 12) 25) Tá ið viðurskiftini í stórum mæla fyri tí, soleiðis tá trongd er, hevur landsstýrismaðurin í skattamálum heimild til at geva upp ella lækka eykaskatt sambært § 147, umframt tær av Toll- og Skattaráð Føroya áløgdu sektir og eykagjøld sambært reglurnar í hesum kapitli. Viðvíkjandi teimum eykagjøldum, sektum og eykagjøldum, sum falla til kommununa, hevur bygdarráðið somu heimild til at geva upp ella lækka.

§ 149. 5) 25) Hann, sum ikki ger eftir fyriskipan, sum er fráboðað av landsstýrismanninum í skattamálum sambært § 103, stk. 1 og stk. 2. um at føra roknskap, ella ger seg sekan í stórari ógreiðslu við at føra slíkan roknskap, ella við at goyma henda við tilhoyrandi skjølum, sum ásett verða í krøvunum, kann verða dømdur í sekt.

§ 150. 12) Er eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrot gjørt av einum partafelag v.m. ella tílíkum, kann verða álagt felagnum sektarábyrgd. Er lógarbrotið framt av eini kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann áleggjast kommununi ella kommunala felagsskapinum sektarábyrgd.

15. KAPITTUL
Ymisk fyrimæli

§ 151. 25) 46) 99) Skattavaldinum, herundir eins væl líkningarvaldini sum limir í kommunalu skattakærunevndunum og Føroya Kærustovni og tey ið innheinta, er bannað, undir ábyrgd í borgarligari revsilóg fyri Føroyar, at siga óviðkomandi frá nøkrum av tí, sum teir fáa at vita um inntøku- og ognarviðurskifti, vinnuviðurskifti ella viðurskifti sum viðkoma heimlívinum hjá skattskyldugum ella ávísingarskyldugum, meðan teir røkja starv sítt sambært hesi lóg. Tað sama hevur gildi fyri tað hjálparfólk, sum starvar hjá skattavaldinum og annars hvønn og ein, sum hevur gjørt avtalu við tað almenna um at átaka sær eitt arbeiði og fær at vita um slík viðurskiftir. Er avtalan gjørd við eitt virki, so fevnir tagnarskyldan um øll tey í virkinum, sum fáa at vita um slík viðurskiftir.
2. stk. Tey, sum koma undir hetta, skulu, tá tey taka við starvi, skrivliga lova at halda hesa tagnarskyldu.
3. stk. 25) Almannakunngerð av tílíkum, sum eftir lóg ikki er loyvt at gera almannakunnugt verður revsað við sektum. Ákæra kann reisast bæði um skattgjaldarin ella um landsstýrismaðurin í skattamálum krevur tað.

§ 152. 25) (Sett úr gildi)

§ 153. 12) 25) Hvørjum tí persóni, sum eftir §§ 21, 2. stk., 103, 3. stk., 104, 1. stk., 119, 1. stk., 125, 4. stk., 126, 1. stk., 127, 1. stk. og 151, 3. stk. verður álagt sekt, er loyvt innan 14 dagar eftir, at hann hevur fingið boð um sektina, at krevja málið avgjørt av rættinum.
2. stk. Sektir eftir hesi lóg falla til landskassan, har ið annað ikki er ásett.

§ 154. 25) Skattur, sum er goldin øðrum ríki av inntøku haðan, har avtala ikki er gjørd, annaðhvørt skatturin er beinleiðis álíknaður ella afturhildin, kann verða drigin frá í tí inntøkuskatti, sum latin skal verða í Føroyum av hesari inntøku. Frádrigin kann tó ikki verða meira enn tann skattur, sum lutfalsliga fellur á ta í Danmark, Grønlandi ella øðrum ríki skattaðu inntøkuni, sum eisini er skattað í Føroyum.
2. Stk. 25) 56) Landsstýrismanninum í skattamálum verður eisini heimilað at seta reglur fyri, í hvønn mun myndugleikar aðrastaðir í kongaríkinum skulu kunna útinna tað eftirlit, ið umrøtt er í kapittli 12.

§ 154 a. 21) (Sett úr gildi)

§ 154 b. 68) Tá tvískatting verður avtikin, verður avgjald, sum goldið til eitt annað land enn Føroyar og sum fevnt av norðurlendsku konventiónini um sosiala trygd, talt við sum ein skattur, goldin í Norðurlondum.

§ 155. 25) (Sett úr gildi)

§ 156. 25) 53) (Sett úr gildi)

§ 157. Bygda(r)ráðunum er einans loyvt at geva eftir persónligan endaliga álíknaðan kommunuskatt v.m. í serstøkum førum, tá inntøka skattgjaldarans av sjúku, andláti, tungum húsi, vinnuloysi ella øðrum tílíkum umstøðum hevur verið stóran mun minni enn inntøkan í tí ári írestandi kommunuskatturin er álíknaður eftir, og tá fíggjarligu kor hansara annars mugu ætlast at vera til hindurs fyri, at hann fær goldið allan tann álíknaða írestandi skattin. Umsókn um at fáa skatt eftirgivnan skal verða send bygda(r)ráðnum skrivliga, í kommunum við fastari sosialnevnd skal umsóknin sendast til hesa, og avgerð um hetta skal - tá neyðturvuligir upplýsingar eru fingnir til vegar - verða tikin á bygda(r)ráðsfundi.

§ 157 A. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum kann geva TAKS ella Toll- og Skattaráð Føroya, sum eru skipað við løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting, heimild til at taka avgerðir eftir hesi lóg.

16. KAPITTUL
Nær lógin fær gildi. Bráðfengis fyrimæli

§ 158. 25) Landsstýrismaðurin í skattamálum setur nærri reglur fyri, hvussu henda lóg skal verða framd.

§ 159. Øll mál viðvíkjandi skattgjaldi fyri skattaskeiði áðrenn henda lóg kemur í gildi, og sakarábyrgd fyri upplýsingar, sum givnar eru, áður enn henda lóg kemur í gildi, skulu framvegis verða viðgjørd eftir higartil galdandi reglum, um so er, at annað ikki er ásett í løgtingslóg.

§ 160. Nær henda lóg fær gildi, verður ásett við kunngerð frá Føroya Landsstýri.

§ 161. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 við seinni broytingum um landsskatt og kommunuskatt og 45. § í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar.
2. stk. Tær eftir lógini frá 2. juli 1963 givnu kunngerðir v.m. verða framvegis í gildi, í tann mun tær ikki ganga móti hesi lóg.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 194 frá 10.12.1993, sum í § 2 hevur so ljóðandi áseting: § 2 Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Broyting nr. 1 (§ 1, nr. 2) 3 (§ 33 nr. 12) og 4 (§ 54 stk. 2 og § 64) fáa gildi, 1. januar 1994. Broyting nr. 1 er galdandi fyri flytingar frá og við hesum degi. Broytingin í nr. 4 um hækking av skattahámarkinum úr 50% í 57% verður bert galdandi í 1994 og frá, og við 1. januar 1995 verða "50%" broytt til: "55%". Stk. 3. Broyting nr. 5-18 (§§ 120a-120m) fáa gildi fyri rentur av konti í peningastovnum v.m., tilskrivaðar ella góðskrivaðar aftaná 31. desember 1993, somuleiðis innistandandi á somu konti pr. 31. desember 1993 og seinni ár samanber stk. 12, 13 og 14. Stk. 4. Landsstýrið kann áseta serligar avmarkingar í upplýsingarskylduni viðvíkjandi rentum, sum eru tilskrivaðar ella góðskrivaðar í 1994, somuleiðis innistandandi á konti við árslok 1993. Stk. 5. Fyri tær konti, sum vóru, tá henda løgtingslóg kom í gildi, skal í seinasta lagi 1. mars 1994 gerast skráseting av persóntali ella arbeiðsgevaratali v.m., sum nevnt í § 120 c í hesi løgtingslóg Stk. 6. Tá ið tann í stk. 5 nevnda freist er farin, skal ongin flyting fara fram av konti, har skráseting av persóntali ella arbeiðsgevaratali er ikki gjørd. Stk. 7. Fyri konti hjá persónum, sum eru búsitandi ella hava tilhald uttanlands, ásetir landsstýrið nærri reglur. Stk. 8. Landsstýrið kann áseta, at bankar og sparikassar o.a., sum koma undir upplýsingarskylduna smbr. § 120 b í hesi løgtingslóg, skulu senda líkningarráðnum yvirlit yvir innlánskonti, tá ið tann í stk. 4 nevnda freist er farin, og ongin skráseting av persóntali ella arbeiðsgevaratali v.m. er gjørd. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast í yvirlitinum. Stk. 9. Innistandandi á konti, sum er við á tí í stk. 8 nevnda yvirliti, og sum líkningarmyndugleikarnir hava ikki verið førir fyri at ávíst til teir veruligu eigararnar, kann landskassin leggja hald á. Stk. 10. Skyldan at geva líkningarráðnum upplýsingar um lán og pantibrøv, sum eru sett í goymslu smbr. §§ 120 h og 120 j, er galdandi fyri rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella eru falnar til gjaldingar aftan á 31. desember 1993. Skuld og áljóðandi virði av hesum skal verða upplýst fyrstu ferð fyri saldo pr. 31. desember 1993. Stk. 11. Landsstýrið kann fyri ávís upplýsingarskyldug smbr. §§ 120 h og 120 j áseta, at innlatingarskyldan bert skal galda rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar seinni enn ásett í stk. 10 og at skuld og áljóðandi virði fyrstu ferð skal latast inn seinni enn nevnt í stk. 10. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann landsstýrið harumframt áseta, at skyldan at lata inn smbr. § 120 j er ikki galdandi fyri álmanakkaárið 1993. Stk. 12. Reglurnar um upplýsingarskyldu smbr. 120 b í skattalógini fáa fyrstu ferð gildi fyri rentur, sum verða tilskrivaðar ella góðskrivaðar aftaná 31. desember 1993 og fyri seinni ár. Fráboðan um innstandandi skal fyrstu ferð latast um innistandandi við árslok í 1993, og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í skattalógini. Stk. 13. Reglurnar um innlatingarskyldu, samanber §§ 120 h og 120 j í skattalógini fyri rentur v.m., sum verða tilskrivaðar ella falla til gjaldingar aftaná 31. desernber 1993 og seinni ár. Fráboðan um skuld og áljóðandi skal fyrstu ferð latast inn pr. 1. mars 1994 og fyri seinni ár verður upplýst eftir reglunum í skattalógini. Stk. 14. Upplýsingar sambært §§ 120 b, 120 h 120 j í skattalógini, samanber eisini stk. 12 og stk. 13, skulu latast líkningarráðnum innan 20. januar. Upplýsingarnar um saldo pr. 31. desember 1993 skulu latast líkningarráðnum fyrstu ferð innan 1. mars 1994, og upplýsingarnar um rentur skulu fyrstu ferð latast líkningarráðnum innan 20. januar 1995.
2) Broytt við ll. nr. 43 frá 15.04.1992
3) Broytt við ll. nr. 33 frá 20.04.1989
4) Broytt við ll. nr. 49 frá 26.05.1988, sum sett er í gildi frá 26.02.1989 at galda við kunngerð nr. 9 frá 16.02.1989.
5) Broytt við ll. nr. 191 frá 28.12.1992
6) Broytt við ll. nr. 75 frá 12.06.1986
7) Broytt við ll. nr. 197 frá 10.12.1993
8) Broytt við ll. nr. 64 frá 09.06.1988
9) Broytt við ll. nr. 77 frá 10.03.1992
10) Broytt við ll. nr. 117 frá 20.12.1991, sum í § 2 hevur soljóðandi áseting: Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1992, tó verða pkt. 2) (§ 33, nr. 1a,) 3) (§ 33, nr. 1b,) 4) (§ 33, nr. 1c) og 5) (§ 38, nr. 46a) galdandi frá 18. januar 1991. Samstundis fer úr gildi § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 23 frá 24. apríl 1991 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
11) Broytt við ll. nr. 23 frá 24.04.1991, hvørs § 2 er so ljóðandi: Henda løgtingslóg fær gildi 18. januar 1991. Stk. 2. Renta av innistandandi á bók í føroyskum peningsstovni og postgiro, sum er latin sum handveð áðrenn 18. januar 1991 fyri lán ella ábyrgd sambært § 33, nr. 2 í hesi løgtingslóg skal ikki roknast upp í tær rentuinntøkur, sum nevndar eru í § 5, stk. 5 og stk. 6, § 33, nr. 1 og nr. 1a, § 46 og § 46a í hesi løgtingslóg.
12) Broytt við ll. nr. 54 frá 08.05.1987
13) Broytt við ll. nr. 69 frá 03.07.1989
14) Broytt við ll. nr. 100 frá 21.05.1993
15) Broytt við ll. nr. 170 frá 22.12.1995, sum í § 2 hevur soljóðandi áseting: Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1996. Stk. 2. Fyri tryggingarfeløg, ið gerast skattskyldug við broyting nr. 1, fær broytingin fyrstu ferð gildi fyri 1996. Ogn og skuld teirra skal við byrjan inntøkuársins setast til tey virði, ið fastsett eru í avgjaldsuppgerð felagsins pr. 31.12.1995 sambært reglunum í løgtingslóg nr. 24 frá 28.02.1956 um trygging. Stk. 3. Við ígildissetanini av hesi lóg fara samstundis úr gildi § 3 stk. 5 og 6 í løgtingslóg nr. 24 frá 28.02.1956 um trygging og higartil galdandi danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt. Stk. 4. Í løgtingslóg nr. 87 frá 05.06.1992 um rentuskatt verða í § 2, stk. 2 orðini "Føroya Lívstrygging, Tryggingarsambandið Føroyar og allar deildir tess" strikaði. Í § 2, stk. 3 verður orðið "tryggingarfeløg" strikað, og í § 3, stk. 1 verður orðið, "tryggingarfeløgum" strikað. Eisini fer samstundis úr gildi higartil galdandi danski lógarteksturin í rentuskattalógini. Stk. 5. Avgjøldini, ið verða kravd eftir lógunum, nevndar í stk. 3 og 4, fyri tíðarskeiðið til og við 31. december 1995, skulu avroknast eftir higartil galdandi reglum um avrokning.
16) Broytt við ll. nr. 62 frá 13.06.1995
17) Broytt við ll. nr. 99 frá 20.06.1995
18) Broytt við ll. nr. 101 frá 20.06.1995
19) Broytt við ll. nr. 16 frá 27.02.1996, smbr. § 2 við gildi frá 1. januar 1995 til og við 31.12.1997.
20) Broytt við ll. nr. 83 frá 28.05.1996við gildi frá 1. januar 1995.
21) Broytt við ll. nr. 147 frá 30.12.1996, sum í § 2, stk. 2. sigur: Skiftisreglur viðvikjandi §§ 46 og 46a: Tann rentufrádráttur, sum ikki er mótroknaður í kommunu-/landsskattinum í 1996 verður eftir umsókn útgoldin eftir skipanini í rentustuðulslógini, tá sjálvuppgávan fyri 1996 er innlatin.
22) Broytt við ll. nr. 61 frá 13.06.1995
23) Broytt við ll. nr. 68 frá 23.05.1997
24) Broytt við ll. nr. 89 frá 06.06.1997
25) Broytt við ll. nr. 168 frá 30.12.1997, har §§ 2 og 3 eru soljóðandi: § 2. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998. § 3. Tær eftir løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 við seinni broytingum av landsstýrinum og líkningarráðnum givnu kunngerðir og reglugerðir v.m. verða framvegis í gildi í tann mun tær ikki ganga ímóti reglunum í hesi lóg. Stk. 2. Í givnum lógum, kunngerðum og reglugerðum verða tær heimildir, ið Líkningarráð Føroya hevur, fluttar til ávikavist landsstýrismannin í skattamálum, tá talan er um heimild til at gera nærri reglur, og Toll- og Skattaráð Føroya, tá talan er um at taka avgerðir í málum. Stk. 3. Galdandi reglur fyri skattainnheinting og álíkning, verða, burtursæð frá reglunum um innlating av sjálvuppgávu og ognaruppgerð, framhaldandi í gildi fyri inntøkuárið 1997 og eldri ár. Stk. 4. Broytingarnar í § 154 og § 155 ávirka ikki galdandi tvískattaavtalur.
26) Broytt við ll. nr. 172 frá 30.12.1997, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998 og er galdandi fyri vinningsbýti fyri roknskaparár, sum enda í ella fella saman við 1998.
27) Broytt við ll. nr. 175 frá 30.12.1997, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri álíkningina fyri inntøkuárið 1997 og framyvir.
28) Broytt við ll. nr. 101 frá 29.12.1998, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999, tó so, at §§ 6, 7, 8, 9, 11 og 15 eru galdandi frá 1. januar 1998.
29) Broytt við ll. nr. 103 frá 29.12.1998, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg fær í gildi frá 1. januar 1998. Atvinnuskattskyldan fyri telesamskiftisfyritøkur og oljusølufyritøkur eftir § 1, nr. 4 kemur tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 1999.
30) Broytt við ll. nr. 104 frá 29.12.1998, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd og er galdandi frá 8. desember 1998.
31) Broytt við ll. nr. 32 frá 23.04.1999, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. § 1, nr. 3 kemur tó í gildi 1. apríl 1999 og fer úr gildi 1. januar 2002. desember 1998
32) Broytt við ll. nr. 40 frá 24.03.2000, har § 2 er so ljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2000.
33) Broytt við ll. nr. 43 frá 04.04.2000, har § 2 er so ljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. § 1, nr. 1, nr. 3-7 og nr. 9 fær virknað frá 1. januar 2000.
34) Broytt við ll. nr. 131 frá 22.12.2000, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2001.
35) Broytt við ll. nr. 132 frá 22.12.2000, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 2001.
36) Broytt við ll. nr. 59 frá 27.04.2001, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
37) Broytt við ll. nr. 169 frá 21.12.2001, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001.
38) Broytt við ll. nr. 173 frá 21.12.2001, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 7. november 2001.
39) Broytt við ll. nr. 15 frá 06.03.2002, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2002
40) Broytt við ll. nr. 47 frá 26.03.2002, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinum 2002.
41) Broytt við ll. nr. 93 frá 05.12.2002, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2003.
42) Broytt við ll. nr. 16 frá 20.02.2003, har § 2 og § 3 eru soljóðandi: § 2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 16. november 2001. § 3. Fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar, ið nevndir eru í § 1, nr. 17, eru hesar skiftisreglur galdandi: 1) Tað skattaár, sum teir fyrstu ferð verða skattskyldugir eftir reglunum í hesi lóg, verður nevnt skiftisskattaárið. 2) Fyri skiftisskattaárið verða maskinur, innbúgv og líknandi rakstrargøgn, sum teir eiga við byrjan inntøkuársins, settar til saldovirðið, sbr. lóg um skattligar avskrivingar v.m., við tí virðinum, sum tey eru sett til í almenna roknskapinum fyri tað seinasta árið frammanundan skiftisskattaárinum, t.e. roknskapurin, sum fellur saman við ella endar í 2001. Henda upphædd verður hækkað við útveganarupphæddini fyri rakstrargøgn, sum eru útvegað í inntøkuárinum, og lækkað við upphædd, sum í sama tíðarskeiði er vunnið við sølu av rakstrargøgnum, alt sambært reglunum í avskrivingarlógin. 3) Fyri bygningar, sum kunnu verða avskrivaðir sambært avskrivingarlógini, ella innleggingar í hesum bygningum, og sum eru ognaðir ella liðugtbygdir áðrenn byrjanina av tí inntøkuári, sum er grundarlagið fyri skattaásetingini fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár, verður avskrivað fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár við prosentparti av útveganarvirðinum. Støðið verður tikið í teimum veruligu útveganarárunum. 4) Í sambandi við uppgerð av vinningi ella tapi av teimum í kapitalvinningsskattalógini/ virðisbrævaskattalógini nevndu virðisbrøvum verður útgangsstøðið tikið í kursvirðinum ultimo inntøkuárið 2001. 5) Fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar fer skatting fram, sum fyriskrivað er í § 5, stk. 3 í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, við skattagrundarlagi uppgjørt eftir reglunum, sum galdandi eru fyri aðrar skattskyldugar vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg, og við sama prosenti, sum galdandi eru fyri hesi.
43) Broytt við ll. nr. 56 frá 22.04.2003, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003.
44) Broytt við ll. nr. 70 frá 06.05.2003, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.
45) Broytt við ll. nr. 115 frá 01.12.2003, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum 6. november 2003.
46) Broytt við ll. nr. 119 frá 01.12.2003, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.
47) Broytt við ll. nr. 121 frá 01.12.2003, har § 9 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.
48) Broytt við ll. nr. 7 frá 30.03.2004, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
49) Broytt við ll. nr. 23 frá 17.05.2004, har § 4 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó so at § 1, nr. 2, § 2 og § 3 hava virknað fyri hall, staðfest í 2002 og seinni.
50) Broytt við ll. nr. 88 frá 20.12.2004, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005.
51) Broytt við ll. nr. 136 frá 12.12.2005, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
52) Broytt við ll. nr. 142 frá 15.12.2005, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
53) Broytt við ll. nr. 29 frá 08.04.2005, har § 10 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis, sum henda løgtingslóg fær gildi, fara úr gildi § 156 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum og § 13 í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald við seinni broytingum. Stk. 3. Mál um eftirgeving av skattaskuld v.m, ið ikki eru endað, áðrenn henda lóg kemur í gildi, skulu viðgerast eftir hesi lóg.
54) Broytt við ll. nr. 49 frá 16.05.2006, har § 11 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
55) Broytt við ll. nr. 52 frá 16.05.2006, har § 11 er soljóðandi: Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd,og hevur virknað frá 1. januar 2006. Stk. 2. Tó koma broytingarnar í nr. 1 og 7 í gildi við kunngerð, sum landsstýrismaðurin ger (Útg.: 19.05.2006).
56) Broytt við ll. nr. 108 frá 13.12.2006, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá inntøkuárinum 2007.
57) Broytt við ll. nr. 128 frá 28.12.2006, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
58) Broytt við ll. nr. 64 frá 10.06.2008, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009. (Útg.: 13.06.2008).
59) Broytt við ll. nr. 80 frá 25.05.2009, har § 6 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. §§ 1-3 hava virknað frá 1. juli 2009, § 4 og § 5, nr. 2 hava virknað frá 1. januar 2009, og § 5, nr. 1 hevur virknað frá 1. juli 2007. (Henda broytingin hoyrir undir § 5 í broytingalógini (bústaðarpakkin)). (Útg. 10. juni 2009).
60) Broytt við ll. nr. 167 frá 22.12.2009, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010 og fer úr gildi 1. januar 2012.
61) Broytt við ll. nr. 133 frá 28.12.2010, har § 2 er soljóðandi:Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
62) Broytt við ll. nr. 20 frá 11.03.2011, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri skattaárið 2010 og frameftir.(Útg.:18.03.2011)
63) Broytt við ll. nr. 171 frá 23.12.2011, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
64) Broytt við ll. nr. 176 frá 29.12.2011, har § 3 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
65) Broytt við ll. nr. 34 frá 27.04.2012, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útg. 7. mai 2012)
66) Broytt við ll. nr. 82 frá 07.06.2012, har § 2 er soljóðandi: Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2010 og fer úr gildi 31. desember 2011. Stk. 2. Fyri inntøkuárini 2010 og 2011 verður samdøgursfrádráttur eisini veittur inntøkum, sum eru fevndar av § 25 b.
67) Broytt við ll. nr. 121 frá 07.12.2012, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá inntøkuárinum 2013.(Útg.: 12.12.2012) 1) Tað skattaár, sum teir fyrstu ferð verða skattskyldugir eftir reglunum í hesi løgtingslóg, verður nevnt skiftisskattaárið. 2) Fyri skiftisskattaárið verða maskinur, innbúgv og líknandi rakstrargøgn, sum teir eiga við byrjan inntøkuársins, settar til salduvirðið, sbrt. løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m., við tí virðinum, sum tey eru sett til í almenna roknskapinum fyri tað seinasta árið frammanundan skiftisskattaárinum, t.e. roknskapurin, sum fellur saman við ella endar í 2012. Henda upphædd verður hækkað við útveganarupphæddini fyri rakstr argøgn, sum eru útvegað í inntøkuárinum, og lækkað við upphædd, sum í sama tíðarskeiði er vunnin við sølu av rakstrargøgnum, alt sambært reglunum í avskrivingarlógini. 3) Fyri bygningar, sum kunnu verða avskrivaðir sambært avskrivingarlógini, ella innleggingar í hesum bygningum, og sum eru ognaðir ella lið ugtbygdir áðrenn byrjanina av tí inntøkuári, sum er grundarlagið fyri skattaásetingini fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár, verður av- skrivað fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár við prosentparti av útveganarvirðinum. Støðið verður tikið í teimum veruligu útveg an ar árunum. 4) Í sambandi við uppgerð av vinningi ella tapi av teimum í kapitalvinningsskattalógini nevndu virð is brøvum verður útgangsstøðið tikið í kursvirðinum ultimo inntøkuárið 2012. 5) Fyri Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin fer skatting fram, sum fyriskrivað er í § 5, stk. 3 í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, við skattagrundarlagi, uppgjørt eftir reglunum, sum galdandi eru fyri aðrar skattskyldugar vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg, og við sama prosenti, sum galdandi eru fyri hesi.
68) Broytt við ll. nr. 141 frá 20.12.2012, har § 2 er soljóðandi: Stk. 1. § 1, nr. 2 og 6 koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2012, meðan § 1, nr. 1, 3, 4 og 5 koma í gildi 1. januar 2013. Stk. 2. Fyri inntøkuárið 2012 verður frádrátturin eftir § 33, nr. 12 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt eisini veittur inntøkum, sum eru fevndar av § 25b í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. (Útg.: 28.12.2012)
69) Broytt við ll. nr. 143 frá 20.12.2012, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.(Útg. 28.12.2012)
70) Broytt við ll. nr. 155 frá 27.12.2012, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. (Útg.: 28.12.2012)
71) Broytt við ll. nr. 47 frá 10.05.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd tó so, at § 1, nr. 2 og 3 hava virknað frá 1. januar 2013.
72) Broytt við ll. nr. 134 frá 11.12.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014 (Útg.: 20.12.2013)
73) Broytt við ll. nr. 135 frá 11.12.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014 (Útg.: 20.12.2013)
74) Broytt við ll. nr. 136 frá 11.12.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014 (Útg.: 20.12.2013)
75) Broytt við ll. nr. 153 frá 20.12.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014 (Útg.: 22.12.2013)
76) Broytt við ll. nr. 159 frá 20.12.2013, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014 (Útg.: 22.12.2013)
77) Broytt við ll. nr. 65 frá 15.05.2014, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. ( Útgivið 23. mai 2014) Stk. 2. Tó hava § 1, nr. 1 og 2 gildi frá 1. januar 2014. (Fylgibroytingar í sambandi við loyvisgjald á alivinnu o.a.)
78) Broytt við ll. nr. 95 frá 15.09.2014, har § er soljóðandi: Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Reglur, sum verða ásettar við heimild í § 120 q, kunnu fáa virknað fyri fráboðanir av upplýsingum viðvíkjandi álmanakkaárinum 2013 og seinni álmanakkaárum. (Útgivið 19.09.2014)
79) Broytt við ll. nr. 116 frá 15.12.2014, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. (Útgivið 19.12.2015)
80) Broytt við ll. nr. 117 frá 15.12.2014, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. (Útgivið 19.12.2015)
81) Broytt við ll. nr. 34 frá 15.04.2016, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 22.04.2016)
82) Broytt við ll. nr. 50 frá 06.05.2016, har § 2 er soljóðandi:Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útgivið: 10.05.2016)
83) Broytt við ll. nr. 79 frá 25.05.1994
84) Broytt við ll. nr. 4 frá 12.01.1995, sum í § 2 hevur soljóðandi áseting: Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1995, tó koma fylgjandi broytingar í gildi soleiðis: 4) (§ 33, nr. 2) fær gildi fyri lán og ábyrgd, sum eru avtalað 3. desember 1994 ella seinni. 8) (§ 33, nr. 11) er bert galdandi fyri 1995. Tó kann loyvast ein frádráttur uppá í mesta lagi 20.000 kr. fyri 1996, treytað av at umbyggingin/umvælingin/liðuggerðin er byrjað 1995. (Broytt við Ll. nr. 168 frá 27.12.1995 soljóðandi: (§ 33, nr. 11) er bert galdandi fyri 1995 og 1996. Fyri arbeiði, ið eru byrjað í 1995, kann herumframt loyvast ein frádráttur upp á í minsta lagi 20.000 kr. fyri 1996. 9) (§ 33, nr. 12) fær gildi frá 1. januar 1994. 18) (§ 46a, 1. stk.) fær gildi fyri lán, ið eru tikin til gjaldingar av ábyrgd sum er avtalað 3. desember 1994 ella seinni.
85) Broytt við ll. nr. 65 frá 10.05.1994, sum sigur, at § 25, nr. 3, litra b hevur gildi fyri rentuinntøku á føroyskum lánsbrøvum, ið er vunnin frá og við 1. apríl 1994.
86) Broytt við ll. nr. 16 frá 01.02.1995
87) Broytt við ll. nr. 63 frá 10.05.1994
88) Broytt við ll. nr. 42 frá 10.04.2017, har § 2 er soljóðandi: Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útgivið: 11.04.2017) Stk. 2. § 1, nr. 3 er tó galdandi frá 1. januar 2013, men bert í tann mun útiviðbótin v.m. er størri enn skattliga virðið av at vera settur í skatt eftir § 25b, sbr. § 33, nr. 13 í skattalógini og § 1, stk. 2 í ásetingarlógini í mun til skattseting eftir reglunum í § 1, stk. 1 í ásetingarlógini og uttan inntøkufrádrátt.
89) Broytt við ll. nr. 122 frá 21.08.2017, har §§ 2 og 3 eru soljóðandi: § 2 Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum. § 3 Stk. 1. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya, fer skipanin úr gildi 31. desember 2018, sbr. tó stk. 2 og 3. Stk. 2. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya, fer skipanin tó ikki úr gildi fyrr enn 31. desember 2025 við atliti at skatti av hýrum til persónar, sum eru fult skattskyldugir til Føroya. Stk. 3. Fyri skip, sum framløgudagin eru bare-boat leigað til Føroya og sum lúka allar treytirnar fyri at verða skrásett í FAS, fær broytingin virknað, tá verandi leiguavtalur ganga út. (Framløgudagurin var 1. august 2017)
90) Broytt við ll. nr. 169 frá 20.12.2017, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018. (Útgivið: 22.12.17)
91) Broytt við ll. nr. 191 frá 21.12.2018, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019, tó hava § 1, nr. 1 og 2 virknað frá framløgudegnum. (Útgivið 28.12.2018 og lagt fram 02.11.2018)
92) Broytt við ll. nr. 146 frá 13.12.2019, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020. (Útgivið: 14.12.2019)
93) Broytt við ll. nr. 47 frá 07.04.2020, har § 2 er soljóðandi: Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (Útgivið: 7. apríl 2020).. Stk. 2. Tó koma § 105, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, 2. pkt., sum ásett í § 1, í gildi 1. januar 2021.
94) Broytt við ll. nr. 84 frá 07.06.2020, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020.
95) Broytt við ll. nr. 101 frá 25.06.2020, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg er galdandi frá framløgudegnum 13. mai 2020.
96) Broytt við ll. nr. 150 frá 27.10.2020, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2020. (Útgivið: 27.10.2020)
97) Broytt við ll. nr. 162 frá 10.12.2020, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020.
98) Broytt við ll. nr. 173 frá 21.12.2021, har § 4 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 21.12.2021)
99) Broytt við ll. nr. 159 frá 10.12.2021, har § 43 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. (Útgivið: 13.12.2021)
100) Broytt við ll. nr. 91 frá 07.06.2020, har § 79 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. (Útgivið: 10.06.2020)