Skriva út

Løgtingslóg nr. 105 frá 29. juni 2020 um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:


Kapittul 1
Skattskyldan

§ 1. Skyldu at gjalda skatt eftir hesari løgtingslóg hava likamligir og løgfrøðiligir persónar, sum endaliga avhenda veiðirættindi ella partabrøv í feløgum, sum eru fevnd av løgtingslóg um sjófeingi.


Kapittul 2
Allýsingar

§ 2. Í hesi løgtingslóg merkir:
1) Endalig avhending:

a) Allar avhendingar av rættindum eftir sjófeingislógini uttan avhendingar fyri eitt ár í senn.
b) 2) Allar avhendingar av partabrøvum í feløgum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ráða yvir rættindum at veiða sambært sjófeingislógini.
c) 2) Umskipan av felag ella felag í samtaki, tá felag ella felag í samtaki beinleiðis ella óbeinleiðis ræður yvir rættindum at veiða sambært sjófeingislógini, sbr, tó § 3, stk. 2-7.

2) Samanlegging: Sbr. allýsing í løgtingslóg um skattafría samanlegging.
3) Partabrævaumbýti: Sbr. allýsing í kapitalvinningsskattalógini.
4) Samtak: Sbr. allýsing í vinnufelagalógini.
5) Veiðirættindi: Øll rættindi, ið givin verða til fiskiskap sambært sjófeingislógini.
6) 2) Umskipan: Fevnir um umskipan av bygnaðinum í felag ella í samtaki og umskipan av virkseminum í felag ella samtaki.
7) 2) Innara virðið: Við innara virðið er at skilja innara virðið gjørt upp eftir ársroknskaparlógini.


Kapittul 3
Hin skattskylduga inntøkan

§ 3. Undir hesa løgtingslóg koma øll veiðirættindi, fevnd av løgtingslóg um sjófeingi, sum verða endaliga avhendað. Rættindi givin bólkunum 4 og 5 í løgtingslóg um sjófeingi koma ikki undir 1. pkt.
Stk. 2. 2) Umskipan verður ikki roknað sum endalig avhending eftir hesari løgtingslóg, um eigaralutfallið hjá liklamligu eigarunum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eiga í felag ella í samtaki, ikki broytist meira enn 1 prosentstig, og einki verður útgoldið til teirra, og virðið hjá likamligu eigarunum av  veiðirættindunum í felag ella samtaki ikki broytist av hesi orsøk. Verður lutfallið millum likamligu eigararnar broytt meira enn 1 prosentstig, skal serskattur
sambært § 4, stk. 4 roknast í mun til, hvussu nógv eigaralutfallið verður broytt.
Stk. 3. 2) Verða nýggj aktiv skotin inn í eitt felag, og tann, ið skjýtur inn, fær ognarlut í sama felag sum einastu samsýning, verður hetta ikki roknað sum skattlig avhending eftir hesi løgtingslóg, sbr. tó 2. pkt., men felagið skal senda TAKS fráboðan um hetta í seinasta lagi 60 dagar aftaná. Fáa eigararnir av hesum felag
seinni útgoldið vinningsbýti, skal serskattur sbrt. § 4 gjaldast av tí partinum av vinningsbýtinum, ið svarar til teirra ognarminking í veiðirættindunum orsakað av innskotna aktivinum. Tað áliggur útlutandi felagnum, í seinasta lagi 14 dagar aftaná avgerð er tikin um útlutan, at gjalda TAKS henda serskatt og leggja við eina uppgerð, ið vísir, hvussu serskatturin er roknaður.
Stk. 4. 2) Tá feløg, ið ikki eru í sama samtaki, verða løgd saman, skulu broytingar í ognarviðurskiftunum, ið standast av hesum, ikki verða roknað sum skattlig avhending eftir hesi løgtingslóg, um einki verður útgoldið til eigararnar, sbr. tó 2. pkt, men felagið skal senda TAKS fráboðan um hetta í seinasta lagi 60 dagar aftaná. Fáa eigararnir seinni útgoldið vinningsbýti, skal serskattur sbrt. § 4 gjaldast av tí partinum av vinningsbýtinum, ið kann tilskrivast ognarbroytingini av veiðirættindunum, sum stavar frá samanleggingini, sbr. tó 3. pkt. Tað áliggur útlutandi felagnum, í seinasta lagi 14 dagar aftaná avgerð er tikin um útlutan, at
gjalda TAKS henda serskatt og leggja við eina uppgerð, ið vísir, hvussu serskatturin er roknaður.
Stk. 5. 2) Umbýti av veiðirættindum skal ikki roknast sum endalig avhending eftir hesi løgtingslóg, um talan er um reint umbýti.
Stk. 6. 2) Partabrævaumbýti verður ikki roknað sum endalig avhending eftir hesi løgtingslóg, um einki verður útgoldið partaeigarunum, og virðið hjá likamligu eigarunum av veiðirættindum hjá feløgunum, hvørs partabrøv verða umbýtt, ikki broytist av hesi orsøk. Serskattur verður roknaður sambært § 4, stk. 4 tá partabrævaumbýti er at rokna sum endalig avhending.
Stk. 7. 2) Kloyving av felag ella felag í samtaki verður ikki roknað sum endalig avhending eftir hesi løgtingslóg, um einki verður útgoldið partaeigarunum, og um virðið av veiðirættindum hjá felagnum, ið verður kloyvt, verður býtt millum tey feløg, ið verða úrslit av kloyvingini í mun til handilsvirðið hjá hesum feløgum. Serskattur verður roknaður sambært § 4, stk. 4, tá kloyving er at rokna sum endalig avhending.
Stk. 8. Tá persónur skattliga gerst heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, verður hetta, við atliti at hesi løgtingslóg, at rokna sum avhending,
og skal skattliga viðgerast sambært §§ 2 a, 2 b, 2 c og 2 d í kapitalvinningsskattalógini. Trygd sambært § 2 b, stk. 3 skal tó bert setast, um skáaupphæddin er
størri enn 500.000 krónur.
Stk. 9. Í sambandi við ættarliðsskifti galda ásetingarnar í §§ 12 og 13 í kapitalvinningsskattalógini.


Kapittul 4
Uppgerð av søluvinningi og áseting av skatti

§ 4. Vinningurin frá endaligu avhendingini av veiðirættindum verður gjørdur upp og skattaður sambært hesi grein.
Stk. 2. 2) Stk. 2. Tá einans veiðirættindi verða avhendað, er tað søluupphæddin, ið partarnir hava avtalað, ið er grundarlag fyri útrokningini av einum serskatti. Frá søluupphæddini verður kostnaðurin fyri keyp av rættindunum, ið verða avhendað, drigin frá. Serskattur uppá 50% verður síðani roknaður og álíknaður  seljaranum, um seljarin er ein løgfrøðiligur persónur. Er seljarin ein likamligur persónur, verður serskattur uppá 35% álíknaður. Um rættindini, ið verða avhendað, eru útvegað frá felag, ið var í samtaki við tann, ið avhendar, er tað kostnaðurin, tá samtakið útvegaði rættindini, ið verða avhendað, sum verður drigin frá søluupphæddini, um serskattur ikki er álagdur sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 3. 2) Verða veiðirættindini seld saman við skipi og møguligum øðrum aktivum, verður støði tikið í samlaða søluvirðinum. Frá hesum søluvirðinum verður drigið eitt mett handilsvirði á øðrum aktivum enn veiðirættindunum, ið verða avhendað. Upphæddin, ið hereftir kemur fram, er søluvirðið á veiðirættindunum, ið verða avhendað. Frá søluupphæddini verður drigin kostnaður fyri keyp av rættindum, ið verða avhendað. Um rættindini, ið verða avhendað, eru útvegað frá felag, ið var í samtaki við tann, ið avhendar, er tað kostnaðurin, tá samtakið útvegaði rættindini, sum verða avhendað, ið verður drigin frá søluupphæddini, um serskattur ikki er álagdur sambært hesi løgtingslóg. Serskattur uppá 50% verður síðani roknaður og álíknaður seljaranum, um seljarin er ein løgfrøðiligur  persónur. Er seljarin ein likamligur persónur, verður serskattur uppá 35% álíknaður.
Stk. 4. 2) Verða partabrøv ella onnur virðisbrøv avhendað í felag, har veiðirættindi beinleiðis ella óbeinleiðis eru partur av ogn felagsins, verður støðið tikið í innara virðinum á avhendaða felagnum og øllum feløgunum, sum avhendaða felagið beinleiðis ella óbeinleiðis eigur lut í. Handilsvirðið á skipi og øðrum aktivum enn veiðirættindum verður funnið. Innara virðið verður síðani javnað við muninum millum metta handilsvirðið og bókaða virðið á einstøku aktivunum. Innara virðið á feløgunum verður hereftir javnað við muninum millum kostnaðin fyri keyp av rættindunum og bókaða virðið á veiðirættindunum. Um rættindini, ið verða avhendað, eru útvegað frá felag, ið var í samtaki, er tað munurin millum kostnaðin, tá samtakið útvegaði rættindini, og tað bókaða virðið á veiðirættindunum, sum tað skal javnast við, um serskattur ikki er álagdur sambært hesi løgtingslóg. Virðisjavnaða innara virðið á felagnum, javnað fyri útsettan skatt, verður
síðani drigið frá søluvirðinum á samlaða partapeninginum. Serskattur uppá 50% verður roknaður av muninum, og álíknaður einstaka seljaranum í mun til, hvussu stórur hansara partur er av samlaðu ognini. Hjá likamligum persónum er serskatturin 35%.
Stk. 5. Í førum har útveganarvirðið á rættindunum sambært stk. 2-4 ikki er bókað serskilt í roknskapi seljarans, áliggur tað seljaranum á annan hátt at skjalprógva útveganarvirðið. Letur hetta seg ikki gera, verður útveganarvirðið sett til 0 kr.
Stk. 6. Handilsvirðið sambært stk. 3 og stk. 4 verður funnið við meting frá óheftum fakfólki. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um metingina av handilsvirðinum, og um hvørji krøv skulu setast til val av óheftum fakfólki.


Kapittul 5
Avleiðingar fyri skattalóg

§ 5. Serskattur álíknaður sambært § 4, stk. 2 og 3 kann dragast frá, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp eftir skattalógini.
Stk. 2. 2) Løgfrøðiligum persónum verður veittur ein frádráttur í skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini fyri álíknaðan serskatt sambært § 4, stk. 2 og 3 í hesi løgtingslóg.


Kapittul 6
Sjálvuppgáva og gjalding

§ 6. 2) Persónar og feløg, skattskyldug eftir hesi løgtingslóg, skulu í seinasta lagi 60 dagar aftan á eina sølu av veiðirættindum senda TAKS eina sjálvuppgávu, ið vísir úrslitið av søluni. Sama er galdandi við sølu av partabrøvum og umskipan í samtaki. Feløgini, sum eru við í eini umskipan, skulu lata TAKS upplýsingar um allar partaeigarar og øll feløg, ið eru við í umskipanini. Feløg, sum eru við í eini umskipan, sambært § 3, stk. 4, skulu lata TAKS upplýsingar um útlutan av vinningsbýti og eina uppgerð yvir avroknaðan skatt fyri hvønn parteigara sær. TAKS kann, tá ið serligar grundir eru til tess, leingja freistina fyri at lata inn upplýsingar.
Stk. 2. 2) Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin TAKS rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við í minsta lagi kr. 1.000 og í mesta lagi kr. 5.000. Verður latið inn minni enn 7 dagar ov seint, verður samanlagdi serskatturin hækkaður við 2%. Verður latið inn 7 dagar ov seint ella seinni,
verður samanlagdi serskatturin harumframt hækkaður við 5%.
Stk. 3. 2) Verður sjálvuppgáva ikki rættstundis send til TAKS, hevur TAKS heimild at áseta skattskyldugu inntøkuna eftir ætli.
Stk. 4. 2) Skattur, álíknaður sambært hesi løgtingslóg, skal gjaldast til landskassan í seinasta lagi 60 dagar eftir, at freistin fyri innlating av sjálvuppgávu er farin.
Stk. 5. 2) Verður skattur eftir stk. 2 ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,3% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna.
Stk. 6. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri sjálvuppgávu og inngjalding av skatti.


Kapittul 7
Almennar ásetingar
Kæra

§ 7. Avgerð eftir hesi løgtingslóg verður tikin av TAKS.
Stk. 2. 1) Avgerðin kann kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
Stk. 3. 1) Strikað

Eftirlit
§ 8. Øll, ið eru fevnd av hesi løgtingslóg, hava skyldu at leggja fyri TAKS øll skjøl, ið kunnu verða til sannan av álíkningini, tá hetta verður kravt.
Stk. 2. TAKS hevur heimild at koma á staðið fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum verða mettar at vera neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi løgtingslóg

Pantiheimild
§ 9. Skattur og sekt, sum stava frá inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi løgtingslóg, og sum eru fallin til gjaldingar, kunnu saman við rentum og innkrevjingarkostnaði verða innheintað við panting.
Stk. 2. TAKS fremur pantingina eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.

Revsing
§ 10. Tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt av inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi løgtingslóg, greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur
villleiðandi upplýsingar ella letur vera við at lata inn sjálvuppgávu sambært § 6, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár.
Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 4. Rættartiltøkini í rættargangslógini í kapitli 72 um at leggja hald á og í kapitli 73 um rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

Sektaruppskot
§ 11. Metir TAKS, at nøktandi greidleiki er á veruligu umstøðunum í málinum, og at brotið ikki kemur undir strangari revsing enn sekt, kann TAKS við einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at gjalda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist.
Stk. 2. Reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglumálum og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu at geva frágreiðing, verða
samsvarandi nýttar viðvíkjandi sektaruppskotum.
Stk. 3. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, sektina, fellur rættarsóknin burtur.

Heildartreyt
§ 11 a. 2) Tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp, og skattur verður álagdur, verður sæð burtur frá óreiðiligum atgerðum, sum ikki spegla ein búskaparligan veruleika, men heldur hava sum mál at fáa ein skattafyrimun, sum er í ósamsvari við endamálið við skattarættinum.

Transfer pricing
§ 11 b. 2) Ásetingarnar um transfer pricing í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt eru svarandi galdandi fyri skattskyldug eftir hesi løgtingslóg.


Kapittul 8
Gildiskoma

§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.

Í Tinganesi, 29. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 141/2019

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 159 frá 10.12.2021, har § 43 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022.
2) Broytt við ll. nr. 94 frá 23.05.2022, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (útgivið: 23.05.2022) og hevur virknað frá framløgudegnum 27. mars 2022.