Skriva út

Løgtingslóg nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju.

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Umráði

§ 1.1) 2) 3) Til landskassan verður at rinda kr. 2,50 fyri hvønn litur av smyrjiolju vørunummar 2710.19.81, hydraulikolju vørunummar 2710.19.83, hvítolju vørunummar 2710.19.85 og gearolju vørunummar 2710.19.87 í toll- og vøruskránni.

Gjald

§ 2. Gjaldið skal rindast av tí, sum innflytir ella framleiðir nevndu vørur.
Stk. 2. Gjaldið verður innkravt av tollvaldinum og gjaldsskylda, frítøka, endurrindan, innkrevjing, eftirlit o.a., verða sum ásett í løgtingslóg um toll.

Innsavningarskipan og viðgerð

§ 3. Landsstýrinum verður heimilað at gera avtalu við innsavnara og burturbeinara, um innsavnan og viðgerð av spillolju og um gjald fyri hetta.

Revsireglur

§ 4. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað sambært ásetingunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll.

Gildi o.a.

§ 5. 3) Strikað

§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 157 frá 20.12.2001, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (útg. 21.12.2001), og er galdandi frá 1. januar 2002.
2) Broytt við ll. nr. 48 frá 02.06.2008, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2008.
3) Broytt við ll. nr. 154 frá 23.12.2015, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. (Útgivið 28.12.2015)
  • Upprunalógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at