Løgtingslóg nr. 69 frá 5. mai 2021 um stuðul til almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg í sambandi við COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Nýtsluøkið
§ 1. Løgtingslógin fevnir um almannagagnligar felagsskapir, hvørs almannagagnligu tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19.
Stk. 2. Løgtingslógin fevnir eisini um almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg, sum fáa munandi part av sínum inntøkum frá hølisútleigan, og sum hava mist leiguinntøku vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19.
Almannagagnlig tiltøk
§ 2. Stuðul kann veitast til tiltøk, sum eru almannagagnlig, har almenningurin hevur atgongd ella kann luttaka móti atgongugjaldi.
§ 3. Til almannagagnligar felagsskapir, hvørs tiltøk sbrt. § 2 eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19 í tíðarskeiðinum 1. september 2020 til 30. apríl 2021, verður stuðul latin til at endurrinda mista inntøku.
Stk. 2. Stuðulin sbrt. stk. 1 kann í mesta lagi vera 75% av mistu inntøkuni, men kann tó ongantíð vera meira enn 300.000 kr. fyri hvønn felagsskap. Mista inntøkan verður útroknað við støði í miðal inntøkuni fyri árini 2019 og 2018, sum skal vera skjalprógvað og staðfest.
Stk. 3. Er ikki gjørligt at rokna mistu inntøkuna sbrt. stk. 2, fær almannagagnligi felagsskapurin stuðul svarandi til 75% av skjalprógvaðum og staðfestum útreiðslum.
Stk. 4. Stuðulin sbrt. stk. 1 er treytaður av, at avlýstu tiltøkini ikki verða hildin seinni í 2021.
Stk. 5. Harumframt er stuðul sbrt. stk. 1 treytaður av, at metta inntøkan sbrt. stk. 2 er í minsta lagi 30.000 kr. Er talan um ein felagsskap, ið hevur fleiri smærri tiltøk, skal inntøkan fyri tiltøkini tilsamans vera í minsta lagi 30.000 kr.
Leiguinntøkur
§ 4. Til almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg, sum fáa munandi part av sínum inntøkum frá hølisútleigan, og sum hava mist leiguinntøku vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19, verður stuðul latin.
Stk. 2. Stuðulin sbrt. stk. 1 kann í mesta lagi vera 75% av staðfestum og skjalprógvaðum tapi av mistari leiguinntøku í tíðarskeiðinum 1. september 2020 til 30. apríl 2021, men kann tó ongantíð vera meira enn 80.000 kr. tilsamans fyri hvønn felagsskap ella hvørt áhugafelag. Mista leiguinntøkan verður útroknað við støði í miðal inntøkuni fyri árini 2019 og 2018, sum skal vera skjalprógvað og staðfest.
Mótrokning
§ 5. Hevur viðkomandi almannagagnligi felagsskapur ella áhugafelag fingið stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður hesin stuðul mótroknaður stuðli sambært hesi løgtingslóg.
Umsókn
§ 6. Umsókn um stuðul skal latast inn í seinasta lagi 1. juni 2021.
§ 7. Stuðul sambært hesi løgtingslóg er treytaður av neyðugari játtan á løgtingsfíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.
Stk. 2. Eru fleiri almannagagnligir felagsskapir og áhugafeløg, ið hava rætt til stuðul, enn tøk játtan er til, lækkar stuðulin lutfalsliga.
Eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 8. Landsstýrismaðurin ella ein stuðulsmyndugleiki sambært § 9 hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini verða fylgdar, og at tey, ið fáa stuðul, lúka treytirnar í løgtingslógini.
Stk. 2. Lýkur ein umsøkjari ikki longur treytirnar fyri at fáa stuðul, skal stuðulin heilt ella lutvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein umsøkjari í sambandi við umsókn um stuðul ikki givið røttu upplýsingar ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal viðkomandi ella deyðsbúgv hansara gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Umsiting og kæra
§ 9. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við annan landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir viðkomandi landsstýrismanni.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella til myndugleika, sum hoyrir undir annan landsstýrismann, kunnu avgerðir, sum myndugleikin hevur tikið, ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Rættarvernd og innkrevjing
§ 10. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um flutning er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 11. TAKS heintar inn ov nógv útgoldnan stuðul sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Rindar umsøkjarin, sum hevur fingið stuðul sambært hesi løgtingslóg, ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sambært stk. 1 og 2, og sum er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. TAKS er eisini heimilað at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Revsing
§ 12. Uttan so, at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum eftir kapitli 5 í revsilógini.Gildiskoma o.a.
§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.
(Útgivið: 07.05.2021)
Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 142/2020