Skriva út

Løgtingslóg nr. 30 frá 17. mars 2022 um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Nýtsluøki
§ 1. Løgtingslógin fevnir um vinnufyritøkur, sum reka diskoteksvirksemi og vertshúsvirksemi, sbr. § 1, stk. 3, nr. 4 og 5 í matstovulógini.

Stuðulsheimilaðar útreiðslur
§ 2. Tað verður veittur stuðul til vinnufyritøkur, sambært § 7, fyri fastar útreiðslur. Fastar útreiðslur fevna um leigu, el, hita, tryggingar, fjarskiftisútreiðslur, avskrivingar, grannskoðaraváttan og lønarútreiðslur til fastlønt og tímalønt starvsfólk í stuðulstíðarskeiðinum, sum ásett við heimild í § 3.

Stuðulstíðarskeið
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tíðarskeiðið, stuðul verður veittur fyri. Í hesum sambandi kann landsstýrismaðurin áseta, hvussu stuðulstíðarskeiðið verður gjørt upp, um so er, at vinnufyritøkur bert lúka treytina fyri stuðli ein part av stuðulstíðarskeiðinum sambært § 4.

Stuðulstreyt
§ 4. Treytin fyri stuðli er, at vinnufyritøkan í øllum stuðulstíðarskeiðinum, ásett við heimild í § 3, hevur latið aftur í seinasta lagi kl. 23:00, og at vinnufyritøkan letur tær upplýsingar, ið verða kravdar, sambært § 7.

Stuðulsupphædd
§ 5. Stuðulin er 100% av føstum útreiðslum í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. tó § 6.
§ 6. Stuðul fyri grannskoðaraváttan kann í mesta lagi vera 10.000 kr.
Stk. 2. Stuðul til lønarútreiðslur kann í mesta lagi vera 27.000 kr. um mánaðin fyri hvørt starvsfólk, sum arbeiðir minst 40 tímar um vikuna, íroknað arbeiðsmarknaðargjøld, frítíðarløn og frítíðarískoyti, sum arbeiðsgevarin skal rinda.

Umsóknir
§ 7. Í umsóknini um stuðul skulu latast hesar upplýsingar:
1) Uppgerð av føstu útreiðslunum hjá vinnufyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum, og
2) váttan um, at vinnufyritøkan í stuðulstíðarskeiðinum hevur latið aftur í seinasta lagi kl. 23:00.
Stk. 2. Uppgerðin eftir stk. 1, nr. 1, skal áteknast av góðkendum grannskoðara. Reglurnar í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a. eru galdandi fyri grannskoðaraváttanir eftir hesi áseting.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøv til umsóknir og freistina at lata inn umsókn um stuðul. Í hesum sambandi kann landsstýrismaðurin áseta, at freistin at lata uppgerð eftir stk. 1, nr. 1, kann verða longd, um ein skikkað meting av útreiðslunum verður latin saman við umsóknini, undir hesum, at javning skal fara fram í stuðulsupphæddini, um so er at uppgerðin vísir, at veruligu útreiðslurnar hjá vinnufyritøkuni víkja frá tí, sum upplýst er í umsóknini. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta, at aðrar upplýsingar enn tær í stk. 1 nevndu skulu latast.
Stk. 4. Vinnufyritøkan skal undir revsiábyrgd við trú og heiður vátta, at tær upplýsingar, sum vinnufyritøkan hevur latið, eru rættar.

Eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 8. Landsstýrismaðurin ella stuðulsmyndugleiki sambært § 9 hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini og ásetingar, givnar við heimild í løgtingslógini, verða hildnar.
Stk. 2. Eru treytirnar í løgtingslógini ella í kunngerðum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, ikki loknar, skal stuðulin heilt ella partvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein vinnufyritøka, ið fær stuðul, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir hesi løgtingslóg ella eftir reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal vinnufyritøkan ella búgvið hjá vinnufyritøkuni gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Stk. 4. Vinnufyritøkur og grannskoðarar hava skyldu at lata eftirlitsmyndugleikanum upplýsingar. Stuðulin kann verða kravdur aftur, um upplýsingar ikki verða latnar.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um eftirlit, undir hesum um skyldur hjá vinnufyritøkum og grannskoðarum at lata upplýsingar og krav um afturrindan av stuðli, um upplýsingar ikki verða latnar, o.a.

Umsiting og kæra
§ 9. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við avvarðandi landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir hesum landsstýrismanni.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella til myndugleika hjá øðrum landsstýrismanni, kann hann áseta, at avgerðir, sum myndugleikin tekur, ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Rættarvernd og innkrevjing
§ 10. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 11. TAKS krevur inn ov nógv útgoldnan stuðul sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Rindar vinnufyritøkan, sum hevur móttikið stuðul sambært hesi løgtingslóg, ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sambært stk. 1 og 2, og sum er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. TAKS er eisini heimilað at krevja inn skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Revsing
§ 12. Er ikki hægri revsing uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.

Gildiskoma o.a.
§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta løgtingslógina úr gildi.

Í Tinganesi, 17. mars 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður