Skriva út

Løgtingslóg nr 144 frá 15. november 2021
um stuðul til avlýstar tónleikafestivalar vegna COVID-19 í 2021

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Nýtsluøki
§ 1. Løgtingslógin fevnir um tónleikafestivalar, hvørs tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkað í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2021 til 1. september 2021 vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19.

Tónleikafestivalar
§ 2. Til tónleikafestival, ið er avlýstur vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19, verður stuðul latin til at endurrinda afturgoldin atgongumerki til tónleikafestivalin.
Stk. 2. Stuðulin sbrt. stk. 1 verður roknaður eftir talinum á atgongumerkjum, ið skulu endurrindast. Stuðulin kann tó samanlagt í mesta lagi svara til 85% av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av viðkomandi festivali í 2021.
Stk. 3. Um tónleikafestivalurin fær stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður stuðulin sbrt. stk. 1 mótroknaður hesi upphædd.
Stk. 4. Stuðulin sbrt. stk. 1 er treytaður av, at avlýsti festivalurin ikki verður hildin seinni í 2021.

Umsókn
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir freist fyri, nær umsóknir skulu vera latnar inn.

§ 4. Stuðul sbrt. hesi løgtingslóg er treytaður av neyðugari játtan á løgtingsfíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.
Stk. 2. Eru fleri umsóknir, ella verður søkt um meira stuðul, enn tøk játtan er til, lækkar stuðulin lutfalsliga.

Eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 5. Landsstýrismaðurin ella ein stuðulsmyndugleiki sbrt. § 6 hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini verða fylgdar, og at tey, ið fáa stuðul, lúka treytirnar í løgtingslógini.
Stk. 2. Lýkur ein umsøkjari ikki longur treytirnar fyri at fáa stuðul, skal stuðulin heilt ella lutvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein umsøkjari í sambandi við umsókn um stuðul ikki givið røttu upplýsingar ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal viðkomandi ella deyðsbúgv hansara gjalda ta upphædd, sum er fingin av órøttum.

Umsiting og kæra
§ 6. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella myndugleika, sum hoyrir undir annan landsstýrismann, kunnu avgerðir, sum myndugleikin hevur tikið, ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Rættarvernd og innkrevjing
§ 7. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 8. TAKS krevur inn ov nógvan útgoldnan stuðul sbrt. hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Rindar umsøkjarin, sum hevur fingið stuðul sbrt. hesi løgtingslóg, ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldaskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sbrt. stk. 1 og 2, og sum er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum um innkrevjing av skattum.
Stk. 4. TAKS er eisini heimilað at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sbrt. hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldsskyldugu sbrt. reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Revsing
§ 9. Uttan so, at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Tað kann verða álagt løgfrøðiligum persónum revsiábyrgd eftir kapitli 5 í revsilógini.

Gildiskoma o.a.
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon hevur virknað frá 1. januar 2021. (Útgivið: 16.11.2021)

Í Tinganesi, 15. november 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður