Skriva út

Løgtingslóg nr. 67 frá 5. mai 2021 um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 fyri tíðarskeiðið frá og við 1. september 2020 til og við 31. mai 2021

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Nýtsluøkið
§ 1. Løgtingslógin fevnir um ferðavinnufyritøkur, sum í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 2, hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40%.
Stk. 2. Ferðavinnufyritøkur eru fyritøkur, ið reka ferðavinnu sum høvuðsvirksemi á hesum virkisøkjum:
1) Gistingarhús.
2) Matstovur.
3) Ferðaskrivstovur.
4) Fyriskipaðar túrar.
5) Flutning av ferðafólki.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvørji gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, fyriskipaðir túrar og flutningsvirksemi koma undir stuðulsskipanina.
Stk. 4. Fylgjandi feløg, grunnar o.a. eru ikki fevnd av hesi løgtingslóg:
1) Stovnar innan fyri almennu fyrisitingina hjá landinum ella kommununum.
2) Vinnufeløg, grunnar o.a. hjá landi og kommunum, har landið ella kommunan eiga meirilutan ella velja meirilutan av nevndarlimunum.
3) Feløg, grunnar o.a. við almannagagnligum ella vælgerandi endamáli.
Stuðulsheimilaðar útreiðslur, stuðulstíðarskeið og tilvísingartíðarskeið

§ 2. Tað verður veittur stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur, undir hesum avskrivingar og lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk, sbr. eisini § 4, stk. 6.
Stk. 2. Stuðul verður veittur ferðavinnufyritøkum, sum í stuðulstíðarskeiðinum frá og við 1. september 2020 til og við 31. mai 2021 í mun til eitt tilvísingartíðarskeið hava mist í minsta lagi 40% av umsetninginum, sbr. tó stk. 4.
Stk. 3. Tilvísingartíðarskeiðið er:
1) Frá og við 1. september 2018 til og við 31. mai 2019, ella
2) fyri ferðavinnufyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki hava ein umsetning í tíðarskeiðinum, nevnt í nr. 1, er tilvísingartíðarskeiðið frá og við 1. desember 2019 til og við 28. februar 2020.
Stk. 4. Hóast stk. 1 og 2 hava ferðavinnufyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki kunna vátta greitt við tilvísing til eitt tilvísingartíðarskeið sambært stk. 3, at hava mist í minsta lagi 40% av umsetninginum,
og sum orsakað av COVID-19 hava mist í minsta lagi 40% av væntaða umsetninginum, rætt til stuðul sambært hesi løgtingslóg. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast fyri at vátta mistan umsetning eftir 1. pkt.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytir, undir hesum umsetning, fastar útreiðslur, avskrivingar, lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk o.a.

Stuðulsupphædd
§ 3. Stuðul verður veittur fyri fastar útreiðslur við fylgjandi prosentstigi:
1) 75%, um afturgongdin í umsetninginum er 60-100%.
2) 50%, um afturgongdin í umsetninginum er 40-60%.

§ 4. Stuðulin eftir hesi løgtingslóg kann í stuðulstíðarskeiðinum í mesta lagi vera 10 mió. kr. til hvørja ferðavinnufyritøku.
Stk. 2. Er ferðavinnufyritøkan partur í einum samtaki, kann stuðulin í stuðulstíðarskeiðinum í mesta lagi vera 10 mió. kr. samlað fyri fyritøkurnar í samtakinum.
Stk. 3. Samtøk, fevnd av § 1, stk. 2, nr. 5, sum reka sjóvegis ferðafólkaflutning millum Føroyar og útheimin og samstundis hava virksemi, fevnt av § 1, stk. 2, nr. 1-4, kunnu fáa stuðul sum tvey sjálvstøðug samtøk sambært stk. 1.
Stk. 4. Stuðulin fyri fastar útreiðslur kann ikki verða størri enn áljóðandi nominella afturgongdin í umsetninginum hjá fyritøkuni frá tilvísingartíðarskeiðinum til stuðulstíðarskeiðið.
Stk. 5. Hevur fyritøkan fyri tíðarskeiðið 17. desember 2020 til 3. januar 2021 og ella fyri tíðarskeiðið 8. januar 2021 til 17. januar 2021 fingið stuðul eftir løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)(Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing) verður hesin stuðul mótroknaður í stuðli eftir hesi løgtingslóg.
Stk. 6. Lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk sambært § 2, stk. 1, skulu gerast upp sum partur av føstu útreiðslunum í stuðulstíðarskeiðinum, tó í mesta lagi fyri 10 starvsfólk í hvørjari fyritøku ella í hvørjum samtaki og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin. Stk. 1, 2 og 3 verða nýtt samsvarandi.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um samtøkur eftir stk. 2, mótrokning eftir stk. 5 og lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk eftir stk. 6.

§ 5. Um ferðavinnufyritøka ella samtak umframt ferðavinnuvirksemi, nevnt í § 1, stk. 2, eisini rekur annað virksemi, verður bert veittur stuðul fyri fastar útreiðslur viðvíkjandi teimum virkisøkjum, sum eru nevnd í § 1, stk. 2. Serstøk uppgerð skal gerast fyri
umsetning og fastar útreiðslur, sum viðvíkja virkisøkinum ferðavinna.
Stk. 2. Hevur ferðavinnufyritøka ella samtak virksemi á tveimum ella fleiri virkisøkjum, nevnd í § 1, stk. 2, nr. 1-5, kann umsetningur og fastar útreiðslur verða gjørd upp fyri hvørt virkisøki sær.
Stk. 3. Fyri eina ferðavinnufyritøku, sum rekur tvey ella fleiri gistingarhús á tveimum ella fleiri adressum, kann umsetningur og fastar útreiðslur fyri tað ella tey gistingarhúsini, sum eru nýggj og ikki hava tilvísingarskeið, sum eru nevnd í § 2, stk. 3, nr. 1 ella nr. 2, verða gjørd upp fyri seg. Afturgongdin í umsetninginum fyri nýggja ella nýggju gistingarhúsini verður gjørd upp sum afturgongdin í mun til væntaðan umsetning í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 4.
Stk. 4. Hevur fyritøka, sum rekur gistingarhúsvirksemi, útbygt gistingarhúsið og økt munandi um gistingarmøguleikarnar, kann umsetningur og fastar útreiðslur fyri nýggja partin av gistingarhúsinum, sum ikki hevur verið tikin í nýtslu í einum tilvísingarskeiði, sum eru nevnd í § 2, stk. 3, nr. 1 ella nr. 2, verða gjørd upp fyri seg. Afturgongdin í umsetninginum fyri nýggja partin av gistingarhúsinum verður gjørd upp sum afturgongdin í mun til væntaðan umsetning í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 4.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 3 verður eisini nýtt upp á matstovuvirksemi.

Fylgitreytir
§ 6. Ferðavinnufyritøkan skal vátta:
1) At í inntøkuárunum 2021, 2022 og 2023 verður ikki rindað út vinningsbýti, ella útlutað til kapitaleigarar í sambandi við lækking av felagskapitalinum, og at egin partabrøv ikki verða keypt aftur í nevndu roknskaparárum, og
2) at fyritøkan rindar stuðulin aftur í tann mun, fyritøkan hevur havt skattligt yvirskot í roknskaparárinum 2021.
Stk. 2. Upphæddin, sum kann krevjast aftur eftir stk. 1, nr. 2, kann ikki vera størri enn yvirskotið.
Stk. 3. Fyritøkurnar kunnu sleppa undan treytunum í stk. 1, nr. 1 og 2, um tær rinda allan stuðulin aftur.

Umsóknir
§ 7. Umsókn um stuðul skal latast inn í seinasta lagi 1. juli 2021.
Stk. 2. Í umsóknini um stuðul skulu latast m.a. hesar upplýsingar:
1) Umsetningurin og føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 2.
2) Umsetningurin hjá fyritøkuni í tilvísingartíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 3.
Stk. 3. Er stuðulsupphæddin til fyritøkuna omanfyri 120.000 kr., skal uppgerðin áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu. Tað kann eisini verða kravt í hvørjum føri sær, hóast 1. pkt., at uppgerðin skal áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu. Reglurnar í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a. eru galdandi fyri grannskoðaraváttanir eftir hesi áseting.
Stk. 4. Fyritøkan skal undir revsiábyrgd vátta við trú og heiður, at tær upplýsingar, sum fyritøkan hevur latið, eru rættar.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um upplýsingar, sum skulu latast í umsóknum um stuðul.

Eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 8. Landsstýrismaðurin ella ein stuðulsmyndugleiki sambært § 9 hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini ella ásetingar, sum eru settar sambært løgtingslógini, verða hildnar.
Stk. 2. Eru treytirnar í løgtingslógini ella í kunngerðum sambært hesi løgtingslóg ikki loknar, skal stuðulin heilt ella partvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein ferðavinnufyritøka, ið fær stuðul, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir ásetingunum í hesi løgtingslóg ella í ásetingum sambært løgtingslógini, ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal fyritøkan ella búgvið hjá fyritøkuni gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Stk. 4. Ferðavinnufyritøkur og grannskoðarar hava skyldu at lata eftirlitsmyndugleikanum upplýsingar. Stuðulin kann verða kravdur aftur, um upplýsingar ikki verða latnar.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um eftirlit, undir hesum skyldur hjá ferðavinnufyritøkum og grannskoðarum at lata upplýsingar, og krav um afturrindan av stuðli, um upplýsingar ikki verða latnar, o.a.

Umsiting og kæra
§ 9. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella til myndugleika, sum hoyrir undir annan landsstýrismann, kann hann áseta, at avgerðir, sum myndugleikin hevur tikið, ikki kunnu
kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Rættarvernd og innkrevjing
§ 10. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 11. TAKS krevur ov nógv útgoldnan stuðul sambært hesi løgtingslóg inn.
Stk. 2. Rindar fyritøkan, sum hevur móttikið stuðul sambært hesi løgtingslóg, ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sambært stk. 1 og 2, og er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. TAKS er eisini heimilað til at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Revsing
§ 12. Uttan so at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Gildiskoma
§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.

(Útgivið: 7. mai 20219

Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 140/2020

  • Kunngerðir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at