Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 97 frá 23. juni 2020 um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Nýtsluøki
§ 1. Løgtingslógin fevnir um ferðavinnufyritøkur, sum í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 1, hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40%, sbr. tó § 2, stk. 4.
Stk. 2. Ferðavinnufyritøkur eru fyritøkur, ið reka sum høvuðsvirksemi:
1) Gistingarhús.
2) Matstovur.
3) Ferðaskrivstovur.
4) Fyriskipaðar túrar.
5) Flutning av ferðafólki.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvørji gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, túra fyriskiparar, og hvat flutningsvirksemi kemur undir stðulsskipanina.
Stk. 4. Fylgjandi feløg, grunnar o.a. eru ikki fevnd av hesi løgtingslóg:
1) Stovnar innan fyri almennu fyrisitingina hjá landinum ella kommununum.
2) Vinnufeløg, grunnar o.a. hjá landi og kommunum, har landið ella kommunan eiga meirilutan ella velja meirilutan av nevndarlimunum.
3) Feløg, grunnar o.a. við almannagagnligum ella góðgerandi endamáli.

Treytir
§ 2. Tað verður veittur stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur, undir hesum avskrivingar og lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk, sbr. eisini § 4, stk. 5, sum í stuðulstíðarskeiðinum frá og við 12. mars 2020 til og við 31. august 2020 í mun til eitt tilvísingartíðarskeið hava mist í minsta lagi 40 % av umsetninginum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Tilvísingartíðarskeiðið er:
1) Frá og við 12. mars 2019 til og við 31. august 2019, ella
2) fyri ferðavinnufyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki hava ein umsetning í tíðarskeiðinum, nevnt í nr. 1, er tilvísingartíðarskeiðið frá og við 1. desember 2019 til og við 29. februar 2020.
Stk. 3. Hóast stk. 1 og stk. 2 hava ferðavinnufyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki kunna vátta greitt við tilvísing til eitt tilvísingartíðarskeið sambært stk. 2, at hava mist í minsta lagi 40% av umsetninginum, og sum orsakað av COVID-19 hava mist í minsta lagi 40% av væntaða umsetninginum, rætt til stuðul sambært hesi løgtingslóg. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvørjar upplýsingar skulu latast fyri at vátta mistan umsetning eftir 1. pkt.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytir, undir hesum umsetning, fastar útreiðslur, avskrivingar, lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk o.a.

Stuðulsupphæddir
§ 3. Stuðul verður veittur fyri fastar útreiðslur við fylgjandi prosentstigi:
1) 75%, um afturgongdin í umsetninginum er 60-100%.
2) 50%, um afturgongdin í umsetninginum er 40-60%.

§ 4. Stuðulin eftir hesi løgtingslóg kann í stuðulstíðarskeiðinum í mesta lagi vera 10 mió. kr. til hvørja ferðavinnufyritøku.
Stk. 2. Er ferðavinnufyritøkan partur í einum samtaki, kann stuðulin í stuðulstíðarskeiðinum í mesta lagi vera 10 mió. kr. samlað fyri fyritøkurnar í samtakinum. Samtøk, fevnd av § 1, stk. 2, nr. 5, sum reka sjóvegis ferðafólkaflutning millum Føroyar og útheimin og samstundis hava virksemi, fevnt av § 1, stk. 2, nr. 1, 2, 3 ella 4, kunnu fáa stuðul sum tvey sjálvstøðug samtøk eftir reglum sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Stuðulin fyri fastar útreiðslur kann ikki verða størri enn áljóðandi nominella afturgongdin í umsetinginum hjá fyritøkuni frá tilvísingartíðarskeiðinum til stuðulstíðarskeiðið.
Stk. 4. Hevur fyritøkan fingið stuðul eftir løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19, verður hesin stuðul mótroknaður í stuðli eftir hesi løgtingslóg.
Stk. 5. Stuðul til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk sambært § 2, stk. 1, kann í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin, og verður stk. 2 nýtt samsvarandi.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um samtøkur eftir stk. 2, mótrokning eftir stk. 4 og lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk eftir stk. 5.

Fylgitreytir
§ 5. Ferðavinnufyritøkan skal vátta:
1) At í inntøkuárunum 2020, 2021 og 2022 verður ikki rindað út vinningsbýti, ella útlutað til kapitaleigarar í sambandi við lækking av felagskapitalinum, og at egin partabrøv ikki verða keypt aftur í nevndu roknskaparárum, og
2) at fyritøkan rindar stuðulin aftur í tann mun, fyritøkan hevur havt skattligt yvirskot í roknskaparárinum 2020.
Stk. 2. Upphæddin, sum kann krevjast aftur eftir stk. 1, nr. 2, kann ikki vera størri enn yvirskotið.
Stk. 3. Fyritøkurnar kunnu sleppa undan treytunum í stk. 1, nr. 1 og 2, um tær rinda allan stuðulin aftur.

Umsóknir
§ 6. Umsókn um stuðul skal latast inn í seinasta lagi 31. oktober 2020.
Stk. 2. Í umsóknini um stuðul skulu latast m.a. hesar upplýsingar:
1) Umsetningurin og føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 1.
2) Umsetningurin hjá fyritøkuni í tilvísingartíðarskeiðinum, sbr. § 2, stk. 2.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um upplýsingar, sum skulu latast í umsóknum um stuðul.

Eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 7. Landsstýrismaðurin ella ein stuðulsmyndugleiki sambært § 8 hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini ella ásetingar, sum eru settar sambært løgtingslógini, verða hildnar.
Stk. 2. Eru treytirnar í løgtingslógini ella í kunngerðum sambært hesi løgtingslóg ikki loknar, skal stuðulin heilt ella partvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein ferðavinnufyritøka, ið fær stuðul, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir ásetingunum í hesi lóg ella í ásetingum sambært lógini, ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal fyritøkan ella búgvið hjá fyritøkuni gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Stk. 4. Ferðavinnufyritøkur og grannskoðarar hava skyldu at lata eftirlitsmyndugleikanum upplýsingar. Stuðulin kann verða kravdur aftur, um upplýsingar ikki verða latnar.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um eftirlit, undir hesum skyldur hjá ferðavinnufyritøkum og grannskoðarum at lata upplýsingar, og krav um afturrindan av stuðli, um upplýsingar ikki verða latnar, o.a.

Umsiting og kæra
§ 8. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella til myndugleika, sum hoyrir undir annan landsstýrismann, kann hann áseta, at avgerðir, sum myndugleikin hevur tikið, ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Rættarvernd og innkrevjing
§ 9. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 10. TAKS krevur ov nógv útgoldnan stuðul sambært hesi løgtingslóg inn.
Stk. 2. Rindar fyritøkan, sum hevur móttikið stuðul sambært hesi løgtingslóg ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sambært stk. 1 og 2, og er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. TAKS er eisini heimilað til at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum
gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Revsing
§ 11. Uttan so at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Tað kann verða álagt løgfrøðiligum persónum revsiábyrgd eftir kapitli 5 í revislógini.

Gildiskoma og virknaður
§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við 12. mars 2020.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.

Í Tinganesi, 23. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 147/2019

  • Kunngerðir-gamalt
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at