Løgtingslóg nr. 68 frá 5. mai 2021 um stuðul til listafólk í sambandi við COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Nýtsluøkið
§ 1. Løgtingslógin fevnir um listafólk, hvørs tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19.
Listafólk og landafrøðilig avmarking
§ 2. Hugtakið listafólk sambært hesi løgtingslóg
umfatar:
1) likamligan persón, ið hevur yrkislistaliga útbúgving ella samsvarandi royndir, ella sum færnmunandi part av síni ársinntøku frá listaligum virksemi, ella
2) løgfrøðiligan persón, ið er skrásettur í Føroyum, og hvørs virksemi bert er av listaligum slagi.
Stk. 2. Stuðul verður latin til listafólk sambært stk. 1, ið kunnu vísa á, at tey hava verið fyri fíggjarligum tapi í tíðarskeiðinum 1. september 2020 til 30. apríl 2021. Stuðulin kann í mesta lagi vera 75% av staðfestum og skjalprógvaðum tapi.
Stk. 3. Fíggjarliga tapið sambært stk. 2 skal í minsta lagi vera 10.000 kr.
Stk. 4. Listafólk sambært § 2, stk. 1, nr. 1, ið søkja um stuðul, skulu lúka minst eina av hesum treytum, tey skulu:
1) vera búsitandi í Føroyum, ella
2) hava fast tilknýti til føroyska mentanarpallin
Stk. 5. Listafólk, ið sambært stk. 4, nr. 2 kunnu søkja um stuðul, kunnu tó bert søkja um stuðul fyri tiltøk í Føroyum.
§ 3. Hevur viðkomandi listafólk fingið stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður hesin stuðul mótroknaður stuðli sambært hesi løgtingslóg. Hetta er eisini galdandi fyri almennan stuðul í øðrum londum.
Umsókn
§ 4. Umsókn um stuðul skal latast inn í seinasta lagi 1. juni 2021.
§ 5. Stuðul sambært hesi løgtingslóg er treytaður av neyðugari játtan á løgtingsfíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.
Stk. 2. Eru fleiri listafólk, ið hava rætt til stuðul, enn tøk játtan er til, lækkar stuðulin lutfalsliga.
Eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 6. Landsstýrismaðurin ella ein stuðulsmyndugleiki sambært § 7 hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini verða fylgdar, og at tey, ið fáa stuðul, lúka treytirnar í løgtingslógini.
Stk. 2. Lýkur ein umsøkjari ikki longur treytirnar fyri at fáa stuðul, skal stuðulin heilt ella lutvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein umsøkjari í sambandi við umsókn um stuðul ikki givið røttu upplýsingar ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal viðkomandi ella deyðsbúgv hansara gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Umsiting og kæra
§ 7. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella til myndugleika, sum hoyrir undir annan landsstýrismann, kunnu avgerðir, sum myndugleikin hevur tikið, ikki kærast til annan
fyrisitingarligan myndugleika.
Rættarvernd og innkrevjing
§ 8. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um flutning er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 9. TAKS heintar inn ov nógv útgoldnan stuðul sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Rindar umsøkjarin, sum hevur fingið stuðul sambært hesi løgtingslóg, ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sambært stk. 1 og 2, og sum er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. TAKS er eisini heimilað at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldsskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Revsing
§ 10. Uttan so, at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum eftir kapitli 5 í revsilógini.
Gilsiskoma o.a.
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.
Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður