Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 103 frá 25. juni 2020 um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar, almannagagnligar felagsskapir o.o. í sambandi við COVID-19

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Nýtsluøki
§ 1. Løgtingslógin fevnir um listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir, hvørs tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19.
Stk. 2. Ítróttafeløg undir Ítróttasambandi Føroya eru ikki umfatað av hesi løgtingslóg.

Listafólk
§ 2. Listafólk sambært hesi løgtingslóg er persónur, ið hevur yrkislistaliga útbúgving ella samsvarandi royndir, ella sum fær munandi part av síni ársinntøku frá listaligum virksemi.
Stk. 2. Stuðul verður latin til listafólk sbrt. stk. 1, ið kunnu vísa á, at tey hava verið fyri fíggjarligum tapi vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19 í tíðarskeiðinum frá og við 12. mars 2020 til 31. august 2020. Stuðulin kann í mesta lagi vera 75% av staðfestum og skjalprógvaðum tapi. Stuðulin fyri alt tíðarskeiðið kann tó í mesta lagi vera 110.000 kr. tilsamans fyri hvørt listafólk.
Stk. 3. Fíggjarliga tapið sbrt. stk. 2 skal í minsta lagi vera 10.000 kr.
Stk. 4. Hevur viðkomandi listafólk fingið stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður hesin stuðul mótroknaður í stuðli sbrt. stk. 2.

Tónleikafestivalar
§ 3. Til tónleikafestival, ið er avlýstur vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19, verður stuðul latin til at endurrinda afturgoldin atgongumerki til tónleikafestivalin.
Stk. 2. Stuðulin sbrt. stk. 1 verður roknaður eftir talinum á atgongumerkjum, ið skulu endurrindast. Stuðulin kann tó samanlagt í mesta lagi svara til 85% av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av viðkomandi festivali í 2020.
Stk. 3. Um tónleikafestivalurin fær stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður stuðulin sbrt. stk. 1 mótroknaður hesi upphædd.
Stk. 4. Stuðulin sbrt. stk. 1 er treytaður av, at avlýsti festivalurin ikki verður hildin seinni í 2020.

Almannagagnlig tiltøk
§ 4. Stuðul kann veitast til tiltøk, sum eru almannagagnlig, har almenningurin hevur atgongd ella kann luttaka móti atgongugjaldi.

§ 5. Til almannagagnligir felagsskapir, hvørs tiltøk sbrt. § 4 eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19 í
tíðarskeiðinum 12. mars til 31. august 2020, verður stuðul latin til at endurrinda mista inntøku.
Stk. 2. Stuðulin sbrt. stk. 1 kann í mesta lagi vera 75% av mistu inntøkuni, men kann tó ongantíð vera meira enn 400.000 kr. fyri hvønn felagsskap. Mista
inntøkan verður útroknað við støði í miðal inntøkuni fyri árini 2019 og 2018, sum skal vera skjalprógvað og staðfest.
Stk. 3. Er ikki gjørligt at rokna mistu inntøkuna sbrt. stk. 2, fær almannagagnligi felagsskapurin stuðul svarandi til 75% av skjalprógvaðum og staðfestum útreiðslum.
Stk. 4. Stuðulin sbrt. stk. 1 er treytaður av, at avlýstu tiltøkini ikki verða hildin seinni í 2020.
Stk. 5. Harumframt er stuðul sbrt. stk. 1 treytaður av, at metta inntøkan sbrt. stk. 2 er í minsta lagi 50.000 kr. Er talan um ein felagsskap ið hevur fleiri
smærri tiltøk, skal inntøkan fyri tiltøkini til samans vera í minsta lagi 50.000 kr.
Stk. 6. Hevur viðkomandi almannagagnligi felagsskapur fingið stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður hesin stuðul mótroknaður í stuðli sbrt.
stk. 2.

Leiguinntøkur
§ 6 Til áhugafeløg og almannagagnligir felagskapir, sum fáa munandi part av sínum inntøkum frá hølisútleigan, og sum hava mist leiguinntøku vegna
almennu tilmælini um fyribyrging av COVID-19, verður stuðul latin.
Stk. 2. Stuðulin sbrt. stk.1 kann í mesta lagi vera 75% av staðfestum og skjalprógvaðum tapi av mistari leiguinntøku í tíðarskeiðinum frá og við 12. mars 2020 til 31. august 2020, men kann tó ongantíð vera meira enn 80.000 kr. tilsamans fyri hvønn felagsskap.
Stk. 3. Hevur viðkomandi áhugafelag ella almannagagnligi felagsskapur fingið stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður hesin stuðul mótroknaður í stuðli sbrt. stk. 2.

Umsókn
§ 7. Umsókn um stuðul skal latast inn í seinasta lagi 31. august 2020.

Eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 8. Landsstýrismaðurin ella ein stuðulsmyndugleiki sbrt. § 9 hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini verða fylgdar, og at tey, ið fáa stuðul,
lúka treytirnar í løgtingslógini.
Stk. 2. Lýkur ein umsøkjari ikki longur treytirnar fyri at fáa stuðul, skal stuðulin heilt ella lutvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein umsøkjari í sambandi við umsókn um stuðul ikki givið røttu upplýsingar ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal viðkomandi ella deyðsbúgv hansara gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.

Umsiting og kæra
§ 9. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella til myndugleika, sum hoyrir undir annan landsstýrismann, kunnu avgerðir, sum myndugleikin hevur tikið, ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Rættarvernd og innkrevjing
§ 10. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 11. TAKS krevur inn ov nógvan útgoldnan stuðul sbrt. hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Rindar umsøkjarin, sum hevur fingið stuðul sbrt. hesi løgtingslóg, ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sbrt. stk. 1 og 2, og sum er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. TAKS er eisini heimilað at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sbrt. hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldsskyldugu sbrt. reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Revsing
§ 12. Uttan so, at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Tað kann verða álagt løgfrøðiligum persónum revsiábyrgd eftir kapitli 5 í revislógini.

§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon hevur virknað frá 12. mars 2020.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.


Í Tinganesi, 25. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 148/2019