Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 45 frá 7. apríl 2020 um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Fyritøkum kann verða veittur stuðul fyri fíggjarligt tap orsakað av COVID-19.
Stk. 2. Stuðulin kann verða veittur til at rinda fyri fastar útreiðslur hjá fyritøkuni.
Stk. 3. Stuðulsskipanin fevnir ikki um tilfeingisvinnur og fiskavirking.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann nokta at rinda stuðul sambært hesi lóg, um landsstýrismaðurin metir, at viðkomandi fyritøka er fíggjarliga før fyri at rinda tær rakstrarútreiðslur, sum eru fevndar av stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um fíggjarligar treytir fyri at fáa stuðul eftir 1. pkt.

§ 2. Tað verður veittur stuðul til fyritøkur, sum í tíðarskeiðinum 1. apríl 2020 til 30. juni 2020 hava havt munandi afturgongd í umsetninginum og í mun til tilvísingartíðarskeiðið 1. apríl 2019 til 30. juni 2019, sbr. tó stk. 5.
Stk. 2. Stuðul verður veittur soleiðis:
1) 75% av føstum útreiðslum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 60-100%.
2) 50% av føstum útreiðslum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 40-60%.
Stk. 3. Stuðulin eftir stk. 1 og 2 kann tó ikki fara upp um nominellu afturgongdina í umsetningi, sum fyritøkan hevur havt frá tilvísingartíðarskeiðinum og til tíðarskeiðið frá og við 1. apríl 2020 og til og við 30. juni 2020. Stuðulin er í mesta lagi 80.000 kr. fyri hvørja fyritøku um mánaðin.
Stk. 4. Fyritøkur, sum hava fleiri sjálvstøðugar rakstrareindir, ið verða riknar frá ymiskum hølum, og sum í innanhýsis roknskapi verða uppgjørdar hvør sær, hava rætt til stuðul sambært stk. 1 og 2 til hvørja sjálvstøðuga rakstrareind sær. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørjar eindir eru sjálvstøðugar rakstrareindir. Tað er tó ein treyt fyri stuðli, at fyritøkan, sum ein eind, hevur mist 40% av umsetninginum ella meira.
Stk. 5. Fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki kunna vátta greitt við tilvísing til eitt tilvísingartíðarskeið sambært stk. 1, og sum orsakað av COVID-19 antin hava mist allan umsetningin, ella meira enn 40% av væntaða umsetninginum, hava rætt til stuðul sambært stk. 1 og 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skjalprógv fyri mistum umsetningi ella væntaðum umsetningini.

§ 3. Fyri at stuðul kann verða rindaður galda hesar treytir:
1) Tað verður ikki rindað út vinningsbýti fyri inntøkuárini 2020, 2021 og 2022.
2) Samsýning o.a. til stjóra í fyritøkuni skal ikki vera meir enn 600.000 kr. í 2020, íroknað inntøka frá ALS og dagpeningaskipanini.
3) Fyri sjálvstøðug vinnurekandi skal skattliga yvirskotið ikki verða meira enn 600.000 kr. í 2020, íroknað inntøka frá ALS og dagpeningaskipanini.
Stk. 2. Fyritøka, ið hevur móttikið stuðul, rindar stuðulin aftur í tann mun fyritøkan hevur havt skattligt yvirskot í roknskaparárinum 2020. Fyri sjálvstøðug vinnurekandi skal móttikin stuðul rindast aftur í tann mun, at skattliga yvirskotið í roknskaparárinum verður meira enn 600.000 kr. íroknað inntøka frá ALS og dagpeningaskipanini.
Stk. 3. Stuðulin kann verða rindaður áðrenn fyritøkan rindar føstu útreiðslurnar, sum stuðul verður veittur til. Aftan á 30. juni 2020 verður rindaði stuðulin javnaður í mun til veruligu útreiðslurnar í tíðarskeiðinum 1. apríl 2020 til 30. juni 2020.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skipanina, undir hesum um stuðul eftir §§ 1-3, hvørjar fyritøkur koma undir skipanina, hvørjar útreiðslur eru fastar útreiðslur, afturgongd í umsetningi, endurrindan, fylgitreytir fyri at fáa stuðul, rindan av stuðuli, krøv til umsóknir, undir hesum at umsóknir skulu fara gjøgnum Vinnugluggan, skjalprógvan, roknskap, grannskoðan og frágreiðingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í reglum sbrt. stk. 1 og eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja stuðulsumsitingina til ein myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni.

§ 5. Eru treytirnar í §§ 2 og 3 og í kunngerðum sambært hesi lóg ikki loknar, skal stuðulin heilt ella partvíst rindast aftur.
Stk. 2. Hevur ein fyritøka í sambandi við umsókn um stuðul latið villleiðandi upplýsingar ella dult upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina um stuðul, kann stuðulsumsitingin taka avgerð um, at stuðulin, sum er latin, skal rindast aftur.

§ 6. Stuðulin kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 7. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til myndugleika undir landsstýrismanninum ella til myndugleika, sum hoyrir undir annan landsstýrismann, sbr. § 4, stk. 2, kann hann áseta, at avgerðir, sum myndugleikin hevur tikið, ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 8. TAKS krevur ov nógv útgoldnan stuðul sambært hesi lóg inn.
Stk. 2. Rindar fyritøkan, sum hevur móttikið stuðul sambært hesi lóg ikki rættstundis, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 3. Ov nógv útgoldin stuðul, ið er kravdur inn sbrt. stk. 1 og 2, ið er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk 4. TAKS er eisini heimilað til at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldsskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

§ 9. Uttan so at størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við sekt tann, sum í sambandi við umsókn um stuðul letur villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum.
Stk. 2. Tað kann verða álagt løgfrøðiligum persónum revsiábyrgd eftir kapitli 5 í revislógini.

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. apríl 2020.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta løgtingslógina úr gildi við kunngerð.


Í Tinganesi, 7. apríl 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 135/2019

  • Kunngerðir-gamalt
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at