Skriva út

Løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m.

§ 1. 1) Fyri tinglýsing verður rindað eitt gjald, sum er 1.000 kr.

§ 2. Gjaldið verður rindað fyri eitthvørt skjal, ið verður fráboðað til tinglýsing.

§ 3. Verður eitt skjal, ið ikki kemur undir tað í § 5, stk. 3 nevnda føri, víst burtur, verður nýtt gjald ikki rindað, um skjalið verður fráboðað til tinglýsing av nýggjum innan 3 mánaðir roknað frá fyrstu fráboðanini til tinglýsing.

§ 4. Tinglýsing er ókeypis av

  1. adressubroytingum,
  2. myndugleikatøku og løgverjumálum, jbr. § 48 í løgtingslóg um tinglýsing,
  3. fráboðanum, sum nevndar í § 13 í løgtingslóg um tinglýsing,
  4. áheitan um búskilnað, jbr. § 43 í lóg um rættvirknað hjúnalagsins,
  5. sjálvræðisfrátøka sambært § 66 í lóg um skifti av deyðsbúgvi og felagsbúgvi og
  6. sjálvræðisfrátøka sambært § 26 í konkurslógini.

Stk. 2. Ókeypis er haraftrat áheitan um:

  1. avlýsing,
  2. avtøku av rættarviðmerkingum,
  3. freistarleingjan ella endaliga innføring í tingbókina av einum skjali, sum er tinglýst við freist, og
  4. 2) striking av rættindum, sum ikki hava fingið fulnað við tvingsilssølu, sbrt. § 642 í rættargangslógini.

§ 5. Gjaldið fellur til gjaldingar, tá skjalið verður fráboðað til tinglýsing.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað við, at skjalið verður stemplað við tinglýsingarskrivstovunnar kassa.
Stk. 3. Verður gjaldið ikki goldið samstundis við fráboðanina, verður skjalið burturvíst frá dagbókini. Um so er, fellur gjaldið burtur.

§ 6. Fyri váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi, ið tinglýsingarskrivstovan ger, verða goldnar 50 kr.

§ 7. 1) (Strikað).

§ 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi §§ 28-29 og §§ 31-33 í "Sportelreglement for rettens betjente paa Færøerne" frá 30. mars 1836.

________________________________________
Endanotur
*) Sambært § 3 í stýrisskipanarlógini frá 1948 vóru løgtingslógir orðaðar á føroyskum og donskum máli. Henda grein er ikki endurtikin í galdandi stýrisskipanarlóg frá 1994. Eftir at nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku 1995, hevur vanlig mannagongd verið, at danski teksturin er tikin úr gildi við fyrstkomandi broyting í lógini, tó er tvítekstur varðveittur í summum førum. Fíggjarmálaráðið, sum varðar av lógini um tinglýsingargjøld v.m., hevur í hesum føri valt ikki at taka danska tekstin úr gildi. Broytingar í lógini um tinglýsingargjøld v.m. eftir 1995 eru bert gjørdar á føroyskum, og gjørt verður vart við, at munur er á danska og føroyska tekstinum.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 63 frá 10.06.2008, har § 2 er soljóðandi: "Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum."
2) Broytt við ll. nr. 91 frá 07.06.2020, har § 79 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.