Skriva út
Løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll
1. Kapittul
Tolløkið
§ 1. 10) Tolløkið fevnir um føroyskt landøki, sjóumveldið og loftrúmið yvir nevndu økjum.
2. Kapittul
Tollur, toll- og vøruskráin og upprunareglur
§ 2. Tollur skal rindast fyri allar vørur, ið verða innfluttar á tolløkið, og sum ikki eru frítiknar fyri toll smb. §§ 3, 4 og kap 3.
§ 3. Avgerandi fyri tollsatsir og tarifering er toll- og vøruskráin fyri inn- og útflutning sett upp grundað á nomenklatur tollsamvinnuráðsins "Harmonized Commodity Description and Coding System" (Tillagaða Skipanin) og tær í toll- og vøruskránni vanligu tariferingsreglur viðvíkjandi Tillagaðu skipanini.
2. stk. 20) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta nærri reglur um nýtslu av vøruskránni í sambandi við fyrisitingina av hesari lóg.
§ 4. 13) 14) 15) 20) Fyri vørur, ið ikki koma undir stk. 2, skal rindast tollur sum ásett í toll- og vøruskránni. Toll- og vøruskráin er hjáløgd sum skjal 1 til
hesa løgtingslóg.
2. stk. 20) Fyri vørur, ið eru umfataðar av handilssáttmálum millum Føroyar og onnur lond ella felagsskapir, fellur tollurin burtur ella verður lækkaður sambært landsstýrismansins fyriskipan, tá ið viðkomandi sáttmáli er góðkendur av Føroya Løgtingi.
3. stk. 20) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um upprunareglur.
4. stk. 20) Fyri tær í skjali 2 og 3 nevndu framleiðslur er tollfrítøkan avmarkað til ásettu nøgdirnar.
§ 5. 3) 20) Strikað
3. Kapittul
Tollfrítøka
§ 6. 3) 17) 20) Undantikið tolli er:
a. Ferðagóðs, tvs. klæðir og aðrir ferðalutir, sum ferðafólk hava í viðføri, tá ið tollvaldið heldur, at nøgd og slag er sovorðið, at ferðafólkið kann ætlast at hava tað til egna nýtslu á ferðini. Tann eftirlitsansan, ið tørvur er á, verður sett av landsstýrismanninum, sum hevur heimild at geva loyvi til frían innflutning av smálutum, sum ferðafólk hevur við sær, tá ið tollurin lítið og einki hevur at týða.
b. 20) Flytigóðs, tá ið ánarin hevur verið búsettur í hinum partinum av ríkinum ella í útlondum í minsta lagi 1 ár, tá ið lutirnir bera merki av at vera brúktir, og tá ið teir verða innfluttir fyri rokning ánarans og til nýtslu fyri tey, ið brúkt teir hava frammanundan. Um hetta verður latin váttan uppá æru og trúgv. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um, hvørjir lutir eru flytigóðs, treytir fyri innflutningi og úr hvørjum londum hesir lutir kunnu innflytast.
c. Klædnapløgg og ferðagóðs, ið onkur heimahoyrandi her hevur átt, sum deyður er uttan fyri tolløkið. Tó skal tollvaldið kunnað ætla, at lutirnir hava verið brúktir.
d. Instrument o.t., ið ferðandi listafólk nýta í teirra yrki, tá ið tollvaldið kann ætla, at lutirnir hava verið brúktir.
e. Fyrimyndir og sýnislutir av annars tollskyldugum vørum, ið tað kann ætlast, at tey ikki hóska til annað brúk.
f. Listaverk, forngripir og tílíkt til almenn søvn ella annað alment endamál.
g. 20) Gávupakkar, hvørs tollur lítið og einki hevur at týða.
h. 20) Annar vøruinnflutningur, har tollvirðið ikki er meir enn 300,- kr. Avgjaldsfrítøkan fevnir tó ikki um vørur, ið rinda avgjald sambært løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi við seinri broytingum.
§ 7. Tollvaldinum verður heimilað at veita tollfrían innflutning við eftirliti:
a. 20) fyri tað, ið skipum og flogførum tørvar til nýtslu umborð, meðan tey eru stødd á tolløkinum og sum tey hava við, tá tey koma í føroyskt tolløki,
b. fyri brúktar lutir, ið innfluttir verða sum gávur og hvørs tollur lítið og einki hevur at týða, og fyri aðrar lutir, ið innfluttir verða sum gávur til góðgerarafeløg, ella til stovnar og tílíkt. Fyri brúktar lutir, ið innfluttir verða sum arvur. Eisini fyri brúðarútbúning, tá ið tað er persónur, sum í minsta lagi í 2 ár hevur verið búsettur í útlandi, og sum vegna giftu við persóni í tolløkinum nú flytur higar. Undantiknar fyri tílíkt tollfrælsi eru mat- og drykkjuvørur, ótilgjørd tógv og manufakturvørur eins og aðrar vørur, ið ætlaðar eru til víðari viðgerð og eisini øll sløg av ráevni,
c. fyri lutir ið koma higar til umvælingar, vask, stutt brúk o.t. og verða fluttir útaftur. Fyri maskinur, tól og amboð, ið verða nýtt vinnuliga kann tollfríur innflutningur bert veitast sum tollendurgjald, ið er 8,33% fyri hvønn mánað, vørurnar hava verið á tolløkinum styttri enn 12 mánaðir.
d. fyri vørur, ið oyðilagdar eru, áðrenn tollurin er rindaður,
e. fyri vørur, sum aftan á at verða útfluttar úr tolløkinum, verða førdar higar aftur,
f. fyri innlendskar ella útlendskar goldnar vørur, ið við at flytast úr einum plássi til annað á tolløkinum, eru farnar yvir fremmant stað, ella sum aftan á at verða útfluttar hiðani verða førdar heimaftur, av tí at tær ikki hava funnið sølu ella av aðrari orsøk.
g. fyri motorakfør, campingvognar, flogfør og stuttleikabátar, ið persónar, sum ikki eru fastbúgvandi her, eiga, og sum teir sjálvir flyta inn higar fyri stutta tíð til egna nýtslu, meðan teir eru her, og tá ið hesi før ikki verða brúkt til vinnuligan flutning. Sum fastbúgvandi er at skilja persónur, sum er skrásettur sum fastbúgvandi hjá landsfólkayvirlitinum.
h. fyri vørur, sum fremmanda landa diplomatiskir sendimenn á almennari vitjan sjálvir flyta inn sum borðfæ o.t. og í undantaksføri hjá útlendskum skipi, sum søkir tolleftirlitshavn á tolløkinum.
i. 20) fyri lutir, eykalutir og eykaútgerð til flogfør eins og fyri flogvenjingarútgerð og fyri lutir, eykalutir og útgerð til hesar. Landsstýrismaðurin kann gera skrá yvir, hvørjar vørur koma undir tollfrælsi smb. hesari reglu, og
j. 20) fyri ávísar vørur úr menningarlondum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri hesum.
§ 8. 2) 8) 18) 20) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum. Sum tollfríar vørur, ið verða seldar í slíkum vørubúðum, eru at rokna vørur, ið eru frítiknar fyri toll. Føroyskt framleiddar vørur og innfluttar vørur, ið eru tollgreiddar, kunnu fáa tollin afturrindaðan, tá ið vørur verða latnar til hesar sølubúðir. Sølubúðirnar fá loyvi at selja vørur sambært loyvi frá landsstýrismanninum. Sambært fyriskipan landsstýrismansins kann loyvi verða givið at selja til farandi og komandi ferðafólk. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um loyvi, skipan um hvørjar vørur, ið kunnu seljast í slíkum sølubúðum, eftirlit tollvaldsins við sølubúðunum, treytir fyri starvsfólki osfr. Í kunngerð við heimild í hesari lóg kann ásetast, at brot móti reglum í kunngerð kunnu verða revsað við bót ella fongsul upp til 1 ár, um lóggávan annars ikki ásetur strangari revsing.
2. stk. Regluligt uttanlands ferðamanna- ella farmasamband kann bert setast á stovn við loyvi frá TAKS.
§ 8a. 20) TAKS verður heimilað at veita tollfrían innflutning við eftirfylgjandi eftirliti av vørum, ið verða innfluttar til brúk undir bjargingartiltaki í sambandi við stórvanlukku ella náttúruvanlukku, har brúk er fyri bráðfeingis hjálp, um talan er um neyðstøðu á føroyskum land- ella sjóøki.
2. stk. 20) Í seinasta lagi 14 dagar eftir at vøran er komin á tolløkið, skal TAKS hava yvirlit yvir slag og nøgd av vøruni, ið er innflutt.
3. stk. 20) Vøra, ið kemur undir tollfrítøkuna, skal verða útflutt aftur í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at hon er komin inn. TAKS kann leingja hesa freist, um tað er neyðugt.
4. stk. Er talan um størri bjargingarroyndir v.m. í sambandi við neyðstøður, eru ásetingarnar í hesi grein eisini galdandi.
4. Kapittul
Vørur til góðsking og vørur frá góðsking
§ 9. 20) Vørur, ið verða fluttar inn á tolløkið til góðskingar, kunnu flytast inn uttan at rinda toll smb. nærri treytum ásettar av landsstýrismanninum.
2. stk. 20) Vørur,ið verða fluttar av tolløkinum til góðskingar ætlandi til innflutning seinni, kunnu flytast inn við tolllætta smb. nærri treytum ásettar av landsstýrismanninum.
3. stk. Í fyriskipanum, ið verða ásettar smb. 1. og 2. stk., kann ásetast, at brot á hesar verður revsað við sekt.
5. Kapittul
Útjavningartollur
§ 10. Beinleiðis ella óbeinleiðis stuðul í útlondum, ið er til skaða ella má væntast at verða til skaða fyri vinnu á tolløkinum, kann tálmast við at áleggja útjavningartoll.
2. stk. 20) Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, nær tiltøk sambært 1. stk. skulu setast í verk, og á hvønn hátt, innkrevjingin skal fara fram. Landsstýrismaðurin skal hava góðkenning frá løgtingsins marknaðarnevnd, áðrenn útjavningartollur kann áleggjast.
Kapittul 5a
Elektronisk tollavgreiðsla
§ 10a. 9) Landsstýrismaðurin kann loyva elektroniskari tollavgreiðslu.
2. stk. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um, hvørjir innflytarar kunnu tollavgreiða elektroniskt, á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram. Landsstýrismaðurin kann eisini seta treyt um, at loyvið til elektroniska tollavgreiðslu kann afturkallast.
3. stk. Verður loyvið, sambært stk. 1. givið, skal tollavgreiðslan bert fara fram elektroniskt.
§ 10b. 11) 20) Flutningsfyritøkur og speditørar hava skyldu at lata TAKS góðsupplýsingar elektroniskt.
Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um upplýsingarskylduna.
2. stk. 20) Í serligum førum kann TAKS gera undantak frá stk. 1.
6. Kapittul
Tollvirðið
§ 11.9) Tollurin verður roknaður av gjaldsskylduga virðinum.
2. stk. 20) Gjaldsskylduga virðið verður ásett eftir reglum, ið eru fyrisettar av landsstýrismanninum í samsvari við ásetingarnar í avtalu um nýtslu av grein VII í Almenna sáttmálanum um tollskráir og samhandil (GATT).
3. stk. Hesir kostnaðir skulu leggjast aftrat fakturaprísinum, um teir ikki longu eru umfataðir:
- Kostnaður keyparans til provisión og innballing,
- royalty ella licensavgjøld, sum keyparin hevur skyldu til at gjalda,
- partur av vinningi frá sølu, avhending ella nýtslu av innfluttum vørur,
- flutningskostnaður (flutningur, innskiping, handfaring og trygging) til innflutningsstaðið,
- omanfyri nevndu útreiðslur skulu býtast lutfalsliga upp á nettovektina á sendingini.
Hesir kostnaðir kunnu dragast frá fakturaprísinum, treytað av at tað týðuliga framgongur, at teir eru íroknaðir í fakturanum, og treytað av at hesir kostnaðir eru settir fyri seg sjálvar:
- flutningskostnaður aftan á innflutningsstaðið,
- kostnaður viðvíkjandi byggi-, innleggingar- og monteringsarbeiði eins og viðlíkahaldi, og tekniskari hjálp veitt aftan á innflutning av hesum vørum,
- avsláttur,
- avgjøld á tolløkinum.
4. stk. Um tað veruliga virðið av einari vøru ikki kann ásetast sambært reglunum omanfyri, verður virðið ásett av tollmyndugleikunum í samsvari við GATT-reglurnar annars.
5. stk. Fyri tollavgreiðslu, ið ikki kemur undir § 13, 2. og 3. stk., verður umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra gjørd eftir gjaldsoyravirðinum tann dagin, tá ið tollavgreiðslan fer fram.
6. stk. Fyri vørur, ið koma undir § 13, 2. og 3. stk., verður umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra gjørd eftir gjaldsoyravirðinum tann dagin, tá ið tollavgreiðslan fer fram, tó ongantíð seinni enn tann dagin, tá vøran er tollskyldug sambært § 12.
7. stk. Gjaldsskylduga virðið av vørum, ið hava verið uttanlands til umvælingar ella umbyggingar, er virðið av tilfari, ísettum lutum, arbeiðsløn og øðrum kostnaði í hesum sambandi, her íroknað cif kostnaður til tolløkið.
8. stk. Ikki verður við innklarering roknað við avsláttri, uttan so at hesin er frádrigin sjálvum fakturaprísinum.
7. Kapittul
Tollskylda, tollgjald, tollviðgerð og upprunaváttan
§ 12. 3) 4) 9) Tollurin fellur til gjaldingar, tann dagin, tá tollavgreiðsla fer fram. Fyri vørur, ið koma undir § 13, stk. 2 og 3, fellur tollurin tó til gjaldingar, so skjótt sum vøran er uppskipað á tolløkinum ella - um vøran ikki verður uppskipað, og tað ikki eru vørur, sum beinleiðis verða førdar víðari við sama skipi - tá ið vøran er komin til tolløkið.
2. stk. Vørur, ið verða uppskipaðar á tolløkinum til víðari flutning til annað land (transit), sleppa undan tolli eftir nærri treytum, ið eru ásettar av tollvaldinum.
3. stk. 20) Vørur eiga bert at vera uppskipaðar á plássum, sambært landsstýrismansins fyriskipan.
§ 13. 2) 5) 11) 20) Vørur mugu ikki verða útflýggjaðar, áðrenn tollavgreiðsla er framd, og um tær eru tollskyldugar, áðrenn tollurin er goldin. Verður hetta kortini gjørt, stendur skiparin, flutningsfyritøkan ella speditørurin til svars fyri, at tollurin verður goldin, og kann hesum haraftrat áleggjast sekt.
2. stk. 20) TAKS hevur heimild til at gera undantak frá hesi reglu, soleiðis at innflytarar kunnu fáa vørurnar beinleiðis útflýggjaðar. Treytirnar fyri hesum eru, at vørurnar verða tollavgreiddar elektroniskt, at peningatrygd verður veitt, og at tollur og avgjøld verða goldin innan eina nærri ásetta tíð. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undantøkum
3. stk. 20) Í serligum føri kann TAKS eftir umsókn geva flutningsfyritøkum og speditørum loyvi at flyta vørur beinleiðis til móttakaran, treytað av at tollavgreiðslan verður gjørd elektroniskt, og at trygd frammanundan er veitt fyri tolli og avgjøldum. Flutningsfyritøkan ella speditørurin ábyrgist fyri og hevur ábyrgd av, at tollur og avgjøld verða goldin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann áseta nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undantøkum, umframt at áseta reglur um, hvussu skjøl viðvíkjandi tollavgreiðsluni skulu goymast.
4. stk. 20) TAKS kann krevja trygd frá flutningsfyritøkum og speditørum fyri toll og avgjøld á vørum, ið verða útflýggjaðar uttan loyvi frá TAKS.
§ 14. 3) 5) 6) 20) Allir vinnuligir innflytarar hava skyldu at skáseta seg hjá TAKS. Almennir stovnar, herundir kommunalir, koma undir somu skyldu.
2. stk. 20) TAKS tillutar virkjum og stovnum, sum innflyta vinnuligt, eitt skrásetingartal (v-tal). Talið og skrásetta virkisnavnið skal nýtast í einum og hvørjum samskifti við TAKS.
3. stk. Sum vinnuligur innflutningur er at skilja innflutningur, sum hevur beinleiðis samband við vinnuvegin hjá innflytaranum.
4. stk. 20) Hevur virkið fleiri skrásetingartøl, kann TAKS tilluta virkinum eitt høvuðstal.
§ 15. 3) (strikað)
§ 16. Innflytarin hevur skyldu at fylla út og geva tollvaldinum øll skjøl og allar neyðturviligar upplýsingar, sum skulu til fyri at fremja tollingina (skrásetingarnummar, faktura, farmabræv, farmagjaldsrokning, tollingaráheitan og upprunastaðfesting).
2. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann áseta serligar fyriskipanir um tollviðgerð av sendingum, ið hava eitt tollvirði yvir kr. 3.000.
3. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann áseta serligar fyriskipanir um tollviðgerð av sendingum, ið hava eitt tollvirði uppá kr. 3.000 og undir.
4. stk. Í fyriskipanum, ið verða settar sambært 3. stk., kann ásetast, at tollviðgerð kann gerast uttan vørunummar sambært toll- og vøruskránni og uttan at nettovektin verður sundurgreinað upp á tær á fakturanum nevndu vørur og við at uppruni verður váttaður á fakturanum (frumskjal 2 til toll- og vøruskránna).
5. stk. 20) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um tænastugjald, tá ið umtolling fer fram smb. 2. og 3. stk.
§ 17. 20) Tollur verður uppkravdur eftir ásetan landsstýrismansins og við atstøðu frá løgregluni og postverkinum.
§ 17 a. 9) Verður staðfest, at tollavgreiðslan ikki hevur verið røtt, og broyting tí verður gjørd, fellur skylduga upphæddin til gjaldingar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at broytingin er gjørd.
§ 18. 20) Er tollur ikki greiddur í seinast lagi 2 mánaðir aftaná, at vøran er uppskipað á tolløkinum ella um vøran ikki verður uppskipað, tá vøran er komin til tolløkið,kann tollvaldið selja vørurnar fyri rokning móttakarans við almenna uppboðssølu til rindan av tolli v.m., ella kann tollvaldið fyri ábyrgd móttakarans, koyra vørurnar burtur undir tolleftirliti. Er talan um vørur, ið eftir lóggávuni ikki mugu seljast á tolløkinum, skal tann, ið hevur vørurnar í varðveitslu sum skjótast aftaná, at 2 mánaða freistin er úti, útvega, at vørurnar verða fluttar av aftur tolløkinum ella burturbeindar undir tolleftirliti.
7 a. Kapittul
Fríøkir og frígoymslur
§ 18a. 4) 20) Sum frígoymsla er at skilja hølir, ið eru á føroyska tolløkinum, og undir eftirliti av TAKS, men har ið vørurnar á goymsluni, hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, verða mettar at verða uttanfyri føroyska tolløkið.
2. stk. 20) TAKS kann á støðum, har ið serligur tørvur er, geva loyvi til, at sett verður á stovn frígoymsla til almenna nýtslu til at leggja upp vørur frá útlandinum í stytri ella longri tíð, uttan at tollur, mvg ella punktgjald skal rindast fyri tær.
3. stk. 20) Vanligu toll- og avgjaldsreglurnar fyri innflutning og tolleftirlit eru galdandi fyri vøruflutning frá frígoymslu og til restina av føroyska tolløkinum. TAKS kann til vernd av toll- og avgjaldsviðurskiftum og til fremjan av teimum uppgávum, sum annars eru álagdar TAKS at røkja, fyriskriva reglur um eftirlit við frígoymslum.
4. stk. Persónlig nýtsla av ótollaðum vørum, ið eru á frígoymslu er bannað, eins og keyp, móttøka, søla ella avhendan av nevndu vørum til persónliga nýtslu eisini er bannað.
5. stk. Á frígoymslu kunnu, um ikki annað er serliga fyriskrivað, leggjast alt slag av vørum uttan mun til mongd, uppruna, hvørjum landi vøran kemur frá og er ætlað til.
6. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um í hvønn mun og undir hvørjum treytum høgt tollaðar vørur, sum mugu metast at vera undir serligum vanda fyri at verða smuglaðar, kunnu leggjast upp á frígoymslu.
7. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um stovnan, innrættan og nýtslu av frígoymslum, um ábyrgd hjá loyvishavara fyri tolli og avgjøldum, um trygdarstillan fyri tolli- og avgjøldum av teim vørunum, ið førdar verða á frígoymslu, um afturtøku av loyvum og nær ið loyvið annars fellur burtur.
§ 18b. 4) 20) Sum fríøki er at skilja ávíst økið á føroyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av TAKS, men sum, hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, verður mett at verða uttan fyri føroyska tolløkið.
2. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann í samráð við TAKS geva loyvi til at seta á stovn fríøki til almenna nýtslu, og tá ið talan er um íðnaðarvirksemi og serligur tørvur er á tí, geva loyvi til at seta á stovn fríøki til privata nýtslu. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari reglur fyri fríøkjum, herundir eisini treytir fyri loyvisgevanini og fyri rakstrinum av fríøkjum.
3. stk. Vørur, ið verða fluttar av fríøki inn á føroyska tolløkið, verða roknaðar sum innflutningur, og eru vanligu toll- og avgjaldsreglurnar fyri innflutning at galda eins og reglurnar í kap. 9 um tolleftirlit eisini eru galdandi fyri fríøkir.
4. stk. 20) Fríøkisvirksemi og tey virkir og goymslur, ið eru á fríøkinum, koma undir tær reglur, ið ásettar verða av landsstýrismanninum og TAKS um eftirlit til vernd av toll- og avgjaldsáhugamálum og fyri annars at fremja tær uppgávur, ið álagdar eru TAKS at røkja. Hesar reglur vera galdandi bæði á markinum við fríøkið og á fríøkinum.
5. stk. 20) TAKS hevur rætt til allastaðni á einum fríøki at kanna flutningsfør og at eftirkanna persónar, tá ið hetta fer fram í samsvar við reglurnar í § 30, stk. 2 og 3.
6. stk. 20) Í tann mun TAKS metir tað neyðugt til útinnan av eftirlitinum við fríøki, skal loyvishavari fyri egnan kostnað gera og viðlíkahalda gyrðingar av økinum, og á líknandi hátt stilla hóskandi høli á økinum til taks til TAKS, um hetta verður kravt.
7. stk. Í einum fríøki kunnu, um ikki annað er serliga fyriskrivað, goymast vørur av einum og hvørjum slag uttan mun til mongd, uppruna, hvørjum landi vøran kemur frá ella er ætlað til.
8. stk. Persónlig nýtsla av vørum í einum fríøki, sum eru fluttar hagar uttan at vera tollgreiddar, ímóti frítøku, ella afturrindan av avgjøldum, er bannað, eins og keyp, móttøka, søla ella avhendan av nevndu vørum til persónliga nýtslu bannað.
9. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, í hvønn mun og við hvørjum treytum høgt tollaðar vørur, sum mugu metast at vera undir serligum vanda fyri at vera smuglaðar, kunnu leggjast á goymslu á fríøki.
10. stk. 20) Stovnan av íðnaðarvirksemi kann bert fremjast á fríøki við loyvi frá landsstýrismanninum. Í slíkum málum skal landsstýrismaðurin leita sær ummæli frá TAKS, áðrenn loyvi verður givið.
8. Kapittul
Vanligar reglur
§ 19. 3) 5) 8) 10) (Strikað)
§ 20. Ein og hvør, ið regluliga flytur inn vørur, kann biðja tollvaldið um at taka avgerð um, hvar vøran skal flokkast smb. vøruskránna. Umbønin, ið skal vera skrivlig, skal vera hjáløgd allar upplýsingar sbr. § 16, 1. stk. Avgerð tollvaldsins um vøruflokking er bindandi í 2 ár, frá tí hon er tikin.
§ 21. 2) 6) Tollur, ið er fallin til gjaldingar, kann verða innheintaður við panting.
2. stk. 20) TAKS fremur tollpanting.
§ 22. Tollvaldið hevur eftirlit við øllum inn- og útflutningi frá tolløkinum.
2. stk. 20) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri uppkrevjan av tolli og neyðugar eftirlitsreglur. Somuleiðis kann landsstýrið áseta reglur fyri avskipan og avgreiðslu av vørum, ið verða sendar frá tolløkinum.
§ 23. 8) 20) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um avgreiðslutíðina hjá TAKS og um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur, sum fara fram aftaná avgreiðslutíð.
2. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tænastugjøld í sambandi við tolling og umtolling.
3. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tænastugjøld fyri avgreiðslur í førum, tá elektroniskar sjálvgreiðslur ikki verða brúktar.
§ 24. 1) Tollur verður vanliga ikki afturrindaður. Tó kann tollvaldið skipa soleiðis fyri, at tollur kann verða afturrindaður fyri vørur, ið verða endursendar ella endurútfluttar, tá ið umstøðurnar við eftirkanning í hvørjum einstøkum føri tala fyri hesum. Eftir somu treytum fær tollvaldið heimild til at endurrinda umrødda toll, tá ið vørur, sum eru framleiddar á tolløkinum, verða útfluttar.
2. stk. 20) Innflutningur av fiski, skeljadýrum, lindýrum og øðrum ryggleysum vatndýrum til útflutningsfyritøkur, hvørs søla beinleiðis ella óbeinleiðis í høvuðsheitum er til útlond, kann fara fram, uttan at tollur skal rindast í sambandi við innflutning. Eftir umsókn kann loyvast, at aðrar vørur, sum í høvuðsheitum verða nýttar í útflutningsfyritøkum, hvørs søla beinleiðis ella í høvuðsheitum er til útlond, kann fara fram uttan, at tollur skal rindast í sambandi við innflutningin.
3. stk. Tollvaldinum verður heimilað at seta nærri reglur fyri eftirlitið við, at treytirnar í 2. stk. verða hildnar.
4. stk. Vørur, ið fáa tollin niðursettan orsakað av lógarbroyting, kunnu ikki fáa tollin afturrindaðan smb. 1. stk.
§ 25. 3) 20) Tá ið tolllætti ella annar fyrimunur kann fáast fyri vøru, sum útflutt verður sambært millumlanda avtalu, sum danska ríkisstýrið ger Føroya vegna ella av øðrum grundum, skal TAKS, tá ið biðið verður um tað, vera til handa, um neyðugt er, við upplýsingum, váttanum viðvíkjandi uppruna, tollendurgjaldi v.m.
2. stk. 20) TAKS kann sambært nærri ásettum treytum geva samtøkum, sum biðja um tað, góðkenning at geva út tey í 1. stk. tilskilaðu skjølini.
3. stk. 20) Í teimum førum, tá ið myndugleikarnir í einum stati, sum ratificerað hevur sáttmálan um stovningina av tí europeiska Fríhandilssamtakinum ella associeringssáttmála av tí, ella tá ið kommissiónin fyri Europeiska Felagsskapin ynskir at kanna eftir rættleikanum av skjølum viðvíkjandi uppruna, tollendurgjaldi v.m. viðvíkjandi vøru, sum útflutt er hiðani til viðkomandi statsøki og annars í føri, tá ið mál kemur upp, sum er rímilig grundgeving fyri at seta í verk slíka kanning, kann TAKS krevja vinnurekandi upplýsingar um viðurskifti, ið hava týdning fyri kanningina, og so langt endamálið ger tað neyðugt, eftirkanna høli, roknskapartilfar, brævaskifti v.m. hjá viðkomandi virki.
4. stk. 20) Landsstýrismanninum er heimilt at fyriseta gjøllari reglur viðvíkjandi starvi hjá nevndu myndugleikum eftir 1. og 3. stk.
§ 26. 20) Í samráð við ríkismyndugleikarnar verður landsstýrismanninum heimilað at góðkenna alheims- ella samnorrønar sáttmálar um samstarv viðvíkjandi tolli.
9. Kapittul
Tolleftirlit
§ 27. 9) Tollvaldið uppkrevur toll og avgjøld á vørum, ið verða innfluttar á tolløkið ella útfluttar av tolløkinum, og ger tað neyðuga eftirlitið.
2. stk. Tollvaldið hevur rætt til ótarnað at ferðast alla staðni fram við strondunum, á havnum, flogvøllum og atløguplássum, og at gera eftirlit av vørum í pakkhúsum við strendur, í havnum og á flogvøllum.
3. stk 20) Øll, ið koma undir hesa lóg, hava skyldu at leggja fyri TAKS, tá ið hetta verður kravt, øll skjøl, ið kunnu vera til sannan av teimum gjøldum, ið verða áløgd við innflutningi.
4. stk. 20) TAKS hevur heimild til at koma á staðið fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum hon heldur eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg.
§ 27 a. 18) Tollvaldið hevur eftirlit við, at tað ikki í sambandi við innflutning av vørum til føroyska tolløkið, útflutning ella transit av føroyska tolløkinum verða framd brot á forboð ímóti innflutningi, útflutningi ella transit, sum eru ásett av trygdar-, heilsu-, djóralaeknafrøðiligum-, plantupatologiskum, gjaldoyra- ella øðrum orsøk um. Tollvaldið hevur herundir eftirlit við tøkum peningi, sum er í sendingum.
2. stk. Løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum senda tøkan pening samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, skulu boða tollvaldinum frá sendingini í seinasta lagi í sambandi við, at sendingin kemur til føroyska tolløkið ella fer úr føroyska tolløkinum. § 27 b um fyrisitingarligt
eftirhald verður nýtt samsvarandi.
3. stk. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann við kunngerð áseta reglur um elektroniska fráboðan av tøkum peningi.
§ 27 b. 18) 19) Tollvaldið kann eftirhalda tøkan pening, samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, sum tollvaldið kemur framá í sambandi við eftirlit. Tøkur peningur kann eftirhaldast, tá hildið verður, at hann kemur frá broti ella fer at verða nýttur til brot á revsilógina ella aðra lóggávu, sum er undir almennari lógsókn. Tá eftirhald verður sett í verk, verða reglurnar í kapittli 87 í raettargangslógini um inndrátt nýttar við teimum broytingum, sum fylgja av 1. og 2. pkt. Eftirhald kann harnæst gerast fyrisitingarliga í upp til 72 tímar við atliti at nærri kanning av, um tøki peningurin kann setast í samband við lógarbrot, sum umrødd eru í 2. pkt.
§ 28. 3) Skip og flogfør á tolløkinum og onnur flutningsfør, ið flyta óavgreiddar vørur, eru undir tollvaldsins eftirliti. Tollvaldið hevur rætt til at gera tær kanningar, ið eru neyðugar, allastaðni í hesum flutningsførum.
2. stk. 20) Skip, ið tollvaldið ætlar at kanna, og sum sigla í føroyskum tolløki, skulu leggja at føroyskari bryggju, tá ið tollvaldið krevur tað. Skip í skaðaleysari gjøgnumsigling eru undantikin hesum kravi
3. stk. Tann, ið førir eitt av teimum í 1. og 2. stk. nevndu flutningsførum, hevur skyldu at geva og prógva tær fyri eftirlitinum neyðugu upplýsingarnar um far, manning, ferðafólk og farm v.m., ið er umborð, og at ávísa og opna allar atgongdir til last, rúm og goymslur.
4. stk. Uppskipan og avskipan av vørum og ílandsetan og móttøka av ferðafólki má bert fara fram á støðum, ið eru góðkend av tollvaldinum. Tollvaldið kann tó í serligum førum loyva, at uppskipan og avskipan kunnu fara fram á øðrum støðum.
5. stk. Tollvaldið ásetur, hvar ílandsetan av ferðafólki, ið kemur til tolløkið, kann fara fram.
6. stk. Tá ið sett verður á stovn ferðafólkarutusamband millum tolløkið og støð uttanlands, kann tollvaldið krevja, at tað uttan kostnað fyri tollvaldið, eru hølir við neyðugari útgerð v.m. til taks hjá tollvaldinum at gera ferðafólkaeftirlit í.
7. stk. Tollvaldið kann krevja, at øki, har vørur verða uppskipaðar ella avskipaðar og/ella har ferðafólk verða sett í land, verða avstongd á tørvandi hátt og uttan kostnað fyri tollvaldið, og at farast má ikki ígjøgnum sovorðin øki uttan loyvi frá tollvaldinum.
8. stk. 20) Fyritøka, ið rekur ferðafólkaflutning ella tann, ið førir skip ella flogfar, sum flytur ferðafólk til ella úr Føroyum, hevur skyldu at lata tollvaldinum tøkar upplýsingar um ferðafólk og manning til tolleftirlitsendamál. Tollvaldið kann fáa beinleiðis atgongd til skipan hjá tí, ið rekur ferðafólkaflutning. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um upplýsingarskylduna, harundir at upplýsingarnar skulu latast ella gerast tøkar fyri tollvaldinum elektroniskt í serligum formati.
9. stk. 20) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at havnarmyndugleikar og flogferðslumyndugleikar skulu lata tollvaldinum tøkar upplýsingar um komu og fráferð hjá skipum, bátum og flogførum, um uppskipan og avskipan
av vørum og um ílandsetan og umborðtøku av ferðafólki.
§ 28a. 2) 20) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, í hvønn mun og undir hvørjum treytum skip og flogfør kunnu taka við og proviantera toll- og avgjaldsfrían proviant og aðrar neyðsynjarvørur at nýta umborð ella at selja til ferðafólk.
§ 29. Ferðandi, ið ferðast til ella frá tolløkinum, skulu við komu og fráferð, uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og skulu annars, tá ið tollvaldið krevur tað, steðga til tolleftirlit.
2. stk. Persónar, ið hava verið umborð á skipum ella flogførum, ella sum ferðast fram við strondunum, í havnum, á flogvøllum og atløguplássum, skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, steðga til tolleftirlit.
3. 20) Ferðandi til ella frá tolløkinum, sum hava við sær tøkan pening samsvarandi 10.000 evrur ella meira, skulu, uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og hava skyldu at boða tollvaldinum frá øllum tøkum peningi, tey hava
við sær. § 27 b um fyrisitingarligt eftirhald verður nýtt samsvarandi.
4. stk. 20) Teir í stk. 1-3 nevndu persónar og persónar umborð á skipi og flogfari, skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað. Eru tekin um ólógligt virksemi í sambandi við flutning av tøkum peningi, kann tollvaldið krevja, skráseta og viðgera upplýsingar um persónin og tøka peningin. Tollvaldið kann krevja skjalprógvan av upplýsingunum.
5. stk. Teir í 2. stk. nevndu persónar, ið hava verið umborð á skipum ella flogførum, kunnu bert taka vørur frá flutningsfarinum, sum hava verið givnar upp til tollvaldið, áðrenn tær verða tiknar í land.
6. stk. Teir í 1. og 2. stk. nevndu persónar hava skyldu til fyri tollvaldinum at geva fráboðan um allar vørur, ið viðkomandi hav við, og at geva tær fyri eftirlitinum neyðugu upplýsingar. Teir skulu harumframt ávísa øll rúm og goymslur í viðføri v.m. og í møguligum flutningsførum, og í tann mun, tollvaldið ynskir tað, skulu teir pakka upp viðføri v.m.
7. stk. 20) Tær í stk. 6. nevndu fráboðanir og upplýsingar kunnu gevast munnligt, tá ið vørurnar ikki verða innfluttar við vinnuligum endamáli, uttan so at tollvaldið heldur tað vera neyðugt, at fráboðanirnar og upplýsingarnar skulu gevast skrivliga.
8. stk. Á støðum, har vavið av ferðafólkum talar fyri hesum, kann tollvaldið áseta, at persónar, ið koma til tolløkið kunnu geva fráboðan til tollvaldið við at fara ígjøgnum eftirlitsøki, har tvær gongdir eru, har onnur er merkt "ongar vørur at fráboða", og hin er merkt "vørur at fráboða". Persónar, ið fara ígjøgnum gongdina "ongar vørur at fráboða", hava við hesari gerð, fráboðað tollvaldinum, at teir ikki hava vørur við, ið eru toll- og avgjaldsskyldugar, ella vørur, ið koma undir serligar innflutningsásetanir.
9. stk. Tollvaldið hevur heimild at seta eftir, og steðga persónum, ið bera seg undan, ella sum mugu ætlast at bera seg undan eftirlit tollvaldsins, og sum hava ella mugu ætlast at hava óavgreiddar vørur við sær. Tollvaldið hevur harumframt rætt til í sovorðnum førum, at gera eftirlit í húsum, flutningsførum v.m., tá ið hetta verður gjørt beinleiðis í sambandi við eftirsetingina.
10. stk. 20) Ásetingin í stk. 9 er somuleiðis galdandi fyri persónar, sum hava ella kunnu ætlast at hava við sær tøkan pening, samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, ella sum hava ella kunnu ætlast at hava við sær vørur, sum av
trygdarorsøkum, heilsuorsøkum, djóralæknafrøðiligum orsøkum, plantupatologiskum orsøkum, gjaldoyra orsøkum ella øðrum orsøkum eru bannaðar innflutningi, útflutningi ella transit.
§ 30. 18) Tollvaldið hevur rætt til at eftirkanna persónar, ið ferðast til ella frá tolløkinum, sum eru ella hava verið umborð á skipum ella flogførum, ella sum ferðast fram við strondunum, í havnum, á flogvøllum ella atløguplássum.
2. stk. Eftirkanning av persónum skal fara fram so varliga sum gjørligt og ikki longur enn endamálið krevur tað.
3. stk. 20) Eftirkanning, ið ikki bert avmarkast til uttanáklæðini, má bert gerast, tá ið nóg góðar grundir eru til at halda, at viðkomandi hevur nakrar ólógligar vørur uppi á sær v.m. Tann, ið eftirkannaður verður, kann krevja sær vitni at vera hjá undir eftirkanningini. Til eftirkanningina krevst, t tann, ið kannar ella hjástaddur er, skal vera av sama kyni, sum tann, ið eftirkannaður er.
4. stk. Eftirlit kann við samtykki frá tí ferðandi gerast við røntgen ella aðrari gjøgnumlýsing.
9 a. Kapittul
Rentur og innheinting 20)
§ 30a. 5) 8) 9) 10) 12) 16) Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Eisini verður renta roknað av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánaða frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
2. stk. 10) (Strikað)
10. Kapittul
Reglur um revsing
§ 31. 18) Við sekt verður hann revsaður, ið við tilætlan ella av grovum ósketni:
- Ikki boðar tollvaldinum frá vørum, ið verða fluttar inn á ella av tolløkinum, ella vørum, ið verða fluttar inn á ella frá fríhavn, ella frígoysmlu á tolløkinum, tá ið hetta er ásett í fyriskipan smb. hesi lóg.
- Burturflytur vørur, ið eru undir tollstongsli, ella sum eru á transitgoymslu.
- Brúkar ótollaðar vørur jbr. tó § 33.
- Brúkar vørur, ið eru frítiknar fyri toll og avgjøld eftir § 8.
- Selur ella á annan hátt avhendar vørur, ið eru frítiknar fyri toll og avgjøld smb. § 8, móti teimum fyri toll- og avgjaldsfrítøkuni ásettu treytum.
- Tekur vørur frá flutningsfari ella á annan hátt afturheldur vørur, ið eru givnar upp til útflutnings móti endurrindan av ella frítøku fyri toll og avgjøldum, ella móti fráskriving í upplag uttan at geva tað upp til tollvaldið.
- 20) Strikað
2. stk. Er gerðin framd við tilætlan til at sleppa undan at rinda toll ella avgjøld, verður hon revsað við sekt ella fongsul upp til 2 ár.
3. stk. 20) Á sama hátt, sum ásett í 2. stk. verður hann revsaður, ið við tilætlan ella av grovum ósketni selur ella á annan hátt avhendar, ognar sær ella á annan hátt tekur ímóti, flytur ella goymir smuglaðar vørur.
4. stk. Brot á 1-3 stk. hevur við sær skyldu at gjalda toll- og avgjaldsupphæddina fyri vøruna.
§ 32. Eru toll- og avgjaldsskyldugar vørur umborð á flutningsførum, ið eru komin til tolløkið, ið ikki eru upptiknar í farmaskjølini, og sum ikki eru fráboðaðar fyri tollvaldinum, eru vørurnar at rokna sum innsmuglaðar av ánaranum, uttan so at tað verður prógvað, at talan ikki hevur verið um roynd at smugla.
2. stk. Verður komið fram á far undir 120 tons netto innan fyri tolløkið við vørum umborð, ið hava toll- og avgjaldsupphædd, ið er í minsta lagi 300 kr., er talan um roynd at smugla, uttan so at tað verður prógvað, at farið ikki siglir við smugling í hyggju.
§ 33. 4) Persónlig nýtsla av vørum á fríøki ella frígoymslu, ið eru fluttar toll- og avgjaldsfrítt higar, ella móti frítøku fyri toll og avgjøld, er, undantikið loyvdari nýtslu av provianti í skipum, bannað. Keyp, móttøka, søla ella avhendan av teimum omanfyri nevndu vørum til persónliga nýtslu á einum fríøki ella frígoymslu er somuleiðis bannað.
§ 34. 18) Við sekt verður hann revsaður, ið uttan at gerðin kemur undir § 31 við tilætlan ella av grovum ósketni ella í fleiri førum innan fyri 2 ár, yvir fyri tollvaldinum til nýtslu í tollmálum:
- Gevur skeiva frásøgn.
- Leggur fram skeiv ella ófullfíggjað skjøl ella roknskapir.
- Annars gevur tollvaldinum skeivar ella villleiðandi upplýsingar.
- Gevur skeivar upplýsingar ella prógv fyri at fáa stuðul frá tollvaldinum ella góðkendur feløgum í sambandi við útgávu av teim í § 25 nevndu skjølum.
2. stk. Er gerðin framd tilætlað at sleppa undan at rinda toll ella avgjøld, ella fyri at fáa órættvíst at fáa frítøku ella endurgjald fyri toll ella avgjøld, verður hon revsað við sekt ella fongsul upp til 1 ár, undir skerpandi umstøðum við fongsul upp til 2 ár.
§ 35. 18) Við sekt ella fongsul upp til 6 mánaðir verður hann revsaður, ið uttan at gerðin fevnir um § 31, tilætlað ella av grovum ósketni:
- Brýtur ella tekur burtur ein av tollvaldinum ásettan tollstongsul ella ger hendan nyttuleysan, ella tekur burtur av tollvaldinum ásett eyðkennismerki.
- 20) Ikki kann vísa á vørur, ið eru undir tollstongsli fyri tollvaldinum.
§ 36. 7) 9) Við bót verður hann revsaður, ið tilætlað ella av grovum ósketni:
- 20) Ikki gevur upplýsingar, ið tollvaldið kann krevja av honum sambært § 28, stk. 3 og 8.
- 20) Ikki fylgir einum sambært § 27, stk. 2, § 28, stk. 3, 5, 6 ella 8 ásettum boði.
- 20) Brýtur ella roynir at bróta § 27 a, stk. 2, § 28, stk. 2, 4 ella 6 ella § 29, stk. 1-4 ella 6.
- Brýtur § 14, 1. stk.
- 20) Ikki letur upplýsingar elektroniskt sbrt. § 10b, stk. 1, sbr. tó § 10 b, stk. 2.
2. stk. Í fyriskipanum, ið ásettar verða smb. hesi lóg, kann revsing ásetast sum bót fyri hann, ið við tilætlan til ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskipanunum.
3. stk. (Strikað).
§ 37. 5) 6) Verður mett, at brotsgerðin ikki vil bera við sær harðari revsing enn bót, kann tollvaldið boða viðkomandi frá, at málið kann avgerast uttan rættarsókn, um hann játtar seg sekan í brotsgerðini og játtar at gjalda eina ásetta bót innan eina ásetta freist, ið eftir áheitan kann framleingjast.
2. stk. 20) Sektir, ið tollvaldið áleggur, fara í landskassan. Landsstýrismaðurin kann tó eftir fyriliggjandi umstøðum lætta um ella eftirgeva tílíkar sektir.
3. stk. Honum, ið avgerðin viðvíkur, kann innan eina freist, ið er 14 dagar aftaná at avgerðin er kunngjørd honum, krevja avgerðina skotna inn fyri Føroya rætt. Avgerðin skal innihalda upplýsingar hesum viðvíkjandi. Tollvaldið stílar fyri, at málið kemur fyri rættin. Persónar sleppa ikki undan at gera eftir avgerð tollvaldsins, til avgerð fyriliggur frá dómstólinum, við at biðja um at fáa málið skotið inn fyri rættin.
4. stk. 19) Viðvíkjandi teirri í 1. stk. nevndu fráboðan galda reglurnar í rættargangslógini um innihaldið í ákæruriti á sama hátt.
5. stk. Verður sektin goldin rættstundis ella verður hon eftir samtykt innheintað ella avsitin, fellur framhald av rættarsókn burtur. Sektir kunnu heintast inn við útpanting.
6. stk. 20) TAKS fremur pantingina.
7. stk. 19) Strikað
§ 37 a. 9) Tað kann áleggjast ánaranum av einum virki sekt fyri eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum, sjálvt um brotsverkið ikki kann roknast ánaranum sum tilætlað ella ósketni. Er eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum framt av einum partafelag, lutafelag ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum so.
§ 38. Loyvi, sum tollvaldið hevur játtað, kunnu takast aftur, um so er, at virksemi sambært hetta loyvi hevur við sær brot á hesa lóg ella fyriskipanir, ásettar sambært hesa lóg.
§ 39. 20) Vørur, ið finnast undir smugling ella roynd til tess, ella við kanning sambært § 29, stk. 9 og 10 verða tiknar í varðveitslu av tollvaldinum ella av løgregluni tollvaldsins vegna. Annars kunnu innsmuglaðar vørur ella aðrar vørur, sum tollur og avgjøld ikki eru rindað av, ella sum roynt hevur verið at sloppið undan at rinda toll og avgjøld av, takast í varðveitslu, ella hald kann leggjast á tær av teimum nevndu myndugleikum undir teimum treytum, ið eru ásettar í rættargangslógini §§ 845-850 um haldlegging á lutum, ið mettir verða at skula konfiskerast.
2. stk. Tá ið skyldugar toll- og avgjalds- og sektarupphæddir og sakarmálskostnaður eru goldin, verða vørur, sum eru tiknar í varðveitslu, ella sum hald er lagt á undir tí fyrivarni, at tær vanligu innflutningstreytirnar eru loknar, útflýggjaðar honum, ið tær tiknar í varðveitslu frá ella lagdar hald á hjá ella øðrum, ið prógva at hava rætt til vørurnar. Eru vørurnar ikki heintaðar áðrenn 2 mánaðir eftir, at tann mánaðurin er endaður, sum málið er endaliga avgjørt í, verða vørurnar seldar av tollvaldinum á uppboðssølu til frama fyri landskassan. Vørur, ið eftir tollvaldsins metan ikki kunnu seljast, kunnu tó eftir at freistin er útgingin, verða oyðilagdar undir eftirliti. Av tí upphædd, sum er innkomin av uppboðssøluni, verða fyrst tær almennu útreiðslurnar av goymslu og sølu og hereftir skyldugar toll- og avgjaldsupphæddir og sektarupphæddir og sakarmálskostnaður goldnar. Eitt møguligt yvirskot verður útgoldið ánaranum, um hann ger vart við seg, áðrenn 3 ár eftir uppboðssøluna og prógvar sín ognarrætt til tær seldu vørurnar.
3. stk. Tollvaldið kann smb. umsókn leingja ta í 2. stk. 2. pkt. nevndu freist, tó hægst til 1 ár.
4. stk. Viðvíkjandi trygd og innheintan av sektarkrøvum og sakarmálskostnaði er 2. stk. bert galdandi við teimum avmarkingum, ið eru ásettar í borgarligu revsilóg § 76 viðvíkjandi konfiskatión smb. somu lóg § 75, 2. stk.
§ 40. 20) Flutningsfør, ið hava verið nýtt til innsmugling ella roynd til innsmugling av vørum ella til flutning av sovorðnum innsmuglaðum vørum á tolløkið, kunnu haldast aftur av tollvaldinum ella av løgregluni tollvaldsins vegna, til tær toll- og avgjaldsupphæddir, sektarupphæddir og sakarmálskostnaður, ið skyldast av ánara ella skipara, manning ella øðrum í tænastu á flutningsfarinum, eru goldnar ella trygd veitt fyri hesum. Hendir hetta ikki áðrenn 2 mánaðir aftaná, at málið er endaliga avgjørt, kann ágóðin innheintast í flutningsfarinum.
2. stk. 19) Viðvíkjandi heimildini hjá nevndu myndugleikum at afturhalda eru tær í rættargangslógini §§ 845-850 fastsettu reglur um haldlegging av lutum, ið mettir verða at skula konfiskerast samsvarandi galdandi. Afturhaldan kann bert fremjast, tá hetta er neyðugt fyri at tryggja, at nevndu upphæddir verða goldnar. Hevði hann, ið hevði rætt yvir flutningsfarinum, tá ið tað var nýtt til innsmugling v.m., ikki rætt til at nýta tað, kann afturhaldan ikki fremjast.
11. Kapittul
Ígildissetan og skiftisreglur
§ 41. Henda lóg kemur í gildi 1. februar 1992. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum um innflutningsgjald, løgtingslóg nr. 9 frá 27. apríl 1961 við seinni broytingum um serligt innflutningsgjald, løgtingslóg nr. 32 frá 19. mai 1979 við seinni broytingum um eykainnflutningsgjald, løgtingslóg nr. 64 frá 23. august 1974 um lækking av innflutningsgjøldum orsakað av skipan fyri samhandilin millum Føroyar og Felagsmarknaðin og allar serskipanir fyri persónar, feløg og stovnar sambært hesum lógum.
2. stk. Tær eftir løgtingslógunum, sum nevndar eru í 1. stk., givnu kunngerðir v.m. verða framvegis í gildi í tann mun, tær ikki ganga ímóti hesi lóg.
3. stk. Vørur, ið eru komnar til tolløkið, áðrenn henda lóg kemur í gildi, og sum ikki eru tollavgreiddar áðrenn 1. mars 1992, koma undir hesa lóg.
Skjal 1
Skjal 2
Skjal 3
Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 102 frá 21.05.1993
2) Broytt við ll. nr. 60 frá 10.05.1994
3) Broytt við ll. nr. 4 frá 13.02.1996, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 við seinni broytingum úr gildi.
4) Broytt við ll. nr. 57 frá 20.02.1996
5) Broytt við ll. nr. 109 frá 13.06.1997, har § 2 er soljóðandi: Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 við seinni broytingum úr gildi.
6) Broytt við ll. nr. 100 frá 29.12.1998
7) Broytt við ll. nr. 24 frá 21.02.2000
8) Broytt við ll. nr. 171 frá 21.12.2001
9) Broytt við ll. nr. 35 frá 26.03.2002
10) Broytt við ll. nr. 92 frá 10.12.2002
11) Broytt við ll. nr. 118 frá 01.12.2003
12) Broytt við ll. nr. 121 frá 01.12.2003
13) Broytt við ll. nr. 123 frá 01.12.2003
14) Broytt við ll. nr. 44 frá 27.04.2005
15) Broytt við ll. nr. 130 frá 09.12.2005.
16) Broytt við ll. nr. 49 frá 16.05.2006, har § 11 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (Útg.: 19.05.2006).
17) Broytt við ll. nr. 59 frá 25.05.2009
18) Broytt við ll. nr. 33 frá 30.04.2011
19) Broytt við ll. nr. § 49 í 91 frá 07.06.2020, har § 79 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. (Útgivið: 10. juni 2020)
20) Broytt við ll. nr. 49 frá 04.05.2021, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir. (Útgivið: 05.05.2021)
Kunngerðir
- Nr. 95/2015 Hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya
- Nr. 37/2012 Flytigóðs
- Nr. 39/2010 Tænastugjald í samband við tolling og umtolling
- Nr. 11/2009 Tolling av postsendingum
- Nr. 74/2008 Loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum (tax free)
- Nr. 30/2006 Undantaksloyvi frá flutningsfeløgum og speditørum at flyta vørur beinleiðis til móttakaran
- Nr. 47/2004 Elektroniska tollavgreiðslu
- Nr. 37/2004 Undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti)
- Nr. 44/1958 Uppkrevjing av gjøldum v.m.
- Nr. 118/1994Proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólk
- Nr. 129/1997 Vørur á frígoymslu og fríøki
- Nr. 103/2018 Kunngerð um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya
- Nr. 113/2021 um tolleftirlit
- Nr. 73/2022 um upprunareglur
- Nr. 51/2023 um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur o.tíl. uttanfyri avgreiðslutíð
Nr. 95/2015 Hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya
Kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015
um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya
Broytt við kunngerð nr. 103 frá 20. juli 2018
Við heimild í § 6, litra a og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:
§ 1. 1) Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:
- Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol,
- heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
- í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av
a) øl ella
b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkohol.
Stk. 2. 1) Ístaðin fyri tær í stk. 1 nevndu nøgdir kann hin ferðandi flyta inn:
- 10 litrar av øl ella cider,
- 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
- 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.
§ 2. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt:
- Sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella
- sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
- sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
- tubbak: í mesta lagi 250 gr.
§ 3. Ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt:
- Luktilsi: í mesta lagi 50. gr
- Rakivatn: í mesta lagi 25 cl.
- Sukurlátavørur: í mesta lagi 3 kg.
- Sodavatn: í mesta lagi 10 litrar.
Stk. 2. 1) Ferðandi kunnu umframt nevndu vørur flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2.500 kr. u/mvg.
§ 4. 1) Vøra, ið hevur hægri virði enn 2.500 kr. u/mvg, kann ikki flytast inn tollfrítt og avgjaldsfrítt, men skal tollast í síni heild av samanlagda virðinum.
§ 5. 1) Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki flytast inn partvíst av einum ella fleiri ferðandi tollfrítt og avgjaldsfrítt, sjálvt um virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr. u/mvg.
§ 6. Tollfríur og avgjaldsfríur innflutningur av omanfyri nevndu vørum verður bara játtaður einum ferðandi eina ferð um samdøgrið.
Stk. 2. Treytin fyri tollfríum og avgjaldsfríum innflutningi er, at vørurnar eru til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál, og at hin ferðandi hevur vørurnar hjá sær í sínum persónliga viðføri, soleiðis at vørurnar verða vístar fram til tollviðgerð á staðnum.
Stk. 3. Vørur, ið havdar verða fyri onnur ella verða sendar sum ferðagóðs, lúka ikki treytirnar fyri tollfríum og avgjaldsfríum innflutningi.
Stk. 4. Vørur, ið koma inn í landið sum ferðagóðs, og síðani verða sendar aftur til seljaran uttanlands til umbýting o. a., skulu gjalda tollgjøld og avgjøld, tá ið vøran kemur aftur til Føroyar.
§ 7. 1) Ferðandi, ið taka við sær vørur umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri virði enn 2.500 kr. u/mvg, hava skyldu óbiðin at siga tollvaldinum frá.
§ 8. Tollvaldið hevur sambært §§ 29 og 30 í løgtingslógini rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað.
§ 9. Ferðandi skulu sjálv steðga til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur tað, sum kravt verður til eftirlit, og hava skyldu til at geva upp fyri tollvaldinum allar lutir og vørur, sum tey hava við sær úr útlondum, eins og tey hava skyldu til at siga frá øllum av týdningi fyri tollviðgerðina.
§ 10. Tann, ið við tilætlan ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í §§ 1-9 í hesi kunngerð, verður revsaður við bót.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 29 frá 28. mars 2012 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.
Notir
1) Broytt við kunngerð nr. 103 frá 20. juli 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 23. juli 2018)
Fíggjarmálaráðið, 2. juli 2015
Jørgen Niclasen (sign.),landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Útgivið: 3. juli 2015
Nr. 37/2012 Flytigóðs
Kunngerð nr. 37 frá 30. apríl 2012
um flytigóðs
Við heimild í §§6, litra b og 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Flytigóðs er undantikið tolli og avgjøldum treytað av, at eigarin veruliga flytur higar til tess at búsetast her í landinum og samstundis gevur upp bústaðin, hann hevur havt í útlandinum.
Stk. 2. Sum skjalprógv fyri at flutt er krevst ein flytiváttan frá bústaðarkommununi (fólkayvirlitinum), ið viðkomandi flytur til.
Stk. 3. Í samband við innflutning av flytigóðsi skal hann, ið flytur, útfylla og undirskriva eina flytigóðsváttan frá TAKS.
§ 2. Fyri at lutir kunnu flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, er tað ein treyt, at lutirnir eru ogn hjá honum sum flytur, at lutirnir eru brúktir av honum ella húski hansara, og at teir framvegis skulu brúkast av honum ella húski hansara.
Stk. 2. Lutirnir skulu hava verið ogn hjá honum sum flytur, ella húski hansara, í minsta lagi í 6 mánaðir, áðrenn flutt verður.
§ 3. Matvørur, tubbaksvørur og rúsdrekkavørur kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, sum flytigóðs.
§ 4. Brúkt motorakfør, bátar og flogfør kunnu flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, treytað av, at nevndu før hava verið ogn hjá honum sum flytur, og verið endaliga skrásett í navni hansara í minsta lagi í 6 mánaðir í tí landi flutt verður úr, áðrenn innflutningsdagin, og at eigarin hevur havt fastan bústað har í minsta lagi í 1 ár.
Stk. 2. Við endaliga skráseting er at skilja, at øll innflutnings-, og umsetningsgjøld eru goldin í tí landinum, sum flutt verður úr.
Stk. 3. Hvør persónur hevur bert loyvi til at flyta inn sum flytigóðs, 1 av hvørjum av nevndu førum.
§ 5. Motorakfør, bátar og flogfør, ið verða flutt inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, skulu bert verða til egna nýtslu og eigarin skal hava fylt 18 ár.
Stk. 2. Um nevndu før skifta eigara innan 1 ár frá innflutningsdegnum, fyri motorakfør frá skrásetingardegnum her í landinun, koma førini undir toll og onnur avgjøld eftir vanligum innflutningsreglum. Avgjaldsskylduga virði er keypsprísurin í útlandinum. Hava nevndu før verið endaliga skrásett í útlandinum í minni enn 5 ár, verður avgjaldsskylduga virði niðurskrivað við 10% fyri hvørt ár, av keypsprísinum. Hava nevndu før verið skrásett í útlandinum í 5 ár ella meira, verður avgjaldsskylduga virði niðurskrivað til 50% av keypsprísinum.
Stk. 3. Samsvarðandi stk. 2 verður avgjaldsskylduga virði ásett og niðurskrivað fyri nevndu akfør, sum ikki lúka treytirnar í § 4.
§ 6. Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi fellur burtur 1 ár aftaná, at flutt er.
§ 7. Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir kap. 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lyst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 13 frá 27. februar 1996 um flytigóðs.
Fíggjarmálaráðið, 30. apríl 2012
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Suni Leo (sign.)
Nr. 39/2010 Tænastugjald í samband við tolling og umtolling
Kunngerð nr. 39 frá 23. apríl 2010
um tænastugjald í samband við tolling og umtolling
Við heimild í § 16, stk. 5 og § 23, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtinglóg nr. 59 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Fyri sendingar, sum koma til tolløkið, skal tænastugjald á kr. 30,00 rindast til TAKS fyri skráseting í post- og innflutningsskipanini. Fyri sendingar, sum eru avgjaldsfríar, skal tó einki tænastugjald rindast.
§ 2. Fyri umtolling skal rindast eitt tænastugjald á kr. 200,00.
§ 3. Tænastugjøldini í § 1 og § 2 fella til TAKS.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 2. februar 2007 um tænastugjald í samband við tolling og umtolling.
Fíggjarmálaráðið, 23. apríl 2010
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Nr. 11/2009 Tolling av postsendingum
Kunngerð nr. 11 frá 6. februar 2009
um tolling av postsendingum
Við heimild í § 22, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Vørur, sum koma við posti, koma undir toll við vørurokning sum grundarlag. Um so er, at eingin vørurokning er, ella hon ikki er nóg gjølliga skrivað, og nøktandi vørurokning ikki kann útvegast, letur postverkið tollvaldinum sendingina at kanna innihaldið.
§ 2. Allar postsendingar skulu tollviðgerast sambært § 1. Postsendingar, sum ikki verða mettar at innihalda tollskyldugar vørur, ella vørur, sum eru bannaðar at innflyta, hevur postverkið tó heimild at útflýggja beinleiðis til móttakaran uttan um tollvaldið. Tollvaldið letur postverkinum neyðuga vegleiðing, viðvíkjandi hvørjar sendingar eru tollskyldugar ella bannaðar at flyta inn.
§ 3. Tollvaldið hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera kanningar av sendingum, ið koma í postinum. Eisini er tollvaldinum heimilað at vera við og kanna, hvussu sundurskiljingin av brævsendingum sambært § 2 fer fram.
§ 4. Postverkið hevur skyldu til at geva tollvaldinum allar tørvandi upplýsingar í samband við útrokning av tollinum og vera til handa, tá ið eftirkanning fer fram.
§ 5. Tær postsendingar, ið ikki eru loystar inn áðrenn nærri ásetta tíðarfreist, verða av postverkinum sendar aftur til sendaran.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 7. mars 1996.
Fíggjarmálaráðið, 6. februar 2009
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Nr. 74/2008 Loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum (tax free)
Kunngerð nr. 74 frá 04.07.2008
um loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum (tax free)
Við heimild í § 8, stk. 1 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Eftir umsókn kann TAKS geva loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum.
Stk. 2. Loyvi verður givið at selja til farandi og komandi ferðafólk.
§ 2. Áðrenn loyvi verður givið at seta á stovn tollfríar sølubúðir, skal loyvishavarin seta eina trygd, sum í minsta lagi skal vera kr. 100.000,- fyri tolli og avgjøldum.
§ 3. TAKS kann avgera, hvørjar vørur kunnu seljast í tollfríu sølubúðunum á flogvøllinum.
§ 4. Vørur, sum verða fluttar í tollfríar sølubúðir og tilhoyrandi hølir, skulu sum nærri tilskilað av TAKS, fráboðast til skrásetingar, sum tilgongd til sølubúð ella goymslu.
Stk. 2. Í fráboðanini skulu standa tær upplýsingar, sum TAKS sigur neyðugar, fyri at hava eftirlit við roknskaparførsluni hjá loyvishavarnum yvir tollfríari sølubúð.
Stk. 3. Vørur, sum verða tiknar úr tollfríari sølubúð, skulu fráboðast til tollgreiðslu eftir vanligum reglum í tolllógini um innflutning, ella skrásetast til útflutnings.
§ 5. Hølir, sum nýtast skulu til tollfríar sølubúðir og til goymslu av toll- og avgjaldsfríum vørum, skulu lúka tey trygdarkrøv, ið TAKS setur.
§ 6. TAKS hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera eftirlit í sølubúðum og hartil hoyrandi hølum, at eftirkanna vørur, sum eru á goymslu, roknskaparbøkur, annað roknskapartilfar og brævaskifti o.a.
Stk. 2. Loyvishavarin og starvsfólk hansara, skulu verða TAKS til handa, og geva allar upplýsingar, sum eftirlitið heldur neyðugar.
Stk. 3. Tað í stk. 1 nevnda tilfar, skal útflýggjast TAKS, um tað verður kravt.
Stk. 4. TAKS kann seta loyvishavarnum serlig krøv til roknskaparførslu o.a., sum loyvishavarin skal fylgja.
§ 7. Loyvishavarin av eini sølubúð, ábyrgdist fyri tolli og avgjøldum á vørum, sum undir eftirliti av TAKS verða staðfestar ikki at vera á goymslu ella sum ikki eru tiknar av goymslu eftir reglunum um vørufrágongd.
Stk. 2. Tollur og avgjøld á vørum, smb. stk. 1, verða ásett eftir teimum upphæddum, sum galda tann dagin eftirlitið var í tollfríu sølubúðini.
Stk. 3. Virðið á vøruni verður ásett eftir fakturavirðinum fyri vøruna, tá hon var flutt til tollfríu sølubúðina.
Stk. 4. Um einki fakturavirði er, kann virðið ásetast eftir meting av TAKS við atliti til hagtalsvirðið fyri somu vøru við sama vørunummari í toll- og vøruskránni, smb. reglurnar um virðisáseting í § 11 í tolllógini.
§ 8. TAKS kann nokta ella taka aftur loyvi til at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur hesa kunngerð ella treytirnar fyri loyvinum til at seta á stovn tollfríar sølubúðir.234
Stk. 2. TAKS kann nokta ella taka aftur loyvi til at seta á stovn tollfríar sølubúðir, um loyvishavarin missir ognar- og ella brúksrættin til sølubúð, ella kemur í gjaldssteðg.
Stk. 3. Í førum, har loyvi verður tikið aftur ella fellur burtur, skulu vørurnar, ið loyvishavarin hevur á goymslu tollavgreiðast beinanvegin, endurútflytast, ella við loyvi frá TAKS seljast øðrum, ella burturbeinast undir tolleftirliti.
§ 9. Brot á §§ 4-6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verður revsað við bót, hefti ella fongsul upp til 1 ár, um lóggávan annars ikki ásetur strangari revsing.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (útg. 11.7.08)
Fíggjarmálaráðið, 4. juli 2008
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Leo (sign.)
Nr. 30/2006 Undantaksloyvi frá flutningsfeløgum og speditørum at flyta vørur beinleiðis til móttakaran
Kunngerð nr. 30 frá 1. mai 2006
um undantaksloyvi frá flutningsfeløgum og speditørum at flyta vørur beinleiðis til móttakaran
Við heimild í § 10a, § 13, stk 3 og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:
§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn geva flutningsfeløgum og speditørum loyvi til at flyta vørur beinleiðis til móttakaran.
Stk 2. Loyvið er treytað av, at tollavgreiðsla og inngjalding fer fram elektronisk, og at trygd frammanundan er veitt fyri tolli og avgjøldum.
Stk. 3. Trygdin er í minsta lagi kr. 500.000.
§ 2. Flutningsfelagið og speditørurin ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á vøruni.
§ 3. Toll- og Skattstovan skal góðkenna goymsluhølini hjá fyritøkuni
Stk. 2. Fyritøkan skal lúka ásetingarnar í kunngerðini um minstukrøv til bókhald og roknskap.
Stk. 3. Tollskjøl, sum fyritøkan tollavgreiðir fyri vinnuligar innflytarar, skula útflýggjast til móttakaran av sendingini sum roknskaparskjøl. Flutningsfyritøkan skal hava eitt eintak av tollskjølunum eftir í skjalagoymslu síni sum eftirlitsskjal. Sum tollskjøl eru í hesum sambandi at skilja øll skjøl, sum skula liggja til grund fyri tollútrokningini av vøruni, sosum farmabræv, farmagjaldsrokning, útgreinað tollingaráheitan, fakturi, váttanir, loyvir og kreditnotur.
Stk 4. Tollskjøl, sum fyritøkan avgreiðir fyri innflytarar, sum ikki eru vinnuligir, skula latast Toll- og Skattstovu Føroya til tollavgreiðslu. Somuleiðis avgreiðslur og rættingar, sum ikki hava við sær tollrokning.
§ 4. Vørusendingar frá privatpersóni til privatpersón skula altíð áðrenn tær verða útflýggjaðar eftirkannast av Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 5. Vørur, sum verða tollavgreiddar undir hesi skipan, skula verða endaliga tollavgreiddar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at vøran er uppskipað á tolløkið, jf. § 12 stk. 1 í tolllógini.
§ 6. So skjótt vøran er uppskipað á tolløkið, skal hon skrásetast í góðsskipanina. Er tað eitt høvuðsgóðs, skal tað beinanvegin býtast sundur (splittast upp).
Stk 2. Toll- og Skattstova Føroya skal til eina og hvørja tíð hava møguleika fyri at kanna grundarlagið fyri yvirflytingum og broytingum av góðsupplýsingum.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann til eina og hvørja tíð kanna vørur og fraktsendingar. Fyritøkan skal verða eftirlitinum til handa og geva allar upplýsingar, sum eftirlitið metir verða neyðugar fyri at fremja eftirlitið.
§ 7. Fyritøkan hevur skyldu til at tryggja sær, at starvsfólk, sum tollavgreiður, hevur kunnleika til tollreglurnar, toll- og vøruskránna og upprunareglumar.
§ 8. Brýtur fyritøkan § 2, § 3, stk. 2, § 3, stk. 3, § 4 ella § 6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytirnar, kann Toll- og Skattstova Føroya taka loyvið eftir kunngerðini aftur.
§ 9. Flutningsfelag ella speditørur sum tilætlað ella av grovum ósketni brýtur ásetingarnar § 3, stk. 2, § 3, stk. 3 ella § 4 í hesi kunngerð kann revsast við sekt.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útg. tann 10. mai 2006)
Fíggjarmálaráðið, 1. mai 2006
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Nr. 47/2004 Elektroniska tollavgreiðslu
Kunngerð nr. 47 frá 12. juli 2004
um elektroniska tollavgreiðslu
Við heimild í § 10a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 verður ásett:
§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann gera avtalur við innflytarar um elektroniska tollavgreiðslu.
§ 2. Toll- og Skattstova Føroya kann bert gera avtalu við innflytarar, ið eru vinnurekandi.
Stk. 2. Í avtaluni skal verða ásett, á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram.
§ 3. Vinnuligir kontantkundar skulu gjalda toll og avgjøld elektroniskt yvir e-Tollskipanina fyri at fáa vøruna útflýggjaða.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 25. februar 2003 um elektroniska tollavgreiðslu.
Fíggjarmálaráðið, 12. juli 2004
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Nr. 37/2004 Undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti)
Kunngerð nr. 37 frá 7. juni 2004
um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðarmóti veiting av peningatrygd (tollkreditti)
Sum broytt við kunngerð nr. 40 frá 31.mars 2020.
Við heimild í § 13, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 verður ásett:
§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn loyva, at toll- og avgjaldsskyldugar vørur verða útflýggjaðar beinleiðis uttan tollgreiðslu, treytað av, at:
- tollgreiðslan verður gjørd elektroniskt,
- peningatrygd verður veitt fyri innflutningsavgjøldini.
Stk. 2. Trygdin, sum skal kunna rindast, skal svara til avgjøldini av móttiknum toll- og av-gjaldsskyldugum vørum ein miðal mánaða seinasta 12 mánaða tíðarskeiðið, tó í minsta lagi kr. 100.000,00.
Stk. 3. Almennir stovnar skulu ikki veita trygd sambært § 1, stk. 1, nr. 2.
§ 2. Tollur og avgjøld av teimum vørum, ið eru móttiknar í einum mánaði, skulu vera goldin í seinasta lagi 28. í mánaðinum eftir.
Stk. 2. Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli- og avgjøldum eftir reglunum í toll-lógini.
Stk. 3. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við útpanting eftir reglunum í tolllógini.
§ 3. Avvarðandi flutningsfelag skal skjótast til ber lata vørumóttakaranum uppgerð yvir tær vørur, ið eru útflýggjaðar sambært undantaksloyvi.
Stk. 2. Vørumóttakarin skal í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at vøran er komin, tollavgreiða vøruna elektroniskt.
Stk. 3. Fakturar, konossement, loyvir og onnur skjøl sum eru neyðug fyri rættari avgjalds-avgreiðslu, umframt tollrokning skulu goymast á virkinum. Hesi skjøl verða at roknað sum roknskaparlig skjøl, jbr. kunngerðina um minstukrøv til bókhald og roknskap.
Stk. 4. Toll- og Skattstovan kann krevja, at vørurnar ikki verða pakkaðar upp ella tiknar í nýtslu, fyrr enn hon loyvir hesum.
§ 4. Brýtur vørumóttakarin reglurnar í hesi kunngerð, kann Toll- og Skattstovan taka tað givna loyvið aftur.
Stk. 2. Toll- og Skattstovan kann eftir umsókn veita loyvi av nýggjum. Vørumóttakari, sum Toll- og Skattstovan hevur tikið loyvið frá, tí hann hevur brotið reglurnar í hesi kunngerð, kann tó ikki fáa loyvið aftur, fyrr enn 6 mánaðar aftaná, at hann misti loyvið, uttan so, at serligar umstøður tala fyri at víkja frá hesi tíðarfreist.
§ 5. Loyvir, ið eru givin við heimild í § 13, stk. 2 í tolllógini, í teimum førum tá innflytarin ikki hevur gjørt avtalu við Toll- og Skattstovu Føroya um elektroniska tollavgreiðslu, eru ikki galdandi, eftir at henda kunngerð er komin í gildi.
Stk. 2. Í serligum førum, tá ið umstøðurnar almikið tala fyri tí, kann Toll- og Skattstova Føroya gera undantak frá stk. 1 og gera avtalu við innflytarar um at leingja givna loyvið.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 4. oktober 2001 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti).
Fíggjarmálaráðið, 7. juni 2004
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Notir
1) Broytt við kunngerð nr. 40 frá 31.03.2020, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 30. september 2020. (Útgivið: 7. apríl 2020)
Nr. 44/1958 Uppkrevjing av gjøldum v.m.
Kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958
um uppkrevjing av gjøldum v.m.
Eftir heimild í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 um innflutningsgjøld v.m. fyrisetur landsstýrið fylgjandi:
A. Um skip, áðrenn tað kemur at tollstøð
§§ 1-61) (avtiknar)
B. Um skip við tollstøð
§§ 7-141) (avtiknar)
C. Skipsskjøl, uppskiping og fyrisetingar um proviant
§§ 15-181) (avtiknar)
D. Sigling oyggjanna millum
§ 191) (avtikin)
E. skip, sum fara av landi
§ 201) (avtikin)
§ 21. Fakturi skal fylgja øllum vørum, sum innflytast skulu til Føroyar sum farmur ella postur. Hesin fakturi ella eftirskjal av honum eigur at vera latin tollregluni, sum heimild hevur at krevja, at móttakari undir trúnartreytum váttar, at viðkomandi fakturi er beinur.
§ 22. Vørur, sum koma sum farmur, verða tollaðar eftir faktura, sum fylgir við, og um grundir eru til tess, samanborið við skjøl, sum tollreglan heldur tørva undir tollingini (t.d. vørulisti, generalangivelse og farmabrøv uppá viðkomandi vørur).
§ 23. 2)3)4) Á hvørjum faktura upp á eina sending skulu vørui vera gjølliga tilskilað:
- Vøruslag, nøgd og prísir verður soleiðis skrivað, at tað ikki kann verða misskilt. Tað er t.d. ikki nóg mikið, at vøran verður nevnd við kodunummari ella øðrum frámerki.
- Á fakturanum verður váttað:
a. hvussu nógvir avsluttaðir fakturar hoyra til sendingina
b. hvussu sendingin er pakkað og merkt, kollital og hvat hon vigar brutto og netto
c. faktura skal siga frá sølutreytum, t.d. cif, fob, o.t. - Avsendarin váttar, at fakturin er beinur.
- Gjaldstovan fær heimild til, um ikki allar tær undir 1-3 nevndu treytir eru loknar, at áseta freist fyri, at hesar verða loknar. Eru treytirnar ikki loknar og freistin úti, kann eingin tollavgreiðsla fara fram. Vørur, sum koma undir lóginnar § 1 nr. 3.05-3.09 (spirituosa og spritt, neman fult denaturerað spritt), skulu eisini hava tilskilað rúmprosent. Um tílík tilskiling vantar, og megin ikki á annan hátt er nóg skilliga próvførd, kann gjaldið verða kravt eftir hægsta tollstigi, uttan so, at innflytarin letur innihaldið kannað og síðani fyrileggur gjaldstovuni ella sýslumanni álítandi prógv um megina. Spiritus, sum apotek flyta inn sum medisintilfar, tørvar onga tilskiling á vørulistanum um megina.
Ivamál, sum standast av vantandi upplýsingum í fakturum, koma tollregluni til góðar, og um tað bert er viðfáningur ella av øðrum orsøkum ongin grund er at endurrinda tollin, verður heldur ongin endurrinding seinni, sjálvt um tað eftirsíðani verður próvført, at vøran er komin undir hægsta tollstig. Um so er, at móttakari vil ikki hava vøru tollaða eftir fyrrnevndu reglu, má hann útvega ívantandi upplýsingar (møguligt nýggjan fullgóðan faktura) frá sendaranum, áðrenn hon verður tollað.
§ 24. Tollreglan eigur annars altíð heimild at eftirkanna vørur, sum komnar eru. Í slíkum førum má móttakari pakka upp og samanaftur, umframt at hann útvegar tey amboð, sum tørva til vigingar og mál.
§ 25.5)(avtikin)
§ 26.6)(avtikin)
§ 27.4) Tollvaldinum verður heimilað at avgreiða smásendingar uttan gjald.
§ 28.7)(avtikin)
§ 29. Føroya gjaldstova er heimilt at geva undantaksloyvi undir eftirliti til fylgjandi vørur:
a) Neyðsynjarvørum til skip og flogfør, meðan tey eru undir Føroyum. Gjaldfríur er bert tann parturin, sum skipið hevur inni, tá tað kemur. Vørur sum sendar verða um skipaavgreiðslu her seinni til nýtslu umborð á skipi, koma undir toll.
Uttanfyri Tórshavn kann tollstova á staðnum geva undantaksloyvi fyri tollin:
b-1) Av brúktum lutum, sum inn koma sum gávur ella arvur til ómúgvandi, treytað av, at innflytari undir trúnartreytum váttar, at lutirnir eru ætlaðir til nýtslu hjá honum sjálvum (og húsi) og ikki til sølu.
b-2) Av gávum til nýtslu hjá góðgerandi stovnum o.t., tó bert um gevarin býr uttanfyri Føroyar.
b-3) Brúðarútgerð, men eftir fylgjandi reglum:
- Próvførast skal, at innflytarin er útlendingur ella um so er ikki, váttan frá yvirvaldi, møguligt váttan frá 2 monnum á heimstaði hansara, at innflytarin hevur verið búsettur uttanfyri Føroyar í minsta lagi í 2 ár undan flytingini higar.
- Viðkomandi innflytari skal sjálvur skriva undir nakað soljóðandi váttan:
,,Undirskrivaði . . . . . . . . . . , sum flytur úr . . . . . . . . . til tess at búseta seg í Føroyum í . . . . . . . . . ., gevi upp til innflytingar uttan um tollin fylgjandi lutir, sum komnir eru við ms . . . . . . úr . . . . . . . . . . (merki, nr. stykkjatal, vekt og innihald).
At hesir lutir, sum eg ynski mær uttanum tollin eftir § 3 b í tolllógini, sum er brúðargáva o.t., sum innflutt verður vegna giftarmál og eittans er ætlað til nýtslu í felags heimi okkara, tað vátti eg við hond míni undir trúnartreytum."
______________ .......................
(staður) , (Undirskrift)
At váttan er bein, verður váttað. - Krevjast kann, at innflytari sjálvur kemur til steðis, tá ið vørurnar koma og skrivar undir fyrrnevndu váttan, og viðkomandi (tilstundandi) ektafelagi eigur altíð sjálvur at vera hjá og við undirskrift síni vátta, at beint er sagt frá. Í hesum viðfangi verður gjørt vat við, at skeiv frásøgn kemur undir regluna um smoghandil.
- Mat- og drykkjuvørur, óvirkað tógv og klædnavørur eins og aðrar framleiðslur, sum ætlaðar eru til víðari virkingar og eisini øll ráevni, koma ikki inn undir undantaksregluna, men skulu gevast upp til tollregluna fyri seg.
- Ivamál verða send landsstýrinum.
Fyrrnevnda undantak fyri tollin kann eisini játtast monnum.
c-1) Av vørum, sum koma higar til umvælingar, vask, bráðfongis nýtslu o.t. og sendar aftur, tá ið viðgerðin o.a. er liðug (eigur at vera innan ár frá innflutningsdegnum) skal innflutningsgjaldið tryggjast við depositum við komuna, sum verður endurrindað tá ið vørurnar fara útaftur, men treytað av, at próvført verður, at vørurnar eru tær somu, og at tolleftirlitið hevur onki at siga til endurrindingina. Nevnda próvførsla kann gevast í faktura, brævaskifti o.t.
c-2) Av vørum, sum inn koma og seinni fara útaftur eftir at hava fingið ta í petti c-1 nevndu viðgerð v.m. Í hesum føri skal váttan fylgja við útflytingini, sum gjølliga tilskilar vørurnar og hví tær verða sendar av stað aftur. Tolleftirlitið váttar so frásøgnina eftir at hava kannað eftir, síðani skal skiparin ella skipaavgreiðslan vátta at hava tikið ímóti vørunum umborð (møguligt við óskalaðum innsigli, um tað hevur verið nýtt). Hetta skjalið verður so prógv fyri, at vørurnar kunnu flytast inn aftur uttanum tollin eftir hesari lógargrein, møguligt eftir nýggjari eftirkanning til tess at meta um samsvar við útflutningsváttanina. Er tílík útflutningsváttan ikki til skjals, tá ið vørur koma innaftur, má umsókn sendast Føroya gjaldstovu um innafturflyting uttan um tollin. Við umsóknini mugu tey skjøl fylgja, sum hoyra málinum til (faktura, brævaskifti o.t.)
d) Av vørum, sum spiltar eru ella forfarast, innan tollur er goldin. Skiparin á viðkomandi skipi ella viðkomandi skipaavgreiðslu skal geva sína váttan, nær og hvussu vørurnar eru farnar fyri onki.
e) Av vørum, sum fyrst eru fluttar út úr Føroyum og síðani flytast innaftur higar. Til tess kravst orsøkin til aftursendingina. Próvførsla kann gevast í brævaskifti o.t.
f) Av innlendis ella útlendis tollgreiddum vørum, sum farið hava um fremmant stað, á veg frá einum til annað stað innan tollumdømi, ella sum koma aftur aftur higar eftir at vera fluttar út orsakað av ringum avsetningi o.t.
Próvførsla má til sum tilskilað undir petti e). g-1)4) Persónar, sum ikki eru skrásettir sum fastbúgvandi í Føroyum, kunna uttan at rinda toll og skrásetingargjald v.m., flyta inn persónmotorakfør, campingvognar og stuttleikabátar til egna nýtslu meðan teir eru her, tó í mesta lagi 3 mánaðar í einum 12-mánaða skeiði, treytað av, at ersónmotorakfør v.m. ikki verða nýtt av persónum, sum eru skrásettir sum fastbúgvandi í Føroyum, og at persónmotorakfør v.m. ikki verða nýtt til vinnuligan flutning móti gjaldi í Føroyum.
g-2)4) Koyring við last- og vøruvognsmotorakførum er at skilja sum vinnuligur flutningur móti gjaldi í Føroyum, tó eru undantikin motorakfør, sum sølu- og umsjónarfólk flyta inn higar til egnu bráfongisnýtslu her, jbr. pkt. g-1.
g-3)4) Tollvaldið kann loyva last- og vøruvognsmotorakførum at fremja beinleiðis vøruflutning til og úr Føroyum. Bussar við ferðafólki kunnu eisini fáa tilsvarandi loyvi. undir serligum umstøðum kann Føroya Tollstova loyva, at fremmand lastmotorakfør útinna nærri tilskilað arbeiði í avmarkað tíðarskeið í Føroyum.
g-4)4) Persónmotorakfør v.m., sum eru flutt inn higar sambært pkt. g-1, koma beinanvegin undir at rinda toll og skrásetingargjald v.m. ella skulu endurútflytast, um treytirnar í g-1, ikki eru loknar.
g-5)4) Sum persónmotorakfør verða roknað motorakfør, ið eru skrásett sum persónmotorakfør - herundir skráseting á ,,grensuplátum" - í tí landi tey koma úr.
h) Av vørum, sum fluttar verða útaftur úr Føroyum, tá ið vørurnar hava ikki verið uttanfyri vera skipaavgreiðslunar. Hesa skipan koma tó ikki vørur undir, sum flytast útaftur sum skipsvistir, tó skal vera gjaldstovuni heimilt at lata donskum og fremmandum ríkisskipum yvirhøvur tílíkar vørur uttanum tollin (herundir eisini endurrinding av fyrr goldnum tolli).
§ 30. Reglurnar í lóginnar § 4 um innflutningsgjald av samansettum vørum galda ikki innflyting av samanpakkaðum ella samanblandaðum vørum.
§ 31. Tann gjaldskylduga nøgdin av einari vøru verður mett eftir reglunum í lóginnar § 5.
Stk. 2.2)
- Tá ið vøra skal tollgreiðast eftir vekt, er tað nettovektin, sum farið verður eftir.
- Nettovektin er at skilja sum vektin av sjálvari vøruni, t.e. onki uttanum.
- Í ivamálum kemur tað, sum uttanum er, upp í nettovektina sum íløt o.t. í smásølu.
§ 32. Føroya gjaldstova stílar fyri endurrindingum av innflutningsgjaldi eftir eftirkanning í hvørjum einstøkum føri. Umsókn um endurrinding verður at senda Føroya gjaldstovu, og uttanfyri Tórshavn um sýslumann, sum gevur málinum ummæli, innan hon verður send gjaldstovuni.
§ 33.5) (avtikin)
§ 34. Eftir lóginnar § 9, stk. 2 verður endurgjald bert latið skipasmiðjum til nýbyggingar, umvælingar og umbyggingar av skipum og bátum eftir serstakari játtan. Umsókn verður at senda landsstýrinum um Føroya gjaldstovu.
§ 35. Eisini brennivín í lógini um innflutningsgjøld eru at skilja sum vanligt danskt, svenskt, norskt, finskt og íslendskt brennivín og akvavit.
Framleiðsla
§§ 36-416) (avtiknar)
Almennar reglur
§ 42. Føroya gjaldstova hevur uppkrevjingina av innflutningsgjøldum eftir galdandi lóg um innflutningsgjøld v.m. og eftirlit í hondum, uttanfyri Tórshavn viðkomandi sýslumaður eftir forskriftum frá gjaldstovuni. Av vørum, sum koma sum postur, krevur potverkið upp gjøldini (poststovan í Tórshavn, postavgreiðslurnar í Klaksvík, Vestmanna, Tvøroyri og Vági) eisini eftir forskrift frá gjaldstovuni. Poststovan í Tórshavn rindar Føroya gjaldstovu dagliga tey gjøld, sum koma inn av postsendingum. Sýslumenninir avrokna til Føroya gjaldstovu hvønn mánað tey gjøld sum koma inn til teirra (smbr. tó instruks vedrørende regnskabsføringen og regnskabsaflæggelsen ved sysselkontorerne på Færøerne).
Uppkrevjingarvaldið hevur til eina og hvørja tíð frítt at fara í goymslur, sum taka ímóti innfluttum vørum. Eisini hevur tað frítt at koma innan fyri arbeiðstíðina so oftani, sum tað heldur neyðugt, til tess at gera eftirkanningar í virkjum, sum flyta inn, flyta út ella virka vørur og at krevja sær til handa roknskaparbøkur teirra og brævaskifti v.m. Eigarar av goymslum og virkjum og starvsfólk teirra hava skyldu at geva uppkrevjingarvaldinum allar tørvandi upplýsingar og vera til handa, tá ið eftirkanning fer fram.
Uppkrevjingarvaldið og starvsfólk tess yvirhøvur hava skyldu at loyna fyri øllum óviðkomandi tað tey fáa at vita undir eftirliti og uppkrevjingini av gjøldum.
§ 43. Skipaavgreiðslur (vørugoymslur), sum skipa upp og taka ímóti farmi, sum innfluttur verður higar, hava skyldu at rætta seg eftir teim fyriskipanum um roknskaparførslu v.m., sum stjórin í Føroya gjaldstovu heldur vera tørvandi fyri eftirlitið við uppskipaðum (goymdum) tollvørum og rindingini av tollgjøldunum.
§ 44. Er tollur av rúsdrekka, sum eftir reglunum í lóg nr. 115 frá 4. apríl 1928, smbr. lóg nr. 98 frá 27. marts 1934 kann ikki seljast í Føroyum, ikki goldin í seinasta lagi 2 mánaðardagin eftir, at viðkomandi skip er komið til Føroya, ella sendingin vegna gjaldkomna skuld til kommunu eftir lóginnar § 37 er ikki latin út henda dag allarseinast, kann uppkrevjingarvaldið krevja vørurnar sendar aftur, og skipaavgreiðslan skal so geva uppkrevjingarvaldinum váttan frá avgreiðsluni, skiparanum ella 1. stýrimanni á viðkomandi skipi, at vørurnar eru sendar aftur.
§ 45. Eisini tolleftirlit og tollregla eru at skilja sum teir tænastumenn, sum hava viðkomandi avgreiðslu í hondum.
Eisini tollstova og tollstøð eru at skilja ávikavist sum stjórin í gjaldstovuni og sýslumenninir.
§ 46. Um útint brot ella brotsroyndir móti teim í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum og teim í hesi kunngerð fyrisetti reglum gevur viðkomandi vald landsstýrinum ella gjaldstovuni frásøgn og krevur beinanvegin sektir og inndrátt (konfiskatión) inn, um so er, at viðkomandi ynskir ikki málið skotið til dómstólin. Í tílíkum førum kann depositum krevjast fyri sektina v.m.
Tollregluni er heimilt at eftirhalda skipsskjøl frá skipum, sum hefta fyri tollsektir, og skjølini verða ikki latin aftur, fyrr enn tollsektir ella deposita eru rindað.
§ 47.9) (avtikin)
§ 48. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin og samstundis fer kunngerð frá 18. september 1939 úr gildi.
Notir
1) Broytt við ll. nr. 21 frá 07.03.1996
2) Broytt við ll. nr. 47 frá 11.09.1967
3) Broytt við ll. nr. 98 frá 04.11.1983
4) Broytt við ll. nr. 63 frá 04.07.1989
5) Broytt við ll. nr. 20 frá 07.03.1996
6) Broytt við ll. nr. 87 frá 01.07.1988
7) Broytt við ll. nr. 13 frá 27.02.1996
8) Broytt við ll. nr. 111 frá 13.06.1997
9) Broytt við ll. nr. 120 frá 23.10.1996
Nr. 118/1994Proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólk
Kunngerð nr. 118 frá 7. desember 1994
um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólk
Sambært § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum, og sambært § 28 a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Skip og flogfør kunna sambært reglunum í hesi kunngerð provianterast við vørum, ið eru frítiknar fyri toll og avgjøld, og vørur, sum endurgjald av tolli ella avgjøldum verður kravt fyri.
§ 2. Skip kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð og til sølu til ferðafólk v.m., tá farið verður í fremmanda havn uttan fyri tað føroyska tolløkið.
Stk. 2. Fiskifør, bæði føroysk og útlendsk, ið fara til fiskiskap á fjarleiðum ella í minsta lagi í 30 samdøgur uttan fyri tað føroyska tolløkið, og útlendsk fiskifør, ið fara til fiskiskap í eitt styttri tíðarskeið, uttan fyri tað føroyska tolløkið, kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta proviantering við toll- og avgjaldsfríum vørum, tá ið høvuðsendamálið við eini rutu ella einum einstøkum túri ikki er at hava ella varðveita ferðasamband í vanligari merking ímillum Føroyar og útlond.
§ 3. Proviantering av skipum kann fara fram við eini hóskandi nøgd - eftir meting Toll- og Skattstovunar - ásettar við atliti til verandi proviantnøgdina umborð, túralongd og hvussu stórt manningar- og ferðafólkatalið er. Proviantering við toll- og avgjaldsfríum rúsdrekka, víni og tubbaksvørum og sigarettpappíri kann, við teimum í stk. 2-4 nevndu serligum avmarkingum, í mesta lagi fara fram við niðanfyri ásettu nøgdum fyri hvønn av manningini ella hvørt ferðafólkið um samdøgrið eftir ætlaðu túralongd: 1/4 litur av rúsdrekka, 1/4 litur av víni og 40 gr. tubbaksvørur og 1 sigarettpappír fyri hvørt gramm av smáttskornum tubbaki.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta reglur fyri proviantering til nýtslu umborð og sølu til ferðafólk á ferðamannaskipum og -flogførum í ferðslu ímillum Føroyar og útlond fyri hvørja einstaka rutu.
Stk. 3. Fiskifør, bæði føroysk og útlendsk, ið fara til fiskiskap á fjarleiðum ella í minsta lagi í 30 samdøgur uttanfyri tað føroyska tolløkið, kunnu í mesta lagi provianterast við niðanfyri ásettu nøgdum av toll- og avgjaldsfríum vørum fyri hvønn av manningini fyri hvørt tíðarskeið á 30 samdøgur: 2 litrar av rúsdrekka, 2 litrar av víni, 600 sigarettir ella samsvarandi nøgd í øðrum tubbaksvørum, og aðrar vørur í hóskandi nøgdum - eftir meting Toll- og Skattstovunnar.
Stk. 4. Útlendsk fiskifør kunnu í øðrum førum enn teimum, ið eru nevnd í stk. 3, jb. § 2, stk. 2 í mesta lagi provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum við niðanfyri nevndu nøgdum fyri hvønn av manningini: 1 litur av rúsdrekka, 1 litur av víni, 200 sigarettir ella samsvarandi nøgd í øðrum tubbaksvørum, og aðrar vørur í hóskandi nøgdum eftir meting Toll- og Skattstovunnar.
Stk. 5. Toll- og Skattstovan kann í øðrum serligum føri loyva útlendskum skipum at proviantera við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð.
§ 4. Flogfør kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð og til sølu til ferðafólk, tá flogið verður til fremmanda lendingarbreyt uttan fyri tað føroyska tolløkið.
Stk. 2. Rutu- og leiguflogfør, sum eru innrættað til flutning av í minsta lagi 5 fólkum, kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum.
§ 5. Proviantering av flogførum kann fara fram við eini hóskandi nøgd eftir meting Toll- og Skattstovunnar ásett við atliti til verandi proviantnøgdina umborð, túralongd og hvussu stórt manningar- og ferðafólkatalið er.
§ 6. Toll- og Skattstova Føroya ásetir nærri reglur fyri proviantering av skipum og flogførum og kann m.a. avgera, at toll- og avgjaldsfríur proviantur v.m. skal goymast í serligum rúmum ella serligum stongsli, at søla av toll- og avgjaldsfríum vørum til ferðafólk skal fara fram úr til tað innrættaðum sølubúðum, at goymsluroknskapur á nærri ásettan hátt skal verða førdur yvir toll- og avgjaldsfríar vørur, og at eftirlit skal vera við keypi hjá ferðafólki av toll- og avgjaldsfríum vørum.
Stk. 2. Loyvi til proviantering skal vera fingið, áðrenn farið verður undir at proviantera. Provianteringsloyvi fæst frá Toll- og Skattstovu Føroya annaðhvørt sum standandi loyvi ella í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella afturkalla provianteringsloyvi, um so er, at førarin ella eigarin á einum skipi ella flogfari hevur sett til viks ella setur til viks provianteringstreytir.
§ 7. Skiparin á skipinum ella flogfarinum, ella tann, sum hesin hevur givið fulltrú, skal kvitta fyri at hava móttikið proviantin umborð.
Stk. 2. Proviantur skal fara umborð undir tolleftirliti.
§ 8. Toll- og avgjaldsfríar vørur kunnu krevjast undir tollstongsul, tá ið skip ella flogfør eru í føroyskum tolløki. Kann tollstongsul ikki fáast til høldar á fullgóðan hátt, kann verða skipað so fyri til trygd fyri toll- og avgjaldsfríu vøruni, harímillum at tollvakt verður sett við skipið ella flogfarið fyri egnan kostnað.
Stk. 2. Skiparin ella ánarin á skipinum ella flogfarinum ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á írestandi vøru og provianti, sum avhendast, goymist, brúkast ella útflytist úr tí føroyska tolløkinum, í stríð við reglurnar í hesi kunngerð.
§ 9. Brot á reglurnar í hesi kunngerð og brot á treytir, ið eru settar í samband við provianteringsloyvi, verða revsað sambært kap. 10 í tolllógini, har tað í kapitlinum er álagt revsing fyri brot á reglurnar.
Stk. 2. Onnur brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað við bót, um tey eru framd við tilætlan ella av grovum ósketni.
§ 10. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Nr. 129/1997 Vørur á frígoymslu og fríøki
Kunngerð nr. 129 frá 10. juli 1997
um vørur á frígoymslu og fríøki
Við heimild í §§ 18a, stk. 7 og 18b, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, verður fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya geva loyvi til at seta á stovn frígoymslur til almenna nýtslu á støðum, har serligur tørvur er á at leggja upp vørur úr útlandinum, uttan at tollur, mvg og punktgjald skal gjaldast fyri tær.
Stk. 2. Sum frígoymsla er at skilja, serligt ávíst høli á føroyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av Toll- og Skattstovu Føroya, og har vørugoymslan, hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, er at meta sum verandi uttanfyri føroyska tolløkið.
§ 2. Føroya Landsstýri kann í samráð við Toll- og Skattstovu Føroya geva loyvi til fríøki til almenna nýtslu í havnum, sum eru góðkendar av tollvaldinum, sum eftirlitshavnir, ella aðrastaðni, har serligur tørvur er á tí.
Stk. 2. Sum fríøki er at skilja, góðkent øki ella høli í føroyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av Toll- og Skattstovu Føroya, og hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, er at meta sum verandi uttanfyri føroyska tolløkið.
§ 3. Áðrenn loyvi til frígoymslu ella fríøki verður givið, skal loyvishavarin seta eina trygd, sum í minsta lagi skal vera kr. 100.000,- fyri tolli og avgjøldum.
§ 4. Hølir, sum nýtast skulu til frígoymslu, skulu lúka tey trygdarkrøv, ið Toll- og Skattstova Føroya setur.
Stk. 2. Fríøki skulu lúka tey trygdarkrøv, ið Toll- og Skattstova Føroya setur, sum t.d. at fríøki verða innigird.
§ 5. Vørur, sum toll- og avgjaldsfrítt verða fluttar á frígoymslu ella fríøki, skulu sum nærri tilskilað av Toll- og Skattstovu Føroya, fráboðast til skrásetingar, (sum tilgongd á frígoymsluni ella fríøkinum).
Stk. 2. Í fráboðanini skulu standa tær upplýsingar, sum Toll- og Skattstova Føroya sigur neyðugar, fyri at hava eftirlit við roknskaparførsluni hjá loyvishavaranum yvir frígoymslu ella fríøki.
Stk. 3. Vørur, sum verða tiknar av frígoymslu ella fríøki, skulu fráboðast til tollgreiðslu eftir vanligum reglum í tolllógini um innflutning, ella skrásetast til útflutnings.
Stk. 4. Vørur, sum verða latnar skipi ella flogfari toll- og avgjaldsfrítt sum proviantur, skulu takast av frígoymslu ella fríøki við einum av Toll- og Skattstovu Føroya góðkendum provianteringsloyvi og eftir reglum, sum ásettar eru í kunngerð um proviantering.
§ 6. Toll- og Skattstova Føroya hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera eftirlit á frígoymslu ella fríøki, at eftirkanna vørur, sum eru á goymslu, roknskaparbøkur, annað roknskapartilfar og brævaskifti o.a.
Stk. 2. Loyvishavarin og starvsfólk hansara, skulu verða Toll- og Skattstovu Føroya til handa, og geva allar upplýsingar, sum eftirlitið heldur neyðugar.
Stk. 3. Tað í stk. 1 nevnda tilfar, skal útflýggjast Toll- og Skattstovu Føroya, um tað verður kravt.
Stk. 4. Toll- og Skattstova Føroya kann seta loyvishavaranum serlig krøv til roknskaparførslu o.a., sum loyvishavarin skal fylgja.
§ 7. Loyvishavarin av eini frígoymslu ella fríøki, ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á vørum, sum undir eftirliti Toll- og Skattstovunar verða staðfestar ikki at vera á goymslu ella sum ikki eru tiknar av frígoymslu ella fríøki eftir reglunum um vørufrágongd, ella sum Toll- og Skattstova Føroya ikki heldur eru farnar fyri skeyti á frígoymslu ella fríøki.
Stk. 2. Tollur og avgjøld á vørum jbr. stk. 1, verða ásett eftir teimum upphæddum, sum galda tann dagin eftirlitið var á frígoymsluni ella fríøkinum.
Stk. 3. Virðið á vøruni verður ásett eftir fakturavirðinum fyri vøruna, tá hon varð flutt á frígoymslu ella fríøki.
Stk. 4. Um einki fakturavirði er, kann virðið ásetast eftir meting av Toll- og Skattstovu Føroya við atliti til hagtalsvirðið fyri somu vøru við sama vørunummari í toll- og vøruskránni jbr. reglurnar um virðisáseting í § 11 í tolllógini.
§ 8. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella taka aftur loyvið til frígoymslu, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur hesa kunngerð ella treytirnar fyri loyvinum til frígoymsluna.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella taka aftur loyvið til frígoymslu, um loyvishavarin missir ognar- og ella brúksrættin til goymsluhøli, ella kemur í gjaldssteðg.
Stk. 3. Í førum, har loyvi verður tikið aftur ella fellur burtur, skulu vørurnar, ið eru á goymslu tollavgreiðast beinanvegin, endurútflytast, flytast til aðra frígoymslu, fríøki, ella við loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya seljast øðrum, ella burturbeinast undir tolleftirliti.
Stk. 4. Vørur sum hava ligið á frígoymslu ella fríøki í meira enn 3 ár skulu tollgreiðast endurútflytast ella burturbeinast undir tolleftirliti fyri rokning loyvishavarans.
Stk. 5. Eftir somu reglum, sum ásettar eru í stk. 1 - 2 kann landsstýrið nokta ella taka aftur loyvið til fríøki.
§ 9. Brot á hesa kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verða revsað eftir reglunum í kap. 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, tá tað í nevnda kapitli er ásett revsing fyri brotið.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Nr. 103/2018 Kunngerð um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya
Kunngerð nr. 103 frá 20. juli 2018
um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya
(Dagføring av ásetingini um veikari drykkir o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015 um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:
- Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol,
- heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
- í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av
a) øl ella
b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkohol.
Stk. 2. Ístaðin fyri tær í stk. 1 nevndu nøgdir kann hin ferðandi flyta inn:
- 10 litrar av øl ella cider,
- 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
- 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.
2. Í § 3, stk. 2 og § 5 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg.”
3. Í §§ 4 og 7 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið 23. juli 2018)
Samanskrivað kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015
Nr. 113/2021 um tolleftirlit
Kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021
um tolleftirlit
Við heimild í § 22, stk. 2, § 28, stk. 8 og 9 og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 4. mai 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Tolløkið
§ 1. Henda kunngerð ásetur reglur um tolleftirlit á føroyskum tolløki, samanber løgtingslógina.
§ 2. Føroyska tolløkið fevnir um føroyskt landøki, sjóumveldið, sum er innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, og loftrúmið yvir nevndu økjum.
Kapittul 2
Skip
§ 3. Skip í hesi kunngerð er at skilja sum skip, bátar og før av øllum sløgum.
§ 4. Skip, ið eru stødd inni á tolløkinum, eru undir eftirliti tollvaldsins.
Stk. 2. Sambært løgtingslógini skulu skip, ið tollvaldið ætlar at kanna, og sum sigla í føroyskum tolløki, leggja at føroyskari bryggju, tá ið tollvaldið krevur tað. Tollvaldið kann áseta, hvørja bryggju skipið skal leggja at. Skip í skaðaleysari gjøgnumsigling eru undantikin skylduni at leggja at bryggju.
Stk. 3. Skiparin hevur skyldu til at geva allar upplýsingar um skip og farm o.a., ið eru neyðugar, fyri at eftirlitið kann verða framt, og at leggja fram øll skipsskjøl og farmaskjøl o.a., ið staðfesta upplýsingarnar, og at vísa á og lata upp ella avdúka allar inngongdir til lastina, rúm og goymslur.
Stk. 4. Tollvaldið hevur rætt til alla staðni í skipinum at gera tær kanningar, tað metir eru neyðugar, fyri at eftirlitið kann verða framt. Skipari og manning hava skyldu til at vera beinasamir og vera tollvaldinum til handa undir kanningini.
§ 5. Tá skip er statt í tolløkinum, kann tollvaldið krevja, at ótollaðar vørur verða lagdar undir tollstongsul. Ber ikki til at seta fullgóðan tollstongsul, kann tollvakt verða sett við skipið fyri kostnað hjá skipinum.
Stk. 2. Skip í tolløkinum mugu ikki føra við sær ótollaðan proviant o.a., uttan so at tey eru byrjað eina ferð, sum hevur endaligan atkomustað uttanfyri tolløkið, ella uttan so, at tað er skip, ið hevur tikið umborð ótollaðan proviant o.a. í samsvari við provianteringsregluna, ið er galdandi fyri hesi skip.
Stk. 3. Eingin tollur verður tikin av provianti og øðrum skipsvistum, sum fremmand ríkisskip og skip, ið koma til tolløkið við farmi ella ferðafólki, hava inni til nýtslu umborð, meðan tey eru stødd í tolløkinum.
Stk. 4. Fremmand ríkisskip eru undantikin tolleftirliti við komu, men eru annars undir vanligum tolleftirliti.
§ 6. Havnamyndugleikarnir hava skyldu til at siga tollvaldinum frá ófráboðaðum skipum, sum koma til tolløkið, og at siga frá um teir eru varugir við, at skip uppskipa ella innskipa vørur ólógliga.
§ 7. Uppskipan og avskipan av vørum og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki er undir tollvaldsins eftirliti og má bert fara fram í teimum havnum, sum tollvaldið hevur góðkent til hetta.
Stk. 2. Tollvaldið kann tó, tá ið serligar umstøður tala fyri tí, loyva at uppskipan og avskipan og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki kann fara fram aðrastaðni. Møguligar útreiðslur í sambandi við hetta, t.d. koyripeningur og dagpeningur og gjald fyri yvirtíð, verða goldnar av tí, sum hevur biðið um undantaksloyvi.
Stk. 3. Tá ið skipað verður fyri ferðafólkarutusambandi millum tolløkið og støð uttanlands, kann tollvaldið krevja, at tað uttan kostnað fyri tollvaldið eru hølir við neyðugari útgerð o.a. til taks fyri tollvaldið at gera ferðafólkaeftirlit í, og at neyðugar girðingar verða settar upp.
Stk. 4. Tollvaldið hevur rætt til ótarnað at ferðast allastaðni á plássum, í pakkhúsum, í havnum og á atløguplássum. Tollvaldið ásetur neyðugar reglur, fyri at tolleftirlitið kann verða framt.
§ 8. Skip undir fremmandum flaggi og skip undir føroyskum flaggi, sum koma úr útlendskari havn ella sum hava fingið ótollaðar vørur umborð, skulu boða tollvaldinum frá komu í minsta lagi 24 tímar áðrenn komið verður í føroyskt tolløki, ella í seinasta lagi 1 tíma aftaná at farið er úr útlendskari havn. Fráboðanin skal sendast við telduposti ella teldutøkt á annan hátt eftir kravi frá tollvaldinum. Fráboðanin skal siga frá, hvaðani skipið kemur, hvønn farm tað hevur inni, hvørja havn skipið kemur í, nær og hvat klokkan komið verður.
Stk. 2. 24 tímar áðrenn komið verður í føroyskt tolløki, ella í seinasta lagi 1 tíma aftaná at farið er úr útlendskari havn skal skiparin lata tollvaldinum skrivliga frásøgn um skip t.e.tollfrásøgn, farmaskjøl t.e. manifest, manningarlista, ferðafólkalista, yvirlit yvir vørur hjá manningini t.e. tubbakslista, yvirlit yvir tollvørur, sum eru umborð og reinførisváttan sambært bekendtgørelse for Færøerne om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme. Skiparin skal undirskriva tollfrásøgn, farmaskjøl, manningarlista og ferðafólkalista. Manningin skal undirskriva yvirlit yvir vørur hjá manningini t.e. tubbakslista. Skjølini skula sendast tollvaldinum við telduposti ella teldutøkt á annan hátt eftir kravi frá Tollvaldinum.
Stk. 3. Tollfrásøgnin skal innihalda upplýsingar um navnið á skiparanum og dátu á skipinum t.e. slag, navn, heimstað og tonnasju, og tal á manning og ferðafólki, navnið á umboðsmanninum hjá skipinum her í landinum, hvaðani skipið kemur, endamálið við komuni, slag og nøgd av farmi og innskipingarhavnir og uppskipingarhavnir. Tollfrásøgnin skal harumframt innihalda sundurgreinaðar upplýsingar um nøgdina av ótollaðum provianti o.a. og váttan skiparans um, at tað í skipinum ikki eru aðrar ella fleiri vørur enn tær, ið frásagdar eru, og at tað ikki eru aðrar inngongdir til last og goymslur enn tær, sum vístar eru tollvaldinum undir kanningini.
Stk. 4. Skiparin skal saman við tollfrásøgnini lata øll tollskjøl, m.a. tollpass, tubbakslista, og um einki tollpass er, fakturar yvir innskipaðan ótollaðan proviant o.a. Skiparin skal geva upplýsingar um orsøkina til møguligar broytingar í proviantnøgdini. Verða tollskjølini ikki framløgd, ella er munandi ósambæri millum upplýsingar á tollskjølum og ta nøgd, ið uppgivin er, sum skiparin ikki kann greiða frá, ella finnast tað undir kanningini fleiri vørur, ið ikki eru uppgivnar frammanundan, kann tollvaldið seta tollvakt við skipið fyri tess kostnað.
§ 9. Tollvaldið kann nokta atgongd til skip, um neyðugt við hjálp frá løgregluni, til kanningin er liðug.
§ 10. Skiparin á skipi, ið skal fara frá tolløkinum, skal boða tollvaldinum frá fráferð, tá ið tollvaldið krevur tað.
Stk. 2. Skiparin ella umboðsmaður hansara skal lata tollvaldinum innskipingarskjøl yvir innskipaðan farm.
Stk. 3. Skiparin skal goyma part av tollfrásøgnini umborð á skipinum og eftir áheitan framleggja hendan fyri tollvaldinum í øðrum havnum.
§ 11. Skiparin ella ánarin av skipinum heftir fyri tolli og avgjøldum á vørum, herundir restfarmi og provianti, sum verður innskipað, uppskipað ella brúkt í tolløkinum í stríð við reglurnar í hesi kunngerð ella í kunngerð um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólki.
Kapittul 3
Flogfør
§ 12. Flogfør, ið koma til ella fara frá tolløkinum, mugu bert lenda á og fara av flogvølli, ið er góðkendur av tollvaldinum sum tollfloghavn. Uppskipan og avskipan av vørum og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki er undir tollvaldsins eftirliti.
Stk. 2. Undantikið stk. 1, 1. puntkum eru:
1) Flogfør, ið neyðlenda.
2) Sjóflogfør, tá tollvaldið frammanundan hevur givið loyvi til komu ella fráferð.
Stk. 3. Tollvaldið kann tó, tá serligar umstøður tala fyri tí, loyva, at uppskipan og avskipan og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki kann fara fram aðrastaðni. Møguligar útreiðslur í sambandi við hetta, t.d. koyripeningur og dagpeningur og gjald fyri
yvirtíð, verða goldnar av tí, sum hevur biðið um undantaksloyvi.
§ 13. Tollvaldið kann sum treyt fyri at góðkenna ein flogvøll sum tollfloghavn krevja, at tað uttan kostnað fyri tollvaldið eru hølir við neyðugari útgerð til taks, har tolleftirlitið kann gera ferðafólkaeftirlit o.a., og at neyðugar girðingar verða settar upp.
Stk. 2. Tollvaldið hevur í eini tollfloghavn óhindraða atgongd allastaðni á plássum, í bygningum, hangarum, verkstøðum o.a. Tollvaldið ásetur tær reglur, ið eru neyðugar, fyri at tolleftirlitið kann verða framt.
§ 14. Flogfør, ið eru stødd inni á tolløkinum, eru undir eftirliti tollvaldsins.
Stk. 2. Flutningsfyritøka og flogskipari hava skyldu til at geva allar upplýsingar um flogfarið og lastina o.a., ið eru neyðugar fyri at eftirlitið kann verða framt, og at leggja fram øll skjøl o.a. ið staðfesta upplýsingarnar, og at vísa á og lata upp ella avdúka allar inngongdir til lastina, rúm og goymslur.
Stk. 3. Tollvaldið hevur rætt til allastaðni í flogfarinum at gera tær kanningar, ið neyðugar eru, fyri at eftirlitið kann verða framt.
§ 15. Tá ið eitt flogfar er statt í tolløkinum, kann tollvaldið krevja, at ótollaðar vørur verða lagdar undir tollstongsul. Ber ikki til at seta fullgóðan tollstongsul, kann tollvakt verða sett á flogfarið fyri kostnað hjá flogfarinum.
Stk. 2. Flogfør í tolløkinum mugu ikki føra við sær ótollaðan proviant o.a. uttan so at tey eru byrjað eina ferð, sum hevur endaligt lendipláss uttan fyri tolløkið.
Stk. 3. Eingin tollur verður tikin av provianti og flogfarsvistum sum fremmand ríkisflogfør og flogfør, ið koma til tolløkið við farmi ella ferðafólki, hava inni til nýtslu umborð, meðan tey eru stødd í tolløkinum.
Stk. 4. Fremmand ríkisflogfør eru frítikin fyri tolleftirlit við komu, men eru annars undir vanligum tolleftirliti.
§ 16. Fyritøkur, ið reka ferðafólkaflutning, skulu boða tollvaldinum frá komu hjá flogførum í fastari rutuflúgving. Floghavnsmyndugleikar skulu boða tollvaldinum frá komu hjá flogførum, sum ikki eru í fastari rutuflúgving.
Stk. 2. Fyritøka, ið rekur ferðafólkaflutning, ella flogskiparin skulu skjótast møguliga eftir komu boða frá, hvaðani flogfarið kemur, og hvønn farm tað hevur inni. Fráboðanin skal sendast við telduposti ella teldutøkt á annan hátt eftir kravi frá tollvaldinum.
Stk. 3. Uppskipan og avskipan av vørum, ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki ella manning má ikki byrja, fyrr enn loyvi frá tollvaldinum fyriliggur.
Stk. 4. Tollvaldið kann nokta atgongd til flogfar, um neyðugt við hjálp frá løgregluni, til kanningin er liðug.
§ 17. Fyritøka, ið rekur ferðafólkaflutning, ella flogskiparin á flogfari, sum er statt í tolløkinum, skal frammanundan kanning lata tollvaldinum skrivliga frásøgn, tollfrásøgn, um flogfar, farm og proviant o.a.
Stk. 2. Tollfrásøgnin skal innihalda upplýsingar um navnið á flogskiparanum og dátu um flogfarið t.e. slag, nummar, tjóðskapur og navnið á eigaranum og tal á manning og ferðafólki, navnið á umboðsmanninum hjá flogfarinum her á landinum, hvaðani flogfarið kemur, slag og nøgd av farmi, og innskipingarhavnir og uppskipingarhavnir. Tollfrásøgnin skal harumframt innihalda sundurgreinaðar upplýsingar um nøgd av ótollaðum provianti o.a. og váttan flogskiparans um, at flogfarið ikki hevur aðrar ella fleiri vørur enn tær, ið uppgivnar eru, og at tað ikki eru aðrar inngongdir til lastina, rúm og goymslur enn tær, sum vístar eru tollvaldinum undir kanningini.
Stk. 3. Verða tað undir kanningini funnar aðrar ella fleiri vørur enn tær, sum uppgivnar eru frammanundan, er heimilað tollvaldinum at seta tollvakt við flogfarið fyri tess kostnað, og kann tollvaldið halda flogfarinum aftur, til tollvaldið boðar frá leysgeving.
§ 18. Fyritøka, ið rekur ferðafólkaflutning, ella flogskiparin á flogfari, ið skal fara frá tolløkinum, skulu boða tollvaldinum frá fráferð, tá ið tollvaldið krevur tað.
Stk. 2. Fyritøka, ið rekur ferðafólkaflutning, flogskiparin ella umboðsmaður hansara skulu lata innskipingarskjøl yvir innskipaðan farm.
§ 19. Flogskiparin ella ánarin á flogfari heftir fyri tolli og avgjøldum á vørum, herundir restfarmi og provianti o.a., sum verður innskipað, uppskipað ella brúkt í tolløkinum í stríð við reglurnar í hesi kunngerð ella kunngerð um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólki.
Kapittul 4
Upplýsingar um ferðafólk og manning
§ 20. Sambært løgtingslógini hevur fyritøka, ið rekur ferðafólkaflutning, ella tann, ið førir skip ella flogfar, sum flytur ferðafólk til ella úr Føroyum, skyldu at lata tollvaldinum tøkar upplýsingar um ferðafólk og manning til tolleftirlitsendamál.
Stk. 2. Tollvaldið skal hava fjaratgongd til tær í skjali 1 nevndu upplýsingar í skipan hjá fyritøkum, ið reka ferðafólkaflutning.
Kapittul 5
Persónar
§ 21. Ferðandi, ið ferðast til ella frá tolløkinum eru undir tollvaldsins eftirliti.
Stk. 2. Persónar, sum ferðast til ella frá tolløkinum, skulu við komu og fráferð, uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og skulu annars, tá ið tollvaldið krevur tað, steðga til tolleftirlit.
Stk. 3. Persónar, sum hava verið umborð á skipum ella flogførum, ella sum ferðast fram við strondum, í havnum, á flogvøllum og atløguplássum, skulu tá tollvaldið krevur tað, steðga til tolleftirlit.
Stk. 4. Ferðandi til ella frá tolløkinum, sum hava við sær tøkan pening samsvarandi 10.000 evrur ella meira, skulu uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og hava skyldu at boða tollvaldinum frá øllum tøkum peningi, tey hava við sær.
Stk. 5. Teir persónar, ið nevndir eru í stk. 2-4, sum hava verið umborð á skipum og flogførum skulu eftir áheitan frá tollvaldinum upplýsa navn og bústað.
Stk. 6. Teir persónar, ið nevndir eru í stk. 3, sum hava verið umborð á skipum ella flogførum, kunnu bert taka vørur frá flutningsfarinum, sum hava verið uppgivnar til tollvaldið, áðrenn tær verða tiknar í land.Stk. 7. Teir persónar, ið nevndir eru í stk. 2 og 3, hava skyldu til at boða tollvaldinum frá øllum vørum, teir hava við sær, og til at geva tær upplýsingar, sum tollvaldið metir eru neyðugar, fyri at tolleftirlitið kann verða framt. Teir skulu harumframt ávísa øll rúm og goymslur í viðføri teirra o.a. og í møguligum flutningsførum, og í tann mun tollvaldið ynskir tað, skulu teir pakka upp og aftur viðføri o.a.
Stk. 8. Tær fráboðanir og upplýsingar, ið nevndar eru í stk. 6, kunnu gevast munnliga, tá ið vørurnar ikki verða innfluttar vinnuliga, uttan so at tollvaldið heldur tað verða neyðugt, at fráboðanir og upplýsingar verða givnar skrivliga.
§ 22. Á teimum støðum, har mongdin av ferðafólkum talar fyri tí, kann tollvaldið gera av, at persónar, ið koma til tolløkið, kunnu geva tollvaldinum fráboðan við at fara ígjøgnum eitt eftirlitsøki, har tvær rásir eru, har:
1) onnur, grøn rás, er merkt: Ongar vørur at tolla,
og
2) hin rásin, reyð rás, er merkt: Vørur at tolla.
Stk. 2. Persónar, sum fara ígjøgnum grøna rás, hava við hesi gerð boðað tollvaldinum frá, at teir ikki hava við sær vørur, ið skulu tollavgreiðast og avgjaldsgreiðast, ella vørur, ið koma undir serligar innflutningsásetanir ella innflutningsforboð. Tollvaldið kann fyriskipa aðra líknandi frámerking, og eru tá somu reglur galdandi, sum frammanfyri nevnt.
Stk. 3. Persónar, sum hýraðir eru við skipi ella flogfari, og hvørs koma er í hesum sambandi, skulu boða skiparanum ella flogskiparanum frá øllum vørum, teir hava við sær sambært § 8, stk. 2 og § 16, stk. 2, so hesar verða givnar upp til tollvaldið við komu.
§ 23. Tollvaldið hevur rætt til at eftirkanna persónar, sum ferðast til ella frá tolløkinum, sum eru ella hava verið umborð á skipum ella flogførum, ella sum ferðast fram við strondum, í havnum, á flogvøllum ella atløguplássum.
Stk. 2. Eftirkanning skal fara fram so varliga sum gjørligt, og ikki longur enn endamálið krevur tað.
Stk. 3. Eftirkanning, ið ikki bert fevnir um uttanáklæðini, má bert fara fram, um rímilig orsøk er til at halda, at viðkomandi ólógliga hevur vørur uppi á sær o.a. Tann, sum eftirkannaður verður, kann krevja sær vitni at vera hjá undir eftirkanningini. Til eftirkanningina krevst, at tann, ið kannar ella er hjástaddur, skal verða av sama kyni, sum tann, ið kannaður verður.
Kapittul 6
Revsireglur, gildiskomureglur og aðrar reglur
§ 24. Tá starvsfólk á tollvaldinum fremja eftirlit, skulu tey kunna føra prógv fyri sær við eyðkennisbúna ella tænastusamleikakorti.
§ 25. Tá áheitan, fráboðan, frásøgn, váttan og annað verður givið, skal hetta gerast á oyðibløð við teigum og tekniskum formi, sum tollvaldið hevur góðkent og avgjørt at brúka.
§ 26. Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót.
§ 27. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 38 frá 30. apríl 2012 um tolleftirlit.
Fíggjarmálaráðið, 7. juli 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Nr. 73/2022 um upprunareglur
Kunngerð nr 73 frá 4. mai 2022
um upprunareglur
Við heimild í § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 og løgtingslóg nr. 49 frá 4. mai 2021, verður ásett:
§ 1. Reglurnar í appendix I og viðkomandi reglur í appendix II til Økissáttmálan um upprunareglur, Regional Convention on pan-Euro-Mediterranean preferential rules of origin, eru galdandi fyri vørur og framleiðslur sambært handilssáttmálum millum Føroyar og:
1) ES,
2) Ísland,
3) Norra,
4) Sveis, og
5) Turkaland.
Stk. 2. Appendix I og II til Økissáttmálan um upprunareglur eru lýst í skjali 1.
Stk. 3. Hóast ásetingarnar í artiklunum 16, stk. 5 og 21, stk. 3 í appendix I til økissáttmálan um upprunareglur kann ein EUR.1 vørustaðfesting ella ein fakturaváttan nýtast sum prógv fyri uppruna í førum, tá kumulering bert fevnir um EFTA lond, Føroyar, londini í ES, Turkaland, luttakarar í stabiliseringsprosessini og assosieringsprosessini, Moldova, Georgia og Ukraina.
Stk. 4. Um norsku ella turkisku tollmyndugleikarnir útgeva og góðkenna vørustaðfesting EUR.1 elektroniskt, eru ásetingarnar í stk. 1 og 2 í Annex IIIa í appendix I til økissáttmálan um upprunareglur ikki galdandi. Í staðin skal vera galdandi:
1) Í staðin fyri at nýta blekk stempul at góðkenna vørustaðfesting EUR.1, teigur 11, kunnu tollmyndugleikar ella málsráðandi almennir myndugleikar nýta merki ella elektroniskt stempul.
2) Teigar 11 og 12 kunnu innihalda eftirgjørda ella elektroniska undirskrift í staðin fyri originala undirskrift.
3) Úpplýsingarnar í teigi 11 viðvíkjandi formi og nummari á útflutningsskjali skulu bert útfyllast, um tað er kravt sambært reglunum í útflutningslandinum.
4) Vørustaðfestingin EUR.1 skal hava eitt raðtal ella kodu, sum eyðmerkir staðfestingina.
5) Vørustaðfestingin EUR.1 kann verða útgivin í einum av almennu málunum hjá sáttmálapørtunum ella á enskum.
§ 2. Tær í skjali 2 ásettu reglur um uppruna eru galdandi fyri vørur og framleiðslur sambært handilssáttmálanum millum Føroyar og Bretland.
§ 3. Í staðin fyri at nýta reglurnar í økissáttmálanum um upprunareglur kunnu innflytarar og útflytarar velja at nýta upprunareglurnar sum eru lýstar í skjali 3 fyri vørur og framleiðslur sambært
handilssáttmálanum við ES.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 4. mai 2022
Uni Rasmussen (sign.), landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal nr. 1
Nr. 51/2023 um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur o.tíl. uttanfyri avgreiðslutíð
Kunngerð nr. 51 frá 19. apríl 2023
um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur o.tíl. uttanfyri avgreiðslutíð
Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 21. desember 2001 og løgtingslóg nr. 49 frá 4. mai 2021, verður ásett:
§ 1. Fyri avgreiðslur av skipum og flogførum:
1) mánadag til fríggjadag millum kl 16.00 og 08.00, og
2) leygardag, sunnudag og halgidag, uttan mun til tíðspunkt, er avgreiðslugjaldið kr. 450,00 um tíman fyri hvørt tolleftiritsfólk. Goldið verður fyri í minsta lagi 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólk.
Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerð um tolleftirlit góðkendu havnir, skulu umframt avgreiðslugjaldið eftir stk. 1, fyri hvørt tolleftirlitsfólk rinda tímapening og dagpening og koyripening eftir avtaluni millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið.
Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.
§ 2. Fyri aðrar avgreiðslur:
1) mánadag til fríggjadag millum kl. 16.00 og 08.00, og
2) leygardag, sunnudag og halgidag,uttan mun til tíðspunkt, skal fyri hvønn innflytara og útflytara ella annan avgjaldsskyldugan, rindast avgreiðslugjald upp á kr. 450,00 um tíman.
Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn innflytara ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.
§ 3. Tollvakt við skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Goldið verður fyri í minsta lagi fyri 2 tímar fyri hvørt eftirlitsfólk.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 14 frá 3. mars 2010 um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð.
(Útgivið: 20. apríl 2023)
Fíggjarmálaráðið, 19. apríl 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Rundskriv
- Nr. 1/2012 Fyribils uppihald av stuttleikabáti í Føroyum
- Nr. 4/2005 Um gávusendingar
- Nr. 1/2005 At innflyta vørur undir garanti
- Nr. 8/2000 Ferðandi, ið avgjaldsfrítt kunnu innflyta rúsdrekka
- Nr. 2/1996 Fyribils innflutning av motorakførum v.m.
- Nr. 3/1995 Um transittvørur
- Nr. 1/ 2023 um tollavgreiðslu av stuttleika førum og bátum
Nr. 1/2012 Fyribils uppihald av stuttleikabáti í Føroyum
Rundskriv nr. 1 frá 29. oktober 2012
um fyribils uppihald av stuttleikabáti í Føroyum
Ferðandi, sum kemur til Føroya við sínum egna stuttleikabáti, kann uttan at gjalda innflutningsavgjald, hava bátin í Føroyum í mesta lagi í 3 mánaðir í einum 12 mánaða tíðarskeiði.
Treytin er, at báturin skal verða til persónliga nýtslu hjá eigaranum sjálvum og ikki brúkast av persónum, sum eru fastbúgvandi í Føroyum.
TAKS kann undir serligum umstøðum, eftir umsókn, loyva eigaranum, at lata bátin verða eftir í Føroyum í upp til eitt ár aftaná, at hann er komin til Føroyar.
Bátur, ið fær loyvi at verða her, skal ikki brúkast av øðrum persónum enn eigaranum ella av persónum, sum eru fastbúgvandi her í landinum. Tað, sum hoyrir til bátin, tá hann kemur, skal verða í bátinum, í meðan hann er í Føroyum.
Brot á hesa reglu hevur við sær, at báturin kemur undir avgjald eftir vanligum reglum um innflutningsavgjald.
Rundskrivið kemur í gildi 1. november 2012
TAKS
Argir, 19. august 2016
Eyðun Mørkøre, stjóri
Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar
Nr. 4/2005 Um gávusendingar
Rundskriv nr. 4/2005
um gávusendingar
Gávupakkar, hvørs tollur lítið og einki hevur at týða eru undantikin tolli og avgjaldi. Heimildin til hetta undantak er í § 6, litra h í tolllógini, jbr. § 27 stk. 3 í meirvirðisgjaldslógini.
Tollur og avgjald skal ikki gjaldast fyri vørur, sum verða sendar frá einum privatpersóni uttan fyri Føroyar til ein privatpersón í Føroyum, tá ið talan er um gávupakkar, og innflutningurin er uttan vinnuligt endamál.
Innflutningur uttan vinnuligt endamál er at skilja sum sendingar, ið:
- bert eru av og á, t.d. føðingardagsgáva, jólagáva o.t.
- bert fevna um vørur, ið eru ætlaðar til móttakaran sjálvan ella familju hansara at nýta, og hvørs eginleikar ella nøgd ikki kunnu geva høvi at ivast í, at innflutningurin fer fram við endamáli, ið ikki er vinnuligt
- verða sendar móttakaranum uttan at hann á nakran hátt skal gjalda fyri sendingina
Frítøkan er galdandi fyri vørur, sum í mesta lagi hava eitt virði á kr. 700, fyri hvørja gávu. Um virði á eini vøru fer upp um hesa upphædd, skal tollur og avgjald gjaldast fyri fulla virði á vøruni.
Frítøkan er ikki galdandi fyri vørur sum innihalda alkohol og tubbaksvørur.
Rundskrivið kemur í gildi 1. oktober 2005.
28. september 2005
Toll- og Skattstova Føroya
Óli Heinesen / Birta Biskopstø
Nr. 1/2005 At innflyta vørur undir garanti
Rundskriv nr. 1/2005
um at innflyta vørur undir garanti
Vøra, sum verður innflutt sum umbýtisvøra og vøra, ið verður innflutt undir garanti, kann flytast inn toll- og avgjaldsfrítt í garantitíðini. Garantitíðin í hesum sambandi er tann tíðin, ið garantiið er fyri.
Sama er galdandi fyri umbýtislutir, eykalutir og umvælingar av vørum, sum eru undir garanti.
Treytin fyri at verða frítikin fyri at gjalda toll- og avgjald er, at tað skilliga sæst á fakturanum ella proformafakturanum frá seljara, at talan er um umbýtisvøru undir garanti ella, at talan er um garantiumvæling.
Skal keyparin gjalda fyri vøruna ella umvælingina og verður faktureraður fyri hana, kann vøran ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollavgreiðast eftir avgjaldsskylduga virðinum. Virðisásetingin skal grundast á vanligar søluprísir fyri vøruna ella vanligan kostnað fyri umvælingina.
Toll- og Skattstovan kann krevja skjalprógv fyri, at vøran er undir garanti t.d. keypssáttmála. Toll- og Skattstovan kann eisini krevja upprunafaktura fyri vøruna.
Á Argjum, 10. mars 2005
TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ
Nr. 8/2000 Ferðandi, ið avgjaldsfrítt kunnu innflyta rúsdrekka
Rundskriv nr. 8/2000
um ferðandi, ið avgjaldsfrítt kunnu innflyta rúsdrekka
Sambært § 1, stk. 1 í kunngerð nr. 14 frá 27. februar 1996 um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll– og avgjaldfsfrítt til Føroya.
Rundskrivið umfatar bert tann partin í § 1, stk. 1 í kunngerðini um áseting av rúsdrekka, sum er yvir 22 rúmprocent alkohol (22%) tó í mesta lagi 60%.
Hevur tann ferðandi ikki rúsdrekka við sær, sum er yvir 22%, kann tann ferðandi velja at hava við sær 1 litur av heitvíni ella 1 litur av likøri ella 2 litrar av borðvíni.
Rúsdrekka yvir 22% er t.d. Akvavit, Gin, Vodka, Whisky, Rom og likørar.
Rúsdrekka ikki yvir 22% er t.d. likørar.
Heitvín er t.d. Vermouth, Sherry, Portvín og Malaga. Champagna kemur í hesum sambandi undir heitvín.
Borðvín er Reyðvín, Rosévín og Hvítvín (matvín).
Møguleiki er ikki at gera umbýti, tá ið talan er um øl og tubbaksvørur v.m.
Argir, 21. desember 2000
Óli Heinesen
stjóri
/ Beinta Festirstein
settur deildarleiðari
Nr. 2/1996 Fyribils innflutning av motorakførum v.m.
Rundskriv nr. 2 frá 26. juni 1996
um fyribils innflutning av motorakførum v.m.
Vísandi til § 7, stk. 1., punkt g í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, hevur Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið, ásett:
1. Persónar, sum ikki eru fastbúgvandi í Føroyum, kunnu uttan at rinda toll- og innflutningsgjøld innflyta fyri stutta tíð motorakfør, campingvognar og stuttleikabátar til egna nýtslu, meðan teir eru her. Før, ið verða innflutt eftir hesum reglum, kunnu vera verandi í Føroyum í mesta lagi í 3 mánaðir í einum 12 mánaða skeiði uttan at rinda toll- og innflutningsgjøld.
Í tí tíðarskeiðinum, førini eru í Føroyum, mugu tey ikki nýtast til vinnuligan flutning.
Motorakfør, ið eru skrásett á fyribilsplátum "greinsuplátum" í tí landi, tey koma úr, koma eisini undir nevndu reglur.
2. Toll- og skattstovan kann í serligum førum í samráð við Bileftirlit Føroya, Akfarsskrásetingina, gera frávik frá omanfyri nevndu 3 mánaða freist.
3. Í mun til reglurnar í 1. punkti er koyring við last- og vøruvognsmotorakførum at skilja sum vinnuligur flutningur. Undantikin er tó koyring við motorakførum, sum sølu- og umsjónarfólk flyta inn higar til egna bráðfeingisnýtslu, jbr. 1. punkt.
4. Hóast ásetingarnar í 3. punkti kann Toll- og skattstovan fyribils loyva, at last- og vøruvognsmotorakfør verða innflutt eftir reglunum í 1. punkti uttan at rinda toll- og onnur innflutningsgjøld, um innflutningurin bert er til at fremja beinleiðis vøruflutning til og úr Føroyum ella er í samband við nærri tilskilað arbeiði í Føroyum.
Bussar, ið koma til Føroya við ferðafólki, kunnu á líknandi hátt sum last- og vøruvognsmotorakfør fáa fyribils undantaksloyvi at rinda toll- og innflutningsgjøld, treytað av at persónsflutningurin í Føroyum er avmarkaður til bert at fevna um tey ferðafólk, ið komu higar við bussinum, og at bussurin fer úr aftur Føroyum við somu ferðafólkum.
5. Motorakfør, sum eru innflutt higar eftir hesum reglum, koma beinanvegin undir at rinda toll- og onnur innflutningsgjøld ella skulu endurútflytast eftir fráboðan Toll- og Skattstovunnar, um treytirnar fyri avgjaldsfrítøkuni ikki verða hildnar, jbr. annars reglurnar í § 39 í tolllógini.
Nr. 3/1995 Um transittvørur
Rundskriv nr. 3 frá 15. desember 1995
um transittvørur
Vísandi til § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, hevur Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið ásett:
1. Transittvøra er at skilja sum vøra, ið verður uppskipað á tolløkinum til víðari flutning til annað land.
2. Vøran skal flytast út aftur í sama líki og standi, sum hon er innflutt í; tað merkir, at meðan vøran er í tolløkinum, skal hon ikki umpakkast ella pakkast út.
3. Meðan vøran er í tolløkinum, skal hon vera á goymslu hjá flutningsfelagi ella postavgreiðslu, til hon verður endurútflutt.
4. Vøran skal í høvuðsheitum verða endurútflutt í seinasta lagi 1 mánað aftaná, at hon er komin til landið. Um vøra ikki verður endurflutt innan ásettu tíðarfreist, er § 18 í tolllógini galdandi.
5. Toll- og Skattstovan kann krevja, at transittvørur við innflutning skulu vera tilskilaðar á serskildum transittmanifesti (-skjølum), sum sigur frá, nær vøran varð innflutt og við hvørjum flutningsfari.
Somuleiðis kann Toll- og Skattstovan krevja, at vøran, tá hon verður endurútflutt, skal vera tilskilað á serskildum transittmanifesti, sum sigur frá, nær og við hvørjum flutningsfari vøran varð innflutt.
Nr. 1/ 2023 um tollavgreiðslu av stuttleika førum og bátum
Rundskriv 1/2023
um tollavgreiðslu av stuttleika førum og bátum
Avgjald á innflutningi jbr. § 27 stk. 4 í mvg-lógini
Undir 20 GT
Stuttleikafør og aðrir bátar, sum eru undir 20 GT, skulu gjalda 25% í innflutnings-mvg.
20 GT og meira
Stuttleikafør, sum eru 20 GT ella meira, skulu gjalda innflutnings-mvg.
Skip og bátar, sum ikki eru stuttleikafør, kunnu innflytast uttan at skula gjalda innflutnings-mvg.
Fyri at kunna skilja ímillum, um ein bátur er stuttleikafar, fiskibátur ella annað, verður skrásetingarskjalið frá Skipaskránni (Føroya Skipaskráseting) brúkt at styðja seg til. Í skjalinum er ásett, um báturin er stuttleikafar ella t.d. fiskibátur. Er hann skrásettur sum stuttleikafar, skal hann gjalda innflutnings-mvg. Er hann skrásettur sum t.d. fiskifar, skal hann ikki gjalda innflutnings-mvg, um hann verður vinnuliga rikin.
Altjóða málibræv
Í málibrævinum fyri farið er ásett, um tað er undir ella yvir 20 GT. Uppmátingin av farinum skal verða gjørd á føroyskum ella donskum málibrævi ella tjóðskaparbrævi.
Tollavgjald
Tollurin á bátum er 0%.
Manglandi skjøl ella upplýsingar
Hevur innflytarin ikki skjøl, sum vísa støddina á farinum, og hvussu tað er skrásett, skal innflytarin gjalda innflutnings-mvg. Sama ger seg galdandi, um innflytarin ikki kann prógva ella á annan hátt sanna, at farið verður vinnuliga rikið.
Rundskrivið kemur í gildi 12. apríl 2023 og samstundis fer rundskriv nr. 1 frá 13. februar 2013 úr gildi.
TAKS
Tórshavn, 12. apríl 2023
Eyðun Mørkøre, stjóri
Birta Biskopstø, deildarstjóri
Vegleiðingar
- Vegleiðing um frígoymslur
- Vegleiðing um eftirlit og tollviðgerð av skipum (1)
Vegleiðing um frígoymslur
Vegleiðing um frígoymslur
Frígoymsla til almenna nýtslu
Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn geva loyvi til at seta á stovn frígoymslur til almenna nýtslu á støðum, har serligur tørvur er á at leggja upp vørur úr útlandinum, uttan at tollur, mvg og punktgjald skal gjaldast fyri tær.
Sum frígoymsla er at skilja høli á føroyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni, men har vørurnar á goymsluni, hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, verða mettar at vera uttan fyri føroyska tolløkið.
Vanligu toll- og avgjaldsreglurnar fyri innflutning og tolleftirlit eru galdandi fyri vøruflutning frá frígoymslu og til restina av føroyska tolløkinum. Fyri at fremja tær uppgávur, sum eru álagdar Toll- og Skattstovuni at røkja, verða hesar vegleiðandi reglur ásettar:
Treyt fyri at fáa loyvi
Fyri at fáa loyvi til frígoymslur krevst, at serligur tørvur er á frígoymsluvirksemi tvs. ein ávísur javnur inn- og útflutningur av vørum fer fram.
Ætlan fyri virksemi
Hann, sum søkir um loyvi, skal upplýsa um ætlaða virksemi, m.a. eisini um hvat slag av vørum og nøgdum, sum skulu vera á frígoymsluni. Við hesum upplýsingum sum grundarlag tekur Toll- og Skattstovan avgerð, um loyvi verður givið.
Útskriving av loyvi
Loyvi til frígoymslu verður givið av Toll- og Skattstovuni. Umsókn um loyvi skal latast til Toll- og Skattstovuna í tí økinum, sum virksemið er.
Heimild
Tolllógin Kap. 7 a: Fríøkir og frígoymslur
og kunngerð nr. 129 frá 10. Juli 1997 um vørur á frígoymslu og fríøki.
Vavið
Vørur kunnu liggja á frígoymslu uttan at tollur og avgjøld skal rindast av teimum beinanvegin, eftir vanligu regluni um innflutning. Vørur kunnu eisini flytast millum frígoymslur
Á frígoymslu kunnu flytast vørur, sum eru framleiddar í Føroyum og ætlaðar til útflutning, móti møguligum tollendurgjaldi.
Goymslufreist
Vørurnar kunnu, um ikki annað er ásett, liggja á frígoymslu í 3 ár. Um loyvishavarin missir loyvi, skulu vørurnar tollavgreiðast, útflytast ella flytast til aðra frígoymslu.
Hølir
Vørurnar skulu goymast í hølum hjá loyvishavaranaum ella hølum, sum hann hevur leigað, og sum eru góðkend av Toll- og Skattstovuni.
Goymsluháttur
Vørurnar skulu goymast á ein slíkan hátt, at eyðmerking og eftirlit við vørunum er møguligt.
Viðgerðir
Vørurnar kunnu, meðan tær eru á frígoymslu, bert fáa vanliga viðgerð. Vanlig viðgerð er t.d. at merkja vøruna, pakka vøruna um, køling og frysting av vøruni, ið hevur til endamál at tryggja, at vøran verður goymd í góðum standi, meðan hon er á goymslu.
Ábyrging
Loyvishavarin ábyrgjast fyri tolli og avgjøldum á vøruni, sum verða lagdar á frígoymslu og fyri tolli og avgjøldum á vøru, sum vantar í vørugoymsluni uttan so, at munurin stendst av nátturligum svinni ella tí, at vøran er farin fyri skeyti av óhappi. Loyvishavarin ábyrgjast eisini fyri vøru, sum ikki er fráførd eftir reglunum um vørufrágongd, ella sum Toll- og Skattstovan metir, ikki er farin fyri skeyti á frígoymsluni.
Ein vøra verður mett at vera farin fyri skeyti, tá hon er fullkomuliga óbrúkilig fyri ein og hvønn.
Sama er galdandi fyri vørur, sum eru farnar fyri skeyti undir óhappi á goymsluni.
Stuldur verður ikki mett sum óhapp. Óhapp og stuldur á frígoymsluni skulu beinanvegin fráboðast til Toll- og Skattstovuna.
Trygd
Áðrenn loyvi til frígoymslu verður givið, skal loyvishavarin veita eina trygd (anfordringsgaranti), sum í minsta lagi skal verða kr. 100.000,- fyri tolli og avgjøldum. Toll- og Skattstovan ásetir í hvørjum einstøkum føri upphæddina á trygdini.
Annað
Loyvishavarin skal beinanvegin boða Toll- og Skattstovuni frá broytingum og viðurskiftum, sum taka seg upp og fáa ávirkan á givna frígoymsluloyvið.
Góðsskráseting
Til- og frágongd av vørum skal beinanvegin skrásetast hjá Toll- og Skattstovuni.
Tilgongd
Vøra, sum verður innflutt á frígoymslu, skal skrásetast undir v-talinum hjá innflytaranum, sum móttakara. Samstundis skal sendingin skrásetast undir v-talinum hjá frígoymsluni.
Skráseting/mannagongd
Fyri hvørja sending, sum skal á frígoymslu, skal vørumóttakarin/vørueigarin lata frígoymsluni eitt eintak av høvuðsfarmabrævinum saman við høvuðsfakturanum til vørusendingina. Er eingin fakturi, skal eitt væl útgreinað yvirlit vera í staðin.
Tað er umráðandi fyri skipanina, at sendingin verður skrásett við so neyvum kolli-tali og vekt sum gjørligt eftir høvuðsfarmabrævinum, t.d. er containara-tal ikki nóg neyvt.
Frígoymslan skal goyma høvuðsfarmabræv og høvuðsfaktura saman í síni skjalagoymslu.
Flyting til frígoymslu
Vøra, sum er innflutt og ikki upprunaliga varð ætlað at verða innflutt á eina frígoymslu, kann eftir umsókn flytast á eina frígoymslu.
Flutningsfelagið, sum hevur vøruna á goymslu, skal beinanvegin geva Toll- og Skattstovuni váttan um, at sendingin er flutt á frígoymslu. Frígoymslan skal skráseta vøruna undir v-talið hjá innflytaranum, og samstundis skal sendingin skrásetast undir v-talinum hjá frígoymsluni.
Vørur, sum verða fluttar inn á frígoymslu, skulu, tá tað verður kravt, lúka øll trygdar-, djóraverndar og heilsufrøðilig krøv v.m.
Vøra framleidd í Føroyum
Vøra, sum er framleidd í Føroyum, kann flytast á frígoymslu móti afturrindan av tolli og avgjøldum. Útflytarin ger serligt útflutningsskjal til Toll- og Skattstovuna um m.a. afturrindan av avgjøldum á vøruni.
Frígoymslan skrásetir vøruna í navninum hjá útflytaranum, sum tilgongd til frígoymsluna.
Frágongd/útflýggjan
Tá vøra skal av frígoymslu, skal innflytarin/vørueigarin lata frígoymsluni eitt nágreiniligt yvirlit yvir ta vøruna, sum hann skal hava út av goymsluni. Yvirlitið er eitt sokallað undirfarmabræv, sum skal innihalda upplýsing um navn á avsendara og móttakara, nummar á høvuðsfarmabrævi, kolli-tal og vekt, merki, modell og vøruheiti yvir vøruna, sum skal útflýggjast, útflýggingardagfesting og váttan fyri móttøku av vøruni.
Áseting av vekt
Vektin á undirfarmabrævinum verður ásett við at deila samlaða kollitali á høvuðsfarmabrævinum við samlaðu vektina á høvuðsfarmabrævinum.
Frígoymslan skal beinanvegin, áðrenn vøran er útflýggjað, senda eitt avrit av undirfarmabrævinum til Toll- og Skattstovuna. Avritið skal sendast sum telefax.
Tollgreiðsla
Tá ið vøra skal av frígoymslu til tollavgreiðslu, skal innflytarin/vørueigarin lata Toll- og Skattstovuni eina tollingaráheitan saman við undirfarmabrævinum. Tá vøran er tollavgreidd, fær innflytarin/vørueigarin útflýggingarloyvi til vøruna, sum skal latast frígoymsluni at flýggja vøruna út eftir.
Fraktkostnaður
Fraktkostnaðurin fyri hvørt undirfarmabræv pr kg finst við at deila samlaðu nettovektina á høvuðsfarmabrævinum við samlaða tollskylduga fraktkostnaðin á høvuðsfarmabrævinum.
Fakturavirði
Grundarlagið fyri tolli og avgjøldum er fakturavirði á vøruni, tá hon kom inn á frígoymsluna. (Fakturerað gjaldoyra)
Verður vøran seld, meðan hon liggur á frígoymslu, er fakturavirðið søluvirðið, tá hon verður seld, áðrenn frágongd frá frígoymsluni í frían handil.
Tollur og avgjøld verða roknað eftir teimum toll- og avgjaldssatsum, sum eru galdandi, tá vøran verður tollavgreidd.
Váttanir-loyvir
Við tollingaráheitanini skula fylgja øll skjøl, váttanir og loyvir, sum eru neyðug fyri at tollavgreiða vøruna.
Beinleiðis útflutningur av frígoymslu til útlandið
Frígoymslan skrásetir útflutningin sum frágongd av frígoymsluni. Nær vøran er farin, og hvørjum skipi/flogfari vøran er farin við, og navnið á móttakaranum. Toll- og Skattstovan skal hava fráboðan um frágongdina frá frígoymsluni.
Burturbeining av vørum
Burturbeining av vøru á frígoymslu kann einans gerast undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni.
Frágongd av vørum til nýtslu umborð í skipum/flogførum
Frágongd av vøru til nýtslu umborð í skipum/flogførum kann einans gerast undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni.
Frígoymsluroknskapur
Loyvishavarin skal føra frígoymsluroknskap, sum vísir hvørja einstaka til- og frágongd í frígoymsluni, har hvør einstøk vørusending kann finnast og kennast aftur. (eyðmerking)
Frígoymsluroknskapurin skal førast á ein góðan og lættskiljandi hátt á eini edv-skipan, sum Toll- og Skattstovan hevur góðtikið.
Til- og fráskrivingarskjøl v.m. skulu førast í frígoymsluroknskapin, samstundis sum vøran antin verður til- ella fráførd frígoymsluni.
Frígoymsluroknskapurin skal til eina og hvørja tí vísa veruligu vørugoymsluna.
Skjøl
Skjalatilfarið, sum er grundarlag fyri frígoymsluroknskapinum, skal goymast saman við hesum og skal haldast soleiðis, at Toll- og skattstovan lættliga og til eina og hvørja tíð kann samanbera frígoymsluroknskapin við skjalatilfarið.
Uppgerð/lagureftirlit
Loyvishavarin skal lata Toll- og Skattstovuni frígoymsluroknskapin, tá tað verður kravt.
Toll- og Skatttstovan hevur eftirlit eina ferð um ársfjórðingin við, at samsvar er millum vørugoymsluna og frígoymsluroknskapin.
Frávik
Svinn fyri vørur, sum eru farnar so fyri skeyti, at hon ikki er brúkilig á nakran hátt, kann bara avskrivast eftir avtalu við Toll- og Skattstovuna.
Vørur, sum verða staðfestar at verða í avlop, skulu tilskrivast frígoymsluroknskapin sum tilgongd.
Eftirlit
Toll- og Skattstovan hevur rætt til at gera eftirlit av vørugoymsluni, roknskaparskjølum og øllum brævaskifti v.m. í fyritøkuni hjá loyvishavaranum. Loyvishavarin og starvsfólk skulu verða Toll- og Skattstovuni til handa og geva Toll- og Skattstovuni allar upplýsingar, sum eftirlitið heldur vera neyðugar.
Afturtøka av loyvi
Loyvið til frígoymslu kann verða tikið aftur, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur treytirnar fyri loyvinum til frígoymsluna.
Toll- og Skattstovan kann nokta ella taka aftur loyvið til frígoymslu, um loyvishavarin missir ognar- og/ella brúksrættin til goymsluhølið, ella kemur í gjaldssteðg.
Loyvið kann eisini takast aftur, um Toll- og Skattstovan metir, at serligur tørvur á frígoymsluni ikki longur er til staðar.
Eisini kann loyvið takast aftur, um grundarlagið fyri loyvinum varð givið eftir manglandi ella skeivum fortreytum.
TAKS
8. desember 2004
Vegleiðing um eftirlit og tollviðgerð av skipum (1)
Eftirlit og tollviðgerð av skipum
Vegleiðing frá 15. desember 2022
Heimild
Heimild um eftirlit er í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, kap. 9, sum seinast broytt 4. mai 2021, kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit og rundskriv nr. 3/2022 um hvat manning og starvsfólk, sum starvast umborð í flogførum og ferðamannaskipum, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt.
Endamál
Í toll- og avgjaldslógunum er ásett, at tollur og avgjald skulu rindast fyri allar vørur, sum verða fluttar inn til tolløkið, undantikið tær vørur, sum eftir somu lóg eru frítiknar fyri at skula gjalda toll og avgjald.
Eftirlitið skal tryggja, at vøruflutningurin til og úr Føroyum kemur til skrásetingar og tollviðgerð, og at inn- og útflutningsreglur, sum eru ásettar við aðrari lóg, verða hildnar.
Vanligar reglur
TAKS hevur eftirlit við øllum inn- og útflutningi av vørum til og frá tolløkinum. Tað merkir, at øll flutningsfør og ferðandi, sum koma og fara, eru undir eftirliti av TAKS.
Tolløkið er alt føroyskt landøki, allir firðir og øll havleið um Føroyar út á 12 sjómíl frá beinum grundlinjum, umframt loftrúmið yvir tí.
Skip, flogfør og onnur flutningsfør, sum koma úr útlondum, ella sum hava tollvørur umborð, eru undir eftirliti av tollarunum.
Tann, sum førir eitt flutningsfar, hevur skyldu til at geva seg undir eftirlit og prógva fyri tollarunum allar neyðugar upplýsingar um far, manning, ferðafólk og farm. Eisini hevur skiparin skyldu til at vísa á allar goymslur, sum vørur eru í ella kunnu vera í. Skiparin og manningin skula vera beinasom, vera til handa og harafturat leggja fram øll skjøl, sum tollararnir meta eru av týdningi fyri eftirlitið.
Tollararnir hava ótarnaðan rætt til at gera allar kanningar, allastaðni í einum flutningsfari.
Tollfrásøgn
Ein og hvør tollviðgerð er grundað á eina tollfrásøgn. Fyri tann ferðandi kann hon verða givin munnliga ella við at fara ígjøgnum serliga rás, antin reyða ella grøna, sum er gjørd á komustaðnum til sama endamál.
Fyri skip og flogfør skal frásøgnin verða givin skrivliga. Fyri lastbilar og onnur akfør kann verða kravt, at hon skal vera skrivlig.
Tollviðgerð av skipum
Skip í hesum samanhangi merkir eisini bátar og øll onnur siglandi før.
Fráboðan
Skiparin skal syrgja fyri og hevur ábyrgdina av, at tollararnir fáa fráboðanina.
Øll skip, sum koma úr útlondum, ella sum hava ótollaðar vørur umborð, hava skyldu til at boða tollarunum frá komu. Boðini skula vera komin til tollararnar í minsta lagi 24 tímar áðrenn skipið kemur í føroyskt tolløki, ella í seinasta lagi 1 tíma aftaná at farið er úr útlendskari havn, so at tollararnir í góðari tíð kunnu vera á staðnum, tá skipið kemur.
Fráboðanin skal sendast við telduposti ella teldutøkt á annan hátt, soleiðis at øll tollskjølini verða latin tollarunum í minsta lagi 24 tímar, áðrenn skipið kemur í føroyskt tolløki ella í seinasta lagi 1 tíma aftaná at farið er úr útlendskari havn. Skjølini skulu sendast við telduposti til customs@taks.fo og skulu vera útfylt sambært teigunum í skjølunum og undirskrivað av skipara og manning.
Verjuskip
Undantikin fráboðanarskylduni eru útlendsk verjuskip, herskip og onnur partvís hernaðarlig statsskip.
Tollfrásøgnin og onnur skjøl
Tollskjøl at fylla út og lata tollarunum um eina teldupostskipan eru øll viðkomandi skjøl. Hesi eru millum annað:
- T26 Yvirlit yvir tollskyldigar vørur
- T27 Manningarlisti/Crew list
- T28 Tollfrásøgn.
Teigarnir í frásøgnini (T28) skulu skrivast nágreiniliga. Skiparin ella ein, sum hann hevur givið fulltrú til, skal skriva undir frásøgnina. Skiparin hevur ábyrgdina av, at frásøgnin er røtt.
Tollfrásøgnin skal innihalda allar neyðugar upplýsingar um skipið, hvaðani tað kemur, endamálið við komuni, navn hjá umboðsmanni her í landinum og upplýsing um manning, ferðafólk og farm.
Umframt nevndu skjøl, skulu hesi skjøl eisini sendast saman við fráboðanini:
- Farmaskjøl
- Ferðafólkalistar
- Bonded Stores (Ships Stores Declaration)
- Fakturar yvir vørur, sum keyptar eru uttanlands
- Tollfrásøgn frá síðstu havn
- Heilsuváttan (Maritime Declaration of Health)
- Reinførisváttan (Ship Sanitation Control Exemption Certificate).
Tollvørur (nýggjar vørur)
Frásøgnin skal eisini innihalda upplýsingar um slag og nøgd av tollvørum, sum skula vera í tollskápinum/rúminum, meðan skipið er í tolløkinum.
Tollvørur í hesum sambandi eru rúsdrekka, vín, øl, sigarettir og aðrar tubbaksvørur, parfumuvørur, sukurlátuvørur og sodavatn. Loyvt er ikki at taka út vørur úr tollskápinum/rúminum, meðan skipið er í tolløkinum, uttan við loyvi frá tollarunum.
Tollskjøl/tollpass
Kemur skip úr útlendskari havn, skal skiparin lata tollarunum tollskjølini (tollpass) frá fráfaringarhavnini yvir tollvørurnar, sum skipið hevði umborð við fráferð, og – tá biðið verður um tað – eisini rokningar fyri proviantin, tollvørur og aðrar vørur, sum eru keyptar uttanlands.
Hevur skipið ikki verið í útlendskari havn, men hevur ótollaðar vørur umborð, t.d. restproviant, sum er tikin umborð í Føroyum, skal skiparin siga tollarunum frá, og eisini lata skjølini upp á vørurnar, tá tað verður kravt.
Yvirlit yvir tollskyldigar vørur
Eisini skal skiparin lata eitt yvirlit yvir tollskyldigar vørur, vanliga nevnt tubbakslistin. Listin er eitt yvirlit yvir tollvørurnar, sum manningin hevur úti til egna nýtslu umborð á skipinum ella til at taka við sær í land.
Hvør einstakur av manningini skal skriva á listan, eisini um einki er, og skrivliga vátta, at rætt er uppgivið.
Eru tað aðrar tollskyldigar vørur, sum manningin hevur keypt, skula tær eisini skrivast á listan. Skiparin hevur ábyrgdina av, at vørurnar ikki fara í land, fyrrenn tær eru avgreiddar av tollarunum.
Manningarlistin
Skiparin skal lata tolleftirlitinum yvirlit yvir manningina, sum er við skipinum, vanliga nevnt crewlistin.
Listin er eitt yvirlit yvir navn, føðingardag, tjóðskap og passnummar hjá hvørjum av manningini.
Ferðafólkalistin
Er ferðafólk umborð á skipinum, skal skiparin lata eitt yvirlit yvir ferðafólkini, vanliga nevnt passengerlist.
Listin er eitt yvirlit yvir navn, føðingardag og tjóðskap hjá hvørjum ferðandi.
Fráboðan um tøkan pening
Ferðandi til og frá tolløkinum, sum hava við sær tøkan pening samsvarandi 10.000 evrur ella meira, skulu uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og hava skyldu at boða tollvaldinum frá øllum tøkum peningi, tey hava við sær. Fráboðast skal á oyðublað um ”Fráboðan um tøkan gjaldsmiðil" (T33), sum er at finna á heimasíðuni hjá TAKS.
Farmaskjøl
Hevur skipið farm, sum skal uppskipast á tolløkinum, skal skiparin lata tollarunum farmaskjølini, manifestið upp á farmin. Farmaskjølini skula innihalda upplýsingar um nøgd og slag av farmi og navn á móttakara og sendara.
Er avtala gjørd við flutningsfelagið hjá skipinum, kann flutningsfelagið lata tollarunum upplýsingarnar um farmin, eisini elektroniskt.
Reinførisváttan (Ship Sanitation Control Exemption Certificate)
Tollararnir hjá TAKS skriva út reinførisváttan til skip. Reinførisváttan er ein váttan um, at reinførið umborð er í lagi, at ongar djóraleivdir eru, og ongin smittuvandi. Verður staðfest, at hetta ikki er í lagi, sleppur skipið ikki at sigla, fyrrenn tollararnir hava fingið fráboðan og hava givið loyvi til tað.
Útlendsk skip og skip, sum regluliga sigla í útlond, eiga at hava gildiga reinførisváttan umborð. Ein reinførisváttan skal endurnýggjast eftir seks mánaðir.
Tollvørur at hava úti
Manning, sum er mynstrað umborð, kann hava toll- og avgjaldsfrítt úti eina ávísað nøgd av tollvørum til at brúka umborð á skipinum til egna nýtslu, meðan skipið er í tolløkinum, ella til at taka við í land í sambandi við avmynstring, avspáking, feriu, og eftir lidnan túr.
Fyri skipabólkarnar, sum eru nevndir niðanfyri, eru nøgdirnar hesar:
Bólkur A:
Handilsskip, útlendsk skip og útlendskir lystbátar í sigling millum tolløkið og útlond
Hvør av manningini kann brúka umborð til egna nýtslu í mesta lagi:
Rúsdrekka:
1. Rúsdrekka við yvir 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur við hægst 60 rúmprosent alkoholstyrki,
2. heitt vín o.a. við í mesta lagi 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
3. í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av
a) øl ella
b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkoholstyrki.
Í staðin fyri omanfyrinevndu nøgdir kunnu manning og starvsfólk, ið hava fylt 18 ár, flyta inn til egna nýtslu:
1. 10 litrar av øl ella cider,
2. 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
3. 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.
Tubbaksvørur:
1. Sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella
2. sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
3. sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
4. tubbak: í mesta lagi 250 gr.
Sukurlátuvørður/sodavatn:
Í mesta lagi 3 kg av sukurlátuvørum
Í mesta lagi 10 litrar av sotavatn
At taka við í land
Manning, sum mynstrar av skipi, fer í avspáking ella í feriu, kann í mesta lagi taka við sær í land toll- og avgjaldsfrítt:
Rúsdrekka:
1. Rúsdrekka við yvir 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur við hægst 60 rúmprosent alkoholstyrki,
2. heitt vín o.a. við í mesta lagi 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
3. í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av
a) øl ella
b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkoholstyrki.
Í staðin fyri omanfyrinevndu nøgdir kunnu manning og starvsfólk, ið hava fylt 18 ár, flyta inn til egna nýtslu:
1. 10 litrar av øl ella cider,
2. 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
3. 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.
Tubbaksvørur:
1. Sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella
2. sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
3. sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
4. tubbak: í mesta lagi 250 gr.
Sukurlátuværa/sodavatn:
Í mesta lagi 3 kg av sukurlátuvørum.
Í mesta lagi 10 litrar av sotavatn.
Vørur at koyra í tollskáp/tollrúm
Tá manningin hevur fingið út til nýtslu umborð ella til at taka við sær í land, skal restin av tollvørunum læsast inni í tollskápinum/tollrúminum. Nøgdin skal skrivast í tollfrásøgnina. Skiparin hevur ábyrgd av, at tað ikki slepst til vørurnar.
30 dagar
Toll- og avgjaldsfrítøka fyri vørur at taka við sær í land kann bara veitast við í minsta lagi 30 daga millumbili frá skipum, sum sigla í regluligari sigling millum tolløkið og útlond.
At taka úr tollskápi/tollrúmi
Er skip statt í tolløkinum í longri tíðarskeið, kunnu tollararnir loyva manningini at fáa úr tollskápinum/tollrúminum til egna nýtslu umborð á skipinum eina nýggja ransón eftir seks dagar. Manningin skal tá framhaldandi halda til og vera mynstrað umborð. Skiparin hevur ábyrgd av, at tað ikki slepst frítt til vørurnar, sum eru í tollskápinum/rúminum, og skiparin hevur eisini ábyrgd av, at nøgdirnar, sum skulu vera í tollskápinum/tollrúminum, veruliga eru har.
Aldursmark
Aldursmarkið fyri at hava rúsdrekka og sigarettir er 18 ár.
Bólkur B:
Føroysk fiskiskip, sum enda túr ella koma úr útlondum
At brúka umborð á skipinum til egna nýtslu:
Manningin undir hesum skipabólki hevur ikki rætt til at brúka umborð á skipinum til egna nýtslu tollvørur toll- og avgjaldsfrítt.
Vørur í tollskápi/tollrúmi
Ongar tollvørur skula koyrast ella vera í tollskápi/tollrúmi.
Undantikin eru langfarafiskiskip og fiskiskip, sum kunnu provianterast við rúsdrekka og tubbaksvørum eftir kunngerð nr. 118 frá 7. desember 1994 um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella sølu til ferðafólk.
Hevur skip tollvørur umborð við komu, og tað ikki kann provianterast eftir kunngerð nr. 118 frá 7. desember 1994 um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella sølu til ferðafólk, skulu tollvørurnar tollavgreiðast beinanvegin. Er talan um størri nøgdir av rúsdrekka, víni og øli, skula tær eftir ítøkiligari metan ognartakast.
At taka við í land
Manning, sum mynstrar av skipi, fer í land í avspáking, feriu ella í sambandi við lidnan túr, kann í mesta lagi taka við sær í land toll- og avgjaldsfrítt somu nøgdir sum skip í bólki A.
At koyra í tollskáp/tollrúm
Tá manningin hevur fingið tað, sum er loyvt at taka við sær í land, skal restin av tollvørunum læsast inn í tollskáp/tollrúm. Hetta er bara galdandi fyri langfarafiskiskip og tey fiskiskip, sum kunnu provianterast eftir kunngerðini um tollvørur. Skiparin hevur ábyrgd av, at tað ikki slepst frítt til vørurnar, sum eru í tollskápinum/tollrúminum, og skiparin hevur eisini ábyrgd av, at nøgdirnar, sum skulu vera í tollskápinum/tollrúminum, veruliga eru har. Onnur fiskiskip kunnu ikki hava tollvørur eftir umborð.
Bólkur C:
Føroysk lystfør, sum koma úr útlondum
Er manningin mynstrað umborð, kemur hon undir somu reglur sum fiskiskip í bólki B, sum koma úr útlondum. Er manningin ikki mynstrað umborð, skal hon tollviðgerast sum ferðandi, ið koma úr útlondum, eftir kunngerðini um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.
Ferðandi
Ferðandi, sum koma til Føroya við skipi, skula tollviðgerast eftir kunngerðini um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.
Skotvápin
Rifla, pistól og líknandi skotvápn, sum er umborð í føroyskum skipi, skal hava vápnaloyvi frá Føroya landfúta. Er einki loyvi, skal skotvápnið ognartakast, og løgreglan skal hava fráboðan skjótast gjørligt.
Skotvápn, sum er umborð á útlendskum skipi, skal læsast inni í tollskápinum/tollrúminum, meðan skipið er statt í Føroyum. Skotvápnið skal skrivast í tollfrásøgnina. Er eigarin búsitandi her í landinum, skal hann hava vápnaloyvi frá Føroya landfúta. Hevur hann ikki tað, skal vápnið ognartakast, og løgreglan skal hava fráboðan skjótast gjørligt.
Høglbyrsa og høglpatrónir eru ikki at meta sum skotvápn.
Livandi djór
Er livandi djór umborð á skipi, t.d. hundur ella ketta, skula tey vera tryggjandi bundin umborð á skipinum og skulu ikki sleppa í land ella at hava samband við djór úr landi, uttan so at loyvi fyriliggur frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Tollkanning
Tá skipið er avgreitt, kann kanningin byrja. Tollkanningin hevur til endamáls at kanna eftir, um upplýsingarnar frá skipara og manning eru rættar.
Tollararnir kunnu nokta fólki at fara frá og koma umborð á skip, meðan kanningin verður gjørd. Somuleiðis kunnu tollararnir nokta allari lossing og lasting av farminum.
Tollararnir kunnu, um tað verður hildið at vera neyðugt, halda aftur skipsskjølum, málibrøvum og tjóðskaparbrøvum, eins og teir kunnu nokta skipinum at sigla.
Tollkanningin kann gerast sum partvís kanning av skipinum, ella sum ein kanning av øllum skipinum.
Tollsektir
Verður undir tollkanningini komið fram á vørur, sum ikki eru uppgivnar til tollararnar frammanundan, er høvuðsreglan, at vørurnar koma undir tollsekt. Sektarmál av slíkum slag verða viðgjørd á staðnum sambært rundskrivinum um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina.
Rúsevni/narkotika
Verður komið fram á rúsevni/narkotika, skula tey handfarast minst møguligt og beinanvegin tryggjast fyri óviðkomandi. Narkodeildin hjá løgregluni skal hava fráboðan beinanvegin.
Eftirlitsfrásøgn
Ein eftirlitsfrásøgn skal skrivast, um komið verður fram á rúsevni. Eftirlitsfrágreiðingin skal skrásetast í journalinum.
Fráferð og útdeklarering
Skip, sum ikki hava frakt úr Føroyum, skula vanliga ikki fráboða tað til tollararnar, men teir kunnu krevja, at tað ikki skal sigla, fyrr enn teir hava givið boð um tað.
Skip, sum hava frakt úr Føroyum, skulu senda tollarunum útgangandi manifest ella annað yvirlit, áðrenn loyst verður frá kai. Hetta kann gerast við telduposti.
Samband
Eru spurningar í sambandi við nevndu mannagongdir, eru tit vælkomin at seta tykkum í sambandi við okkum á tel: 44 73 05.
Henda vegleiðing kemur í gildi 15. desember 2022, og samstundis fer úr gildi vegleiðing viðvíkjandi eftirlit og tollviðgerð av skipum frá 20. mai 2015.
TAKS
15. desember 2022
Úrskurðir