Skriva út

Løgtingslóg nr. 51 frá 9. mai 2005 um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)

Kapittul 1
Lógarøkið

§ 1. Partafeløg og smápartafeløg, sum eru skattskyldug eftir § 1, nr. 8 í skattalógini, og sum reka reiðarívirksemi, ið er nevnt í § 4, jbr. § 5 í hesi lóg, kunnu gera skattskyldugu inntøkuna av reiðarívirkseminum upp eftir reglunum í hesi lóg.
Stk. 2. 2) Stk. 1 er somuleiðis galdandi fyri inntøku frá virksemi sum nevnt í § 5 a.

§ 2. Feløg skulu skrivliga boða Toll- og Skattstovu Føroya frá, um tey vilja verða skattað eftir hesi lóg. Hetta skal í seinasta lagi verða gjørt samstundis við freistina fyri at lata sjálvuppgávu inn fyri tað inntøkuárið, ið skattingin skal viðvíkja.
Stk. 2. Avgerðin at brúka tonsaskattaskipanina ella ikki er bindandi fyri reiðarí í trý ár at rokna, frá tí at tað inntøkuárið, sum reiðaríið vil hava at koma undir tonskaskattaskipanina byrjar. Gera reiðarí av ikki at brúka tonsaskattaskipanina, kunnu tey í fyrsta lagi koma undir skipanina eftir trý inntøkuár við skatting eftir vanligu reglunum í skattalógini.
Stk. 3. Verða feløg, sum brúka tonsaskattaskipanina, løgd saman, verður bindingartíðin eftir stk. 2 roknað sum tann sama sum bindingartíðin hjá tí reiðarínum, sum kom undir tonsaskattaskipanina seinast. Brúkar okkurt av feløgunum, sum verða løgd saman, ikki tonsaskattaskipanina, verður bindingartíðin roknað frá inntøkuárinum, tá feløgini verða løgd saman. 1. og 2. pkt. eru somuleiðis galdandi, um ognir verða fluttar úr einum felagi í annað. Verða feløg kloyvd, verður bindingartíðin roknað sum tann sama sum bindingartíðin hjá tí felagnum, sum verður kloyvt.
Stk. 4. Tá tonsaskattaskipanin verður nýtt, skulu øll skip og aðrar ognir, sum felagið eigur, og sum lúka treytirnar fyri tonsaskatting, vera í tonsaskattaskipanini.
Stk. 5. Feløg, sum gera skattskyldugu inntøkuna upp eftir hesi lóg, kunnu ikki verða samskattað við onnur feløg.

§ 3. Eiga ella leiga fleiri reiðarí eitt skip o.t., sum kann koma undir hesa lóg, kunnu teir einstøku partarnir av hesum skipinum o.t. koma undir tonsaskatting hjá avvarðandi reiðaríum.

Kapittul 2
Inntøka undir tonsaskatting

§ 4. 2) 3) Skattskyldug inntøka í sambandi við vinnuligt reiðarívirksemi við at flyta ferðafólk og góðs millum ymisk støð verður gjørd upp eftir reglunum í §§ 6-12 fyri:
1) skip hjá reiðarínum, sbr. tó stk. 3,
2) skip sum verða leigað uttan manning, bareboat-charter, og
3) skip, sum verða leigað við manning, timecharter.
Stk. 2. 3) Tað er ein treyt, at skipini eru 100 bruttotons, BT, ella størri, og at tey eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS, ella Føroya Skipaskráseting. Hetta er tó ikki galdandi fyri stutttíðar time-charter í upp til 2 mánaðir.
Stk. 3. Skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað, kunnu bert koma undir hesa løgtingslóg, um leigarin nýtir tey til endamál, sum hevði komið undir hesa løgtingslóg, um útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál. Harumframt kunnu skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað uttan manning, bareboat-charter,
bert koma undir hesa løgtingslóg, um reiðarí, grundað á fyribils yvirkapasitet, leiga skipini út í mesta lagi í trý ár. Sama skip kann bert koma undir hesa áseting eina ferð, meðan sama reiðarí eigur skipið.

§ 5. 2) § 4 ella § 5 a viðvíkja ikki inntøku frá hesum sløgum av virksemi:

  1. Tað at forkanna, leita eftir ella útvinna kolvetni ella annað náttúruríkidømi.
  2. Fiskiskapi og tilvirkingarvirksemi.
  3. 2) Tað at gera og umvæla havnir, molar og brúgvar, at dýpa, dreggja eftir gróti, sandsúgva ella tílíkt virksemi.
  4. Kavaravirksemi.
  5. 2) Tað at loðsa, tá skipini verða nýtt í og kring havnir.
  6. 2) Tað at sleipa o.a. Hetta er tó ikki galdandi í teimum førum, har skipið í minsta lagi í 50% av tíðini, tá tað í inntøkuárinum er í brúki, verður nýtt til sleipiuppgávur ella bjargingaruppgávur á sjónum.
  7. Tað at sleipa, loðsa o.t., tá skipini verða nýtt í havnum og kring havnir.
  8. Útbúgvingarvirksemi, sosialt og pedagogiskt virksemi o.t.
  9. Savnsvirksemi og skipavarðveiting.
  10. Ítrótta-, útferðar- og frítíðarvirksemi.
  11. Tað at nýta skip, ið støðugt liggja fyri akkeri, hvat endamál tað so er til.

Stk. 2. Dýpingarmaskinur, flotkranar, flotdokkir, kaðaltrumlur, boripallar, flótandi kør og tílíkur útbúnaður er ikki at meta sum skip eftir hesi lóg. Sama er galdandi fyri prámar og uppskipingarbátar, uttan so at teir bera last og eru 2.000 bruttotons ella størri.

§ 5 a. Inntøka frá hesum sløgum av virksemi á sjónum verður skattliga javnsett við inntøku frá reiðarívirksemi, sum er fevnt av § 4:
1) Vaktartænasta, sum ikki er fevnd av § 4.
2) Hjálpar- og tænastuvirksemi, sum ikki er fevnt av § 4.
3) Bygging, umvæling og niðurtøka av oljuútbúnaði, vindmyllulundum ella øðrum frálandsútbúnaði á sjónum. Fyri inntøku frá virksemi innan bygging, umvæling og niðurtøku av oljuútbúnaði er 1. pkt. tó bert galdandi í tann mun, at virksemið er farið fram uttan fyri føroyskt sjóøki og føroyskt meginlandsstøði.
4) Tað at leggja niður, hava eftirlit við og umvæla rørleiðing ella kaðal á havbotninum, umframt rennugrevstur, sum verður gjørdur í hesum sambandi.
5) Ísarbeiði, ið ikki er sleipiarbeiði, sum er fevnt av § 5, stk. 1, nr. 6.
6) Hýsing av starvsfólki, eykalutum ella verkstøðum í sambandi við frálandaarbeiði.

Kapittul 3
Uppgerð av inntøku undir tonsaskatting

§ 6. Reiðarí, sum hava inntøku, ið kemur undir tonsaskattaskipanina, og sum samstundis hava aðra inntøku, skulu gera tonsaskattaða inntøku og aðra inntøku upp hvør sær.

§ 7. 2) Inntøka er undir tonsaskattaskipanini, um inntøkan stavar frá flutningi við skipum, sum eru nevnd í § 4, ella veitingum í tøttum tilknýti til hesar inntøkur, jbr. stk. 2. Inntøka frá virksemi, sum er nevnt í § 5 a, og inntøka, sum kann roknast at hava tætt tilknýti til hetta virksemi, sbr. stk. 2, er eisini fevnt av tonsaskattaskipanini.
Stk. 2. 2) Umframt inntøkur av flutningi, sum nevndar eru í stk. 1, eru inntøkur av virksemi, ið er nevnt niðanfyri, eisini undir tonsaskattaskipanini, um slíkt virksemi fer fram í tøttum tilknýti til tær flutningsveitingar, sum eru undir tonsaskattaskipanini:

  1. At nýta bingjur.
  2. Rakstur av amboðum til at ferma, uppskipa og viðlíkahalda við.
  3. At reka ferðaseðlastovur og farstøðir.
  4. Rakstur av skrivstovuhentleikum o.t.
  5. At selja vørur at brúka umborð.
  6. 2) Ein roknað marknaðarleiga fyri hølir umborð, sum reiðaríið sjálvt nýtir.
  7. 2) Leiguinntøka frá útleigan av hølum umborð

Stk. 3. Onnur inntøka hjá feløgum verður gjørd upp eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni og er saman við inntøkuni eftir stk. 1 og 2 skattskylduga inntøkan tilsamans hjá feløgunum.

§ 8. Viðvíkja samsýningar fyri flutningsveitingar bæði flutningsveitingum nevndar í § 7, stk. 1 og 2 og øðrum flutningsveitingum, verða tær skattaðar eftir hesi lóg, um feløg, sum verða skattað eftir tonsaskattaskipanini, hava gjørt avtalu við onnur flutningsfeløg um tann partin av flutningsveitingunum, sum ikki er undir skipanini. Útinna feløg, sum verða skattað eftir tonsaskattaskipanini, sjálvi hin partin av flutningsveitingunum, verður tann parturin av samsýningunum, sum er fyri hesar veitingar, skattaður eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni.

§ 9. Bruttofíggjarinntøkur og -útreiðslur verða býttar lutfalsliga eftir roknskaparliga virðinum á egnum ognum, sum eru knýttar at tonsaskattaða reiðarívirkseminum og roknskaparliga virðinum á egnum ognum, sum eru knýttar at øðrum virksemi, jbr. tó stk. 2. Fíggjarinntøkur og -útreiðslur eru eftir hesi lóg at skilja sum rentuinntøkur og -útreiðslur, vinningur og tap av fíggjarkrøvum og skuld, og vinningur og tap av keyps- og sølurættindum, sum eru undir kapitalvinningsskattalógini.
Stk. 2. Vinningur og tap av kontraktum (terminskontraktum o.t.), sum verða teknaðar fyri at tryggja rakstrarinntøkur og rakstrarútreiðslur undir § 7, verða førd til ta inntøku, sum verður tryggjað.

§ 10. Hóast ásetingarnar um, hvussu skattskyldug inntøku skal gerast upp eftir hesi lóg, skal tann skattskyldugi nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við fólk, feløg, og fastar rakstrarstaðir, nevnd í § 37a, stk. 1 í skattalógini (kontrolerað handilsviðurskifti), sum høvdu verið nýtt, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar. Reglurnar í § 37a, stk. 2-4 eru galdandi samsvarandi.
Stk. 2. Tá inntøka, sum skal førast til skattingar eftir tonsaskattaskipanini ella eftir vanligum reglum, verður gjørd upp, verða teir prísir og tær treytir nýtt, sum høvdu verið nýtt, um óheftir partar gjørdu avtalu sínámillum um flutningsveitingar, aðrar veitingar, ella um amboðsnýtslu o.t., jbr. § 37a, stk. 1 í skattalógini. Reglurnar í § 118 a í skattalógini eru galdandi samsvarandi.
Stk. 3. Verða ásetingarnar í stk. 1 og 2 ikki fylgdar, verður skattskyldug inntøka regulerað samsvarandi reglunum í § 37a í skattalógini, hvat so reglurnar í hesi lóg siga.

§ 11. Er skuldin hjá felagnum minni enn helmingurin av eginkapitalinum í felagnum við inntøkuársins enda, verður skattskylduga inntøkan hækkað við muninum faldað við tí avkastsatsi, ið er ásettur av Toll- og Skattaráði Føroya. Skuld og eginkapitalur verða gjørd upp eftir roknskaparligu virðunum. Renturættingin sambært 1. pkt. verður tikin við sum ein rentuútreiðsla, tá fíggjarinntøkur og -útreiðslur verða gjørdar upp og býttar eftir § 9, stk. 1.

§ 12. Hjá skipum o.t., undir hesi lóg, verður skattskyldug inntøka gjørd upp grundað á nettotonsatal. Skattskyldug inntøka er fyri hvørt skipið tær grundupphæddir, ið nevndar eru niðanfyri, fyri hvørji 100 nettotons (NT) fyri hvørt byrjað samdøgur, um skipið hevur verið í rakstri ella ikki:

1) Upp í 1.000 NT:6 kr. fyri hvørji 100 NT
2) Úr 1.000 NT upp í 10.000 NT:4 kr. fyri hvørji 100 NT
3) Úr 10.000 NT upp í 25.000 NT:3 kr. fyri hvørji 100 NT
4) Yvir 25.000 NT:1 kr. fyri hvørji 100 NT.


Stk. 2. Tá inntøka verður gjørd upp eftir stk. 1, er ikki loyvt at draga frá skattligar avskrivingar av skipum og rakstrargøgnum, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini.
Stk. 3. Tá inntøka verður gjørd upp eftir stk. 1, er ikki loyvt at draga frá útreiðslur viðvíkjandi tonsaskattaðari inntøku eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni. Viðvíkur ein útreiðsla bæði inntøku, sum verður skattað eftir hesi lóg, og aðrari inntøku, verður útreiðslan býtt lutfalsliga eftir allari bruttoinntøkuni, áðrenn avskrivingar og fíggjarligar upphæddir, soleiðis sum hon verður gjørd upp eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni.

Kapittul 4
Skatting av vinningi og afturvunnum avskrivingum

§ 13. Reglurnar í avskrivingarlógini eru ikki galdandi fyri ognir, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini, uttan so at henda lóg beinleiðis vísir til avskrivingarlógina.

§ 14. Tá skift verður frá skatting eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni til tonsaskatting, skal verandi salduvirðið eftir avskrivingarlógini býtast eftir roknskaparliga virðinum á teimum ognum, sum heilt ella lutvíst koma undir tonsaskattaskipanina, og roknskaparliga virðinum á restini av ognunum. Tann parturin av salduvirðinum, sum viðvíkur ognum, sum heilt ella lutvíst koma undir tonsaskatting, fer á serligar skiftissaldur. Verða hesar ognir síðani umvældar, skulu útreiðslurnar eisini fara á skiftissaldurnar.
Stk. 2. Útveganarpeningurin fyri ávikavist skip og rakstrargøgn, sum verða útvegað, eftir at skift er til tonsaskatting, og sum heilt ella lutvíst koma undir tonsaskattaskipanina, fer á serligar útjavningarsaldur. Verða hesar ognir síðani umvældar, skulu útreiðslurnar eisini fara á útjavningarsaldurnar. Reiðarí, sum frá stovnan nýta tonsaskattaskipanina, skulu ikki føra útjavningarsaldur, uttan so at reiðaríið er umskipað eftir lóg um umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag, ella talan er um viðurskifti undir § 15, stk. 1.
Stk. 3. Verða skip ella rakstrargøgn avhendað, verður avhendingarupphæddin drigin frá tí saldu, sum er galdandi fyri hesi skip ella rakstrargøgn. Tó er 1. pkt. ikki galdandi fyri upphæddir viðvíkjandi skipum, sum eru hægri enn veruligi kostnaðurin á skipunum umframt útreiðslur til ábøtur.
Stk. 4. Salduvirðið á skiftissaldum og útjavningarsaldum verður niðurskrivað 12% árliga. Mótsvarast negativar skiftissaldur av positivum útjavningarsaldum, verða útjavningarsaldurnar niðurskrivaðar av nettoupphæddini. Niðurskrivingarnar kunnu ikki dragast frá.
Stk. 5. Verða skiftissaldur hjá reiðaríum negativar, verður farið fram eftir § 5 ella § 12, stk. 3 í avskrivingarlógini, uttan so at tær negativu saldurnar heilt ella lutvíst mótsvarast av positivum útjavningarsaldum. Verður bert partur av negativari saldu mótsvaraður av positivari útjavningarsaldu, verður farið fram eftir § 5 ella § 12, stk. 3 í avskrivingarlógini viðvíkjandi muninum.
Stk. 6. Tá stk. 5 verður nýtt, verður bindandi sáttmáli um at byggja nýtt skip, ið skal vera liðugt at lata innan í mesta lagi trý ár, javnmettur við, at skip verður útvegð. Tað er ein treyt, at sáttmálin í seinasta lagi verður gjørdur innan ársskiftið næsta inntøkuár, og at viðkomandi skip verður undir tonsaskattaskipanini.

§ 15. Fara skip ella rakstrargøgn frá aðrari nýtslu til fulla ella lutvísa nýtslu, sum er undir tonsaskattaskipanini, eftir tað at reiðarí eru komin inn í skipanina, verður § 14, stk. 1 nýtt á sama hátt. Nýta reiðarí tonsaskattaskipanina frá stovnan, verða útjavningarsaldur gjørdar fyri skip og rakstrargøgn, sum verða útvegað, eftir at tey skip og rakstrargøgn, sum eru nevnd í 1. pkt., eru farin yvir til nýtslu, sum er undir tonsaskattaskipanini, um so er, at hesi skip og rakstarargøgn, sum nú verða útvegað, heilt ella lutvíst verða nýtt undir skipanini.
Stk. 2. Fara skip ella rakstrargøgn frá heilari ella lutvísari nýtslu undir tonsaskattaskipanini til aðra nýtslu, verða ognirnar mettar sum avskrivaðar 12% av salduvirðinum hvørt ár, tær hava verið undir tonsaskattaskipanini. Upphæddin verður drigin frá skiftissaldum ella útjavningarsaldum, um tær eru galdandi fyri ognirnar. Upphæddin verður løgd aftur at saldum hjá reiðarínum eftir avskrivingarlógini.

§ 16. Avskrivað verður ikki fyri bygningar og innleggingar, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini. Reglurnar í avskrivingarlógini viðvíkjandi avhendan eru galdandi samsvarandi, tá bygningar og innleggingar, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini, verða avhendað.
Stk. 2. Fara bygningar og innleggingar frá heilari ella lutvísari nýtslu undir tonsaskattaskipanini til aðra nýtslu, verða ognirnar mettar sum fult avskrivaðar eftir reglunum í avskrivingarlógini í tí tíðini, tær hava verið undir tonsaskattaskipanini.

§ 17. Fara reiðarí frá tonsaskattaskipanini til skatting eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni, verður avskrivingargrundarlagið fyri ognirnar, sum eru undir skiftissaldum og útjavningarsaldum, summurin av viðkomandi saldum. Onnur skip og rakstrargøgn undir tonsaskattaskipanini, verða mett sum avskrivað 12% av salduvirðinum hvørt ár, ognirnar hava verið undir tonsaskattaskipanini. Bygningar og innleggingar verða mett sum fult avskrivað eftir reglunum í avskrivingarlógini í tí tíðini, ognirnar hava verið undir tonsaskattaskipanini.
Stk. 2. Koma feløg undir tonsaskattaskipanini eftir ásetingum í einum tvískattasáttmála at hava heimstað í øðrum landi, Danmark ella Grønlandi, verða ognir og skuld, sum, eftir at flutt er, ikki framhaldandi eru undir føroyskari skattskyldu, roknað sum avhendað um flutningsmundið. Avhendingarupphæddin verður sett til virðið í vanligum handli um flutningsmundið.

Kapittul 5
Flutningsskattur goldin øðrum londum

§ 18. Hava feløg goldið øðrum londum flutningsskatt, verður hann býttur á tonsaskattaða reiðarívirksemið og møguliga annað reiðarívirksemi alt eftir nýttum tonsatali. Flutningsskattur, ið fellur á tonsaskattaða partin av reiðarívirkseminum, kann fyri hvørt land sær dragast frá í tí partinum av tonsaskattinum eftir § 12, sum fellur á flutningsinntøkur frá avvarðandi landi.
Stk. 2. Flutningsskattur, ið fellur á tann partin av reiðarívirkseminum, sum ikki er undir tonsaskattaskipanini, verður viðgjørdur eftir reglunum í skattalógini § 154.

Kapittul 6
Eftirlitsreglur

§ 19. 3) Reiðarí, sum brúka tonsaskattaskipanina, skulu í skattliga ársroknskapinum hvørt ár leggja við skrivliga váttan frá grannskoðara felagsins, um at treytirnar í § 4, stk. 3 eru loknar.
Stk. 2. 1) 3) Verða skip leigað út, sbr. § 4, stk. 3, er tað ein treyt fyri at nýta tonsaskattaskipanina, at leigarin einans nýtir skipið til virksemi, sum er umfatað av hesi løgtingslóg, og at góðkendur grannskoðari á hvørjum ári gevur eina váttan um, at treytirnar í § 4, stk. 3 eru loknar.

Kapittul 7
Gildiskoma

§ 20. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá inntøkuárinum 2005.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 122 frá 09.12.2016, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Givið út 9.12.2016)
2) Broytt við ll. nr. 83 frá 07.06.2020, har §§ 2 og 3 eru soljóðandi: § 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Løgtingslógin hevur virknað frá og við roknskaparárinum 2019. § 3 Reiðarí, sum framløgudagin nýta tonsaskattaskipanina, skulu ikki lúka kravið um skráseting í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS, ella Føroya Skipaskráseting, fyrr enn 1. januar 2026. (Útgivið: 09.06.2020)
3) Broytt við ll. nr. 33 frá 26.03.2021, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við roknskaparárinum 2019. (Útgivið: 29.mars 2021)