Skriva út

Løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988  um  Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

§ 1. 2) 3) Trygdargrunnur verður stovnaður fyri at tryggja løntakarum lønarkrøv, herundir fiski- og útróðrarpartar, og føroyskum skipa/bátaeigarum part av avrokning fyri fisk avreiddan til føroysk fiskavirki í samband við

  1. at arbeiðsgevarin ella fiskavirkið eru komin í fíggjartrot,
  2. at arbeiðsgevarin doyr, og búgvið verður tikið til skiftiviðgerðar eftir 3. kap. í skiftilógini ella
  3. at fyritøkan heldur uppat, og tað verður sannað, at arbeiðsgevarin er ikki førur fyri at rinda kravið.

2. stk. 2) 3) 11) Treytin fyri at fáa pening úr grunninum fyri krøv í sambandi við avreiðingar er, at avreiðingin er gjørd seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin.
3. stk. 2) 3) Upphæddin, sum latin verður fyri avreiðingar, kann í mesta lagi vera 50% av avreiðingarvirðinum.
4. stk. 2) 3) 11) Treytin fyri at fáa pening úr grunninum fyri lønarkrøv er, at lønin er vunnin seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin.
5. stk. 3) Krøv mótvegis grunninum í sambandi við frítíðarløn skulu vera vunnin seinastu 6 mánaðirnar áðrenn freistdagin.
6. stk. 3) 8) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørjar avreiðingar og hvørji fiskavirki koma undir hesa lóg.
7. stk. 9) Krøvini um “føroysk skip/bátareigarar”, sum eru ásett í § 1, stk. 1 eru ikki galdandi í tann mun, annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin (Hoyvíkssátmálanum)

§ 2. 1) 2) 3) Umframt part av avrokning til skipa/bátaeigarar fyri fisk avreiddan til føroysk fiskavirkir, fevnir trygdin um lønarkrøv og krøv um frítíðarløn, um so er, at krøvini, jbr. tó § 1, stk. 4 og 5, eru ella í konkursi vildu komið undir § 95, stk. 1, nr. 1,4 og 5 (í nr. 5 tó bert tey krøv, sum í konkursi vildu komið undir § 95, stk. 1, nr. 1), jbr. stk. 2 í konkurslógini. Trygdin fevnir eisini um tílík krøv, sum koma undir § 94, nr. 2 í konkurslógini, um so er at skiftirætturin í skiftisviðgerðini váttar, at konkurs- ella deyðsbúgvið ikki er ført fyri at rinda krøvini.
2. stk. Í teimum í § 1, nr. 3 nevndu førum ger grunnurin av, hvør dagur kemur í staðin fyri freistdagin, um kravið hevur framíhjárætt eftir § 95, 1. stk., nr. 5 í konkurslógini, og um útgjalding skal sýtast sambært § 95, 2. stk. í konkurslógini. Hevur fyritøkan boðað frá gjaldssteðgi, er fráboðanardagurin freistdagur, um fyritøkan vegna insolvens er hildin uppat áðrenn 3 vikur aftaná, at gjaldssteðgurin hevur mist gildi eftir § 16 í konkurslógini.

§ 3. 2) 3) 8) 11) Fyri tey krøv, sum nevnd eru í konkurslógini § 94, nr. 2 og § 95, stk. 1, nr. 1 og 5 ( í nr. 5 tó bert tey krøv, sum í konkursi vildu komið undir § 95, stk. 1., nr. 1), kann grunnurin í tí einstaka førinum rinda í mesta lagi 60.000 kr. til hvønn løntakara. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð hækka hesa upphædd.

§ 4. Grunnurin rindar peningin , tá kravið er fráboðað og skjalprógvað fyri grunninum. Grunnurin kann rinda ávegisgjøld.
2. stk. 8) Treytin fyri útgjalding er, at kravið er gjaldkomið, og at arbeiðsgevarin hevur skyldu til at rinda tað í § 7, stk. 1 nevnda gjald.

§ 5. Almennir mynduleikar, arbeiðsgevarar og yrkisfelagsskapir skulu eftir áheitan geva grunninum upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðir um at rinda út pening úr grunninum.

§ 6. Grunnurin tekur við kravi løntakarans og skipa/bátaeigarans.

§ 7. 2) 4) 7) Fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir arbeiðsgevarar í Føroyum rinda inn í grunnin í mesta lagi 2/1000 av tí samlaðu útgoldnu A-inntøkuni fyri hvørt ár. Landsstýrið ásetir í kunngerð innanfyri galdandi hámark frammanfyri nevnda gjald. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
2. stk. 6) Almannastovan er í samband við útgjalding av almanna pensiónum og forsorgarveitingum undantikin frá stk. 1.
3. stk. 6) 8) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, hvussu og nær arbeiðsgevarin skal rinda tað í 1. stk. nevnda gjald.
4. stk. 6) 10) Rindar arbeiðsgevarin ikki rættstundis, skal hann gjalda 0,7% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
5. stk. 5) 6) Arbeiðsgevaragjaldið og rentur eftir hesi lóg og innkrevjingarkostnaður av hesum kunnu krevjast inn við panting .

§7 a. 1) 8) (Fellur burtur)

§ 7b11) 30 mió. kr. verða fluttar úr trygdargrunninum í landskassan

§ 8. 8) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um

  1. hvussu krøvini skulu fráboðast og ásetir fráboðanarfreistir,
  2. hvørji skjalprógv skulu fylgja við fráboðanini,
  3. hvussu grunnurin viðger krøvini og
  4. útgjaldingar úr grunninum.

§ 9. 8) Grunnurin verður umsitin av Toll- og skattstovu Føroya. Avgerðir ráðsins kunnu innan 4 vikur skjótast inn fyri kærunevnd Trygdargrunsins. Kærunevnd trygdargrunsins hevur 3 limir, ein umboðandi løntakarar, ein umboðandi arbeiðsgevarar og ein formaður. Limirnar í kærunevndini verða valdir av Landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í kærunevndini, tá limi berst frá.
2. stk. 6) Grunnurin rindar fyri ta umsiting, sum umrødd er í stk. 1.

§ 10. Hevur ein løntakari ella ein skipa/bátaeigari givið grunninum skeivar upplýsingar ella tagt umstøður, sum hava týdning fyri útgjalding úr grunninum, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru móttiknar, verða kravdar afturgoldnar av løntakaranum ella skipa/bátaeigaranum.

§ 11. Um ikki hægri revsing er ásett sambært lóggávuni annars, verður hann revsaður við sekt, sum

a. letur vera við rættstundis at inngjalda tað í § 7, 1. stk. nevnda gjald,
b. letur vera við at lata grunninum upplýsingar, tá grunnurin biður um teir ella gevur skeivar ella misvísandi upplýsingar, jbr. § 5.

2. stk. Er lógarbrotið gjørt av einum partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast sjálvum felagnum sektarábyrgd.

§ 12. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1988. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 49 frá 7. juni 1979 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir á fiskavirkjum við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 1987 um trygdargrunn løntakaranna.
2. stk. Lógin fevnir eisini um lønarkrøv v.m., sum vóru gjaldkomin 1. januar 1987 ella seinni.
3. stk. Fæið hjá trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir á fiskavirkjum pr. 31. desember 1987 verður flutt í trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. Hesin grunnurin krevur inn gjaldið frá fiskavirkjum fyri árið 1987.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 6 frá 16.01.1990, við gildi frá 25. januar 1990.
2) Broytt við ll. nr. 52 frá 08.05.1991, við gildi 19. mai 1991, hvørs § 2., 2. og 3 stk. eru soljóðandi: 2. stk., § 2, stk. 1 og § 3 koma í gildi dagin eftir, at henda lóg er kunngjørd, og fevna um krøv, har dekretdagurin ella tann dagur, sum sambært § 2, stk. 2 kemur í staðin fyri dekretdagin, er tann dagin lógin er kunngerð ella seinni. 3. stk., § 7, stk.1 kemur í gildi beinanvegin, og verður gjaldið fyri 1991 roknað av samlaðu A-inntøkuni í 1990.
3) Broytt við ll. nr. 123 frá 17.06.1993, hvørs § 2, 2. stk. er soljóðandi: 2. stk. § 1, stk. 4 og 5 og § 3 fáa gildi dagin eftir, at henda lóg er kunngjørd og fevna um krøv, har freistdagurin ella tann dagur, sum sambært § 2, stk. 2 kemur í staðin fyri freitdagurin, er tann dagur lógin er kunngjørd ella seinni.
4) Broytt við ll. nr. 70 frá 13.06.1995, við gildi frá 23. juni 1995.
5) Broytt við ll. nr. 61 frá 20.05.1996, og samstundis fer løgtingslóg nr. 10 frá 10. apríl 1953 um gjøld av panting úr gildi.
6) Broytt við ll. nr. 38 frá 16.04.1997, við gildi frá 22. apríl 1997, tó fær § 1, nr. 1 gildi frá 1. januar 1997. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.
7) Broytt við ll. nr. 15 frá 16.02.2001, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. januar 2001.
8) Broytt við ll. nr. 44 frá 30.03.2001, at hon er kunngjørd.
9) Broytt við ll. nr. 47 frá 16.05.2006, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin fær gildi (útg.: 19.05.2006)
10) Broytt við ll. nr. 49 frá 16.05.2006, har § 11 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (útg.: 19.05.2006).
11) Broytt við ll. nr. 63 frá 25.05.2009, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd (útg.: 29.05.2009)
  • Kunngerðir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at