Løgtingslóg nr. 47 frá 2. mai 1986 um umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag.
(Umskipanarlógin)
§ 1. Tá eitt persónliga rikið vinnuvirki verður umskipað til eitt partafelag, sum verður skrásett í Føroyum, hevur ánarin (ánararnir) rætt til at nýta reglurnar í hesari lóg í staðin fyri tær vanligu reglurnar í skattalóggávuni.
§ 2. Treytirnar fyri at nýta reglurnar í hesari lóg eru, at
a) ánarin hevur fulla skattskyldu sambært § 1 í lóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt,
b) minst 75 % av samsýningini fyri vinnuvirkið verða latin sum partabrøv,
c) áljóðandi virði av teimum partabrøvunum, ið verða veitt sum samsýning fyri vinnuvirkið, skal svara til samlaða partapeningin,
d) umskipanin fer fram í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná tann í § 3 tilskilaða dag.
2. stk. Eiga fleiri persónar í felag eitt persónliga rikið vinnuvirki, eru treytirnar fyri at nýta reglurnar í hesari lóg harumframt, at allir ánararnir
a) nýta reglurnar í hesari lóg,
b) hava nýtt sama roknskaparskeið, jbr. § 3,
c) í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni hava nýtt sama rakstrar-roknskap og fíggjarstøðu fyri vinnuvirkið við felags avskrivingum,
d) fáa samsýning í mun til teirra ognarlut í persónliga rikna vinnuvirkinum.
3. stk. Í samband við eina umskipan kunnu ein ella um neyðugt tveir nýggir partaeigarar seta pening í nýstovnaða partafelagið við í mesta lagi 1.000 kr. hvør.
§ 3. Dagfestingin av byrjanarfíggjarstøðuni, ið verður gjørd í sambandi við umskipanina, verður at rokna sum skattligi umskipanardagurin. Umskipanardagurin er tann dagurin, ið kemur eftir dagfestingina av fíggjarstøðuni fyri síðsta ársroknskapin hjá persónliga rikna vinnuvirkinum.
2. stk. Fyrsta roknskaparskeiðið hjá felagnum gongur frá umskipanardegnum og skal vera 12 mánaðir.
§ 4. Nýtir ánarin reglurnar í hesari lóg, verður vinningur ella tap í samband við umskipanina ikki tikið við í inntøkuuppgerðina hjá hinum skattskylduga.
2. stk. Partabrøv, sum ánarin fær við umskipanina, verða virðissett til eina upphædd, ið svarar til tað skattliga virði av ognum og skuld virkisins á umskipanardegnum. Fær ánarin útistandandi skuld, jbr. § 5, 1. stk., góðskrivaða, tá umskipanin fer fram, verður áljóðandi upphæddin av hesari skuld ikki íroknað upphæddini, sum er nevnd í 1. pkt.
3. stk. Skattliga virðið á ognum og skuld virkisins verður uppgjørd til ta upphædd í reiðum peningi, ein vanlig søla av virkinum hevði givið (handilsvirðið) við frádrátti av skattskyldugum vinningi, sum hevði verið staðfestur, um selt varð til triðja persón. Líkningarráðið kann áseta nærri reglur fyri uppgerðina av skattliga virðinum á vinnuvirkinum.
4. stk. Við sjálvuppgávuni, ið verður latin inn fyri tað inntøkuárið, umskipanin fer fram, skal ánarin skrivliga boða líkningarvaldinum frá umskipanini og leggja við avrit av byrjanarfíggjarstøðuni og einari uppgerð, sambært 2. og 3. stk. fyri útveganarvirðið á partabrøvunum. Líkningarvaldið ansar eftir, at treytirnar fyri at nýta reglurnar í hesari lógini eru loknar og ásetir útveganarvirðið.
5. stk. Tær vanligu reglurnar í skattalóggávuni viðvíkjandi sjálvuppgávu, álíkning, kæru og grannskoðan o.a.m. eru eisini galdandi fyri avgerðir og álíkning líkningarvaldsins eftir hesari lóg.
§ 5. Fær ánarin góðskrivað útistandandi skuld í felagnum í samband við umskipanina, skal áljóðandi virðið svara til tann partin av samsýningini, jbr. § 2, 1. stk., litra b, ið ikki verður veittur sum partabrøv.
2. stk. Verða upphæddir, ið stava frá hækkan av útistandandi skuld í felagnum vegna prístalshækking ella líknandi, útgoldnar til ánaran av umskipaða vinnuvirkinum ella til hjúnafelaga hansara, verða tær taldar við í uppgerðini av skattskyldugu inntøku móttakarans.
§ 6. Tá skattskylduga inntøka felagsins verður uppgjørd, skulu ognarlutir, ið felagið tók við, tá umskipanin fór fram, roknast sum útvegaðir av felagnum til somu tíðir og fyri somu útveganarvirðir, teir veruliga vórðu útvegaðir fyri av fyrrverandi ánara. Skattligar avskrivingar, ið fyrrverandi ánari hevur framt, skulu roknast sum framdar av felagnum í viðkomandi inntøkuári.
2. stk. Hevur fyrrverandi ánarin av vinnuvirkinum keypt ognarlut fyri at selja hann aftur við ágóða ella søla av slíkum ognum fellur undir vinnu hansara, verður felagið, tá tað selur ognarlutin, skattað eftir teimum reglum, ið galda fyri tílík keyp.
3. stk. Hevur fyrrverandi ánarin í samband við uppgerðina av skattskyldugu inntøku sínari tíðarfest allar rentuinntøkur og rentuútreiðslur, skal skattskylduga inntøka felagsins uppgerast á sama hátt.
4. stk. Vinningur ella tap av sølu ella innloysan av virðisbrøvum, ið felagið tekur við eftir fyrrverandi ánaran í samband við umskipanina, verður viðgjørt eftir somu reglum, sum høvdu verið nýttar, um vinningurin ella tapið stóðst hjá fyrrverandi ánaranum.
§ 7. Ónýttar avsetingar til íløgugrunnar og tey tilhoyrandi innskot, sum framd eru av ánaranum, kunnu flytast fult ella partvíst í felagið. Um einans ein partur av avsetingunum verður fluttur, verða tær fyrstu avsetingarnar at rokna sum fluttar felagnum.
2. stk. Tær fluttu avsetingarnar verða roknaðar at vera avsettar av felagnum í teimum árunum, avsetingarnar eru gjørdar. Um eftirskatting sambært § 10, 1. og 2. stk. í lóg um íløgugrunnar verður gjørd fyri inntøkuár, ið liggja fyri stovning felagsins, skulu tær fluttu avsetingarnar inntøkuførast í fyrsta roknskaparári felagsins.
§ 8. Vísir roknskapurin sambært fíggjarstøðuna í seinasta roknskaparárinum eitt hall, kann tað ikki dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøku felagsins.
§ 9. Lógin fær gildi frá 1. januar 1986. Lógin fær gildi fyri umskipanir, ið fara fram við gildi frá árslok av inntøkuárinum 1985 ella seinni.