Skriva út

Rundskriv nr. 1 frá 16. mars 2016

um gávur frá arbeiðsgevara

Viðvíkjandi gávum frá arbeiðsgevara til starvsfólk í samband við serstakt høvi hevur Ráðið samtykt fylgjandi reglur:

1) Gávur í peningi skulu skattast uttan mun til upphæddina.

2) Aðrar gávur enn tær, sum eru nevndar í nr. 1 og 3, skulu ikki skattast, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er 1.500 kr. ella minni.

Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald yvir 1.500 kr., skal skattur gjaldast av allari upphæddini.

3) Gávur í sambandi við 25, 30, 40 og 50 ára starvsdag skulu ikki skattast, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er ávikavist kr. 2.000, kr. 3.000, kr. 4.000 og kr. 5.000 ella minni.

Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald yvir ávikavist kr. 2.000, kr. 3.000, kr. 4.000 og kr. 5.000., skal skattur gjaldast av allari upphæddini.

Hetta rundskriv fær gildi frá og við inntøkuárinum 2016, og samstundis fer rundskriv nr. 1 frá 11. apríl 2011 úr gildi.

TAKS
Argir, 19. august 2016


Eyðun Mørkøre, stjóri

Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar

Snarslóðir