Skriva út

Rundskriv nr. 1 frá 20. januar 1992

um húsaleigu í sambandi við arbeiði í setanarviðurskiftum (Tað sama sum rundskriv nr. 1991-2, bert við aðrari dagfesting)

Leiguinntøkan av húsaleigu er at rokna sum B-inntøka.

Higartil hevur reglubundin mannagongd í samband við húsaleigu, sum verður útgoldin í samband við arbeiði í setanarviðurskiftum verið, at leiguinntøkan hevur verið viðgjørd sum A-inntøka, og harvið verið ávíst um góðkent avrokningarstað eins og onnur A-lønarinntøka, sum síðani hevur avroknað A-skattin til landskassan.

Líkningarráð Føroya hevur á fundi 4. desember 1991 viðgjørt hetta mál, og hevur samtykt, at broyta áðurnevndu mannagongd soleiðis, at øll húsaleiga er at rokna sum B-inntøka, og verður hetta galdandi uttan mun til, um talan er um eina húsaleigu, sum hevur samband við arbeiðið hjá viðkomandi persóni í einum setanarviðurskifti ella ikki.

Frá og við 1. januar 1992, skal sostatt húsaleiga, sum verður útgoldin starvsfólki í samband við arbeiði í einum setanarviðurskifti, ikki ávísast um góðkent avrokningarstað, sum onnur A-lønarinntøka, men harafturímóti skal húsaleigan útgjaldast viðkomandi starvsfólki sum B-inntøka.

Hetta rundskriv fær gildi frá og við 1. januar 1992.

Snarslóðir