Skriva út

Rundskriv nr. 1 frá 13. januar 1994

um broyting av roknskaparári hjá feløgum

Higartil hava umsóknir um broyting av roknskaparári verið umsitnar av høvuðsdeildini hjá Líkningarráðnum í Tórshavn.

Í samband við samanleggingina av Toll- og Skattstovuni er hendan uppgáva løgd út á økini, og verður í hesum sambandi gjørd niðanfyristandandi vegleiðing um umsiting av hesum umráði framyvir.

Roknskaparárið hjá persónliga skattskylduguni er álmanakkaárið fyri ta endaligu álíkningina, og persónliga skattskyldugir kunnu ikki broyta roknskaparár.

Hjá feløgum v.m., sambært skattalógini § 1, 1. stk. nr. 8~15, og sum reka sjálvstøðuga vinnu, verður skattur fyri ávíst skattaár lagdur út á inntøkuna í tí inntøkuári, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum frammanundan, SL. § 24, stk. 3.

Partafeløg, har helvtin ella meira av partapeninginum er á somu hondum, skulu hava sama roknskaparár, SL § 21, stk 1.

Er felagið liður í einari koncern, krevur lógin um partafeløg, at felagið hevur sama inntøkuár sum hini koncernfeløgini.

Til at hava annað inntøkuár enn tað, ið feløg v.m. higartil hava nýtt til uppgerð av skattskyldugari inntøku, krevst loyvi frá líkningarráðnum frammanundan, sambært SL § 24, stk. 3.

Umsóknir um at broyta roknskaparár til áImanakkaár verða í høvuðsheitinum altíð gingnar á møti, meðan umsóknir um at broyta roknskaparár frá álmanakkaári til brotið roknskaparár verða gingnar á møti, tá kapitalkrøvini ella koncernviðurskifti krevja tað.

Um eitt felag søkir um at fáa eitt brotið roknskaparskeið umlagt til eitt annað brotið roknskaparskeið, skal umsóknin um broyting altið verða grundað á viðurskiftini hjá felagnum, eitt nú árstíðarbundið yrki, vinnugrein, broytt rakstrarviðurskifti, kundaviðurskifti, koncernviðurskifti og frítíð hjá starvsfólki vm.

Hevur Toll- og Skattstovan varhugan av, at ein umsókn um broyting av roknskaparári einans hevur til endamáls at fáa eina longri gjaldfreist við skattinum, má umsóknin noktast, við tað at umsóknin ikki er grundað á viðurskiftini hjá felagnum sjálvum.

Við broyting av inntøkuári má tað tryggjast, at øll roknskaparskeið verða skattaði, og tað kann ikki góðtakast, at eitt skattaár dettur burturímillum.

Dømi:
Um eitt felag ynskir at broyta roknskaparár frá 1/10-92 - 30/14-93, ið er skattaárið 1994, til framyvir at umfata 1/4 - 31/3 kann felagið ikki lata skiftisroknskaparárið verða 1/10-92 -31/03-94 (18 mðr.) við tað at hetta inntøkuárið sambært SL § 24, stk 2 er grundarlag undir skattingini í skattaárinum 1995, og skattaárið 1994 sostatt dettur burturímillum. Felagið skal tí lata skiftisroknskaparskeiðið verða 1/10-92 - 31/03-93, sum er grundarlagið undir skattingini fyri skattaárið 1994.

Tá eitt roknskaparár verður broytt, skal inntøkan ikki tillagast til eitt 12-mánaðarskeið.
Somuleiðis við avskriving sambært avskrivingarlógini, ið bert verður loyvt við teimum í avskrivingarlógini nevndu procentsatsunum sum skattaársavskriving uttan mun til longdina á roknskaparskeiðnum. Sjálvt um inntøkuárið soleiðis kann verða býtt upp í tvey roknskaparskeið, verða roknskaparskeiðini at rokna sum eitt inntøkuár.

Í slíkum førum má sostatt ansast eftir, at tað bert verður avskrivað sambært avskrivingarlógini eina ferð í inntøkuárinum /skattaárinum.

Tað er ikki neyðugt at søkja Toll- og Skattstovuna um broyting av roknskaparári, so leingi tann fyrsta sjálvuppgávan hjá felagnum ikki er innsend ella átti at havt verið innsend.

Tað skal gerast vart við, at roknskaparárið sambært P/F-lógini er viðtøkubundið, og at umsóknirnar um broyting av roknskaparári tí mugu viðgerast í samsvar við reglurnar hjá skrásetingarmyndugleikanum.

Tí má tað í skrivinum, hvar økini loyva broyting av roknskaparári gerast vart við, at viðtøkur felagsins mugu broytast og skrásetingarmyndugleikin skal hava fráboðan um viðtøkubroytingina innan 4 vikur.

Feløg hava sum so ikki krav uppá at fáa eina umsókn um broyting av roknskaparári játtaða, og tí kann ein avgerð, hvar broyting ikki verður loyvd ikki kærast til Landsskattanevndina.

Viðv. umlegging ið fer fram eftir at ársroknskaparlógin er komin í gildi.
Ársroknskaparlógin, løgtingslóg nr. 248 frá 3. mai 1993, kernur í gildi 1. januar 1994, soleiðis at hon skal galda fyri tey partafeløg, smápartafeløg og kommandittpartafeløg, hvørs roknskaparár endar 1. januar 1994 ella seinni, sí § 66 í lógini.
Vísast skal til § 3 í ársroknskaparlógini, ið sigur, at roknskaparárið skal vera 12 mánaðir. Tó kann tað fyrsta roknskaparskeiðið verða longri ella styttri enn 12 mánaðir, tó hægst 18 mánaðir. Seinni broytingar av roknskaparári kunnu bert. fara fram, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi. Roknskaparskeiðið skal tá vera styttri enn 12 mánaðir.

Virkir, sum hoyra til somu koncern, skulu hava sama roknskaparár, um ikki serstøk viðurskifti gera seg galdandi. Um tað við etablering av einari koncern, er neyðugt at broyta roknskaparár hjá dótturvirki ella móðurvirki, kann roknskaparskeiðið tó verða upp til 18 mánaðir.

Reglurnar eru stórt sæð tær somu sum frammanundan, men eru meira avmarkaðar, og leggjast skal til merkis, at við broyting av roknskaparskeiði, hvar roknskaparárið endar 1. januar 1994 ella seinni, skal roknskaparskeiðið verða styttri enn 12 mánaðir.