Skriva út

Rundskriv nr. 1/1999

Fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á

meirvirðisgjaldslógina 

Við heimild í § 34 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum (hereftir nevnd Meirvirðisgjaldslógin) hevur Toll– og Skattstsova Føroya ásett hesar reglur um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á meirvirðisgjaldslógina, § 33.

A. Alment

Brot á reglur í meirvirðisgjaldslógini er revsivert eftir § 33, um hetta er framt við vilja ella av stórum ósketni. Minni ósketni verður ikki revsað.

Toll– og Skattstova Føroya hevur próvbyrðuna fyri, at revsivert brot er framt. Ein og hvør grundaður ivi skal koma hinum avgjaldsskylduga til góðar. Er grundaður ivi, um brot er framt, eigur sektarkrav ikki at verða sett fram.

Er ivi, um brotið er gjørt við vilja ella gjørt av stórum ósketni, skal avgjaldsskyldugi á sama hátt hava fyrimun av hesum iva, soleiðis at sektarkrav bert verður gjørt galdandi eftir reglunum um stórt ósketnið.

B. Vanligar sektir

Fyri lógarbrot á Meirvirðisgjaldslógina verður gjørt fyrisitingarligt sektaruppskot, undantikið í teimum førum tá málið skal latast ákæruvaldinum.

Øll lógarbrot, ið hava við sær, at avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan at gjalda meirvirðisgjald sambært lógini, eru fevnd av hesum rundskrivi og verða bólkað soleiðis:

Lógarbrot framt við vilja

Avgjald til og við kr. 30.000: 1 x avgjaldsmunin

Avgjald kr. 30.000 – 100.000: 30.000 + (2 x avgjaldsmunin omanfyri 30.000)

Avgjald yvir kr. 100.000: málið verður latið ákæruvaldinum

Lógarbrot framt av stórum ósketni

Avgjald til og við kr. 30.000: ½ x avgjaldsmunin

Avgjald yvir kr. 30.000: (½ x 30.000) + (1 x avgjaldsmunin omanfyri 30.000)

(Allar upphæddir eru í krónum.
Desimalar verða altíð niðurrundaðir til heilar krónur)

C. Roynd at sleppa sær undan

Við roynd verður sektin helmingurin av teimum undir B nevndu upphæddunum fyri lógarbrot. Roynd treytar, at lógarbrotið er framt við vilja.

Roynd kemur sjáldan fyri í brotum á meirvirðisgjaldslógina, av tí at lógarbrotið vanliga longu er framt (t.d. at uppgerðin er innlatin). Eitt dømi um roynd er, at søla við vilja ikki er bókað (inntøkuførd) fyri avgjaldstíðarskeiðið, áðrenn freistin fyri innlatan av uppgerðini er farin.

D. Medvirkan í lógarbroti

Fyri medvirkan verður sektin helmingurin av teimum upphæddum, ið eru nevndar undir B fyri lógarbrot.

Grannskoðarar og aðrir ráðgevarar ("ráðgevarasektir") verða ikki sektaðir við faldingarsektum, tó verður hædd tikin fyri støddini á tí upphædd, ið avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan at gjalda ella ikki hevur givið upp til avrokningar v.m. Álagda sektin eigur vanliga ikki at vera minni enn kr. 5.000.

E. Endurtøka

Verður aftur framt brot á Meirvirðisgjaldslógina, áðrenn 5 ár eru farin, frá tí degi viðkomandi varð revsaður fyri brot á reglurnar í Meirvirðisgjaldslógini, verður vanlig sekt hækkað við 25%.

F. Runding av sektum

Rundað niður til

Støddin á sektini í kr.:tal býtisført við:
frá 1.000 til 2.999100
frá 3.000 til 9.999500
frá 10.000 til 19.9991.000
frá 20.000 til 99.9995.000
frá 100.000 til 199.99910.000
frá 200.00025.000


G. Ávaring

Er brot framt við vilja, og samlaði avgjaldsmunurin er minni enn kr. 5.000, ella í teimum førum har talan er um stórt ósketnið, og samlaði avgjaldsmunurin er minni enn kr. 10.000, verður málið avgreitt við einari fráboðan til tann avgjaldsskylduga um, at komið er fram á lógarbrot, men at eftir umstøðunum verður ikki gjørt meira við málið. Verður lógarbrot aftur framt, kann tann avgjaldsskyldugi eisini ábyrgjast fyri áður framt lógarbrot, ið bert ávaring varð givin fyri.

Farið verður fram á sama hátt, um mett verður, at revsiábyrgd annars ikki eigur at verða gjørd galdandi.

H. Eykabót

Í teimum málum har fongsulsrevsing verður væntað, verður ákæruvaldið, sum høvuðsregla, biðið um at krevja eykabót sambært § 50, stk. 2 í revsilógini. Bótin verður 0,5 x avgjaldsupphæddina, ið avgjaldsskyldugi við vilja hevur sloppið sær undan. Tó bert 0,25 x avgjaldsupphæddina við roynd, tað merkir, tá ið roynt er at sleppa sær undan avgjaldi eftir Meirvirðisgjaldslógini.

Í teimum førum fongsulsrevsing ikki verður væntað, men nýtsla er gjørd av følskum skjølum í sambandi við lógarbrotið, ella í teimum førum, talan er um onnur brot á revsilógina, verða nevndu satsir fyri eykabót nýttir í teimum førum, ákæruvaldið setur fram krav um treytaleysa fongsulsrevsing.

Setur ákæruvaldið krav fram um treytaða fongsulsrevsing, skal eykabótin ásetast til 1 x avgjaldsupphæddina, ið avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan.

I. Lækking og hækking av sektum

Almenni parturin í revsilógini er galdandi í viðgerðini av fyrisitingarligum sektarmálum eftir meirvirðisgjaldslógini.

Tá ið sekt verður at áseta, verða niðanfyri nevndu lækkingar– og hækkingartreytir tiknar við í metingina:

–gjaldsevnið hjá avgjaldsskylduga eftir § 51, stk. 3, jbr. § 80, stk. 1 í revsilógini

–grovleikin í framda lógarbroti, upplýsingar um viðkomandi (hansara vanligu persónligu og sosialu viðurskifti, hartil hansara viðurskifti áðrenn og aftan á framda lógarbrotið) eins og hansara orsøk til at fremja lógarbrotið, § 80, stk. 1 í revsilógini.

Heruppí kemur t.d. ungur aldur, § 84, stk. 1, nr. 2, jbr. stk. 2 í revsilógini, og høgur aldur, sbr. eisini niðanfyri undir J. Fyri viðkomandi kann útbúgving, roknskaparligt innlit, eins og hansara sosiala støða eisini verða tikin við í metingina.

–at avgjaldsskyldugi hevur framt lógarbrotið í umberandi fákunnu um ella umberandi misskiljing av lógarreglum, sum banna ella áleggja framferðarháttin, § 84, stk. 1, nr. 3, jbr. stk. 2 í revsilógini.

–at avgjaldsskyldugi, eftir at tann revsiverda framferðin er framd, til fulnar hevur endurbøtt tann við lógarbrotinum framda skaða, § 84, stk. 1, nr. 7 í revsilógini.

Ásetingin kann serliga hava týdning viðvíkjandi umskaringarmuni, har munurin aftaná er inntøkuførdur.

–at tann avgjaldsskyldugi annars sjálvboðin hevur lagt doyðin á at fyribyrgja, at gerðin verður framd í verki, ella at endurbøta tann við lógarbrotinum framda skaða, § 84, stk. 1, nr. 8 í revsilógini.

Henda áseting kann serliga hava týdning viðvíkjandi umskaringarmuni, tá munurin aftaná lutvíst er inntøkuførdur.

–at tann avgjaldsskyldugi hevur meldað seg sjálvan og til fulnar hevur játtað (sjálvboðin fráboðan), § 84, stk. 1, nr. 9 í revsilógini.

Umframt av frammanfyri nevndu orsøkum kann sektin verða lækkað, um so er at:

–munurin er lættur at staðfesta.

Sektin kann vanliga lækkað við 1/3

–talan er um gomul viðurskifti.

Sektin verður vanliga lækkað niður í helvt, tá ið øll lógarbrotini eru eldri enn 5 ár.

–tann avgjaldsskyldugi hevur virkað fyri at fáa málið loyst.

Linnandi umstøður annars

Ráðgevara/grannskoðaramistøk

Í málum har mistøk eru framd av ráðgevara, verður eftir ítøkiligari meting mett um, hvussu ábyrgdin skal lutast millum avgjaldsskylduga og ráðgevan.

Hevur ráðgevin framt mistøk í avgerandi mun, er ofta hvørki grundarlag fyri at staðfesta tilætlað ráð ella stórt ósketni hjá avgjaldsskylduga. Skuldi hetta kortini verið so, verður tann vanliga sektin lækkað í tann mun, ábyrgdin av mistakinum kann staðfestast hjá ráðgevanum. Sektin kann tá býtast í 1/2, 1/3 ella 1/4 av vanligu sektini.

Einstøk dømi við skeivari negativari avrokning

Í tí føri tá avgjaldsskyldugi fyri eitt avrokningartíðarskeið hevur latið inn skeiva negativa uppgerð, og feilurin verður mettur sum stórt ósketni, verður álagda sektin ásett til helvtina av vanligari sekt, treytað av at talan er um lutfalsliga lítla upphædd.

Einstøk dømi við avgjaldsmuni

Hugsað verður bæði um viðurskifti, ið fevna um roknskap og fatan av viðurskiftunum, har álagda sektin kann verða lækkað til helvtina av vanligari sekt eftir viðurskiftunum, treytað av at talan er um lutfalsliga lítla upphædd.

Feilir til fyrimunar fyri tann avgjaldsskylduga

Í málum viðvíkjandi avgjaldsmunum kann verða komið fram á feilir, ið eru til fyrimunar fyri avjgaldsskylduga (t.d. keypsfakturar ikki tiknir við í inngangandi meirvirðisgjaldið) skal sektin roknast sambært niðanfyri nevndu reglum:

1.Brot framt av stórum ósketni.

Sektin verður roknað av saldo, tað merkir, at inngangandi meirvirðisgjald verður mótroknað av avgjaldsmuninum, áðrenn sektin verður roknað.

2.Brot framt við vilja.

Inngangandi meirvirðisgjald verður ikki mótroknað í avgjaldsmuninum, tá ið sektin verður roknað.

Kredit av órøttum

Her verður hugsað um, at tá virki broyta sín uppgerðarhátt, t.d. frá fakturering til gjalding og aftur til fakturering.

Er lógarbrotið framt av grovum ósketni, verður sektin hækkað til 1/10 av avgjaldsmuninum, ið ikki er uppgivin í tí løtu, eftirlit fer fram. Við vilja verður sektin 1/5 av avgjaldsmuninum.

Skerpandi umstøður annars

Eingin avrokning (mett áseting), eingin roknskapur

Innleiðandi verður at staðfesta, at í teimum førum talan er um manglandi uppgerð og fyribils ásetingar, verður slíkt ikki at skilja sum mál, ið hevur við sær, at viðkomandi sleppur sær undan avgjaldi, hetta hóast skeiva mannagongdin hjá avgjaldsskylduga skal steðgast, t.d. við at nýta stytt avgjaldstíðarskeið ella við at krevja veitan av trygd.

Um so er, at fyribils ásetingar vísa seg at vera munandi lægri enn tað veruliga avgjaldið, og tað kann staðfestast, at tað er við vilja, kann verða talan um harðari revsing sambært § 33, stk. 3 í Meirvirðisgjaldslógini.

Serliga stórur munur millum avroknað avgjald og veruligt avgjald

Um so er, at talan er um serliga stóran mun millum avroknaða avgjaldið og tað veruliga avgjaldið, soleiðis at avroknaða avgjaldið er munandi minni, kunnu umstøðurnar benda á, at brotið skal lýsast sum brot framt við vilja.

Stórt óskil í roknskapinum

Er talan, umframt brot á Meirvirðisgjaldslógina, um stórt óskil í roknskapinum, tvs. førdi roknskapurin er rættiliga ófullfíggjaður samstundis, sum skjøl í minni mun eru goymd, mangla o.s.fr., kann málið eftir einari heildarmeting viðgerast sum stórt ósketnið.

Tvørrandi vilji at rætta seg eftir reglum og leiðbeiningum

Her verður hugsað um, at virki áður hevur fingið sekt, og talan er um sama brot, somuleiðis um so er, at virkið áður hevur fingið vegleiðing og boð um at fáa í rættlag ymisk viðurskifti, uttan at fylgja boðum ella lógarreglum, v.m. Málið kann í slíkum føri eftir umstøðunum viðgerast sum stórt ósketnið.

Vantandi skráseting av sølu v.m.

Niðanfyri nevndu dømi verða vanliga viðgjørd sum stórt ósketnið:

–Smáar upphæddir ikki tiknar við í útgangandi meirvirðisgjald
–Privatar útreiðslur eru í minni mun tiknar við í inngangandi meirvirðisgjald
–Kreditnotur frá leverandørum eru ikki bókaðar
–Ikki loyvdur frádráttur tikin við í inngangandi meirvirðisgjald

Um so er, at hesi viðurskifti kunnu staðfestast at vera framd við vilja, og upphæddirnar eru smáar, verður málið altíð viðgjørt, eins og um talan var um stórt ósketnið.

J. Dómstólaviðgerð

Er lógarbrotið framt við vilja, og tann avgjaldsupphædd, sum avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan, tilsamans er meira enn kr. 100.000, kann málið ikki verða avgjørt fyrisitingarliga, men skal latast ákæruvaldinum til viðgerðar.

Er viðkomandi fyltur 70 ár, tá avgerð verður tikin í málinum, ella tað vegna sjúku eftir øllum at døma er líkt til, at ein møgulig fongsulsrevsing ikki kann verða sitin, kann málið tó verða avgjørt fyrisitingarliga við eini sekt svarandi til tvær ferðir tað avgjald, sum avgjaldsskyldugi hevur sloppið sær undan.

Hetta rundskriv kemur í gildi tann dag, tað er dagfest, og samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 4/1998 frá 20. oktober 1998 um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á meirvirðisgjaldslógina.

Tórshavn, 12. mars 1999

TOLL– OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ

Óli Heinesen / Eyðfinnur Jacobsen

stjóri / deildarstjóri