Skriva út

Rundskriv nr. 1/2000

um fríar ágóðar v.m. í 2000

Hjá teimum, sum hava ymisk framíhjárættindi sum part av lønini, ásetur Toll– og Skattaráð Føroya eina ferð um árið virðið á hesum lunnindum, og eru virðini fyri 2000 hesi, íroknað meirvirðisgjald:

a) Virðið á fríum bústaði:
íbúð (partur av húsum) pr. m² kr. 424
íbúð (heil hús) pr. m² kr. 334
b) Eginnýtsla av el kr. 6.200
c) Eginnýtsla av olju kr. 9.700
d) Frí telefon kr. 4.200
e) Virðið á fríum kosti pr. dag:
3 máltíðir kr. 78
2 máltíðir kr. 59
1 máltíð kr. 43
f) Virðið á fríum bili:
1100 kg og undir kr. 41.700
1101 kg til 1300 kg kr. 53.300
1301 kg og meira kr. 66.500
Allir aðrir bilar, sí viðmerking á síðu 2, kr. 31.200/20.800

Eginnýtsla hjá privatum vinnurekandi
Privatur vinnurekandi skal skatta av virðinum á vørum og framleiðslum, sum hann tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum ella til gávur. Virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum vørum.

Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skatta av tí partinum av útreiðslunum, sum svarar til privatnýtsluna, tá tað snýr seg um t.d. bil, telefon, ljós og hita, har útreiðslurnar umfata bæði privatu og vinnuligu nýtsluna.

Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal gera eina neyva metan av, hvussu nógv er privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla, og skal henda metan vera við atliti til stødd á t.d. húsi og húski.

Sum leiðbeinandi minstamark hevur Toll– og Skattaráð Føroya tí ásett hesi virði fyri nýttar vørur:

g) Eginnýtsla av vørum:
Bakarar kr. 6000
Bakarar við keypmansvørum kr.?7.900
Keypmenn kr. 21.300
Leiðbeinandi minstamark fyri privatnýtslu av bili hjá hýruvognsførara er kr. 14.800.
h) Virðið á partaeigaralánum hjá høvuðspartaeigarum: 9%
i) Kapitaleftirlønarfrádrátturin er hægst kr.?40.100
J) Danmarkarfrádrátturin er kr. 58.000
Viðmerking til "Allir aðrir bilar" undir f)

Omanfyri nevndu upphæddir eru galdandi fyri bilar skrásettir sum persónvognar smb. § 3 í ll. nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum.

Fyri bilar skrásettir sum vørubilar eftir § 5 í ll. nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum verður virðið sett til 75% av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg.

Fyri aðrar bilar enn omanfyri nevndu t.d. bilar skrásettir eftir § 6 og § 8 í ll. nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum verður virðið sett til 50% av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg.

Toll– og Skattstova Føroya tilskilar sær rætt at krevja avrit av skrásetingarskjalinum fyri bilin.

Tórshavn, 17. januar 2000

Óli Heinesen 
stjóri

/ Eyðfinnur Jacobsen
deildarstjóri