Skriva út

Rundskriv nr. 1/2007

um goodwill-virðisáseting

Hetta rundskriv skal nýtast sum generell meginregla fyri virðisáseting av goodwill í øllum skattligum viðurskiftum.

1. Inngangur
Tá ið goodwill skal virðisásetast, kann hetta rundskriv vera nýtt fyri at finna eitt kapitaliserað virði. Tá ið goodwill skal virðisásetast í skattligum høpi, kann hetta rundskriv vera nýtt, tað merkir millum annað, at tað kann nýtast við sølu av goodwill, virðisáseting av goodwill eftir kapitalvinningsskattalógini § 28, stk. 2, flytan av ognum o.s.fr.

Sum dømi kann nevnast, at goodwill, sum verður selt millum heftar partar, verður virðissett við eini meting av handilsvirðinum, men við atliti til tær faktisku umstøðurnar undan og eftir søluni. Er talan um óheftar partar er søluprísurin útgangsstøðið.

Í nøkrum vinnum er ein siðvenja fyri virðisáseting av goodwill, serliga tá ið selt verður millum óheftar partar. Slíkar siðvenjur kunnu nýtast við virðisáseting millum partar, ið hava felags áhugamál ella eru heftir. Viðkomandi sum ger eina siðvenju galdandi, skal prógva hesa.

Har ongin vinnugreinasiðvenja er og heldur ikki annað grundarlag at seta virðið á goodwill eftir, ber til at seta virðið eftir dømunum niðanfyri.

2. Um vegleiðandi dømi
Útrokningin av goodwill er standardiserað, tí kunnu ítøkiligar umstøður verða, sum gera, at dømið ikki so væl kann nýtast. Í sovorðnum førum má rættast í úrslitinum, so endaliga virðisásetingin svarar til tann prísin, sum ein óheftur triðipersónur væntandi hevði vilja goldið fyri goodwill eftir umstøðunum.

Tá ið útrokningardømið verður nýtt, er tað tí umráðandi at taka støðu til, um útrokningardømið gevur eina realistiska goodwill-virðisáseting, og um viðurskifti eru til staðar, sum hædd skal takast fyri.

Til dømis kann ein óheftur keypari vera fúsur at gjalda eina upphædd fyri goodwill, uttan mun til um goodwill virðið roknað eftir vegleiðandi reglunum er null ella negativt. Á sama hátt ber til at rokna eitt positivt virði eftir leiðbeinandi reglunum, hóast ein óheftur triðjimaður ikki vil gjalda fyri goodwill.

3. Vegleiðandi dømi

3.1. Útrokningargrundarlag
Útrokningargrundarlagið er roknskaparúrslitið áðrenn skatt fyri tey seinastu trý roknskaparárini, uppgjørt eftir reglunum í ársroknskaparlógini.

Gera virkir ikki ársroknskap sambært ársroknskaparlógini, verður støði tikið í skattskyldugu inntøkuni seinastu trý árini í staðin, hetta inniber m.a., at sjálvsstøðug vinnurekandi bert kunna taka støði í inntøkuni trý tey seinastu árini.

Virkir, ið ikki gera ársroknskap sambært ársroknskaparlógini, kunnu í staðin gera upp roknskaparúrslit fyri seinastu trý inntøkuárini og nýta hetta sum útrokningargrundarlag.

Nýta tey henda møguleika, kann tað gerast neyðugt, fyri at fáa roknskaparliga avskrivingar rætt gjørdar upp, at gera upp roknskaparúrslitið fyri fleiri ár áðrenn avhendað verður.

3.2. Javnan í teimum einstøku árunum
Verður støði tikið í roknskaparúrslitunum áðrenn skatt, skal rættast fyri hesar upphæddir:

÷ løn og samsýningar, ið ikki eru útreiðsluførd, til hjúnafelaga, ið er starvsfólk
÷ fíggjarligar inntøkur
+ fíggjarligar útreiðslur
+/÷ møguligar ekstraordinerar upphæddir sambært ársroknskaparlógini
+ avskrivingar á keyptum goodwill

Verður støði tikið í uppgerðini av skattskyldugari inntøku hjá virki, skal rættast fyri hesar upphæddir:

÷ hjúnafelagi, ið er starvsfólk
÷ fíggjarligar inntøkur
+ fíggjarligar útreiðslur
+ avseting til klassingargrunn, skattalógin § 31, stk. 1, litra d.
+ forskotsavskrivingar
+/÷ aðrar ikki skattligar rakstrarupphæddir
+ avskrivingar á keyptum goodwill

3.3. Mett miðalúrslit / miðalinntøka
Rættaða úrslitið viðvíkjandi triðseinasta ári skal faldast við 1, rættaða úrslitið viðvíkjandi næstseinasta ári faldast við 2, og rættaða úrslitið viðvíkjandi seinasta roknskaparári faldast við 3.

Síðani skal býtast við 6, soleiðis fæst ein mett miðalinntøka.

3.4. Rættingar viðvíkjandi gongdini
Hevur gongdin í úrslitinum verið støðugt batnandi ella versnandi seinastu 3 árini, sum útrokningin tekur støði í, skal leggjast afturat ella takast burtuarav, alt eftir hvønn veg tað hevur gingið.

Rákið verður roknað eftir hvussu gongdin hevur verið í úrslitinum, frá triðseinasta roknskaparári áðrenn virðisásetingina av goodwill og fram til seinasta roknskaparúrslit.

Fyri at vísa miðalgongdina í úrslitinum (batnandi ella versnandi) í teimum báðum tíðarskeiðunum (ár 1 til ár 2 og ár 2 til ár 3) skal heildarrákið (ár 1 til ár 3) býtast við 2.

Hetta ískoyti viðvíkjandi gongdini í virkinum skal leggjast afturat / takast burturav mettu miðalinntøkuni.

3.5. Virkiseigari
Tá ið virki, sum er persónlig ogn, verður avhendað ella virðisásett annars, verður helvtin av tí upphædd, ið komið er fram til, roknað sum virkiseigaraløn og skal dragast frá.

Tó skulu í minsta lagi 250.000 kr. og í mesta lagi 1.000.000 kr. dragast frá sum virkiseigaraløn.

Tá ið virki, ið er felagsogn, verður avhendað ella virðisásett annars, verður vanliga ikki drigið frá viðvíkjandi virkisharraløn, tá øll starvsfólkini – undir hesum eisini partaeigarar í starvi – aloftast hava fingið løn fyri tað arbeiðið, teir hava gjørt fyri felagið.

3.6. Virkisognarrenting
Síðani skal dragast frá viðvíkjandi renting á allari virkisogn í seinastu fíggjarstøðu fyri virðisásetingina, tó ikki viðvíkjandi rakstraróviðkomandi ogn sum t.d. lánsbrøvum og veðbrøvum, umframt bókað virði á keyptum goodwill. Rentingarprosentið verður ásett av Toll- og Skattaráð Føroya á hvørjum ári, útgangsstøðið er tó lánsbrævarentan fyri føroysk lánsbrøv, plus 3%.

3.7. Kapitalisering
Kapitaliseringsfaktorurin vísir samanhangin millum væntað árligt avkast sum eitt rentingarprosent, og væntaðu lívstíðina hjá goodwill'inum sum vísir, í hvussu mong ár keypt goodwill kann væntast at geva avkast.

Rentingarprosentið verður ásett av Toll- og Skattaráð Føroya á hvørjum ári, útgangsstøðið er tó lánsbrævarentan fyri føroysk lánsbrøv, plus 8%.

Lívstíðin hjá goodwill kann vera ymisk og kapitaliseringsfaktorurin má tí ásetast alt eftir lívstíðini.

Niðanfyri nevndu faktorar kunnu nevnast sum dømi um, hvat ið kann metast at vera avgerandi fyri lívstíðina á keyptum goodwill:

Slag og kompleksitetur á vøruni / tænastuni hjá virkinum.

Til dømis má væntast, at goodwill aloftast hevur longri livitíð, tá ið talan er um at framleiða og / ella selja heilt serstakar vørur / tænastur.
Og øvugt tá talan er um at framleiða / selja einsháttaðar og fjølframleiddar vørur.
Framleiðsla / keyp og søla av innarbeiddum og viðurkendum vørumerkjum má metast at leingja lívitíðina á goodwill.
Kann keypari innan stutta tíð, frá tí hann stovnar spildurnýtt virksemi, byggja upp goodwill, ið samsvarar við goodwill, ið er knýtt at tí aktuella virkseminum, má goodwill metast at hava lutfalsliga stutta lívstíð. Hetta er t.d. galdandi fyri smá handverkaravirki.

Dømi um, hvat lívstíðin hevur at týða fyri kapitaliseringsfaktorin, um rentan er 13% (kapitalafkastsatsur 5% + 8%):

Livitíð
Kapitaliseringsfaktorur 1)
5 ár
2
9 ár
3
14 ár
4
17 ár
4,5
1) Roknað eftir frymlinum niðanfyri, har:

n = lívstíð,
t = tíð (ár) og
r = renta.

4. Dømir um element, ið kunnu hava týdning fyri virðisásetingina og kunnu gera, at rættingar skulu gerast í goodwill ásetingini, ið kemur sum úrslit, tá roknifyrimyndin verður nýtt:
Vælgrundaðar væntanir um framtíðina, t.d. grundaðar á gjørdar avtalur um framtíðarveitingar.

Gongdin frá tí, seinasta roknskaparskeið endaði, til avhendingarmundið ella virðisásetingardagin...

Støður, har eigari ella starvsfólk við avgerandi ávirkan á vinningin hjá virkinum, ikki fylgja við virkinum.

Í teimum førum, har vinningurin hjá virkinum einans ella fyri tað mesta er grundaður á ein ella bert nakrar fáar ógvuliga stórar kundar, er roknifyrimyndin ikki so góð at nýta. Tí eigur ein lækking at verða gjørd, fyri at vísa tað óvissu, ið kemst av hesum.

Hevur vinningurin hjá virkinum í árunum frammanundan ikki verið ávirkaður av stórum eingangsinntøkum- ella útreiðslum, herundir t.d. týðandi granskingar- og menningarútreiðslur, óvanliga stórt skuldaratap ella óvanliga stórar fíggjarligar inntøkur ella útreiðslur.

5. Tá virki hevur verið til styttri enn 3 ár
Støði fyri at nýta ásetingina er, at virkið hevur latið inn ársroknskap/skattaroknskap viðvíkjandi seinastu 3 roknskaparárunum/inntøkuárunum. Hevur virkið ikki tað, má ásetingin nýtast við teimum tillagingum, ið eru neyðugar.

6. Dømir
Dømi 1

Talan er um eitt virki, ið ger ársroknskap sambært ársroknskaparlógini. Umboðið hjá skattgjaldaranum og skattafyrisitingini eru í samráð komin til tað úrslit, at goodwill hjá virkinum má væntast at hava 9 ára lívstíð.

Roknskaparlig úrslit viðvíkjandi teimum 3 seinastu árunum:
3. seinasta ár
2. seinasta ár
Seinasta ár
Úrslit
50.000
210.000
430.000
Rættingar
Ikki útreiðsluførd løn til hjúnafelaga í
arbeiði hjá virkinum

0

0
0
Rentuinntøkur
- 12.000
- 10.000
- 8.000
Rentuútreiðslur
62.000
50.000
53.000
Ekstraordinerir postar
0
0
-75.000
Meting
1
2
 3
100.000
500.000
1.200.000
Tilsamans
1.800.000
Mett rættað úrslit (býtt við 6)300.000
Rákið (400.000 - 100.000) /2150.000
450.000
Virkiseigaraløn 50% (min. 250.000
og maks. 1 mió)
- 250.000
200.000
Ognarrenting 8% av 1.000.000- 80.000
Rest til goodwillrenting120.000
Kapitaliseringsfaktor 3 (13% yvir 9 ár)360.000
Roknaða goodwillvirðið verður sostatt
360.000


Dømi 2
Sum dømi 1, men her er talan um eitt virki, ið galdandi fyri umleið 80% framleiðir eftir ordra. Viðvíkjandi næsta ári hevur virkið hinvegin bert fingið ordrar svarandi til umleið 30% av tí vanliga umsetninginum. Sostatt er mest sannlíkt, at virkið komandi ár(ini) ikki lættliga kemur at renta goodwill, ið er 360.000 kr.

Við tað at umsetningurin væntast at lækka, verður goodwill ásett út frá eini meting við eini lægri upphædd.

Argir, tann 9. februar 2007
Toll- og skattstova Føroya, Stýrið

Arnold Hjelm Nielsen / Jákup Eyðfinn Kjærbo