Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 1 frá 13. februar 2013

um tollavgreiðslu av stuttleikaførum og bátum

Avgjald á innflutningi jbr. § 27 stk. 4 í MVG-lógini

Undir 5 GT
Stuttleikafør og aðrir bátar, sum eru undir 5GT, skulu gjalda 25% í innflutnings-mvg.

5 GT og meira
Stuttleikafør, sum eru 5GT ella meira, skulu gjalda innflutnings-mvg.
Skip og bátar, sum ikki eru stuttleikafør, kunnu innflytast uttan at skula gjalda innflutnings-mvg.
Fyri at kunna skilja ímillum, um ein bátur er stuttleikafar, fiskibátur ella annað, verður skrásetingar-skjalið frá Skipaskránni (Føroya Skipaskráseting) brúkt at styðja seg til. Í skjalinum er ásett, um báturin er stuttleikafar ella t.d. fiskibátur. Er hann skrásettur sum stuttleikafar, skal hann gjalda innflutnings-mvg. Er hann skrásettur sum t.d. fiskifar, skal hann ikki gjalda innflutnings-mvg, um hann verður vinnuliga rikin.

Altjóða málibræv
Í málibrævinum fyri farið er ásett, um tað er undir ella yvir 5 GT. Uppmátingin av farinum skal verða gjørd á føroyskum ella donskum málibrævi ella tjóðskaparbrævi.

Tollavgjald
Tollurin á bátum er 0%.

Manglandi skjøl ella upplýsingar
Hevur innflytarin ikki skjøl, sum vísa støddina á farinum, og hvussu tað er skrásett, skal innflytarin gjalda innflutnings-mvg. Sama ger seg galdandi, um innflytarin ikki kann prógva ella á annan hátt sanna, at farið verður vinnuliga rikið.

Rundskrivið kemur í gildi 1. mars 2013 og samstundis fer rundskriv nr. 4 frá 30. november 2004 úr gildi.

TAKS
Argir, 19. august 2016


Eyðun Mørkøre, stjóri

Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar