Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 1 frá 22. desember 2014

um ómaksgjald fyri avgreiðslu av meirvirðisgjaldi, tolli og útskriftum v.m. fyri vinnuligar kundar

1. Inngangur
Frá 1. januar 2015 skulu vinnukundar hjá TAKS, sum ikki nýta hentleikarnar í Vinnuglugganum, rinda ómaksgjald. Hetta merkir sostatt, at vinnukundar, ið ikki sjálvir umvegis Vinnugluggan avgreiða eitt nú MVG-uppgerðir, tollavgreiðslur og rættingar v.m., framyvir skulu rinda TAKS kostnaðin fyri at skráseta manuelt fyri kundan.

2. At skráseta MVG-uppgerð
Fyri at skráseta MVG-uppgerð manuelt tekur TAKS eitt ómaksgjald á 125,- kr. Gjaldið verður rindað fyri hvørja einstaka MVG-uppgerð.

3. At tolla (umframt tænastugjald)
Fyri at tolla fyri vinnukundar tekur TAKS eitt ómaksgjald á 70,- kr., umframt tær 30 krónurnar tað kostar í tænastugjaldi. Ómaksgjaldið verður rindað fyri hvørja tolling.

4. At gjalda uttan fyri Vinnugluggan ella uttan gs-lykil
At gjalda uttan fyri Vinnugluggan, ella um gs-lykilin ikki verður nýttur, tá goldið verður uttan fyri vinnugluggan, fer at kosta 50 krónur.

5. At skriva út kontoavrit o.a.
Fyri váttanir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi hjá vinnukundum, skal rindast eitt ómaksgjald á 50,- kr. Ómaksgjaldið skal rindast áðrenn TAKS letur skjølini.

Rundskrivið kemur í gildi 1. januar 2015. Rundskriv nr. 2 frá 21. desember 2012 fer samstundis úr gildi.

TAKS
Argir, 19. august 2016


Eyðun Mørkøre, stjóri

Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar