Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 1/2015

um hvat manning og starvsfólk, sum starvast umborð í flogførum og ferðamannaskipum, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt

Slag av vørum
Nøgd
Aldursmark
Rúsdrekka í mesta lagi 60% vol. alkohol
ella
heitvín o.a. ikki yvir 22% vol. alkohol
1 litur
18 ár

-
Borðvín
2 litrar 
18 ár
Øl, í mesta lagi 5,8% vol. alkohol
2 litrar
18 ár
Sigarettir
ella sigarillos
ella sigarir
ella roykitubbak
 100 stk
 100 stk
   50 stk
     250 gram
18 ár
-
-
-
Parfuma
Toilettvatn
     50 gram
25 cl
einki
 -
Sukurlátuvørur
3 kg
einki
Sodavatn10 litrareinki
Aðrar vørur, fyri virði í mesta lagi  tilsamans
2.500 kr
einki

Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er:

- at vøran er til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál
- at manning ella starvsfólkið hevur vørurnar hjá sær í sínum egna handviðføri
- at tað sjálvboðið verður boðað tolleftirlitinum frá vørunum í REYÐU tollrásini
- at tað skulu ganga í minsta lagi 30 dagar í millum hvørja toll- og avgjaldsfría veiting

Verður brot framt á hesa regluna kann rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning fella burtur. Haraftrat kann brotið verða sektað við bót.

Hetta rundskriv kemur í gildi 1. mai 2015. Samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 1/2008 um hvat manning og starvsfólk, sum starvast umborð í flogførum og ferðamannaskipum, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt.

TAKS
Argir, 14. apríl 2015


Eyðun Mørkøre
stjóri
Jákup Eyðfinn Kjærbo
løgfrøðingar