Skriva út

Rundskriv nr. 20 frá 1/5 1989

viðv.javnan av negativari saldo

Rætting til rundskriv nr. 17.

Í § 5, 1. og 2. stk. og § 12, 3. stk. í avskrivingarlógini er greitt frá, hvussu farast skal fram, tá ein saldo er vorðin negativ, av tí at sølupeningur v.m. skal dragast frá í avskrivingargrundarlagnum.

Her hevur tann spurningur stungið seg upp, um
- negativ saldo, sum stendst av sølu av eini ogn, sum kann avskrivast eftir ávísum kapitli í avskrivingalógini,
- skal mótroknast í nýíløgu sama ár í ognir, sum kunnu avskrivast eftir einum øðrum kapitli í avskrivingarlógini.

Svarast má, at soleiðis, sum orðingin er í § 5, 1. og 2. stk. og § 12, 3. stk. í avskrivingarlógini, kann ein mótrokning fara fram, men negativa saldoin kann eisini goymast til mótrokning í nýíløgu ella til inntøkuføring árið eftir søluna.

Sum dømi kann nevnast:
Í 1988 er skipasaldo (kap. 3) vorðin negativ við kr. 2.000.000,- vegna skipasølu.
Nýíløga í 1988 á konto fyri rakstrargøgn (kap. 1) er kr. 3.000.000,-.
Í 1989 er ætlanin at keypa annað skip (møguligur byggisáttmáli).

Niðurstøða:
Veljast kann ímillum at javna negativa saldo:
- yvir nýíløgu í rakstrargøgn í 1988 ella
- at goyma hana til forskotsavskriving av keyps- ella byggikostnaði av øðrum skipi í 1989.

Rundskriv nr. 17 frá 10/4 1989 fer við hesum úr gildi. .