Skriva út

Rundskriv nr. 2 frá 20. januar 1992

um frádrátt í samband við vistarhaldvirksemi

Sambært § 25 í skattalógini skal alt, sum lagt er inn í peningi ella peningavirði, roknast fyri skattskylduga inntøku. § 31 sigur, at tá skattskyldug inntøka verður gjørd upp, skal frá inntøkuni verða drigin rakstrarkostnaður, t.e. tær útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar.

Í summum førum kann vera lætt at gera upp inntøkuna, men trupult ella ógjørligt at gera upp útreiðslurnar t.d., tá privatfólk geva uttanhýsisfólki mat móti gjaldi, men maturin verður gjørdur sum partur av dagliga húsarhaldinum og saman við matinum hjá húsfólkinum.
Ráðið hevur tí, út frá §§ 25 og 31 í skattalógini, viðtikið, at loyvdur verður fastur frádráttur í inntøku, sum stavar frá virksemi hjá privatfólki, sum saman við dagligu matgerðini til húsfólkið, gera mat til uttanhýsisfólk.

Loyvt verður at draga frá upp til 40% av bruttoinntøkuni, tó við teirri treyt, at
1) er talan um privatfólk, sum ger mat til arbeiðsfólkið hjá t.d. eini kommunu, einum byggifelag ella øðrum vinnuvirki, ella er talan um privatfólk, sum ger mat fyri eitt ferðamannafelag til gestir tess, og arbeiðsgevarin/ ferðamannafelagið rindar ella leggur út fyri matin, tá skal hann, ið rindar ella leggur út, ávísa upphæddina um afturhaldsskipanina soleiðis, at sum A-inntøka verða ávíst 60% av bruttoupphæddini og sum forvunnin upphædd 100%,
2) privatpersónar, sum geva fólki innivist og mat eftir somu skipan, sum nýtt verður í øðrum londum undir heitinum "Bed and breakfast", kunnu rokna við sama frádrátti sum omanfyri tilskilað.
Inntøka av "Bed and breakfast" verður B-inntøka, og við B-inntøku fylgir vanliga skylda at føra roknskap.
Sum minstamark til bókhald fyri roknskapi av hesum slagi hevur ráðið viðtikið, at førast skal kassabók og at fullfíggjað rokning verður skrivað hvørja ferð goldið verður, sum síðani verður førd inn í kassabókina og tvítak varðveitt.