Skriva út

Rundskriv nr. 2 frá 8. mars 1993

viðv. ávísum veitingum frá almennum stovnum

Privatnýtsla av stovnsbilum.
Í § 25, nr. 4 í skattalógini er staðfest, at ókeypis nýtsla av fastogn ella leysafæ o.t., er at rokna sum skattskyldug inntøka.

Lógargreinin fevnir um tey fyribrigdi, har arbeiðsgevarin letur starvsfólk nýta t.d. bilar, sum hann eigur, heilt ella partvís ókeypis.

Privatnýtsla av stovnsbilum verður soleiðis eftir nevndu reglu roknað sum vanlig skattskyldug inntøka við upphæddum, ið svara til minstuupphæddir fyri frían bil, ið ásettar eru í Vegleiðingarskrivi ráðsins.

Hesar upphæddir eru galdandi, sjálvt um útreiðsla arbeiðsgevarans í veruleikanum er minni ella størri.

Í teimum førum, har starvsfólkið kann prógva, at tað hevur goldið arbeiðsgevaranum fyri at nýta ogn hansara, kann virðið av fría ágóðanum lækkast tilsvarandi, men ikki niðurum 0 kr.

Virðið av fríum bili er grundað á eina árliga privata koyring uppá 10.000 km árliga. Kann starvsfólkið prógva/sanna, t.d. við koyribók, at privata koyringin er minni enn 10.000 km, kann omanfyrinevnda upphædd lækkast lutfalsliga í mun til privatu nýtsluna.
Koyring til og frá arbeiðsstaði verður eisini roknað sum privatkoyring.

Við arbeiðsstað verður at skilja tað staðið har arbeiðið verður gjørt, sum treytar lønina. Verður arbeitt á fleiri plássum sama dag, verður roknað við fjarstøðuni til fyrsta pláss og frá seinasta plássi.

Er talan um dagliga skiftandi arbeiðsstøð hjá vegaumsjónarmonnum, vegaformonnum, telefonmontørum og linjumonnum, verður privatkoyringin roknað sum koyring millum heimið og vanliga fasta tilhaldið hjá viðkomandi (verkstað, skrivstova, goymsla, manningarrúm o.líkn.). Koyring millum heim og arbeiðspláss verður ikki roknað sum privatkoyring, tá viðkomandi bilur er serútgjørdur til arbeiðið við t.d. amboðum og eykalutum og arbeiðið hvønn dag byrjar hjá einum og endar hjá einum øðrum kunda ella líknandi skiftandi arbeiðsstaði, men treytað av at viðkomandi bilur ikki verður brúktur til privatkoyring annars.

Hevur ein persónur tilkallivakt, verður arbeiðsstaðið roknað fyri at verða heima við hús fyri tey tíðarskeið, hann hevur tilkallivakt.

Við tilkallivakt skal skiljast ein arbeiðsskipan ið, fyri samsýning, bindur persónin til at verða tøkan ávís tilskilað tíðarskeið uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Í ivamálum ger líkningarráðið av, um talan er um tilkallivakt.

Rundskrivið hevur gildi frá og við álmanakkaárinum 1993, samstundis fer rundskriv nr. 18. frá 11. apríl 1989 úr gildi.

Snarslóðir