Skriva út

Rundskriv nr. 2 frá 26. juni 1996

um fyribils innflutning av motorakførum v.m.

Vísandi til § 7, stk. 1., punkt g í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, hevur Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið, ásett:

1. Persónar, sum ikki eru fastbúgvandi í Føroyum, kunnu uttan at rinda toll- og innflutningsgjøld innflyta fyri stutta tíð motorakfør, campingvognar og stuttleikabátar til egna nýtslu, meðan teir eru her. Før, ið verða innflutt eftir hesum reglum, kunnu vera verandi í Føroyum í mesta lagi í 3 mánaðir í einum 12 mánaða skeiði uttan at rinda toll- og innflutningsgjøld.

Í tí tíðarskeiðinum, førini eru í Føroyum, mugu tey ikki nýtast til vinnuligan flutning.

Motorakfør, ið eru skrásett á fyribilsplátum "greinsuplátum" í tí landi, tey koma úr, koma eisini undir nevndu reglur.

2. Toll- og skattstovan kann í serligum førum í samráð við Bileftirlit Føroya, Akfarsskrásetingina, gera frávik frá omanfyri nevndu 3 mánaða freist.

3. Í mun til reglurnar í 1. punkti er koyring við last- og vøruvognsmotorakførum at skilja sum vinnuligur flutningur. Undantikin er tó koyring við motorakførum, sum sølu- og umsjónarfólk flyta inn higar til egna bráðfeingisnýtslu, jbr. 1. punkt.

4. Hóast ásetingarnar í 3. punkti kann Toll- og skattstovan fyribils loyva, at last- og vøruvognsmotorakfør verða innflutt eftir reglunum í 1. punkti uttan at rinda toll- og onnur innflutningsgjøld, um innflutningurin bert er til at fremja beinleiðis vøruflutning til og úr Føroyum ella er í samband við nærri tilskilað arbeiði í Føroyum.

Bussar, ið koma til Føroya við ferðafólki, kunnu á líknandi hátt sum last- og vøruvognsmotorakfør fáa fyribils undantaksloyvi at rinda toll- og innflutningsgjøld, treytað av at persónsflutningurin í Føroyum er avmarkaður til bert at fevna um tey ferðafólk, ið komu higar við bussinum, og at bussurin fer úr aftur Føroyum við somu ferðafólkum.

5. Motorakfør, sum eru innflutt higar eftir hesum reglum, koma beinanvegin undir at rinda toll- og onnur innflutningsgjøld ella skulu endurútflytast eftir fráboðan Toll- og Skattstovunnar, um treytirnar fyri avgjaldsfrítøkuni ikki verða hildnar, jbr. annars reglurnar í § 39 í tolllógini.

Snarslóðir