Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 2 frá 13. apríl 1999

um hýru til eigara av skipi/útróðrarbáti,tá eigarin sjálvur er ein av manningini


Høvuðsreglan í § 25 a) í skattalógini er, at hýra til eigara av skipi/útróðrarbáti, sum sjálvur er ein av manningini, er A-inntøka sambært § 60, 1. stk. nr. 9.

Henda hýran gevur sostatt rætt til frádrátt uppá 15% og skal roknast út eftir reglunum í 3. og 4. stk.
Bert tann parturin av inntøkuni (sí 5. stk.), sum er uppgjørdur sambært reglunum í 3. og 4. stk., verður roknaður sum A-inntøka. Sami uppgerðarháttur verður nýttur viðvíkjandi restini av manningini.

Í teimum førum, tá eigari/eigarar av skipi/útróðrarbáti ikki hava nýtt høvi til at fáa sær hýru sum A-inntøku í inntøkuárinum, kann farast fram soleiðis:

Er eigarin ein av manningini, og hevur restin av manningini fingið hýru útroknaða eftir reglunum í 3. og 4. stk., kann hann rokna sær hýru á sama hátt sum hinir av manningini og innan fyri tey mørk, sum ásett eru í 4. stk.

Hýran verður síðani drigin frá sum ein útreiðsla í skipa-/bátaroknskapinum. Roknskapurin vísir nú rætta úrslitið við frádrátti av hýru.

Skattliga skulu so 85% av hýruni til eigaran - roknað út sum omanfyri tilskilað - leggjast afturat roknskaparúrslitinum. Upphæddin, sum nú er komið fram til, verður flutt til teig nr. 240 á sjálvuppgávuni, um avlop er, og annars til teig nr. 340.

Rekur eigarin einsamallur bátin alt inntøkuárið, og hevur hann ikki roknað sær hýru sum A-inntøku í inntøkuárinum, kann hann fara fram sum omanfyri tilskilað.

Hann roknar sær hýruna út eftir reglunum í 4. stk., dregur hana frá sum eina útreiðslu í roknskapinum og leggur 85% av hýruni afturataftur úrslitinum og flytir úrslitið til sjálvuppgávuna, sum tilskilað omanfyri.

Í báðum teimum nevndu førunum hevur eigarin so fingið ágóðan av, at hýra hansara verður lækkað við 15%, soleiðis sum ætlanin við lógini hevur verið.

Tá tað snýr seg um restina av manningina, kann støðan vera tann, at við árs enda hevur manningin fingið hýru útgoldna, sum ikki er útroknað eftir reglunum í 3. og 4. stk.

Í teimum førum, har hýran eftir § 25 a) er størri enn tað, hann kundi fingið eftir útrokningini, verður tann parturin av hýruni, sum fer upp um útrokningarupphæddina, fluttur frá § 25 a) V-talinum til tað vanliga V-talið og skattaður uttan frádráttin uppá 15%.

Frítíðarlønin er útroknað eftir hýruni áðrenn frádrátt uppá 15%, so hon skal ikki broytast.

Tórshavn, 13. apríl 1999

Óli Heinesen / 
stjóri

Regin Thomsen
deildarstjóri