Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 2/2001

um fartelefon

Inngangur
Sambært § 25, 1. stk. nr. 4) í skattalógini, er ókeypis nýtsla av fastogn ella leysafæ o.t. at rokna sum skattskyldug inntøka.

VLS I, fríir ágóðar
Sambært vegleiðingarskrivi I frá Líkningarráð Føroya frá 1996, kap. D.1 og K.2, fevnir lógargreinin um tey fyribrigdi, har arbeiðisgevarin letur starvsfólk nýta t.d. hús, bilar, telefon, sum hann eigur, heilt ella partvíst ókeypis.

Fartelefonir
Fartelefon, sum arbeiðsgevari letur starvsfólkum sínum at nýta ókeypis, er sum meginregla at rokna sum frí telefon sambært reglunum um fríar ágóðar.

Um løntakarin einans nýtir fartelefonina til endamál í samband við arbeiðið, ella fartelefonin er neyðug fyri at kunna útinna arbeiðið, t.d. í samband við tilkalluvaktir, skal løntakarin ikki skattast av fríari telefon.

Tekur løntakarin hinvegin telefonina við heim til hús, í øðrum førum enn nevnt beint omanfyri, talar alt fyri, at hon eisini verður nýtt privat. Tí má krevjast sum minsta treyt, fyri at løntakarin ikki skal skattast av fríari telefon, at arbeiðsgevarin áleggur løntakaranum ikki at nýta telefonina til annað endamál enn tað, sum hevur samband við arbeiðið, ella tekur onnur stig til at forða fyri hesum, sum t.d. at fáa til vega útgreinaðar rokningar.

Um løntakarin ber ein part av útreiðslunum av fartelefonini, er talan um telefon, sum eisini verður nýtt privat. Her verður løntakarin skattaður av galdandi virði av fríari telefon, eftir at frádrigin er tann upphædd, sum hann endurrindar arbeiðsgevaranum.

Virði av fríari telefon, sum starvsfólkið skal skattast av, verður ásett av Toll- og Skattaráð Føroya á hvørjum ári, og verður lýst á vanliga hátt.

Dømi
Fyri ár 2000 er virðið av fríari telefon ásett til kr. 4.200,-. Rindar løntakarin arbeiðsgevaranum t.d. kr. 2.000,- fyri árið, skal hann skattast av kr. 2.200,-.

Hetta rundskriv kemur í gildi tann dag, tað er dagfest, og samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 2/1998 frá 21. juli 1998.

Argir, 12. januar 2001


Óli Heinesen 
stjóri

/ Beinta Festirstein
settur deildarstjóri

Snarslóðir