Skriva út

Rundskriv nr. 2/2004

um virðisáseting av alifiski og smolti er sett úr gildi

Í sambandi við at reglurnar um uppgerð av vørugoymslu innan alibrúk eru broyttar við løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, er rundskriv nr. 14 frá 6. apríl 1989 í andsøgn við skattalógina.

Stýrið hevur tí mælt Toll- og Skattaráði Føroya til at seta nevnda rundskriv formliga úr gildi.

Toll- og Skattaráð Føroya hevur á fundi í dag viðgjørt málið og í hesum sambandi avgjørt at seta rundskriv nr. 14 úr gildi.

Sagt verður frá hesum.


Tórshavn, 25. juni 2004

TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ


Birta Biskopstø / Óli Heinesen

Snarslóðir