Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 2/2009

um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina

Við heimild í § 37 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum (hereftir nevnd tolllógin) hevur TAKS ásett hesar reglur um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á tolllógina kap. 10.

A. Alment
Brot á tolllógina ella reglur og fyriskipanir, ásettar við heimild sambært hesi lóg, er revsivert eftir kap. 10, um brotið er framt við vilja ella av stórum ósketni. Minni ósketni verður ikki revsað.
TAKS hevur próvbyrðuna fyri, at revsivert brot er framt.
Ein og hvør ivi skal koma hinum avgjaldsskylduga til góðar. Er grundaður ivi, um brot er framt, eigur sektarkrav ikki at verða sett fram.
Er ivi, um brotið er gjørt við vilja ella gjørt av stórum ósketni, skal avgjaldsskyldugi á sama hátt hava fyrimun av hesum iva, soleiðis at sektarkrav bert verður gjørt galdandi eftir reglunum um stórt ósketni.

B. Vanligar sektir
Fyri brot á tolllógina og kunngerðir verður fyrisitingarligt sektaruppskot gjørt, tó ikki í teimum førum tá málið skal latast ákæruvaldinum.
Øll brot á tolllógina og fyriskipanir ásettar sambært tolllógini eru fevnd av hesum rundskrivi og verða bólkað soleiðis:

1. Lógarbrot framt við vilja
Er brot framt við vilja, verður sektin vanliga ásett til 2 ferðir toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.

2. Lógarbrot framt við grovum ósketni
Er brot framt við grovum ósketni, verður sektin ásett til 1 ferð toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.

3. Størri lógarbrot, dómstólaviðgerð
Stór ella torfør sektarmál skulu viðgerast í samráð við Lógardeildina í Stýrinum.
Er lógarbrot framt við vilja ella av stórum ósketni og avgjaldsupphæddin á vøruni er meira enn kr. 100.000, kann málið ikki avgerast fyrisitingarliga, men skal latast ákæruvaldinum til viðgerðar.
Er viðkomandi fyltur 70 ár, tá avgerð verður tikin í málinum, ella tað vegna sjúku eftir øllum at døma er líkt til, at ein møgulig fongsulsrevsing ikki kann verða sitin, kann málið tó verða avgjørt fyrisitingarliga við eini sekt svarandi til 2 ferðir toll- og avgjaldsupphæddina á vøruni.

4. Medvirkan í lógarbroti
Fyri medvirkan í lógarbroti skal líka stór sekt áleggjast hvørjum einstøkum, ið hevur medvirkað í lógarbrotinum.
Toll- og avgjaldsupphæddin á vøruni kann bert uppkrevjast 1 ferð, antin frá einum av persónunum í málinum, ella frá øllum í felag.

5. Toll- og avgjaldsupphæddin á vøruni
Brot á § 31 stk 1-3 í tolllógini hevur við sær skyldu at gjalda toll- og avgjaldsupphæddina fyri vøruna.
Er tað vøra, sum eftir vanligum innflutningstreytum er bannað at flyta inn, ella fevnd av einkarinnflutningi, skal hon endaliga ognartakast, t.d. rúsdrekka, vín og øl, og mineralvatn og lidnir leskidrykkir í einbrúksíløtum. Tollur- og avgjøld skula ikki rindast fyri vøru, sum ikki er loyvt at flyta inn.

6. Runding av sektum
Í sambandi við útrokning av sekt verður toll- og avgjaldsupphæddin rundað niður til heilar krónur.
Sektin verður rundað niður til fyrstu 5-krónu.

7. Lækking av sektum
Almenni parturin í revsilógini er galdandi í viðgerðini av fyrisitingarligum sektarmálum eftir tolllógini.
Fyri persónar, sum eru undir 18 ár, verður sektin ásett til helvtina av sektini.
Sekt kann ikki áleggjast persónum, sum eru undir 15 ár.
Eingin sekt verður ásett lægri enn kr. 300.

8. Ognartøka av vørum
Vøra, sum roynt er at innsmugla, verður afturhildin av tollvaldinum ella løgregluni fyri tollvaldið, til skyldugar toll- og avgjaldsupphæddir og sektarupphæddir eru goldnar, undir tí fyrivarni at tær vanligu innflutningstreytirnar eru loknar.
Vøra, sum verður afturhildin ella ognartikin, skal verða merkt við skrásetingarnummarinum á sektini, við seðli, sum ikki skaðar innpakkingina. Vøran skal goymast á tryggum staði fyri óviðkomandi.
Er vøran ikki heintað áðrenn 2 mánaðar eftir, at tann mánaðurin er endaður, tá málið endaliga er avgjørt, verður hon seld á uppboðssølu. Er talan um vørur, ið eftir tollvaldsins metan ikki kunnu seljast, skulu tær verða oyðilagdar undir eftirliti av økisstjóra. Hetta skal gerast minst 1 ferð um árið.

C. Brot á reglur í fyriskipanum ásettar sambært tolllógini
Seglbrot jbr. § 35 stk. 1 punkt 1 - 2. Sektin er ásett til kr. 5000 fyri hvørt seglið.
Ófráboðað koma uttanífrá við skipi ella flogfari jbr. § 7 stk. 1 og § 15 stk. 2 í kunngerðini til tolllógina um tolleftirlit. Sektin er ásett til kr. 5000.
Útflýggjað fraktsending, uttan at hon er tollavgreidd jbr. § 13 stk. 1. Sektin er ásett til kr. 2000 fyri hvørja sending.
Innflytari sum gevur skeiva frásøgn, leggur fram skeiv ella ófullfíggjað skjøl ella gevur villleiðandi upplýsingar í samband við elektroniska tollavgreiðslu.
Sektin er ásett til kr. 500 fyri hvørja tollavgreiðslu, um ikki brotsgerðin vil bera við sær harðari revsing eftir øðrum ásetingum.

D. Mannagongd tá sekt verður áløgd
Tollsektarfrásøgn skal í hvørjum føri, tá sekt verður áløgd, skrivast, og skal hvør teigur í frásøgnini nágreiniliga skrivast.
Eitt eftirfylgjandi sektarnummar skal vera sett í hvørja tollsektarfrásøgn. Nummarið byrjar av nýggjum við ársbyrjan. Dømi: TAKS á Hálsi, TÓ 001-2009, TAKS í Saltangará/Klaksvík, KS 001-2009 og TAKS á Tvøroyri, TV 001-2009.
Tollsektarfrásøgnin skal skrivast undir av honum ella teimum, sum hava avdúkað brotið.

1. Fráboðan um sekt
Hann, sum fær sekt álagda, skal beinanvegin hava skrivliga fráboðan um sektarásetingina. Verður fráboðanin send honum, skal hon sendast sum innskrivað bræv.

Málið kann avgerast fyrisitingarliga uttan rættarsókn, um viðkomandi játtar seg sekan og játtar at gjalda eina ásetta sekt.
Tað skal verða kunngjørt honum, at avgerðin kann krevjast fyri Føroya rætt, verður tað gjørt innan 14 dagar, frá tí at sektin er kunngjørd honum.
Er sektin kunngjørd í innskrivaðum brævi, byrjar freistin, á tí degi hann hevur kvittað fyri móttøkuna av brævinum.

2. Innkrevjing av sekt
Høvuðsreglan er, at sektin skal gjaldast á staðnum. Hetta er eisini galdandi fyri persónar, sum ikki eru búsitandi her í landinum. Sekt, sum er áløgd eigara umborð í útlendskum skipi ella skiparanum, tí eingin eigari er til vøruna, skal verða goldin áðrenn skipið sleppur at sigla.
Í tí føri tá sektin ikki verður goldin á staðnum, eigur skrivlig áminning at verða send viðkomandi um at gjalda sektina innan eina nærri ásetta tíðarfreist t.d. 14 dagar. Áminningin skal sendast skjótast gjørligt innan 14 dagar, aftaná at sektin er áløgd.
Er sektin framvegis ikki goldin, verður nýggj áminning send við upplýsing um, at sektin skal verða goldin innan 14 dagar, annars verður hon uttan aðra ávaring send til innheintingar hjá TAKS.
Er sektin framvegis ikki goldin, verður kravið sent viðkomandi øki til innheintingar. Økið skal hava eitt eintak av øllum skjølum í málinum.
Hetta rundskriv kemur í gildi 1. januar 2010, og samstundis fer úr gildi Rundskriv nr. 3/2005 frá 30. mai 2005 um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina.

18. desember 2009
TAKS

Eyðun Mørkøre 
Stjóri

Jákup Eyðfinn Kjærbo
Leiðandi løgfrøðingur