Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 2/2015

um hvat manning og starvsfólk, sum starvast umborð í flogførum og ferðamannaskipum, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt

Rúsdrekka:
Manning og starvsfólk, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

  1. Rúsdrekka við yvir 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur við hægst 60 rúmprosent alkoholstyrki.
  2. Heitvín o.a. við í mesta lagi 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur ella 2 litrar av borðvíni.
  3. Øl: í mesta lagi 2 litrar.

Í staðin fyri omanfyrinevndu nøgdir kunnu manning og starvsfólk, ið hava fylt 18 ár, flyta inn 10 litrar av øli ella 4 litrar av borðvíni og 2 litrar av øli.

Tubbaksvørur:
Manning og starvsfólk, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

  1. sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella
  2. sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
  3. sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
  4. tubbak: í mesta lagi 250 g

Luktilsi o.a.:
Manning og starvsfólk kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

  1. luktilsi: í mesta lagi 50 g
  2. rakivatn: í mesta lagi 25 cl
  3. sjokulátuvørur: í mesta lagi 3 kg
  4. sodavatn: í mesta lagi 10 litrar

Manning og starvsfólk kunnu umframt nevndu vørur flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum til samans hava virði, ið ikki er hægri enn 2.500 kr.

Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er:

  • at vøran er til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál
  • at manning ella starvsfólk hava vøruna hjá sær í sínum egnum handviðføri
  • at tað sjálvboðið verður boðað tolleftirlitinum frá vøruni í reyðu tollrásini
  • at í minsta lagi 30 dagar eru í millum hvørja toll- og avgjaldsfría veiting

Hetta rundskriv kemur í gildi 7. juli 2015. Samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 1/2015 um, hvat manning og starvsfólk, sum starvast umborð í flogførum og ferðamannaskipum, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt.

TAKS
Argir, 19. august 2016


Eyðun Mørkøre, stjóri

Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar

Snarslóðir