Skriva út

Rundskriv nr. 2/2022

um ómaksgjald fyri avgreiðslu av meirvirðisgjaldi, tolli og útskriftum v.m. fyri vinnuligar kundar


1. Inngangur
Frá 1. juli 2022 skulu vinnukundar hjá TAKS, sum ikki nýta hentleikarnar í Vinnuglugganum, rinda ómaksgjald. Hetta merkir sostatt, at vinnukundar, ið ikki sjálvir umvegis Vinnugluggan avgreiða eitt nú MVG-uppgerðir, tollavgreiðslur og rættingar v.m., framyvir skulu rinda TAKS kostnaðin fyri at skráseta manuelt fyri kundan.

2. At skráseta MVG-uppgerð
Fyri at skráseta MVG-uppgerð manuelt tekur TAKS eitt ómaksgjald á 250 kr. Gjaldið verður rindað fyri hvørja einstaka MVG-uppgerð.

3. At tolla (umframt tænastugjald)
Fyri at tolla fyri vinnukundar tekur TAKS eitt ómaksgjald á 150 kr., umframt tær 30 krónurnar tað kostar í tænastugjaldi. Ómaksgjaldið verður rindað fyri hvørja tolling.

4. Skráseting av útflutningi
Fyri at skráseta útflutning manuelt tekur TAKS eitt ómaksgjald á 200 kr. Gjaldið verður rindað fyri hvørja sending .

5. At rykkja
At rykkja eftir tollskjølum v.m. 50 kr.

6. At gjalda uttan fyri Vinnugluggan ella uttan gs-lykil
At gjalda uttan fyri Vinnugluggan, ella um gs-lykilin ikki verður nýttur, tá goldið verður uttan fyri vinnugluggan, fer at kosta 100 krónur.

7. At skriva út kontoavrit o.a.
Fyri váttanir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi hjá vinnukundum, skal rindast eitt ómaksgjald á 50,- kr. Ómaksgjaldið skal rindast áðrenn TAKS letur skjølini.

Rundskrivið kemur í gildi 1. juli 2022. Rundskriv nr. 1 frá 22. desember 2014 fer samstundis úr gildi.

TAKS

Tórshavn, 8. juni 2022

Eyðun Mørkøre, stjóri                                     Birta Biskopstø, deildarstjóri