Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 23 frá 16. juli 1990

um Fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á § 139 í samtíðarskattalógini.


Líkningarráð Føroya hevur ásett hesar reglur um fyrisiting-ar-ligar sektarásetanir fyri brot á § 139 í samtíðarskattalógini.


A.
Brot á § 139 í skattalógini er bert revsivert, um hetta er framt við vilja ella av stórum gáloysni. Minni gáloysni verður ikki revsað.
Skattavaldið hevur próvbyrðuna fyri, at revsivert brot er framt. Er ivi um hetta, skal ein og hvør heimilaður ivi koma skattgjaldaranum til góðar. Um heimilaður ivi er, eigur sektar-krav ikki at verða reist.
Er ivi um, um brotið er gjørt við vilja, ella um tað bert er gjørt av stórum gáloysni, skal skattgjaldarin á sama hátt hava fyrimunin av hesum iva, soleiðis at sektarkrav bert verður gjørt eftir reglunum um stórt gáloysni.
Tala umstøðurnar í samband við brot á § 139 fyri, at hetta ikki er gjørt við vilja, og eru samlaðu inntøkumunirnir ið grundað ábyrgd ikki omanfyri 15.000 kr., kann haldast, at talan bert er um gáloysni, t.v.s. at hetta antin ikki er revsivert, ella í mesta lagi verður viðgjørt eftir, § 139, 2. stk. í skattalógini. 

B. Vanligar sektir.
Er brot framt við vilja, verður sektin vanliga ásett til 2 ferðir skattin av inntøkuni, sum er ikki komin til skattingar.
Brot framt av stórum gáloysni, verður sektað við 1 ferð skattin av inntøkuni, sum er ikki komin til skattingar.
Er inntøkumunurin í alt minni enn 30.000 kr., verður sektin tó, tá ið brotið er framt við vilja, ásett til 1 ferð skattin av inntøkuni, sum er ikki komin til skattingar, og er talan um stórt gáloysni 1/2 ferð skattin av inntøkuni, sum er ikki kom-in til skattingar.
Er talan um fleiri sløg av inntøkumunim, verður farið fram so-leið-is í samband við útrokning av teimum sektargevandi skattu-num:

- fyrst verða teir veruligu inntøkumunirnir, sum ikki grundað ábyrgd, og sum ikki innihalda nakra meting, lagdir afturat,
- síðani verða teir inntøkumunir, sum gjørdir eru av stórum gá-loysni, lagdir afturat, og
- seinast verða teir inntøkumunir, sum gjørdir eru við vilja, lagd-ir afturat.

Víst verður til skjal 1.

Hækkingar eftir meting, sum ikki grundað ábyrgd, verða hildnar uttanfyri hesa útrokning av skattinum.
Við inntøkuumskaring (forskydningsdifferencer) verður sektin vanliga helmingurin av frammanfyri nevndu upphæddum.

Má1 verður ikki reist fyri inntøkuumskaring

- sum ikki er hægri ella hevur verið hægri enn 30.000 kr.,

sum ikki hevur munandi týdning í mun til ta ognar-/skuldar-mongd, munurin viðvíkur. Sum "ikki munandi týdning" er at skilja munur, sum er minni enn 10% av viðkomandi ognar-/ skuldarmongd og sum ikki er omanfyri 200.000 kr.
Er ein høvuðspartaeigari sekur í, at felag, hann stjórnar, sleppur sær undan skatti, verður sektin løgd á hann.

C. Roynd.
Við roynd verður álagda sektin helmingurin av teimum undir B nevndu upphæddum. Roynd treytar brot framt við vilja.

D. Medvirkan.
Fyri medvirkan er sektin helmingurin av teimum undir B nevndu upphæddum.
Grannskoðarar og aðrir ráðgevarar ("ráðgevarasektir") verða ikki sektaðir við faldingarsektum, men tikið verður eitt ávíst umhugsni til støddina av tí sum ikki er givið upp til skattingar. Sektin eigur vanliga ikki at vera minni enn 5.000 kr.

E. Endurtøka.
Verður samtíðarskattalógin brotin aftur, áðrenn 5 ár eru farin, frá ti at viðkomandi varð revsaður fyri brot á revsireglurnar i samtíðarskattalógini, verður vanlig sekt hækkað við 25%.

F. Runding av sektum.

Útroknað sektarupphæddRundað niður til:
frá1.000 kr.til

2.999 kr.

tal býtisført við

100
frá3.000 kr.til9.999 kr.tal býtisført við500
frá10.000 kr.til19.999 kr.tal býtisført við1.000
frá20.000 kr.til99.999 kr.tal býtisført við5.000
frá100.000 kr.til199.999 kr.tal býtisført við10.000
frá200.000tal býtisført við25.000

G. Ávaring.

Er brot framt við vilja, men tann samlaði inntøkumunurin ið grund-ar ábyrgd er minni enn 5.000 kr., ella um talan er um stórt gáloysni, men tann samlaði munurin ið grundar ábyrgd er minni enn 10.000 kr., verður málið avgreitt við einari fráboðan til skattgjaldaran um, at komið er framá at (lógar)brot er framt, men at eftir umstøðunum verður ikki gjørt meira við málið, men um brot aftur verður framt, verður ábyrgd gjørd galdandi ("ávaring").
Farið kann verða fram á sama hátt, tá ið revsiábyrgd annars ikki verður mett at eiga gerast galdandi.

H. Lækkinq av sektum.
Almenni parturin í revsilógini er galdandi í viðgerðini av fyrisitingarligum sektarmálum eftir samtíðarskattalógini.
Tá ið sekt verður ásett, kunnu tí verða við í metingini hesar í revsilógini nevndu lækkingartreytir:

- gjaldføri skattgjaldarans eftir § 51, 3. stk. smbr. § 80, 1. stk.
- hvussu stórt lógarbrotið er, upplýsingar um skattgjaldaran, hansara vanligu persónligu og sosialu viðurskifti, hansara viðurskifti fyri og eftir lógarbrotið, eins og hansara orsøk til lógarbrotið, § 80, 1. stk.

Heruppí kemur t.d. ungur aldur, smbr. eisini § 84, 1. stk., nr. 2, smbr. 2. stk. og høgur aldur, smbr. eisini niðanfyri undir I. Skattgjaldarans útbúgving, roknskaparliga innlit, eins og hansara sosiala støða kann eisini verðin tikin við í metingina.

- at skattgjaldarin hevur framt lógarbrotið í umberandi fákunnu um ella umberandi misskiljing av lógarreglum, sum banna ella áleggja framferðarháttin, § 84, 1. stk., nr. 3, smbr. 2. stk.
- at skattgjaldarin, eftir at tann revsiverda framferðin er framd, sjálvboðin hevur forðað ti vanda, sum kundi staðist av hesi framferð, § 84, 1. stk., nr. 6, smbr. 2. stk.
- at skattgjaldarin, eftir at tann revsiverda framferðin er framd, til fulnar hevur endurbøtt tann við lógarbrotinum framda skaða, § 84, 1. stk. nr. 7

Ásetingin kann serliga hava týdning viðv. umskaringarmuni, har munurin aftaná er inntøkuførdur.

- at skattgjaldarin annars sjálvboðin hevur lagt doyðin á at fyribyrgja fullgerðina ella endurbøta tann við lógarbrotinum framda skaða § 84, 1. stk., nr. 8. Henda áseting kann serliga hava týdning viðv. umskaringarmuni, har munurin aftaná lutvís er inntøkuførdur.
- at skattgjaldarin sjálvboðin hevur meldað seg sjálvan og til fulnar játtað ( sjálvboðin fráboðari) § 84, 1. stk., nr. 9.

Tað liggur á skattavaldinum at vísa á, at fráboðan skattgjald-arans ikki er gjørd sjálvboðin. Hjá sjálvbodnum fráboðarum verð-ur sektin lækkað til 1/3 av vanligu sektini.
Hóast tað, sum stendur undir I, kunnu hesi mál, uttan mun til støddarmunin, avgerast fyrisitingarliga, uttan so at tann lands-skattur, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan, er meira enn 500.000 krónur.
Umframt av teimum frammanfyri nevndu orsøkum kann sektin verða lækkað, um so er at:

- munurin er lættur at staðfesta.


Sektin kann tá vanliga versa lækkað við 1/3.
Hevur munurin samband við upphædd, sum sjálvvirkandi verður upplýst skattavaldinum, verður ábyrgdarmál ikki reist.

- meting er við í uppgerðini av tí muni, sum er ábyrgdarfáandi.

Sektin kann tá vanliga versa lækkað við 1/3.

- tá ið grannskoðari ella annar ráðgevari er samsekur.

Í málum, har ráðgevaramistøk eru framd, verður ein ítøkilig meting gjørd, hvussu ábyrgdin skal lutast.

Hevur ráðgevarin framt mistak í avgerandi mun, er ofta hvørki grundarlag fyri, at staðfesta fyrisett ráð ella stórt gáloysni hjá skattgjaldaranum. Skuldi hetta kortini verið so, verður vanliga sektin lækkað í tann mun, ábyrgdin av mistakinum kann staðfestast hjá ráðgevaranum.

- tað snýr seg um gomul viðurskifti.

(Sektin verður vanliga lækkað niður í helvt, tá ið øll lógar-brot-ini eru eldri enn 5 ár).

- skattgjaldarin hevur medvirkað at loysa málið.

I.Dómstólaviðgerð.

Er lógarbrotið framt av fyrisettum ráði, og tann landsskattaupphædd, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan, tilsamns er meira enn 100.000 krónur, kann málið ikki verða avgjørt fyrisitingarliga.

Hevur viðkomandi fylt 70 ár, tá ið málið verður avgjørt, ella tað vegna sjúku eftir øllum at døma er líkt til, at ein møgulig avsøgd fonsgulsrevsing ikki kann verða sitin, kann málið tó verða avgjørt fyrisitingarliga við eini sekt svarandi til tvær ferðir tann skatt, sum skattgjaldarin er sloppin sær undan.

Tórshavn, 16. juli 1990.


Líkningarráð Føroya.

Skjal 1

Sjálvuppgivin/ ásett inntøka100.000 kr.

1) ikki ábyrgargevandi reguleringar í álíkningnin

10.000 kr.

2) inntøkumunir, sum skyldast stórt gáloysni(§ 139, 2. Stk.)

20.000 kr.

3) inntøkumunir, gjørdir við vilja (§ 139, 1. Stk.)

70.000 kr.
Nýggj inntøka200.000 kr.