Skriva út

Rundskriv nr. 3 frá 15. desember 1995

um transittvørur

Vísandi til § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, hevur Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið ásett:

1. Transittvøra er at skilja sum vøra, ið verður uppskipað á tolløkinum til víðari flutning til annað land.

2. Vøran skal flytast út aftur í sama líki og standi, sum hon er innflutt í; tað merkir, at meðan vøran er í tolløkinum, skal hon ikki umpakkast ella pakkast út.

3. Meðan vøran er í tolløkinum, skal hon vera á goymslu hjá flutningsfelagi ella postavgreiðslu, til hon verður endurútflutt.

4. Vøran skal í høvuðsheitum verða endurútflutt í seinasta lagi 1 mánað aftaná, at hon er komin til landið. Um vøra ikki verður endurflutt innan ásettu tíðarfreist, er § 18 í tolllógini galdandi.

5. Toll- og Skattstovan kann krevja, at transittvørur við innflutning skulu vera tilskilaðar á serskildum transittmanifesti (-skjølum), sum sigur frá, nær vøran varð innflutt og við hvørjum flutningsfari.
Somuleiðis kann Toll- og Skattstovan krevja, at vøran, tá hon verður endurútflutt, skal vera tilskilað á serskildum transittmanifesti, sum sigur frá, nær og við hvørjum flutningsfari vøran varð innflutt.

Snarslóðir