Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 3 frá 13. februar 1992

um innlating av roknskapum


Sambært § 103 í skattalógini eru øll tey, ið eru skyldug at føra roknskap, eins og deyðsbúgv, feløg felagsskapir og aðrar stovnanir, skyldug at lata fylgja við sjálvuppgávuni rakstrarroknskap og fíggjarstøðu í byrjan og enda rakstrarársins.

Í hesum sambandi hevur líkningarráðið biðið um at fingið 2 eintøk av sama roknskapi, men tíverri verður hetta ofta gloymt.

Líkningarráðið fer tí aftur í ár at heita á grannskoðarar, bókhaldarar og annars øll, ið gera roknskap fyri seg ella viðskiftafólk, at leggja 2 eintøk av roknskapinum við sjálvuppgávuni. Somuleiðis verður heitt á grannskoðarar um at leggja viðskiftafólki sínum eina við at gera tað sama um viðskiftafólkið sjálvt letur líkningarráðnum sjálvuppgávuna.