Skriva út

Rundskriv nr. 3 frá 1. juli 1997

um inntøkuføring av arbeiði í gerð hjá sakførarum, grannskoðarum og øðrum í samsvarandi fríari vinnu

Verandi mannagongd viðvíkjandi inntøkuføring av ómaksløn:

Innleiðing
Mannagongdin hevur higartil verið, at sakførarar, grannskoðarar og onnur í samsvarandi fríari vinnu, hava inntøkuført ómaksløn leypandi. T.v.s. at hesi ikki hava tikið hædd fyri virði av arbeiði í gerð.

Samsvarandi frí vinna
Dømi uppá vinnugreinir, ið eftir hesum rundskrivi koma undir samsvarandi fría vinnu eru: Lýsingarfyritøkur, ráðgevandi fyritøkur, læknar og tannlæknar.

VLS I, ómaksløn
Í vegleiðingarskrivinum I frá Líkningarráð Føroya frá 1996, kap. I.2. verður sagt, at "ómaksløn hjá advokatum og grannskoðarum skal verða tikin við sum inntøka, tá endaligt rættarkrav er. Tað er, tá eitt mál er búgvið at avrokna, t.v.s. er komið so langt, at ómaksløn er roknað ella átti at verði roknað. Hetta er galdandi bæði fyri endaliga avrokning og fyri gjald av parti av avrokning, sum verður avroknað eftir avtalu, ella eftir vanligari mannagongd."

Útreiðslur
Verandi mannagongd hevur við sær, at útreiðslur sum hava staðist av málum, sum enn ikki eru inntøkuførd, sum meginregla ikki skulu aktiverast í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni.

Broytt mannagongd viðvíkjandi inntøkuføring av ómaksløn:

Tveir valmøguleikar
Líkningarráð Føroya hevur sambært § 93 stk. 1 í skattalógini samtykt at loyva sakførarum, grannskoðarum og øðrum í samsvarandi fríari vinnu, at velja millum tveir hættir at inntøkuføra ómaksløn.

Fyrsti hátturin:
Leypandi inntøkuføring
Fyrsti hátturin, er tann sum verður nýttur í VLS I, nevniliga leypandi inntøkuføring av ómaksløn, tá endaligt rættarkrav er. Acontogjøld skulu eisini leypandi inntøkuførast, hóast at ikki endaligt rættarkrav er. Hildnar rakstrarútreiðslur skulu dragast frá leypandi smb. § 31 í skattalógini.

Næsti hátturin:
Aktivering av útreiðslum
Næsti hátturin er, at í staðin fyri at inntøkuføra ómakslønina, kann veljast at aktivera tær beinleiðis útreiðslurnar, sum hava samband við arbeiði í gerð.

Passivering av ómaksløn
Samsvarandi verður ómakslønin passiverað tá endaligt rættarkrav er. Acontogjøld verða somuleiðis passiverað, til endalig avrokning kann fara fram.

Liðugt arbeiði
Totalómakslønin skal inntøkuførast í tí ári, tá ið arbeiðið er liðugt, og endaligt rættarkrav er. Samstundis verður útreiðsluført fyrrverandi aktiverað arbeiði í gerð viðvíkjandi tí avvarðandi uppgávuni.

Ymsir hættir at virðismeta arbeiði í gerð:

Minstavirði er kostprís
Høvuðsreglan er, at arbeiðið í gerð minst verður uppgjørt til kostprís. Við kostprís skal skiljast beinleiðis sakarmálsútreiðslur (beinleiðis lønarútreiðslur og útreiðsla til flutning, úrskriftir o.l.), og samsvarandi útreiðslur til fremmanda hjálp.

Aðrar virðismetingar
Felagið kann velja at uppgera arbeiði í gerð til kostprís við einum acontovinningi løgdum afturat. Felagið kann eisini velja at uppgera arbeiðið í gerð til søluvirði og lækka hetta við einum prosentfrádrátti, ella felagið kann velja at uppgera arbeiði í gerð til fult søluvirði.

Uppgerðarhátturin bindandi
Tann uppgerðarháttur sum felagið nýtir til at virðismeta arbeiði í gerð, skal hátturin nýtast til øll mál sum eru í gongd á fíggjarstøðudegnum, og tann valdi bindandi uppgerðarhátturin skal nýtast í seinni árum.

Uppgerðarhátturin fyri árið 1997 er bindandi:

Ikki loyvt at skifta ímillum
Tann uppgerðarháttur sum felagið velur at nýta fyri árið 1997, antin leypandi inntøkuføring (fyrsti hátturin) ella aktivering av útreiðslum (næsti hátturin), skal nýtast til øll mál sum eru í gerð á fíggjarstøðudegnum og tann valdi uppgerðarhátturin verður at nýta framyvir.

Loyvi frá Ráðnum
Eitt felag kann bert broyta uppgerðarhátt við loyvi frá Líkningarráð Føroya.

Fleiri eigarar
Um so er, at tað eru fleiri eigarar í virkinum, skulu allir eigarar nýta sama uppgerðarhátt.

Arkitektar og ráðgevandi verkfrøðingar:

Serreglur
Hetta rundskriv verður eisini at galda fyri arkitektar og ráðgevandi verkfrøðingar, tó við hesum serreglum løgdum afturat:

Byggiuppgávur
Tá talan er um byggiuppgávur, hvar ráðgevin virkar við til at fáa ta samlaðu byggiuppgávuna framda, verður uppgávan hjá ráðgevanum mett at verða liðug í tí ári, tá ið endaligur byggiroknskapur fyriliggur. Endalig inntøkuføring skal verða framd í seinasta lagi eitt ár eftir, at byggingin ella útbúnaðurin er tikin í nýtslu.

Sjálvsstøðug samsýning
Um so er, at sjálvstøðug samsýning er avtalað fyri hvørt stig í eini ætlan ella byggiuppgávu, verður hvørt stig mett sum ein sjálvstøðug uppgáva.

Kappingar
Útreiðslur sum eru goldnar við atliti til at luttaka í kappingum, skulu útreiðsluførast í tí roknskaparári sum tær viðvíkja.

Ongin samsýning
Í tann mun, at eitt arbeiði verður gjørt viðvíkjandi eini uppgávu uttan avtalu við byggiharra ella ein avtala við byggiharra ikki gevur rætt til samsýning, kunnu útreiðslurnar heilt ella partvíst útreiðsluførast í tí leypandi ársroknskapinum, og ein kann samsvarandi heilt ella partvíst lata vera við at aktivera útreiðslurnar.

Samsýning í seinni inntøkuári
Um so er, at ein tílíkur rættur fæst í einum seinni inntøkuári (t.d. við góðkenning av ætlanini frá einum almennum myndugleika) skulu allar beinleiðis sakarmálsútreiðslur (íroknað áður útreiðsluførdan beinleiðis sakarmálskostnað) viðvíkjandi tí avvarðandi uppgávuni aktiverast í hesum inntøkuári.

Ígildiskoma:
Rundskrivið kemur í gildi frá og við inntøkuárinum 1997.

Snarslóðir